leygardagur 14. oktober 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á GAE SES
EA ns
FE
AA
SE
mr
Nr. 77 — 14. oktober 1978
sosialurin
Síða 5
— Vit standa okkum Kan
best uttan fyri EEC
— og skulu føroyingar varðveita fiskirættindini vid
onnur lond, gerst tað ikki við EEC-limaskapi
,
Soleiðis sigur Atli Dam, legmaður í eini
viðmerking til grein í Sosialinum, har
Birgir Danielsen, fiskaselustjóri sigur, at
politikararnir í Føroyum tora ikki at tosa
um Felagsmarknaðin.
Tað er ikki beint, at vit
ikki tosa um EEC. Vit
hava gjøgnum fleiri ár
tosað um henda felags-
skap. Vit avgjørdu í 1974
at vera uttanfyri, og tann
avgerðin er bein enn í dag,
sigur Atli Dam.
Legmaður sigur víðari,
at sjálvsagt er EEC ikki
tabu í føroyskum poli-
tikki, sum stjórin á Fiska-
søluni vil gera tað til.
— Men tað er heilt
greitt, leggur hann aftrat,
at so langt framyvir, sum
ein kann líta nú, so tykj-
ast ikki at vera fyrimunir
fyri Feroyar at fara uppí
EEC.
— Skulu feroyingar
varðveita fiskirættindini í
Noregi, í sovjettiskum
sjógvi, við Ísland og í
Amerika, sum eru bygd á
samráðingar við hesi lond,
gerst hetta ikki við lima-
skapi í EEC.
Føroyaleidirnar
uppi EEC-havid
— I EEC er tað felags-
marknadarnevndin, sum
førir samrådingar vegna
øll londini og síðani bytur
kvoturnar, sum hon hevur
samrått seg til til londini.
Vóru Føroyar limur í
EEC, vildi mannagongdin
verið tann, at fyrst vórðu
samlaðu meguleikarnir
undir Feroyum lagdir
saman við samlaðu megu-
leikunum undir EEC-
londunum, og vórðu hesir
so nýttir sum grundarlag
undir samráðingunum. Tá
hevði partur føroyinga á
hesum leiðum blivið lítil.
Gerast Feroyar limir í
EEC verður steðan hend-
an á føroysku grunnunum
Í teirri stødu, vit eru í
dag, er meguleiki fyri at
gera ávísar avtalur við
lond og samstundis gera
avtalur við EEC sum heild
ímóti at lata felagsmarkn-
aðinum nakað afturfyri
undir Feroyum.
Somu stóðu
sum í 1974
Atli Dam leggur stóran
dent á, at føroyingar har-
umframt hava tað frælsi
at gera av sjálvir, hverji
fiskasløg, vit vilja lata
eðrum. Haraftrat hava
føroyingar tann fyrimun,
at eftir rikisfelagsskapin-
um skuldi okkum verid
tryggjad nøkur rættindi i
donskum og grønlendsk-
um sjógvi uttan mun til,
hvussu staðan er mótveg-
is EEC.
— Sum heild vildu vit
sum limir í EEC í letuni
bert átt lítlan part av
rættindunum í Norðsjón-
um, smærri rættindi á ell-
um hinum leiðunum og
einki undir Íslandi, sigur
løgmadur.
— So i løtuni at tosa
um at skifta stødu og fara
uppi Felagsmarknadin er
eftir minum tykki heilt 6-
realistiskt. Min persónliga
støda til spurningin um
EEC-limaskap liggur i
teirri støåu, sum eg mælti
tinginum til at taka å våri
1974, nevniliga at vera
uttanfyri, endar Atli
Dam.
Umleið 1000 tons
av Flemish Cap
til Klaksvíkar
Sigurfarið og Hans Erik landa veiðuna. Borðoyar-
nes kemur á Klaksvík í morgin við 300 tonsum
Fleiri av línuskipunum,
sum royna á New Found-
landsleiðini, eru nú komin
heimaftur. Boråoyarnes
kemur á Klaksvík í morg-
in við góðum 300 tonsum
av saltfiski. Teir hava
roynt í umleið triggjar
mánaðir. Hesa tíðina hava
teir ongantíð verið inni.
Hans Erik og Sigurfarið
hjá Joensen & Olsen komu
heim fyrst í vikuni. Teir
landa í Klaksvík og hava
góð 300 tons hver. Pison,
sum eisini hevur verið á
New > Foundlandsleidini,
kom heim fyri góðum 14
degum síðani. Veiðan hjá
Pison vá 214 tons.
2
F
7 si) í | Gr > -
ae 4 pm sense sommer 6 0 05 000 I
Nú liggja bátarnir til næsta ár
48 PRTPRIR
4
Higartil í ár hava teir
tríggir línubátarnir hjá
Joensen á Olsen fiskað
umleið 2000 tons. Við á
hverjum túrinum hava
verið einir 25 mans.
Nú liggja allir bátarnir
til næsta ár. Tá fara teir
aftur á Flemish Cap at
royna, um teir fáa loyvi til
tess. Eftir á fiskileiðini á
Flemish Cap eru Venus og
Reynsatindur.
Grand Prix
Listin í
vinnarar Norðoyggjum
sýna fimleik Listin hjá javnaðar-
í Føroyum flokkinum í Norð-
oyggjum er gjerdur og
Sunnukveldið kl. 19 er uppstillað í bók-
hevur eitt danskt úr- stavarað. Valevnini
valskvinnulið í fimleiki eru: Henry Andreasen.
framsyning í Klaksvík trúboðari. Klaksvík.
og týskveldið og hós- Jónhild Danbjerg
kveldið hevur liðið Heinesen, húsmóðir,
framsýningar í Havn. Klaksvík. Torben Jo-
A lidinum, sum í fjør hannesen. lærari. Við-
og aftur í ár gjørdist areiði, Vilhelm Johan-
nr. ] í rytmiskum fim- = nesen,postboð, Klaks-
leiki í Grand Prix í vík. Hans Arne Olsen
Danmark, eru 14 húsasmiður Norð
kvinnur og tær koma depli, Poul J. Olsen
til Føroya í dag. Leið- legtingsmaður, Klaks-
ari er Ragna Wester- vík. Tórleif Rasmus-
gård. Á framsýningini sen. fjarritari. Klaks-
í Klaksvík og í Havn vík og Tórleif Sigurds-
týskveldið luttekur eis- son handilsleiðari.
ini eitt smágentulið frá Klaksvík
Havnar Fimleikarfelag
undir leiðslu av Bynna
Lamhauge.
Politiið:
Telefonterrorin í Hvalba
ikki meldaður til okkum
Politiið á Tveroyri hevur ikki fingið nakra frá-
boðan um telefonterrorismu í Hvalba, fingu vit
upplýst, tá vit spurdu á steðini mikudagin. Or-
sekin til fyrispurningin var eitt lesarabræv í
Dimmalætting týsdagin, har »ein, sum ikki hevur
fingið frið< skrivar, at onkur í Hvalba misbrúkar
telefonina, ringir til fólk og sigur bæði líkt og ólíkt
og >nógvar fúlheitir við konufólkini.< Tá hetta er
sagt, verður rørid lagt á
Politiið á Tveroyri hevur ongan kunnleika til
hetta, men hinvegin hevur tað arbeitt við einum
eðrum slíkum máli. Her er talan um eitt húski
sum í nærum eitt heilt ár varð órógvað av telefon
yvirgangi. Politiið hevur ein åvisan persón undir
mistanka og málið er nú sent fútanum, sum ske
avgera, um farast skal víðari við ti. Í hesum før
inum tykist telefonyvirgangurin at vera avhas
aður, ti >telefonterroristurin< hevur ikki ringt sið
ani einaferð í mars mánað