Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. oktober 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EOS EL, ER Nr. 77 — 14. oktober 1978 sosialurin Stjórin i Føroya Brunatrygging: tidliga at siga nakad! Tad verdur kanska ein tulkingar- spurningur, sum verdur avgerandi — Tað er alt ov tidliga at siga nakad enn, um brunatrygging tekur vid ella ikki. Tad er ov stutt frålidid og politiid er ikki liðugt vid kanningar sínar enn, sigur Jarmund Thor- steinsson, stjóri á Feroya Brunatrygging, í sam- band við spreingivanlukk- una seinasta sunnudag. — Men týðir tað allar- minsta í kanningunum á, at skaðin kemur undir treytirnar = hjá bruna- tryggingini, gjalda vit sjálvandi, sigur Jarmund Thorsteinsson. Spurningur um tulking Tað er næstan givið, at ein spurningur um tulking av tryggingartreytunum eisini kemur inn í mynd- ina, sum Sosialurin visti á mikudagin. Spurningurin er, um talan er um spreinging, ella tað sum á donskum í tryggingartreytunum verður kallað »eksplosi- on«. Sambært tryggingarav- talulógina skal bruna- trygging taka við í sam- band við gass- ella motor- spreingingar, men einki verður nevnt fyri ella i- móti, tá spreingievni gongur av á ein slíkan óvanligan hátt. Hvat siga treytirnar Í grein 81 í tryggingarav- talulógini verður m.a. sagt: >Har selskabet over- taget ansvar for Eksplo- sionsskade, der ikke er følge af brand, finder be- stemmelserne om brand- forsikring anvendelse«. Undir grein 2 i trygg- Síða 3 Úrslitið av kanningunum hjá politiinum verður avger- andi fyri, hver skal gjalda ingartreytunum hjá Fer- oya Brunatrygging stend- ur m.a.: >Med egentlig brandskade sidestilles skade, som tilføjes de for- sikrede genstande ved lynnedslag, eksplosion af lys-, kogegas samt af dampkedler, eksplosions- og forbrændingsmotorer, dog selve den eksplode- rede genstand undtaget, medmindre særlig forsik- ring herfor er tegnet.« Ikki grótspreinging Í samband við spreinging av gróti, kann serlig trygging teknast, men vanlig grótspreinging kann talan ikki vera um, tí spreingingin fór fram ein sunnudag, tá arbeiðið vanliga ikki fer fram. Spurningurin um spreingingin fór fram av óvart ella ikki, hevur eftir ti, sum vit eru komnir fram til, minni at siga, ti ein brunatrygging tekur eisini við í þpyroman- brandum. Eftir ellum hesum at dema verður tað niður- stødan av politikanning- unum (um talan verður um eina »eksplosion«), sum verður avgerandi. Tekur langa tíð Og nær ein nidurstøda frá Framhald á síðu 6 trý á getuni Er rúsdrekka ov dýrt í Feroyum? Heini Johansen, bankamaður — Nei, tað er tað ikki. Tey, sum drekka tað, kunna vanliga eisini gjalda fyri tað. Men tað er ikki ov dýrt í mun til aðrastaðni. Ólavur Gregersen, stjóri — Nei, tað er als ikki dýrt. Tað er ein rein luksusvera og skal ikki drekkast sum vatn Tann, sum drekkur tað, kann saktans eis- ini gjalda fyri tað. John Kjærbæk, yvirtollari — Nei, hasum dugi eg ikki at svara, ti sjálvur havi eg ikki bestilt í 30 ár. Men tað, at út- flýggjan av eli og rús- drekka liggur á privat- um hondum, haldi eg er skeivt. Tað skuldi verið landið, sum stóð fyri tilikum, ti so kundi nakað av eftirliti verið við ti, sum kemur inn Sum nú er, er tað ikki nog gott