mikudagur 11. oktober 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ki“
ERE
PE
Nr. 76 — 11. oktober 1978
sosialurin
Síða 3
Ivamåal hver
rindar skaðan
Kom dátt við, at vanliga tryggingin
ikki fevnir um rútar eisini!
— Eg haldi meg fylgja
rættiliga væl við, men eg
hevði ikki allar minstu
vitan um, at vanliga
tryggingin ikki eisini
fevnir um rútar, sigur
Gunnleivur Dalsgarð,
Varðabú.
Húsini hjá Gunnleivi
Dalsgarð fóru rættiliga
illa av spreingivanlukkuni
sunnudagin. Umframt at
fleiri rútar fóru, varð ein
endaveggur trýstur einar
10 sentimetrar út. Haraft-
urat losnaðu fleiri tak-
plátur og í støum hevur
loftið lyft seg eitt sindur.
Leysliga mett er skaðin
ikki undir 50.000 kr.
Eigarar av húsum, sum
hava fingið skaða, siga, at
tað kemur teimum dátt
við, at tryggingin ikki
fevnir um rútar eisini.
Spurningurin er enn Ó-
loystur. Í gjárkveldið
skuldu eigarar av húsum,
sum hava fingið skaða,
halda fund fyri at finna út
av, hvat gerast skal.
Yvir 200
termorútar
Á politigaråinum varð
upplýst í gjáramorgun, at
tá hevdu teir skrásett 170
brotnar termorútar. Men
tá vóru allir ikki komnir
við. Roknað var við um 60
brotnum rútum afturat.
Leysliga mett kemur
glasskaðin upp í einar
150.000 kr.
Á politigarðinum verð-
ur annars upplýst, at bara
pláturnar, sum vórðu
settar fyri vindeyguni,
kostaðu um 25.000 kr.
Politiið hevur í fyrstu at-
legu borið kostnaðin av
hesum.
Beinanvegin sunnudag-
in seinrapartin fóru menn
frá Havnar Bjargingar-
felag og Havnar Slekkiliði
at smíða plátur fyri. Ar-
beitt varð uttan íhald til
seint á kveldi. Fyri hetta
arbeiðið hava allir stórt
rós uppiborið, sigur Suni
Vinther, kriminalpolitist-
ur.
Ivamål,
hvør rindar
Å Tryggingarsambandin-
um verður upplýst, at tað
er ikki vanligt við rúta-
trygging, sum annars er
ein serstek trygging undir
Feroya Brunatrygging.
Kjartan Dalsgaard,
tryggingarmaður, sigur
tó, at tað er alt vanligari
við rútatryggingum.
Í samband við spreing-
ingina sunnudagin kemur
Ein kompressari stóð við síðuna av skúrinum
Yvir 200 rútar brotnaðu
ein spurningur um tulking
helst inn í myndina.
Spurningurin er, um talan
er um eina spreinging,
sum er hend av sær sjálv-
um ella um nakar hevur
framt spreingingina.
Framhald frá síðu 1
sáttmálunum hjá teimum
tímalentu.
Harafturat fingu tær
mánaðarlen. Tað loyvir
sáttmálin ikki. Tá ar-
beiðsmannafelagið kann-
aði málið, vóru fleiri av
kvinnunum límir í ar-
beiðsmannafelagnum.
Felagið kundi sostatt ikki
góðtaka støduna og sendi
eigaranum eitt skriv, har
teir ynsktu at fáa eigarans
áskoðan.
Ikki eitt orð
Hóast long tíð er gingin,
hevur Sandavágs Ar-
Sambært tryggingarav -
talulógina, sum ell trygg-
ingarfelog skulu arbeiða
undir, skal brandtrygging
taka við í samband við
gass- ella motorspreing-
ingar, men einki verður
nevnt fyri ella ímóti, tá
spreingievni gongur av
uppá ein slíkan óvanligan
máta.
SINU
Framhald frá síðu Í
Einki gass
Sunnudagin varð hildið,
at gass eisini var í skúr-
inum,men hesar upplýs-
ingarnar eru ikki rættar.
Politiið kannar í letuni
vanlukkuna út frá fleiri
sjónarmiðum — bæði
hvat hon kostar og hvussu
umfatandi hon var. Hetta
verður gjert fyri at fáa so
nógv tilfar til vega sum
meguligt bæði fyri lóg-
gávuvaldið og fyri at hava
tekt tilfar, um trygging-
arspurningar gera seg
galdandi.
beiðsmannafelag einki
hoyrt frá Vilma. Ti varð
avgjert at steðga arbeið-
inum mánamorgunin, um
einki svar var komið innan
síðsta vika var lokin.
Formaðurin í arbeiðs-
mannafelagnum, Johann-
es Olsen, sigur uppá fyri-
spurning frá Sosialinum,
at arbeiðssteðgurin bert
fevnir um konufólkini og
ikki arbeiðsmenninar á
Vilma. Arbeiðsmenninir
hava alla tíðina fingið
vanliga timaløn.
Kvinnurnar fáa ikki
verkfalspening frá felagn-
um undir arbeiðssteðgin-
um, upplýsir formaðurin.
trý á gøtuni
Hvar er berghol mest
neyðugt, í Suðuroynni,
Streymoynni ella til
Jóna Lindenskov,
sjúkrasystir
— Í Streymoynni. Á
Oyggjarvegnum henda
so mangar ólukkur, og
hetta kundi kanska
verðið fyribyrgt við
einum bergholi millum
Kaldbaksbotn og
Signabe.
Schenning Eysturoy,
stjóri:
— Eftir minari meting
eru øll neyðug, men tað
í Suðuroy millum
Lopra og Sumba er
mest neyðugt. Har
ferðast skúlabern so at
siga hvenn dag, og
sjálvt um tað er tátt í
neðra, so kann vera
kavi og ísur í erva, so
tað er ofta ringt at
koma fram.
Andrew Ísheim:
— Tað er avgjert tað í
Suðuroy millum Lopra
og Sumba. Sumba er jú
ein stór bygd, og veg-
urin hagar er illa far-
andi um veturin.