leygardagur 14. oktober 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshaví
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Loysnin
KAGA VIT EFTIR, hvussu tey ym-
isku londini kring heimin verða
stýrd og hvussu samfelagsviður-
skiftini eru í hesum londum, koma
vit skjótt eftir, at tey javnaðarstýrdu
londini skara framúr.
JAVNAÐARSTÝRDU londini eru
fræls. Í hesum londum verður
demokratiið sett í hásæti. Her er
talan um skrivi-, talu-, trúar- og
samkomufrælsi. Her er eisini talan
um góð, rættvís og trygg samfel-
agsviðurskifti.
NORÐURLOND eru eitt talandi
dømi í so máta. Tey seinastu 50 árini
eru hesi lond stýrd av javnaðar-
monnum. Av og á hava teir borgar-
ligu flokkarnir roynt seg á stjórnar-
pallinum, men hevur hetta bert
verið í styttri tíðarskeið, so hava
boð aftur verið eftir javnadarmonn-
um at taka við ábyrgdini.
HETTA ER JUST stødan í Svøriki í
løtuni. Teir borgarligu flokkarnir
hava styrt helvtina av einum val-
skeiði, men longu nú er vått komið i
reidrid og veljarakanningar syna, at
svensku veljararnir vilja hava javn-
aðarflokkin aftur til ræðið.
Í DANMARK og Noregi hava teir
borgarligu eisini roynt seg av og á.
Men altíð eru boð aftur eftir javn-
aðarmonnum at taka um endan. Í
Íslandi var eisini boð eftir javnaðar-
monnum, nú valið var har í summar.
sosialurin
Afturhaldsflokkar
Nr. 77 — 14. oktober 1978
slóða fyri
kommunismu/fasismu
við-
merkingar
Tað hevur verið ført fram
sum »rædupropaganda«
móti javnaðarflokkinum,
at hann er so >reyður<.
Hetta hevur fingið ein
part av Feroya fólki at
trúgva, at javnadarflokk-
urin gongur inn fyri og vil
føra tann politikk, sum
førdur verður í Kreml,
Budapest o.ø. kommun-
istiskt stýrdum londum
eystanfyri. Tað eru åvisir
føroyskir politikkarar,
sum við innantómum på-
standum og heilum og
hálvum lygnum royna at
sannfera fólk um, at
javnadarpolitikkur førir til
kommunismu og av-
kristning. Sjálvt um við-
komandi politikkarar full-
væl vita, at einki er meira
ósatt, so halda teir á at
villleiða fólk. Endamálið
er eyðsýnt. Teir ræðast
tær fylgjur, sum tað fær
fyri teirra politikk, at fólk
savnast í tí flokki, sum á
fólkaræðisligari grund vil
verja fólksins áhugamál,
tí royna teir av ollum alvi
og við ongantíð ov skitn-
um vápnum at bjarga sær
undan við at ørkymla fólk
so, at tey istadin atkvøda
fyri flokkum, sum bert
hava til endamåls at verja
tad Orættvisi, sum javn-
aðarflokkar í øllum lond-
um berjast ímóti.
Har javnadarmenn
eru sterkir
eru kommunistar
veikir
Teir brúka ræðumyndir úr
Sovjetsamveldinum at
blaka eftir javnadarflokk-
inum, sjålvt um teir full-
væl vita, at tryggasta
våpn móti Sovjetkomm-
unismu í Feroyum er Fer-
oyski Javnaðarflokkurin.
Hetta er ikki nakar tómur
pástandur, tverturímóti
er tað seguliga prógvað,
at í teimum londum, har
jarnaðarflokkurin er
sterkur eru kommunistar-
nir veikir. Nevnast kunnu
t.d. Norðurlond, Holland,
Belgia, Eysturríki, Stóra
Bretland, Vestur-Týsk-
land. »Berufsverbot«-s
skipanin i Vestur-Tysk-
landi setir kortini tað i
eina serstødu millum
nevndu lond, við tað, at
hon (skipanin) hevur
skapað harðrendar minni-
lutabólkar, sum hava mist
trúnna uppá rættvísi og
fólkaræði.
Tíverri eru tendensir
frammi millum feroyskar
politikkarar, sum týðiliga
benda á »Berufsverbot.«
Men tað skal Føroya fólk
vita, at fáa teir vald, sum
vilja seta fólk í arbeiði ella
ella vraka tey alt eftir,
hverja politiska áskoðan
tey hava, so er tað vindur
í seglini hjá harðskapin-
um, einaræðismonnum,
fasistum, kommunistum.
Lond við sterkum
afturhaldsflokkum
Eitt land, sum hevur verið
nógv frammi í tíðinda-
sendingunum tey seinastu
árini, er Ítalia. Har hevur
tann konservativi Kristi-
ligi Demokratiski flokk-
urin sitið við valdinum i
mong, mong ár. Javnað-
arflokkurin er veikur,
meðan kommunistar eru
vorðnir ein týðandi táttur
í ríkisdegnum. Ein annar
viðgongdur flokkur, fas-
istarnir, eru eisini farnir at
fáa fótin fyri seg. Dag-
ligur harðskapur, burtur-
flytingar av fólki, politisk
morð o.s.fr. eru fyribils
úrslitið av ótryggu polit-
isku viðurskiftunum í hes-
um landi. Fólkið hevur
býtt seg í tveir útjaðara-
flokkar, heldur enn at
savnast í einum sosial-
istiskum demokratiskum
flokki. Henda syndarliga
staða hevur gjørt, at van-
ligi italiumaðurin hevur
ein sera lágan livifót, með-
an aðrir liva í yvirflóð.
Øll hesi nevndu fyri-
brigdi geva teimum makt-
sjúku gott hevi til at
stovna einræðisstatin
undir kommunistiskum
ella fasistiskum merki.
Misteinkiligheits-
politikkur
afturhaldsins
Tann misteinkiligheits-
politikkur, sum summir
maktsjúkir føroyskir pol-
ikarar hava fert tey sein-
astu árini, gevur gróðrar-
líkindi fyri stórum polit-
iskum mótsetningum í
foroyskum politikki. Fáa
afturhaldsflokkarnir = við
nevndu maktsjúku odda-
fiskunum undirteku tann
7. november, so er vandi
fyri, at útjaðarabólkarnir,
einaræðisbólkarnir, sum
vinstrumegin eru komm-
unistar og hegrumegin eru
fasistar, fara at vera týð-
andi bólkar í tilveru okk-
ara. Munnu kommunist-
arnir ikki í spenningi bíða
eftir hesum hevi eins og
fasistarnir í afturhalds-
flokkunum gera?
Leggið til merkis, báðir
bólkarnir hava ein felags
figginda: føroyska javn-
aðarflokkin. Lesið bara
málgegn teirra!
Hans Jergensen
TA ———
rr
|
2
TILBOÐ
uppá málaraarbeiði í nýggjum hús-
um, ynskist skjótast gjørligt.
Framgongdin hjá javnaðarflokkin-
um var so stór, at flokkurin nærum
trífaldaði tingmannatal sítt.
Frystiboxir
Vit hava tær vælumtóktu El-Cold
boxirnar í støddum 300—400 og 560
litrar.
Í OLLUM hesum londum hava fólk
ásannað, at javnaðarpolitikkurin er
tann besti. Javnaðarpolitikkurin er
borgan fyri frælsum viðurskiftum
og borgan fyri góðum, rættvísum
Fa. URRANG-HÚS
v/ Erling Christiansen
Landavegur 15
Telf. 11615
Vit geva avsláttur við kontant-
keyp.
og tryggum samfelagsviðurskift-
um. Javnaðarpolitikkurin er eisini
einasta trygdin ímóti einaræði, tað
veri seg kommunistiskt ella kapital-
istiskt.
OG ONGIN IVI kann vera um, at
eisini føroyingar vilja hava persón-
ligt og figgjarligt frælsi, at teir vilja
hava góð, rættvís og trygg samfel-
agsviðurskifti í landinum. Og tí
kann heldur ongin ivi vera um, at
úrslitið av valinum í næsta mánað
verður ein sterkur javnaðarflokkur.
Tað er loysnin.
POUL E. BÆRENDSEN
aut. el- og maskinverkstaður
tlf. 71296 — 71350 — Tvøroyri
Arbeiðseftirlitið
ger vart við, at allar goymslur av
spreingievnum (dynamitti v.m.)
skulu fráboðast eftirlitinum.
Arbeiðseftirlitið
SOSTALURIN 1978