Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. oktober 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Samreða vid løgmann: Neydugt við veiðumeguleikum aðrastaðni meðan vit leggja um til foroyaleiðirnar sosialurin Nr. 76 — 11. oktober 1978 — og vit mugu samráðast so skilagott, at vit alla tíðina hava stundir at fremja tær neyðugu broytingarnar — Heimaleiðirnar verða hevuðsálitið, men enn eina tíð eru negdirnar, sum vit kunnu veiða burtur, so stórar, at vit ikki eftir einum degi kunnu lata hesar negdir fara og taka tær aftur á føroyaleidunum Nú stundar móti vali. O- vist er, hverjir flokkar fara at mynda landsstýri tey næstu fýra árini. Henda óvissa fevnir eisini um framtíðina hjá hev- uðsvinnu okkara — fiski- vinnuni. Kvoturnar, sum hetta landsstýrið hevur samrátt = % Atli Dam, legmaður seg til, eru við at ganga undan. Nýggjar avtalur skulu gerast fyri 1979. So- sialurin leitaði út í Tinga- nes, har vit hittu Atla Dam, legmann og spurdu hann um steðuna hjá okk- ara fiskivinnu. Sær hampuliga væl út 8 Atli Dam, hvussu er útlitið fyri fiskivinnuni restina av hesum árinum? — Viðvíkjandi kvotum sær tað hampuliga væl út, tá hugsað verður um, at í Norðsjónum eru 23.000 tons av makreli eftir. All- ur brislingurin er eisini eftir. Vit vistu, at hann var ivasamur, men nakað kann helst veiðast í des- ember. Ídnaðarkvotan er rúmlig enn. Verður tað veitt skilagott í Norðsjón- um og vestan fyri Bret- and, skuldi kraftblokka- flotin verið rættiliga væ fyri restina av árinum. Undir Íslandi eru kvot- urnar við at ganga undan. Men tað var ongantíð væntað, at tær fóru at rekka meira enn seks til sjey mánaðir. Tað hevur tó ómetaligan týdning, at vit kunnu nýta íslands- leiðirnar sum alternativ til veiðuna undir Feroyum. Undir Íslandi eru millum 700 og 900 tons eftir, so henda veiðan verður helst steðgað longu í hesum mánaðinum. Eystanfyri er rúmligt eftir við kvotum, serliga við avtaluni við Sovjet. Men sum kunnugt hevur ikki verið tann besti fiski- skapur her, ið menn ann- ars hevdu væntað. Undir Grenlandi og við Canada eru veidd nærum $) prosent av loyvdu rækjukvotuni. Har eru eini 1800 tons eftir, men her er tann trupulleiki, at 500 tons liggja á eki 1 og vera helst torfer at fáa fatur á. Hetta kemst bæði av ísi og ti vinnuliga fiskiskapinum, sum hevur verið á hesum eki. Tað verður nú samráðst við stjórnina, fyri at vit kunnu fáa eina tilluting aftrat, so rættað kann vera uppá teir skeivleikar, sum eki 1 er orsekin til. Við Canada skuldi verið nóg mikið til tey skip, sum eru eftir, nevniliga svartkalvaskipini. Møgu- liga verður eitt ivamál um, hvussu verður við teimum trimum línuskip- unum, sum royna longur suðuri. Orsekin er tann, at skipini, ið hava veitt frammanundan, hava framt eina ávísa ovfisking av kvotum sínum á Flem- ish Cap. Men vónandi fáa eisini hesi skipini last. Samanumtikið má sigast um kvotuna í Canada, at hon hevur verið ógvuliga hent. Tað hevur verið eitt munandi størri tal av linu- bátum við Canada i år enn årini frammanundan. Framtíðin óviss — Hvussu metir tú útlitið vera fyri 1979? — Útlitið fyri framtíð- ina er vist. Einki liggur fast við tey flestu av lond- unum. Hetta kemst av, at tey flestu lond vilja bíða við at gera avtalur. Taka vit felagsmarknaðin, tá hava teir torfert við at semjast innanhýsis — og her hjá okkum sjálvum verður legtingsval, so sit- andi stýri verður bert at sita sum forrætnings- ministerium. Hevi verður tí ikki at taka upp nýggjar samráð- ingar fyrr enn í november mánaði. Men seinasta ár vóru tær flestu avtalur gjerdar í november og de- sember og við felags- marknaðin í februar. Steðan í ár er ti tann sama, og tað, sum vit nú kunnu siga um kvotur, vera tí bert gitingar. Kraftblokkaflotin væl fyri Hava álit á Íslandi Persónliga havi eg eitt ávíst álit á, at tað fer at bera til at fáa eina hampu- liga avtalu aftur við Ís- land. Væl eru visinda- menn komnir við ávaring- um um steðuna í lodnu- stovninum, men vónandi verður meguleiki at veiða nakað kortini. Íslands- sáttmálin um gagnfisk stendur við, um hann ikki verður uppsagdur. Kemur eingin uppsegn frá íslendingum innan árs- lok, stendur sáttmálin við seks mánar fram í 1979. Roynt vil sjálvandi vera at sleppa at økja serliga upsaveiðuna, men um tað fer at eydnast er ivasamt. Harafturat vil vera roynt at fáa loyvi at veiða nakað av svartkjafti í juli, tá svartkjaftaveiðan undir Feroyum er lokin. Fs $ hm Veidan undir Íslandi helst steðgað í hesum mánaðinum um at varðveita alternativ til fiskiskap í egnum sjogvi. Varðveita langfaraflotan Vit mugu siggja í eyguni, at langfarafloti okkara ein Langfaraflotin skal veiða bæði heima og burturi Viðvíkjandi lodnu í Eysturgrenlandi og Jan Mayen er staðan tann sama. Vit vita, at bæði ís- lendingar og norðmenn ynskja avmarkingar í hesi veiðuni. Í Noregi havi eg álit á, at tað ber til at fáa ein sáttmála við býti av fiska- sløgum á høgum stigi, har báðir partar ikki eru sinn- aðir at minka kvoturnar hver hjá eðrum, tí talan er ' part av årinum skal veida i føroyskum sjógvi. Tá hevur tað stóran týdning, at meguleiki er fyri einum ella tveimum saltfiskatúr- um. Eg eri ikki samdur við teimum, sum halda, at vit skula minka talið á teimum sterru trolarunum enn. Í staðin fyri at skula keypa nýggj og kostnað- armikil skip til bert at veiða undir Føroyum, eiga vit att brúka langfaraflot- an til at veiða upsa, blá- longu og kongafisk undir Feroyum og ein part av árinum at veiða aðra- staðni. Eg kenni eisini skiparar, sum hava gott álit á, at tað ber til at reka eina tílíka kombineraða veiðu. Tó meti eg, at meguleikin er góður fyri at varðveita samarbeiðið við Noreg. Tað sama er galdandi fyri Sovjet, sum hevur stóran áhuga á svart- kjaftinum undir Føroyum. Tað má tó umhugsast gjøllari, hvussu vit fáa javnvág í sáttmálanum við Sovjet. Royndirnar í ár hava víst, at tað hevur verið minni at fáa, enn vit hevdu væntað — oæ kanska hava feroyingar verið vestanfyri í seinna lagi. Eitt nú kundi mun- andi av sovjetkvotuni ver- ið fiskað í gráu zonu, sum vit vanliga hava roknað sum norska fiskileið. Eini 3000 tons kundu verið veidd í hesi zonu. Men hetta eru spurningar, sum vit mugu seta okkum nið- ur og tosa við skipararnar um og viðgera gjella, áðr- enn samráðingar vera aft- ur. Tað er eisini ilt at siga, um vit sleppa at veiða lodnu eystanfyri aftur, tí norðmenn eru eymir um stovnin har. Sáttmáli við Canada Viðvíkjandi Canada havi eg betri vónir í ár enn í fjør. Vit hava í summar fingið ein rammusáttmála við Canada. Hann er ikki“ endaliga undirskrivadur, men er galdandi fyribils til løgtingi3 og canadiska stjórnin hava samtykt hann. Tað hevur stóran týdning, at vit hava fingið ein tílíkan sáttmála við Canada, tí tað er betri tíð til at seta kvotuynski fram í ár, enn tað var meguligt í fjør, ti kunnu - canadiarar hava hesi ynski vid i myndini, tå teir skulu til at samrådast um kvotur við felagsmarkn- aðin. Hetta er galdandi fyri felagskvoturnar, sum eru rækjur og svartkalvi. Sjálvur vóni eg ikki, at sáttmálin við Canada í ár verður lakari men heldur frægari. Tað er givið, at tað verður torført at samráð- ast við felagsmarknaðin um ein sáttmála. Fyri tað fyrsta eru tey fiskaslegini, sum EEC hevur at bjóða Á