mikudagur 11. oktober 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Beinleiðis
Í ÁR ERU 30 ÁR liðin síðani vit fingu
heimastýrislógina. Í hesi 30 árini
hava vit havt átta landsstýri og allir
flokkar hava roynt seg á stjórnar-
pallinum.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur ver-
ið við til at mynda fimm av hesum
átta landsstýrum og harav hevur
flokkurin havt leiðsluna av teimum
fýra. Javnaðarflokkurin hevur nú
samarbeitt við allar flokkar á tingi
uttan framburðsflokkin.
Í TEIMUM FIMM landsstýrisskeið-
unum, sum talan er um, hevur tað
ikki havt so stóran tydning, hvørj-
um flokkum javnaðarflokkurin hev-
ur arbeitt saman við, men hinvegin
hevur tað havt rættuliga stóran
týdning fyri úrslitini, at javnaðar-
flokkurin hevur verið við og helst
tað, at hann hevur havt leiðsluna
bæði á tingi og landsstýri.
UM EIN SLAKAN mánað skulu vit
hava val til løgtingid. Eftir valið
skulu løgtingsflokkarnir so royna at
skipa tað 9. landsstýri undir heima-
stýrislógini. Hvussu eitt komandi
landsstýri fer at síggja út er ilt at
siga og vit skulu eisini halda okkum
frå at koma við nøkrum gitingum
um hetta.
MANGT BENDIR á, at hinir flokk-
arnir, og eisini fólk yvirhøvur, taka
tað sum givið, at javnaðarflokkurin
skal vera við í einum komandi
landsstýri. At teir flokkar, sum
vinna valið í næsta mánað, bert
skulu gera samgongu við javnaðar-
flokkin og so verður formaður javn-
aðarfloksins, Atli Dam løgmadur
aftur.
MEN JUST SO verður tað ikki.
Javnaðarflokkurin verður ikki við til
at mynda eitt komandi landsstýri og
tekur allarminst leiðsluna av hes-
um, uttan so, at flokkurin fær tað
neyðugu undirtøkuna á valinum.
JAVNAÐARFLOKKURIN myndar
ikki landsstýri og formaður floksins
verður ikki løgmadur uppá atkvød-
urnar hjá hinum flokkunum. Tey,
sum vilja hava javnaðarflokkin aftur
í landsstýri og Atla Dam aftur til
løgmann, tey skulu velja beinleiðis.
Og t.v.s. greiða atkvødu fyri javnað-
arflokkinum.
sosialurin
Nr. 76 — 11. oktober 1978
Javnaðarflokkurin
og hinir flokkarnir
Lenjavningargrunnur
Skipsfiskimanna, for-
skotsrindanin og minstu-
lenarskipanin eru vunnin
javnaðarmál frá tíðini áðr-
enn heimastýrislógin kom
í gildi.
Javnaðarflokkurin var
við í ti fyrsta landsstyrin-
um undir heimastýrislóg-
ini. Tað skeiðið fevndi
bert um tvey ár. Frá 1948
til 1950.
Eftir valið í 1950 varð
avtala gjørd millum somu
flokkar, nevniliga javnað-
arflokkin, sambands-
flokkin og sjálvstýris-
flokkin, um at skipa
landsstýri. Men bert fáar
tímar eftir at hendan sam-
gonga varð gjørd, svikti
sambandsflokkurin og
leyp um hálsin á fólka-
flokkinum.
Soleiðis komu sam-
bandsflokkurin og fólka-
flokkurin at mynda lands-
stýri frá 1950 til 1954. Og
eftir valið í 1954 helt hetta
landsstýri fram við hjálp
frá sjálvstýrisflokkinum.
Men hesi átta árini
hendi lítið gott. Stersta
hendingarnar vóru at okk-
ara fiskiskipafloti minkaði
við fleiri túsund br. reg.
tons. At føroyskir fiski-
menn í túsundatali sigldu
við íslendskum, norskum,
bretskum og vesturtýsk-
um skipum. At fleiri
hundrað aðrir foroyingar á
hverjum ári arbeiddu uppi
á landi í Íslandi o.s.fr.
Almenni aktiviteturin
heima í Føroyum var eis-
ini lítil og ongin. Havna-
og vegagerðir vóru nærum
ókend fyribrigdi. Heldur
Frisinnið hjá
Fólkaflokkinum
Ótespiligur
samgongufelagi
Í einum Sosiali herfyri
spyr Oli Jacobsen (við
einum javningshjarta-
suffi): »Nær verður hesin
blaðstjórin (Oli Breck-
mann) i
skriving sini?«
Ein må spyrja, um tit i
javnadarflokkinum plaga
»at steðga< summum .av
tykkara folki at skriva?
(Tad er kanska ti, at skila-
maðurin Sverri Midjord
skrivar í Dimmalætting).
Rokna tit við, at leiðsla
fólkafloksins fer at steðga
blaðstjóra Dagblaðsins í
at frambera sína áskoðan?
Ella kundu tit hugsa
tykkum, at samgongan
legði trýst á fólkaflokkin
og blaðstjóra hansara fyri
tann vegin „at stedga«
honum í at skriva?
Roynið tað einaferð, og
vitið, hver verður tann
sterkari av okkum.
Skrivifrælsið í Dagblað-
num skulu tit so aldrin
traðka undir fót.
Var stendur
javnaðarflokkurin?
Men tað bilsnar meg
meira, at javnaðarflokk-
urin leggur málgagn sítt
til títt politiska sálar-
grums. Tað enntá harmar,
at leiðsla floks tíns visti
av hasi politisku knívs-
tunguni í ryggin á sínum
samstarvspartnara, fólka-
flokkinum. Kortini gjørdi
leiðslan einki fyri at
steðga sniðálopinum.
Hatta var fyrsta so ál
varsliga brot á eitt 4 ára
samstarv.
<<
Óli Breckmann
6. oktober 1978
Óli Breckmann
9. desember 1977
Fólkaflokkurin og tess málgagn hevur tosað nógv um
frisinni. Omanstandandi stubbar úr Dagblaðnum sýna
skilliga, hvat hetta blað skilir við frísinni:
1. Sosialurin skal sensurera og frásortera greinir, sum
kunnu fornerma fólkaflokkin.
2. Í navni skrivifrælsins skal Dagblaðið hava loyvi til
at svína javnaðarflokkin og -menn til so galið honum
lystir.
Vit hava sanniliga nakað at gleða okkum til, tá fólka-
flokkurin kemur til valdið!!
ongar útbyggingar fóru
fram á heilsu- og skúlagk-
inum. Stórir partar av
landinum lógu í myrkri.
Í hesum átta ára skeiði
vórðu ell uppskot frá
javnaðarflokkinum feld.
Ja, so sjálvsegd mál, sum
uppskotið um fólka-, av-
lamis- og einkjupensión
v.m., vunnu ikki frama.
Uppskot um at hækka
minstulenina vunnu held-
ur ikki frama. Og tað
sama var at siga um
mong, mong onnur upp-
skot frá javnadarflokkin--
um.
Men á valinum í 1958
segdu føroyingar nei til
framhaldandi atgerðar-
loysi hjá hesum deydsigl-
arastyri. Javnadarflokk-
urin vann valið. Fór úr
fimm upp í átta tingmenn.
Flokkurin tók nú leiðsluna
bæði á tingi og í lands-
stýri. Og nú kom vend í.
Landsstýri varð skipað
saman við sambands-
flokkinum og sjálvstýris-
flokkinum. Hesir báðir
flokkar, sum yvirhevur
onki fingu framt saman
við fólkaflokkinum,
sluppu nú við í eitt ar-
beiðssamt landsstýri og í
eitt avreksmikið lands-
stýrisskeið.
Lógirnar um fólka-, av-
lamis- og einkjupensión
v.m. vórðu nú samtyktar
beinan vegin. Minstulønin
varð hækkað. Útróðrar-
menn og fiskimenn á fesk-
fiskaveiðu fingu nú pris-
viðbót og studningur varð
eisini latin til saltfisk.
Fyri at fáa realkreditt-
inum pening til endur-
nýgging av fiskiskipaflot-
anum, fyri at útvega SEV
pening til ravmagnan av
øllum landinum, fyri at
fáa gongd aftur á havna-
og vegagerðina og fyri at
fáa útbyggingina á heilsu-
og skúlagkinum aftur í
gongd, legði javnaðar-
flokkurin eina iløguætlan
uppá 190 mill. kr.
donsku stjórnina.
Úrslitið varð at javnað-
arstjórnin hjá H. C. Han-
sen játtaði hesum. Men
heima í Feroyum leikaðu
fyri
við-
merkingar
andsteðumenn sum óðir.
Javnaðarmenn hevdu nú
selt Feroyar og feroyingar
fyri 190 mill. danskar
krónur. Vit vóru skulda-
bundnir fyri allar ævir.
Men hesar 190 mill. kr.
drupu og skuldabundu
ikki Feroyar og feroy-
ingar. Tær megnaðu
tvertur ímóti at skapa eitt
streymskifti. Tær gjørdu
tað meguligt hjá realinum
at figgja ein nýggjan og
tíðarhóskandi fiskiskipa-
flota, soleiðis at feroy-
ingar aftur kundu veiða
við egnum skipum. Hetta
framdi eisini arbeiði til
heimafólkið.
Tær 190 mill. kr. gjørdu
tað eisini meguligt hjá
SEV at fara undir at rav-
magna alt landið. Tær
bygdu vegir, havnir og
berghol. Talan varð nú um
útbygging á øllum økj-
økjum samfelagsins.
Seinast í ti landsstýris-
skeiðinum vórðu menn
greiðir yvir, at tað ikki
varð nóg mikið við hesi
íleguætlan, og javnaðar-
menn komu tá við 60 mill.
grunninum. Men hendan
trúi ongin uppá. Heldur
ikki samgonguflokkarnir í
Tinganesi, sambands-
flokkurin og sjálvstýris-
flokkurin.
Teir gjørdu hesa talu
javnaðarmanna til láturs.
Tosaðu um eina ballón og
um luftkastellir. Men luft-
kastellið gjørdist til veru-
leika. Ballónin brast ikki,
men gjørdist til ein grund-
vøll, sum tann framhald-
andi útbyggingin av før-
oyska samfelagnum bygdi
å.
Men eftir hetta kom
sjálvstýrislandsstýrið.
Ein syndarlig sega, sum
vit venda aftur til seinni.
UUU
i
Í
i
É
Í
FH
i
|
A
}