mikudagur 11. oktober 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 76 — 11. oktober 1978
sosialurin
Síða 7
Ævintýrið um stilaheftið
Um hvussu borgarligi blaðstjórin sjálvur fall í grøvina, hann heuði grivid ødrum
Flestu minnast lærarinn-
una, sum av blaðstjóran-
um á Dagblaðnum varð
løgd undir at forfylgja
eðrvísi hugsandi næming-
um við at geva lægri
karakterir enn uppiborið.
Sakin startaði við einum
»lesarabrævi«, og seinni
gav blaðstjórin so mikið
av upplýsingum frá sær,
at bert kundi vera talan
um eina lærarinnu og um
ein flokk á læraraskúlan-
um (og um ein næming).
Flestu næmingarnir í
hesum flokki vildu ikki
lata hetta um seg ganga.
Teir avsannaðu í blødun-
um, at hendan lærarinnan
hevði framt nakra forfylg-
ing av næmingunum.
Rektarin á læraraskúl-
anum váttaði eisini í blød-
unum, at slík karakter-
geving til termins- og árs-
royndir, sum greitt varð
frá í hesum »lesarabrævi«
ikki var farin fram í klass-
anum hjá hesi lærarinnu.
Í staðin fyri at koma við
eini umbering kom O.B.
sjálvur aftur í blaði sínum
við eini sera frekari og
vanvirðandi grein, kallað
>Hó, hó, nú eri eg ikki
heilt við. Her ger hann
látur fyrst burtur úr næm-
ingunum, td.: Havi
hoyrt, at summi knapp-
liga muga eftir einum tal-
lerki av sakusuppu. Men
at kenna ókúgiliga trongd
til at avsanna, tað man
vera nýtt fyri mong...
Viðkomandi lærari fekk
sítt: Kanska eru tygum ov
snildur at dálka tygara
egnu hendur... Lærararnir
á læraraskúlanum fingu
eisini sitt: Tit mugu hava
sagt hatta i spølni… tá
teir komu við einum av-
gjørt álvarligum spurn-
ingi í hesum sambandi.
Síðan boðaði blaðstjórin
reypandi frá, at hann
„hevði kopiir av stíla- og
terminsheftunum við øll-
um 6-telunum í. Tey vóru
deponerað í eina banka-
boks, ti »tad er umráð-
andi, at so åhugaverdir
originalar ikki fara nakran
veg. Teir kunnu gerast
hentir, um talan skuldi
blivið um hitt... tit vita.
Her varð hugsað um sak-
armál.
Hetta vóru tað óivað
fleiri sum hoppaðu uppá.
Fólkafloksmenn gingu
erpnir um hendan ófera
floksfelaga hjá teimum,
sum hevði hesi góðu prógv
í bankaboksini.
Prógvini vóru bluff
Men álopna lærarinnan
var ikki rædd av ellum
reypi um hesi prógv. Hon
visti, at hon hevði eina
góða samvitsku, so hon
stevndi blaðstjóran fyri
ærumeiðing. Og hvat
blaðstjórin neyvan hevði
roknað við, so vórðu stila-
heftini í bankaboksini av
rættinum send til kann-
ingar hjá skriftkonum í
Danmark eftir kravi frá
sakferaranum hjá lærar-
innuni. Kannast skuldi
um lærarinnan veruliga
hevði skrivað øll hesi 6 tel.
Úrslitið er afturkomið
sum greitt er frá í blød-
unum. Og sum Dagblaðn-
um líkt so royna teir nú at
reingja úrslitið við at siga
frá, at kanningarnar
vístu, at tað var ivasamt
um Kirsten Brix hevði
skrivað hesar karakterir.
Nei, Dagblaðið, hetta er
als ikki ivasamt, tað er
vist. Tveir serfreðingar
hava hver sær kannað
stilabøkurnar og lærara-
kalendaran við >karakter-
roknskapinum« hjá lærar-
innuni. Annar av teimum
skriftkonu sigur, at >der
er en til vished grænsende
sandsynlighed for<, at tel-
ini ikki eru skrivað av
Kirsten Brix. Hin sigur,
at »det er usandsynligt«,
at 6-telini eru skrivað av
K. B. Afturat hesum siga
báðir teir skriftkønu, at
eitt tal í bókini eftir ollum
at døma er skrivað av lær-
arinnuni, og tað er eitt 8
tal.
Stórt vissari kann tað
ikki sigast, so stílaheftið í
bankaboksini var íkki
nógv vert, tá kannað varð
eftir.
Fólkafloksleiðarar
á gosi
Tá hetta mál var frammi í
vár skrivaði eg sjálvur
eina grein undir yvir-
skrivtini >Fólkafloks-
terror«. Har visti eg á,
hvussu blaðstjórin á Dag-
blaðnum miåvist hevur
framt persónsforfylging
av fólki, og var hetta mál
eitt gott dømi um hetta.
Eg metti, at fólkaflokkur-
in mátti hava ábyrgdina
av hesum, tá tað jú var
talan um málgagnið hjá
hesum flokki.
Sama kveldið sum
greinin hevði staðið í Sosi-
alinum varð eg ringdur
upp av einum leiðandi
fólkafloksmanni. Hann
var ikki illur men óður.
Hann skeldaði meg vegna
hesa grein, og spurdi so,
um eg ikki visti, hverji
prógv Óli Breckmann
hevði í hesum máli!!
Tað at hesi prógv nú
vísa seg at vera bluff, man
tó neyvan fara at fáa
nakrar avleiðingar fyri
steðuna hjá blaðstjóran-
um í flokkinum. Tað er
fyri so vítt einki nýtt í
hesum avdúkingum.
Fólkaflokkurin hevur alla
tíðina vitað, at teirra blað-
stjóri er ein gjøgnumførd-
ur lygnari. Hesin flokkur
hevur eisini verið fult
greiður yvir, at teirra
blaðstjóri á ein nasistisk-
an hátt forfylgir lutvist
fólkum í samfelagnum,
sum hann ikki kann torga
og lutvíst forfylgir ein-
staklingum, sum loyva
sær tann ómetaliga frek-
leika ikki at vera fólka-
floksfólk.
Ja, fólkaflokkurin hev-
ur ikki bert vitað av hes-
um. Hann hevur styðjað
blaðstjóran i hansara
margháttliga arbeiðslagi.
Flestu av tingmonnunum
hjá flokkinum hava undir
útvarpsorðaskifti = antin
takkað honum ella borið í
betuflaka fyri hann. Sum
kunnugt samtykkir eisini
tann sum tegir, og tegn
hevur sanniliga verið í
fólkaflokkinum burtursæð
frá sjikanu av teimum,
sum ikki hava funnið seg í
gæovheitunum hjá hansara
flokki.
Tað at talan nú kann
vera um eitt falsað stíla-
hefti kann neyvan fáa
hendan flokk at etast, tá
hann ikki hevur gjørt tað
áður. Heldur tvørturi-
móti. Um nakað hendir,
so verður tað, at blað-
stjórin verður útnevndur
til heiðurslim fyri sítt
síðsta »roysni.«
Næmingurin
verður ofraður
Sum vituligt er hevur
blaðstjórin nú fingið kald-
ar fetur. Hann roknaði
við, at tá hann hótti við
stílabókini í bankaboks-
ini, so fór ikki meira at
henda. »Går den sá går
den«. Men tað gekk jú
ikki. Tað sum eftir ollum
at døma nervar hann nú er
ikki, at hann hevur gjørt
nekrum órætt, men at
hann sjálvur er við at
koma í netið. Hvat er so at
gera?
Jú, nú bjóðar blað-
stjórin semju!! Blað hans-
ara sigur frá, og við
tveimum myndum av
blaðstjóranum, at „hann
er ikki sinnaður at fara
víðari við málinum.
»hann er ikki sinnaður at
fara víðari við målinum«.
Tað eru vit nógv sum
skilja sera væl. Men hvat
skal so sakin semjast
uppá? Jú, blaðstjórin er til
reiðar at taka skuldseting-
arnar aftur. Uttan umber-
ing, og uttan harm um tað
sum saksekjarin hevur
verið igjøgnum orsakað av
hesum grundleysu ákær-
um.
Næsti spurningur er so:
Viðgongur blaðstjórin nú,
at hann hevur mistikið
seg. O, nei, á ongan hátt.
Nú skal næmingurin sum
eigur stílabókina hava alla
skuldina. Hann hevur for-
ført blaðstjóran. Og nú
kann blaðstjórin við bestu
samvitsku reinsa seg
sjálvan við at gera næm-
ingin til syndabukk.
Hevði hendan semjan
komið í lag, hevði hesin
næmingur framyvir havt
ein illgruna um falsan
hangandi yvir sær. Ja, ein
etast. Og tá ein veit, hver
næmingurin er, vamlast
ein. Tað er sanniliga soli-
daritetur! Kundi lærar-
innan ikki oyðileggjast, so
skal næmingurin slakt-
ast!!
Men tað gekk heldur
ikki.
Er blaðstjórin
forførdur?
Tá málið nú er komið har-
til at O.B. roynir at geva
næminginum alla skuld-
ina, so er nátúrligt at
spyrja, um hetta veruliga
kann vera so. Hevur hesin
næmingur veruliga lump-
að blaðstjóran soleiðis, at
hesin knappliga stendur
við hárinum niður eftir
nakkanum?
Her man vera neyðugt
at minna um vissar veru-
leikar, sum benda á, at so-
leiðis er ikki, sum t.d.:
Greinin, sum startaði
hesa sak >Hava ikki biðið
um marxistiska hjálp<
skuldi eitast at vera eitt
lesarabræv hjá tí næm-
ingi, sum átti stílaheftið.
Tað kann sigast við vissu,
at skrivingarlagið í hesum
»lesarabrævi« als íkki
samsvarar við skrivingar-
lagið hjá umredda næm-
ingi. Tað er har afturimóti
meinlíkt tí ráa og vanvirð-
isliga skrivingarlagnum
hjá blaðstjóranum sjálv-
um. Nógvar av vending-
unum eru eyðkendar fyri
blaðstjóran, og skal til
stuttleika nevnast eitt
demi. Í nevnda >lesara-
brævi< verður m.a. sagt
um lærarnar, at teir
„royna at kåva útyvir sína
priviligeraðu útbúgving
og løn við at útpeika sær
»kapitalin« sum synda-
bukk«.
11. november 1977
skrivaði blaðstjórin i eini
grein: >Í staðin fyri at
geva >hinum gráa< skuld-
ina fyri, at >hin minni
menti< hevur trupulleikar,
ja, so fær í dag... kapital-
isman« skuldina».
Onnur dømi eru eisini
um, hvussu hesin blað-
blaðstjóri hevur skrivað
um »kapitalin« sum
syndabukk. Sagt verður
tað sama við næstan somu
orðum. Sjálvt gásaeyguni
ganga aftur. Tað kann
neyvan vera ivi um, at
hevundin er tann sami, tí
eingin annar skrivandi í
Feroyum hevur eitt slíkt
primitivt og skendskt
skrivingarlag.
Eitt annað sum eisini
talar fyri, at umreddi
næmingur ikki hevur
skrivað hetta lesarabræv
er, at har verður tosað
um, at í stílunum vóru
ongar reyðar strikur. Um-
redda lærarinna rættar
við blýanti, og tað veit so
hesin næmingur av, kann
ein hugsa sær.
Um hvussu sjálvmót-
sigandi alt í hesum máli
hevur verið kann nevnast
afturat, at meðan í fyrstu
greinini verður sagt, at
ongar rættingar vóru, so
segði blaðstjórin í tí
stubba í Dagblaðnum har
hendan lærarinnan nær-
um var navngivin, varð
sagt, at stílaheftini vóru
„uttan stórvegis rætting-
ar<. Hesir upplýsingar
stríða beinleiðis ímóti
hverjum eðrum<.
Um tað framvegis er
onkur sum trýr um blað-
stjóran, at hann er lump-
aður út í hetta óferið av
hesum næmingi, so kann
nevnast nekur demi um,
at blaðstjórin hevur
skúgvað veruleikar til síð-
is, sum hava bent á, at
einki hald vóru í hesum
skuldsetingum:
1. Í áðurnevnda >les-
arabrævi< varð eisini upp-
lyst, at næmingurin til
terminsroyndir hevði fing-
ið 6 og onkuntið 7, meðan
hann fekk 10 og 11 til
próvteku. Læraraskúlin
váttaði, at hetta kundi
ikki passa samb. teirra
protokollir. Við termins-
og ársroynd er tað so, at
næmingurin fær útflýggj-
að eitt skjal við sínum
karakterum. Hesir verða
avskrivaðir úr protokollini
av starvsfólki hjá skúl-
anum, so her kann ikki
snytast. Eftir hvat eg
havi fingid upplyst hevur
umrøddi næmingur fingið
8, 9 og 10 í termins- og
árskarakter, og hetta hev-
ur hann fingið eitt skjal
uppá.
At pástandirnir um ter-
minskarakterirnar ikki
passaðu visti blaðstjórin
sostatt væl í hvussu er, tá
váttanin frá rektaranum
stóð i blødunum.
2. Afturat hesum var
tað ikki nakað dulsmál
longur tá, at karakterirnir
í stílaheftinum samsvar-
aðu ikki við teir í lærara-
kalendaranum hjá lærar-
innuni. Og skuldi hetta
eisini bent á, at ikki alt
hekk saman, sum tað
skuldi.
3. Blaðstjórin fekk at
vita beinanvegin frá lær-
arinnuni, tá hon sá kopi
av stilabokini, at tað var
ikki hennara skrift.
4. Undir einum av stil-
unum við 6 tali hevði
lærarinnan skrivað við
orðum, at hetta var ein
góður stilur. At hetta ikki
samsvaraði skuldi verið
upplagt hjá blaðstjóran-
um.
5. At tervandi saman-
hangur er í allari hesari
skriving sæst eisini av, at
i »lesarabrævinum« hevði
næmingurin gjøgnum eitt
heilt ár fingið 6 og 7 tøl. I
seinni grein sigur blað-
stjórin, at næmingurin
hevur fingið 6-tøl alt árið.
Og nú úrslitið frá teimum
skriftkønu er komið verð-
ur sagt, at talan er um 6-
tel og eitt 8 tal. Hvussu
hongur hetta saman?
Fascisma ella
nasisma?
At blaðstjórin skal vera 6-
sekur í hesum máli er ó-
hugsandi eftir alt tað, sum
er hent í hesi sak. Tað er
ikki ógrundað at hugsa, at
hendan atsóknin móti
Kirsten Brix hevur verið
ein liður í vanligu manna-
jagstranini hjá >Dagblað-
num<. Hevði hon givið
seg undan, so hevði óivað
verið hildið fram at for-
fylgja fólki, sum ikki
passa í krammið hjá blað-
stjóranum. Næmingurin,
sum hevur lagt stílahefti
til, hevur helst gjørt tað
av góðvarni og naiviteti.
Hverki teirra høvdu rokn-
að við at at fingið slíkar
mótsteðumenn sum
Kirsten og Halgir, sakfer-
ara hennara. Tað er eingin
ivi um, at tað er hesum
sakarmáli fyri at takka, at
fólk hava fingið frið sein-
astu mánaðarnar. Tað
sæst eisini av teirri
desperatu roynd til semju,
sum varð gjerd nú um
dagarnar, har tað visti
seg, at blaðstjórin var til-
reiðar at ofra sín makkara
í hesi ótespiliga máli fyri
at klára frisak. Men aftur
einaferð undirmetti hann
sínar mótpartar.
Um hetta hevði verið
ein sega úr einum fasc-
istiskum einaræðislandi.
kundi hetta bert verið tik-
ið sum ein óhugnalig frá-
segn. Men hetta er ein
partur av partapolitikki í
Feroyum í dag. Sjálvt í
Framhald á síðu 10