mikudagur 11. oktober 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 76 — 11. oktober 1978
N
okkum, vorðin so fá í tali,
at tað er ivasamt, um tað
ber til at fáa lenandi veiðu
í Norðsjónum fyri kraft-
blokkaskipini alt árið.
Haraftrat er talið á idnad-
arskipum minkað so nógv,
at sjálvt eitt tilboð um
nógvan idnadarfisk hevur
ikki sama áhuga, sum tað
hevði fyrr.
Samráðingar
við ríkið
Ein av meginspurningun-
um í samráðingunum við
ríkið eru rækjurnar undir
Grenlandi. Persónliga vóni
eg ikki, at vit fáa minni
kvotu enn hetta árið. Um
menn læra av veiduni,
sum hevur verið í ár, og tí
ikki eru ov grammir at
biðja um kvotur, skuldi
ikki verið neyðugt at
minka ta feroysku kvot-
una. Kanska tað er ein
åvisur meguleiki at økja
hesa kvotu nakað næsta
ár. Ein kann vænta, at
grenlendingar heldur ikki
næsta ár eru komnir so
langt við útbyggingini av
fiskiflotanum, at teir
veiða tær kvotur, sum teir
hava biðið um.
Útlitið fyri
rækjuflotanum
— Hvussu er so útlitið hjá
rækjuskipunum um nekur
ár?
— Rækjuskipini eru
fyri ein stóran part skip,
sum hava verið í aðrari
veiðu fyrr og eru umbygd
til at veiða rækjur. Tey
nýggjastu rækjuskipini
skuldu havt ávísar al-
ternativar = meguleikar.
Tey kunnu veiða øll fiska-
sløg, sum trolarar annars
veiða, og tey kunnu eisini
veiða rækjur aðrastaðni
enn undir Grenlandi. Tí
havi eg ikki so ringar vón-
ir um meguleikarnar hjá
hesum skipum. Men hetta
eru kostnaðarmikil skip,
sum eisini skulu veiða eina
dýra veru fyri at klára
seg.
Men við núverandi
kvotuni og við meguligum
samarbeiði við Canada
nøkur ár aftrat og við
meguleika at royna eftir
rækjum við Jan Main og í
Barentshavinum, skuldi
tað vónandi verið megu-
ligt at bjarga hesum parti
av flotanum eisini, sam-
stundis sum roynt verður
at finna honum alterna-
tivir.
Telva sum frægast
— Hvussu verður við okk-
ara ríkisrættarligu steðu,
tá vit skula samráðast um
nýggjar kvotur?
— Hetta er ein polit-
iskur spurningur, sum
ikki einans landsstýrið
kemur at taka steðu til,
men helst eisini umboð
fyri allar flokkar, áðrenn
ein endalig avtala verður
gjørd við felagsmarknað-
in. Sum kunnugt vóru
umboð fyri allar flokkar í
fjør tvær reisur í Danmark
og samráddust við stjórn-
ina.
Tá komu vit til ta nið-
urstødu, at einki varð
neyvt avgjørt, hvat vit
fingu frá EEC, og hvat frá
Danmark. Men sum eg
havi sagt fleiri ferðir, tá
tað byrjar at ganga niður-
eftir við nøgdunum, sum
vit kunnu lata hverjum
eðrum, tá verður tað av-
gerandi at fáa henda
spurningin greiddan.
Hann kemur tí at vera við
í samráðingunum við EEC
og gera tað ógvuliga trup-
ult at fáa ein sáttmála.
Men persónliga meti eg,
at vit skula hava ein sátt-
mála. Vit mugu royna at
telva sum frægast, eisini
næsta ár.
Eg haldi, at ein åvis
nøgd til okkara kraft-
blokkaskip er rættiliga
avgerandi. Hava vit ikki
hesar negdir, verður tor-
fort at fáa svartkjaftin
undir Feroyum og lodnu
sosialurin
við Ísland, Jan Mayen,
Eysturgrønland og Bar-
entshavinum og møguliga
svartkjaft å Dohrnbanka-
num. Men hesir nyggju
møguleikar syna, at tad
ikki er so avgerandi neyð-
ugt at fáa sær somu sterri
nøgdir í Norðsjónum, sum
vit hava havt. Men fyri at
kunna tróta hesar nýggju
meguleikar er eyðsæð, at
vit mugu brynja okkum
betur út á landi, fáa betri
móttekuorku og leggja
framleiðsluna so til rættis,
at vit kunnu taka ímóti
størri nøgdum í stytri tíð-
arskeið. Landsstýrið hev-
ur saman við felagnum
Nótaskip umhugsað,
hvussu vit skulu fyrihalda
okkum til várs, tá svart-
kjaftaveiðan byrjar aftur.
Men samanumtikið sær
út til, at vit fáa sáttmálar
á ollum leiðum, ti í flestu
forum eru avtalaðir
rammusáttmálar, sum
galda fyri 10 ár. Hesir
rammusáttmálar áleggja
luttakaralondunum at
koma til eina semju eina
ferð um árið.
Síða 9
Eingin orsek til dapurskygni
»Samanumtikid haldi eg ikki, at orsek er til at vera alt ov
dapurskygdur. Men tað skal heldur ikki dyljast, at steðan
hjá føroysku fiskivinnuni um nøkur ár kann gerast álvar-
som.
Tað hevur tí týdning, at vit fáa samrátt okkum til so
mikið av kvotum í so mikið langa tíð, at vit uttan alt ov stórt
figgjarligt spell, fáa lagað okkara vinnu til tey alternativ,
sum longu finnast.
Tað hevur tydning, at vit kunnu samráðast so skilagott,
at vit alla tíðina hava stundir til at fremja tær neyðugu
broytingarnar. Eg havi áður sagt, at foroyingar her hava ein
góðan fyrimun. Vit hava síðani síðst í 1960-árunum verið
noyddir til at kalla alla tíðina at leggja um: finna nýggjar
leiðir og aðrar veiðihættir.
Tað var sjálvsagt lættari, tá havið var opið. Nú skal ein
stórur partur av hesum tiltøkum fremjast við teimum
møguleikum, sum eru á okkara egna eki.
Heimaleiðirnar verða hevuðsálitið, men enn eina tíð eru
negdirnar, sum vit veiða burturi, so stórar, at vit ikki eftir
einum degi kunnu lata hesar negdir fara og taka tær aftur á
føroyaleidunum«.
Atli Dam, løgmadur, oktober 1978
Såttmålarnir í ár
hava givið okkum
umleið 300.000 t
Fleiri av kvotunum verða helst ikki uppfiskaðar
Feroyingar hava í hesum ári havt loyvi at
veiða umleið 300.000 tons av fiski aðra-
staðni. Nakra staðni sum t.d. undir Ís-
landi eru kvoturnar við at vera uppi. Aðra
staðni bæði eystanfyri og í Norðsjónum er
nakað væl eftir.
Fjórðingur er eftir av ár-
inum, og feroyingar skula
skjótt til at samráðast um
nýggjar kvotur. Í 1978
hava vit havt avtalur við
Ísland, Noreg, Canada og
Sovjet. Síðani hava vit
havt åvis rættindi í Grøn-
landi og í donskum sjógvi,
sum ikki eru beinleiðis
defineraði sum rættindi
frá felagsmarknaðinum
ella sambært okkara ríkis-
felagsskap við Danmark.
Harumframt hava vit
havt avtalur við onnur
lond, sum eru sloppin at
veiða undir Feroyum. Tey
eru Sveríki, Póland og
Eysturtýskland. Sáttmál-
arnir við tey einsteku
londini hava givið okkum
hesar veiðunegdir:
Canada:
Samanlagt á Flemish
Cap og inn á canadiskum
sjóski góð 7000 tons av
toski, 1000 tons av svart-
kalva og 1100 tons av
rækjum. Vit hava loyvi at
veiða óavmarkaða negd
av læemara, eisini inni i
sjálvum flógvanum, sum
annars er stongdur fyri
allan útlendskan fiski-
skap. Harumframt kunnu
vit veiða 10.000 tons av
lodnu.
Grenland:
Vit hava loyvi at veiða
7500 tons av rækjum og
nakað av svartkalva, sum
er av teirri kvotu, ið er fel-
ags grenlendsk-canadisk
kvota. Vit kundu havt
veitt nakað í Eysturgren-
landi: rækjur, lodnu og
meguliga onnur fiskasløg,
men hesin meguleiki hev-
ur ikki verið nýttur. Vit
hava bert veitt nøkur tons
av rækjum og nakað av
lodnu har.
Ísland:
Vit kunnu veiða tilsamans
17.000 tons. Tað eru
10.000 tons av hýsu og
rudi og 7000 tons av toski.
Vit kunnu eisini fiska
35.000 tons av lodnu, og
meguleiki er fyri royndar-
fiskiskapi eftir svart-
kjafti. Har hava vit í ár
veitt nekur fá 1000 tons.
Noreg:
Vit kunnu her veiða 8.500
tons av toski, 1500 tons
av upsa, 1500 tons av
hýsu og 500 tons av eðr-
um fiskaslegum. Hesi
tons kunnu veiðast við
Svalbard, í norskari zonu
og í gráu zonu. Í gráu
zonu hava vit loyvi at
veiða 1164 tons av toski.
Vit hava annars í fleiri
ár havt avtalu við Noreg
um frían ídnaðarfiskiskap
og 15.000 tons av makreli
sunnan fyri 62 gradir.
Hetta er síðani broytt til
frían fiskiskap eftir idnad-
arfiski, 13.000 tons av
makreli og loyvi at veiða
brisling.
Sovjet:
Her kunnu vit veiða
10.000 tons av botnfiski.
Av hesum eru 8000 tons
toskur og 2000 tons flat-
fiskur, sum tó kunnu být-
ast um við annan fisk, um
flatfiskur ikki fæst. Vit
kunnu eisini veiða 30.000
tons av lodnu í sovjett-
iskum sjógvi.
Vit hava eisini avtalu
við Sovjet um royndar-
fiskiskap.
Danmark og
felagsmarknaðurin
A donskum eki hava vit
loyvi at veiða 1000 tons av
sild. Vit kunnu annars
veiða 35.000 tons av hvít-
ingsbróður, 30.000 tons
av brislingi, 10.000 tons
av nebbasild, 41.000 tons
av makreli (hetta var upp-
runaliga 29.000 tons, men
varð broytt, tá tey 2000
tons av sild vestan fyri
Bretland duttu burtur).
Harumframt kunnu vit
veiða nekur 100 tons av
gagnfiski við Rock All ella
sum hjáveiða í idnadar-
fiskiskapi.
Nakrar av mest týðandi fiskileiðum feroyinga: Canada,
Grenland og Ísland