leygardagur 14. oktober 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Sverri Egholm
frá sum brúkara-
formaður
A aðalfundinum hjá
Brúkarafelagnum her-
fyri bar formaður fel-
agsins, Sverri Eg-
holm, seg undan at
koma í nevndina aftur,
vegna ov stóra arbeiðs-
byrðu. Sverri hevur
verið formaður felags-
ins, síðani tað varð
stovnað fyri slekum
tveimum árum síðani.
Í staðin fyri Sverra Eg-
holm kom Ingrid Sond-
um í nevndina saman
við Sigrid Dalsgaard,
Linu Arge og Hjerdis
Jensen, sum allar
vórðu afturvaldar.
Hini í nevndini eru Jo-
hild Andreassen, An-
dreas Debes og Niels J.
Nielsen. Nevndin hev-
ur ikki skipað seg enn
sosialurin
Nr. 77 — 14. oktober 1978
kring oyggjarnar
og adressan hjá felag-
num er nú fyribils:
Brúkarafelagið, Sigrid
Dalsgaard, Hoydelum.
Telefonin er 12946 (eft-
ir kl. 19).
Brúkarafelagið takk-
ar Sverra Egholm fyri
tað stóra arbeiði, hann
hevur gjert sum tann
berandi kraftin í fel-
agnum. Felagið hevur í
ti stutta tíðarskeiði,
tað hevur verið til,
megnað at gjørt seg
galdandi sum kæru-
stovnur.
Øll, sum eru fylt 18
ár, kunnu gerast limir í
Brúkarafelagnum.
Limagjaldið er 60 kr.
um árið.
— Tú skalt hava tað,
tú rindar fyri, og tú
skalt ikki rinda meira
enn tú eigur. Soleiðis
ljóðar motto Brúkara-
felagsins.
Biligir útróðrarbátar
Mikudagin komu tveir
nýggir útróðrarbátar
til landið. Annar fór til
Vestmanna, meðan hin
fór til Fuglafjarðar.
Bátarnir eru av slagn-
um Myra og tað er C.
C. Johansen, Tórs-
havn, sum flytur bát-
arnar inn úr Noregi.
Bátarnir, sum hava
dekk, eru biíligir.
Kostnaðurin er um
92.000 kr. Tað er við
einum Saab 22 hk dies-
elmotori. Men teir fá-
ast eisini við Volvo
Penta, BMC Captain
og Yanmar motorum.
Hálvt annað
tons
Bátarnir, sum kallast
M—22 Sjark, taka
hálvt annað tons.
Longdin er 6,6 metrar,
meðan bátarnir eru 2,3
Tveir av hesum slagnum komu til Feroya mikudagin
metrar breiðir og
stinga 0,7 metrar.
Frammanfyri stýri-
húsið er lugar við
tveimum bonkum.
Bæði lugar og stýrihús
eru isoleraði.
Lagaligar
gjaldstreytir
Umframt at báturin er
bíligur, eru gjalds-
treytirnar lagaligar. 25
pst. kunnu gjaldast út,
meðan restin kann
gjaldast yvir fimm ár.
Umframt hendan út-
róðrarbátin ger Myra
verksmiðjan eisini
stuttleikabátar. Hesir
eru nakað dýrari.
Frammanundan er
ein útróðrarbátur av
hesum slagnum i
Fuglafirði. Tað verður
latið væl at og hann
riggar væl.
— Teir eiga grunnarnar
vit hava fiskiførini
Rækjuskipid Karina kann veiða óavmarkað v
við Canada
Tvey føroysk rækjuskip hava gjørt sått-
målar vid canadisk feløg um at fiska rækj-
ur har. Eitt av hesum skipum er Karina ur
Klaksvik.
— Teir eiga grunnarnar og vit hava
skipini, sigur Trygvi Laksafoss, reidari.
Hann heldur, at føroyingar gera ov litid av
at utvega sær fiskiloyvi vid Canada.
Karina hevur higartil i år
veitt góð 800 tons av
rækjum. Tá grønlands-
kvotan var uppi um miðj-
an august fóru teir til
Canada, har teir í góðar
triggjar vikur fiskaðu um-
leið 200 tons. Karina var
inni og landaði fyrst í
mánanum og er nú úti á
Hamiltonsbank og roynir.
Við skipinum eru 19
mans.
Trygvi Laksáfoss, reið-
ari sigur, í samreðu við
Sosialin, at teir hava
sjálvir tikið stig til at fáa
ein sáttmála í lag. Hesin
sáttmáli gongur í stuttum
út uppá, at partafelagið,
ið eigur Karinu, leigar sær
fiskiloyvi frá einum pri-
vatum canadiskum felag,
sum sjálvt eingi skip eig-
ur.
— Tað ræður um at
vera úti um seg, og vit
hava brúkt bæði tíð og
pening fyri at fáa hesar
avtalur í lag, sigur Trygvi
Laksáfoss. Hann heldur,
at feroyingar hava gjert
alt ov lítið av at leita eftir
meguleikum t.d. við Ca-
nada.
— Ti har tróta veiðu-
meguleikarnir ikki, leggur
hann aftrat. Síðani Cana-
da fekk 200 fjórðinga
fiskimark, eru teir farnir
at byggja sín egna fiski-
flota, men hetta arbeiðið
er enn komið stutt áleiðis.
Canadiarar royna tí at
keypa sær >know how«
aðrastaðni frá.
Fleiri møguleikar
Trygvi Laksáfoss heldur,
at vit føroyingar eiga at
samarbeiða við canadiarar
á hesum øki, tí vit eiga
bæði skip og »know how«,
sum hann tekur til.
— Skulu vit sita heima
við hesum >know how« og
svelta okkum í hel, tá vit
hava meguleikar aðra-
staðni, spyr Trygvi
Laksáfoss. Og eru vit ikki
hugaðir fyri samarbeidi,
ja, so fáa canadiararnir
tað frá oðrum londum.
I løtuni leiga canadiarar
bæði cubanskar, jugo-
slaviskar og týskar trolar-
ar. Hesi skip fiska ser-
stakliga tosk. Annars
upplýsir Trygvi Laksá-
foss, at meguleiki er at
veiða nógv ymisk fiska-
sløg framvið canadisku
strondini. Talan er bædi
um tosk og hysu, upsa,
makrel, høgguslokk, og
lysing (silverhake). Lys-
ingur likist hysu og upsa.
Kvotan å Hamiltons-
bankanum, har Karina
roynir, er 7500 tons. Um-
framt Karinu royna tvey
norsk skip og 2—3 can-
adisk rækjuskip. Hesi
7500 tonsini eru bytt mill-
um tey feløg, sum hava
biðið um fiskiloyvi, og
sum so hava útlendsk skip
at veida fyri seg.
Ovissa
i Grønlandi
Trygvi Laksåfoss sigur
annars, at møguleikarnir
eru smáir at klára seg við
teimum 640 tonsum, sum
kvotan undir Grenlandi
gevur teimum. Tað tekur
eitt hálvt ár at veiða hesa
kvotu, og tí er hent at
hava aðrar meguleikar,
sigur hann. Tað er enn
óvist, hvussu verður við
kvotum næsta ár.
Trygvi Laksáfoss: —
Fáa vit ikki hesa kvotuna
aftur, dugi eg ikki at
síggja stórar meguleikar
fyri at yvirliva. Men hetta
er sjálvsagt ein torferur
spurningur at svara. Enn
er ikki avgjørt, hvat ríkis-
felagsskapurin hevur at
týða í hesum sambandi.
Haraftrat fær Grenland
heimastýri næsta ár, og tá
hava teir meguleikan at
vera uttanfyri EEC. Eis-
ini stendur val fyri durum
her heima hjá okkum
sjálvum, so alt er enn so
óvist, sigur Trygvi Lakså-
foss.
— Men, leggur hann
aftrat, tað veldst eisini
um, hvussu dugligir okk-
ara samráðingamenn
vera.
BL
Á 18 2
va?
Ringurin visur Hamilton bankan, har m.a. Karina royn-
ir eftir rækjum
Skeivt at selja
Uppå fyrispurning, um vit
vera noyddir at selja av
fiskiflotanum, sigur Tryg-
vi Laksáfoss, at tað er
skeivt at selja ein góðan
flota. Men hinvegin er tað
heldur ikki rætt at nokta
reiðarunum at selja, um
skipini ikki kunnu klára
seg.
Umframt Karinu hevur
rækjuskipið Sólborg sátt-
mála við canadiskt felag
um at veiða rækjur har
yviri. Eitt annað av fer-
oysku rækjuskipunum,
Kristina Logos, hevur
gjert royndarfiskiskap
fyri canadisku stjórnina.
Útvarpið visti at siga frá
nakað herfyri, at teir
hevdu fingið lítið og einki.
Kristina Logos roynir á
økjum, har ongantíð fyrr
hevur verið roynt eftir
rækjum.
Nú eru tað
PIKAR OG LYKTIR
Frá og við mánadegn-
um, 16. oktober, er aft-
ur loyvt at koyra við
pikadekkum. Reglur-
nar um nýtslu av pík-
um eru tær somu, sum
tvey tey seinastu árini.
Verða pikadekk brúkt
á persónbili, skulu pík-
ar vera á øllum dekkum
og má munurin millum
talið á pikum í tí dekki,
sum hevur flestar
píkar, og talið a píkum
i ti, sum hevur fægstu,
ikki fara upp um 20%
av sterra talinum.
Lyktakanningin
1978 —
seinasti dagur
Í dag er seinasta hevi
at fáa lyktirnar kann-
aðar ókeypis. Lykta-
kanningin, sum Ráðið
fyri ferðslutrygd hevur
havt í vikuni, endar í
kvold. Verkstødini
Ráðið Fyri Ferðslutrygd
Politiið hevur gjert
klárt til $13 kanningar
lata upp lengu kl. 9
fyrrapartin og opið
verður út á seinnapart-
in. Tó hevur Bileftir-
litið í Kollafjarðardali
og Klaksvík opið til kl.
21.
Tað er ivaleyst ein
fyrimunur at nýta
hetta tilboð, tí politiið
hevur boðað frá, at teir
fara komandi tíðina at
hava fleiri »paragraft
13« kanningar!!
ser
see
TRY A SN
ER
TS |—|—