Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. oktober 1978síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 = tu hevur hug at taka fram, sum tú kanska ert serliga negdur við? — Ja, tað stersta málið ella tann stersta reðin av málum, sum eg haldi hava havt stóran týdning, er tann viðgerð, fiskirætt- indaspurningarnir = hava fingið. At man í einari breiðari og sterkari sam- gongu, hevur verið ferur fyri at reka tann neyðuga politikkin, sum kanska í summum førum hevur verið ópopulerur og ikki hóskaði ellum, men sum var neyðugur. Ein poli- tikk, sum samsvaraði við ta samráðingarlinju, sum útstungin var framman- undan, og sum samsvar- aði við tey internationalu samtøkini við fiskimarks- utflytingum. Og ein poli- tikk, sum i kraft av, at Føroyar hava kunnað samráðst stórt sæð sum eitt sjálvsteðugt land, men samstundis hava kunnað nýtt tann fyri- mun, sum lá í, at vit kundu standa uttan fyri Felagsmarknaðin, men innan fyri ríkið. Hetta hevur fingið okkum í ta frægast meguligu inter- nationalu steðuna. Hetta hevur verið tað stersta málið hesi árini. Men hetta eru mál, sum eru merkt av teimum treyt- um, sum tíðin setir, viðurskiftini í eðrum lond- um seta. Onnur mál av stórum týdningi — Tað eru ikki bert fiski- rættindi, sum hesi fýra ár- ini hava verið á skránni í Tinganesi. — Nei, eisini onnur mál, sum eru meira prin- cipiel, ikki bert í teirri lotu, tey verða vidgjørd, men til allar tíðir. hava eisini verið uppi. Mål, sum eru meira óheft av teirri internationalu gongdini, men sum hava serligan principiellan pol- itiskan týdning í okkara landi og varandi. Her hugsi eg fyrst og fremst um, at vit hava fingið stovnsett ein landsbanka at vit hava fingið eina sjúkradagpeningaskipan fyri tímalent, eina skipan, sum veitir tímalentum trygd undir sjúku. Hetta hevur einki við arbeiðs- loysistrygdarskipan at gera, men tryggjar teim- um, sum mugu vera heima vegna sjúku, o.t. úrteku. At vit hava tikið eitt risastig fram ímóti tí sosi- ala máli, sum er at veita ellum meguleika til at seta búgv, er eisini eitt av stór- málunum. At vit hava framt eina rættvísari skattaskipan, eina sokall- aða bruttoskattaskipan við festum frádráttum, har ell henda spekulatión- in í holum og frádráttar- meguleikum í teirri gomlu skattalógini verður burt- urtikin, er nakað, ein kann vera sera væl negdur við. Serliga, tá ein hugsar um, at tað er eitt stig ímóti ti, sum er uppi í tíðini, nevni- liga samtidarskatti ella kelduskatti. At tað hevur verið meguligt í samvinnu í- millum tað almenna og privat at fáa framt ein EA 20 TA Á sosiala økinum er tað bygdamenningarpolitikk, har virki eru bygd á pláss- um, har einki arbeiði var frammanundan. Tað eru, sum kunnugt, fleiri smá flakavirki og onnur idn- aðarvirki bygd og nøkur eru undir bygging, og onnur eru í umbúnað. At henda samvinna millum privat og alment initiativ hevur kunnað sett so góð- ar fruktir hesi árini, er eisini nakað, ein kann vera sera væl negdur við. Javnaðarflokkurin, ið hvussu er, við at virkini hava gingið hesi árini, tað almenna er komið uppí og sett pening í næstan ellum forum. Og tað hevur mót- prógvað teim borgarligu pástandunum um, at har tað almenna er uppii, gongur tað av skriðuni til. Her er vørturimoti ført prógv fyri, at tå tað priv- ata ikki rekkur, og tað al- menna kemur upp í, tá kann veruliga nakað fáast av skafti. Vit kunnu eisini vera negdir við, at tað er eydnast, ma., men ikki bara, við hjálp av eini nýggjari príslóggávu at tålma prisvøkstrinum. Vit hava havt munandi minni prisvøkstur hesi årini. At tað er eydnast at veita ellum sama endur- gjald fyri príshækking, uttan mun til, um ein hevði hega len ella lága. At lærlingum eru veittar betri lenarsemdir. At út- róðrar- og fiskimonnum eru veittir tryggari og hægri prísir, soleiðis at årtøkurnar á sjónum eru munandi hægri enn frammanundan. Alt hetta eru viðurskifti, ein kann vera sera væl nøgdur við. Um ein blaðar í teimum notatum, eg havi liggj- risast sosialurin Nr. 77 — 14. oktober 1978 andi viðvíkjandi sam- gongusamráðingunum í 1974, so sær ein, at javn- aðarflokkinum hevur eydnast at fáa rættuliga nógv við, sum ikki hevði verið meguligt í eðrum samgongum. Men tað, sum skuldi henda viðvíkjandi fiski- veiðirættindum og fiski- marksútflyting, tað er > tað, sum vildi hent, uttan mun til, hver samgonga varð skipað, og tað, sum er hent av broytingum í viðurskiftunum við Dan- mark, er samstundis tað, sum vildi hent, uttan mun til, hver samgonga kom til. Tá eg sigi hetta, so er tað, tí ein skal minnast til, at teir sokallaðu sjálvstýr- isflokkarnir aítaná sein- asta val høvdu meiriluta og tí settu ávísar treytir. Men teir høvdu lítlan hug at ganga saman. „,Javnaðarflokkurin kundi ti seta upp try mál, sum hann legði fyri allar flokkar, eisini sambands- flokkin, og tey sjálvstýr- ismál, sum hann helt seg kunna ganga við til. Bæði tí løtan var komin og tí tað var í tráð við stevnu- skrá flokksins. Tað ferdi so við sær, at hinir flokk- arnir í staðin fyri at yvir- taka skúlan o.a., gingu við til at samskipa skúla- fyrisitingina undir fer- oyskari leiðslu. Alment samgonguskjal — Tit almannakunn- gjørdu samgonguskjalið. Hevði hetta nakran týdn- ing? — Líkindini at gera nakað við tey sokallaðu stórmálini á léggåvuøk- inum vóru frægari undir hesum landsstýrinum — av tveimum orsekum. Fyrst, tí flokkarnir høvdu fingið nøkur principiell mál við í samgonguskjal- ið. Síðan av tí at hetta skjal varð almannakunn- gjert fyri fyrstu ferð, hev- ur tað virkað eins og, eg vil ikki siga piskur, men hevur hingið yvir flokkun- um eins og ein skylda yvir fyri almenninginum. Ein skylda at vísa, at flokkar- nir høvdu sett sær fyri at loysa hesi mál. Eg meti tað sum ein fyrimun fyri samarbeiðið og fyri lóg- gávuarbeiðið og fyri fjøld- ina sum heild, at tann setningur, sum hetta stýr- et - sf igið tikið, at lættari verður nú at fáa tak yvir hevdið ið setti sær fyri at fremja, kenna fólk, og flokkarnir hava átikið sær hesa skylduna alment. Sosialistiskur undirtóni? — Tað varð sagt undir viðgerðini av løgmansrød- uni, at eitt umboð fyri samgonguna metti, at undirtónin hevði verið heldur sosialistiskur. Kunnu vit hugsa okkum somu samgongu aftaná valið, har legmaðurin eit- ur Atli Dam við sama undirtóna, sum hann sigst hava verið seinastu fýra árini? —— Eg veit ikki, um tad ber til at siga, at und- irtónin hevur verið sosial- istiskur. Javnaðarflokkur- in hevur verið í hesi sam- gongu. Hann hevur sett sær síni spor í henni, og vit eru negdir við hesi spor. Um aðrir samgongu- mern eru misnegdir við hetta, so mugu teir bara gera sær greitt, at hetta var tað avtalaða framm- anundan. Og eg hugsi, at borgarligir flokkar tíverri kunnu vera væl negdir við, at vit hava livað í einari tíð, har hevuðs- mynstrið í samfelagsliv- inum sum heild er liberal- istiskt. Hetta eru treyt- irnar hjá javnadarflokk- um sum arbeiða sum minnilutastjórnir. Men, sum sagt, eg eri nøgdur og treytirnar fyri einum hverjum komandi samar- beiði, sum javnaðarflokk- urin er við í, er, at javn- aðarflokkurin fær megu- leikar at seta sítt merki á tað samarbeiði, sum fara skal fram. Tí á tann hátt nærkast vit nærri og nærri málinum. Tað er jú tann munur á sosialistiskum flokkum og eðrum, at meðan aðrir heldur hava lyndi til at tvihalda um tað verandi, so hevur javnaðarflokkur- in hug alla tíðina at ganga fram eftir móti einari betri, broyttari og meiri rættvísari samfelagsskip- an. Hetta er tann lyndis- munur, sum liggur í javn- aðarpolitikki og borgarlig- um politikki. Sum sagt eru vit negdir við, at vit hava kunnað tikið nekur stig fram ímóti eini betri og rættvísari samfelags- skipan. Um javnaðarflokkurin verður við í einari kom- andi samgongu, avgera veljararnir. Tað er helst so, at allir flokkar viður- kenna, at javnaðarflokk- urin hevur hegni til at fyriskipa samarbeiðið og at nógvir flokkar rokna við, at í einum komandi samarbeiði, har er javnað- arflokkurin aftur — har tekur hann aftur við leiðsluni. Men tað er heilt givið, at javnaðarflokkur- in bert ger tað, um hann hevur so mikið av styrki aftanfyri seg, at hann veit, at hann kann seta sær spor í eini komandi samgongu. At hann veit, at hann kann førka sam- felagið enn eitt vet fram móti einum betri sam- felag. Tað ger hann bert, um veljararnir ikki auto- matiskt rokna við at javn- aðarflokkurin er har, men gera sær greitt, at skal hann vera har, og skal hann taka leiðslu, ja, so skal hann eisini hava undirtøku, og helst ikki minni undirtøku enn hann heyði frammanundan. Javnaðarflokkurin altíð tað hann gevur seg út fyri at vera — Tað hevur verið skrivað í Dimmalætting um nak- að, teir nevna sambands- landsstýrið. Tað verður sagt, at javnaðarflokkurin tá var meira sambandskur og borgarligur. Tað sama, sum núverandi samar- beiðspartnarar segdu um hann, tá teir sótu í and- steðu. Er tað nakað um, at javnaðarflokkurin í dag er meira sosialistiskur og minni sambandskur enn hann var í samvinnu við sambandsmenn? — Nú haldi eg, tað er nokkso burturvið at kalla nakað sambandslands- stýri. Í Føroyum hava vit bert havt sambandslands- stýri frá 1950 —58. Ta tíð- ina minnast tey flestu óg- vuliga væl — og ikki fyri tað góða. Síðani hava vit havt fýra javnaðarlands- stýri, og eitt sokallað sjálvsstýrislandsstýri. Eg haldi, tað er nokkso nasa- djarvt at kalla eitt lands- stýri undir javnaðar- leiðslu, har sambands- flokkurin hevur verið uppi i, fyri eitt SAMBANDS- LANDSSTÝRI. Tað er nakað av tí sama reypin- um, sum tjóðveldisflokk- urin leggur út við í letuni. Men vit hava havt hesi javnaðarlandsstýri. Tey hava verið hverki meira ella minni sosialistisk enn tey eru nú. Heldur ikki meir ella minni sam- bandsk enn núverandi. Javnaðarflokkurin er altid hann, hann gevur seg ut at vera. Gongur inn fyri heimastýrislógini — Javnaðarflokkurin er flokkur, sum gongur inn fyri heimastýrisskipanini — ikki bara á pappirinum, men eisini í verki. Gongur inn fyri at útfylla teir karmar, sum eru settir í heimastýrislógini. Og javnaðarflokkurin virkar og hevur altid virkað sum ein sosialdemokratiskur flokkur, sum meinar at al- menna eftirlitið við vinnu- lívinum skal vera sterkt. Tann almenna undirtek- an, medvirkanin í vinnu- lívinum skal vera sterk. Medavgerðarrætturin hjá teimum, sum virka í vinn- uni skal standa frammar- laga. Medognarrætturin hjá teimum, sum virka í vinnuni, skal vera skrá- settur, skal gerast veru- leiki meir enn nú. So javn- aðarflokkurin er einki broyttur í hesari sam- gonguni í mun til aðrar samgongur. At siga ann- að, er at reingja veruleik- an. Eins og sambands- menn í dag misnýta navn Petur Mohr Dams til at siga, at tá var samarbeiðið so gott. Tá var eingin 6- semja. Ongin politiskur skilnaður. Eins misvis- andi er tað, at teir í dag siga, at javnaðarflokkurin er vorðin kommunistisk- ur, ateistiskur, loysingar- flokkur. Lesur ein tað, sum sambandsmenn hava sagt um Petur Mohr Dam í sinari tid og tað, Petur Mohr Dam hevur sagt um sambandsmenn, so sær ein, at har var ein gjógv ímillum. So hetta er nakað av einum seguligum og politiskum falsum, at siga at grundsjónarmið, grundsteði javnaðar- flokksins er broytt í mun til, tað tað var. Javnaðarflokkurin byggir, sum eg havi sagt so ofta, á sama frælsa grundarlag, sum allir so- sialdemokratiskir flokkar í vesturheiminum, i Australia og New Zeelandi hava bygt å tey seinastu 100 årini, endar Atli Dam. Annar partur av samrød- uni kemur mikudagin, og tá verður nomið meira við týdningarmestu málini, sum framd eru í hesum valskeiðinum.