leygardagur 14. oktober 1978síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 77 — 14. oktober 1978
sosialurin
Síða 19
Eitt týd
Henda bók var seinast út-
givin í Tórshavn 1925,
men hon hevur verið út-
seld í mong ár. Orsakað
av, at Feroya Landsbóka-
savn í ár fylti 150 ár,
hevur Odense Universi-
tetsbibliotek latið bókina
prenta av nýggjum og
ognað Feroya Landsbóka-
savni hana. Svend
Grundtvig hevur tikið
tvær blaðgreinir við, sum
báðar eru undirskrivaðar
»En Færing<. Tann fyrra
»Det færgiske Sprog=
(»Kjøbenhavnerposten«,
19. desbr. 1844) er skrivað
av V. U. Hammers-
haimb, og >Om Commu-
nalvæsen paa Færøerne«
(»Fædrelandet«, 24. jan-
uar 1845) hevur Niels
Winther skrivað. Aftast í
bókini er >Eftirorð< av
Hans Bekker-Nielsen,
nakrar viðmerkingar um
hevuðsmenninar í tí før-
oyska málreisingararbeið-
inum og eitt yvirlit.
Svend Grundtvig var
næstelsti sonur hjá prest-
inum og sálmaskaldinum
N. F.S. Grundtvig. Hann
var føddur 1824 og var so
statt ikki meir enn 21 ára
gamal, tá hetta stríðsrit
varð skrivað, ti henda bók
(0.u. 100 síður) er eitt
týdningarmikið stríðsrit í
tí tjóðskaparligu foroysku
málrersluni.
Tá ið Svond Grundtvig
sigur >Dansken paa Fær-
øerne« og »Tysken i Sles-
vig«, hugsar hann um
danskt mål i Føroyum og
tyskt mål i Slesvig. I øld-
unum beint framman und-
Svend Grundtvig i 1843, teknadur av P. C. Skovgaard
an Svend Grundtvig var
tjóðskaparkensla ókend. I
hesi ti, tá fólk einki
hugsaðu um móðurmál og
tjóðskaplig eyðkenni, kom
týskt mál at verða kirkju-
mál, skúlamál og rættar-
mál í Suðurjútlandi, og í
Føroyum gjerdist danskt
mál kirkjumál og tingmál.
Fólkið í Feroyum var
komið úr Noreg, og úr
Noreg vóru Feroyar
kristnaðar. Fyri trú-
bótina vóru biskuparnir í
Feroyum antin føroying-
ar, norðmenn ella íslend-
ingar, her var ein presta-
skúli, sum óivað einans
føroyingar hava gingið á,
og kirkjumálið var (tá tað
ikki var latín) tað mál,
sum fólkið talaði.
Í londum, har sum trú-
bótin kom, var kirkju-
málið og rættarmálið
framvegis tað mál, sum
fólkið í londunum talaði,
men so var ikki í Feroy-
um, her kom danskt at
verða kirkjumál og rætt-
armál, eitt mál, sum væl
var nærri skylt við fer-
oyskt enn latin, men eitt
mál, sum feroyingar
mundu skiljá lítið av.
At danir eins og aðrar
smáar tjóðir, ið liggja upp
at størri måløki, målsliga
eru komnar seint fyri seg,
kunnu vit ætla av ti visu,
sum Christian Wilster
(1797—1840) yrkti um
Ludvig Holberg (1684—
1754). Her eru tvey tey
fyrstu ørindini:
»Før var der knap skrevet
på dansk en bog,
som rett kunne hjerterne
hue,
kun eventyr brugbart i
kakkelovnskrog,
kun vise til spinderskens
stue.
Hver mand, som med
kløgt gik i lærdom til bund
latin på papiret kun malte
med fruerne fransk, og
tysk med sin hund,
og dansk med sin tjener
han talte.«
Her heima hjå okkum
vaknaði ansurin fyri móð-
urmáli okkara ikki fyrr
enn seinast í farnu eld,
men mótsteðan móti at
mál okkara skuldi fáa
tann rætt, sum tað hevur
uppiborið hevur verið
hørå, enn er ikki komið á
mál, men tað gongur
framá.
Hvussu tað stóð til her
heima hjá okkum seinast í
farnu eld við góðskuni til
móðurmálið, skal eg her
nevna eitt dømi um:
Jóansekudag 1894 var
fólkafundur í Mannafells-
dali, har vóru fleiri talarar
m.a. ein kaldbaksmaður,
sum æt Bærent Wang. 5.
juli 1894 tekur >Fering
tidindi« soleiðis til:
»Bærint Wang í Kald-
bókarummæli
Svend Grundtvig
Dansken paa Færgerne
Sidestykke til Tysken i Slesvig
Kom út fyrstu ferð i 1845,
nú endurutgivin vid viðmerkingum
eftir Hans Bekker-Nielsen
Odense Universitetsforlag 1978
Kostnadur 40 kr.
bak vildi hava bert danskt
i skúlarnar. Tað var ein
okkara stærsti ampi, at vit
ikki kundu tað danska
málið, og vildi hann, at
skúlalærarnir skuldu læra
bernini bara danskt, ja,
tað allar besta var, um vit
heilt høvdu kunnað blaka
tað føroyska burtur og
einki annað tosað enn
danskt um allar Føroyar.«
Tað, sum Svend
Grundtvig mest finnist at
í bók síni, er tann viðferð
føroyskt mál fær á
»Stænderforsamlingen« i
Roskilde 1844. Haðani var
heldur ikki nógv gott at
vænta. Nógvir av limun-
um 1 tí samkomuni vistu
nóg illa, at Feroyar vóru
til og høvdu ongan gruna
um, hvat mál, fólkið, ið
búði har, talaði. Men tað
vóru teir danir, sum
royndu at gera, hvat ger-
ast kundi fyri mál og
mentan okkara, og tað
skulu teir hava stóra tekk
fyri.
Tað verður ofta tikið til,
hvussu nógv íslendingar
hava avrikað á sínum
máli, og tað er rætt. Her
mugu vit minnast til, at
íslendingar hava havt sítt
skriftmál gjegnum allar
tíðir. Feroyingar vóru ikki
so væl fyri sum íslending-
ar, vit áttu einki mál utt-
an tað, sum livdi á
mannatungu. Tað má ti
haldast at vera stersta
málsliga bragd, sum hent
er í norðurlondum tey
seinastu 150 ári, at
menn fingu um endan á
máli okkara, áðrenn tað
hvarv, og Føroya fólk fær
aldri takkað teimum nóg
mikið, sum bjargaðu okk-
ara stersta arvi frá fedr-
unum frá at fara undir
heilt.
Sámal Johansen
Jentespranget
Filmurin fer fram á ein-
um av bóndagerðunum
við Fedafjorden í Noregi
fyrst í hesi eldini. Tað er
ein frágreiðing um
menniskjalagnur í einum
enn var unglingi fyri 20
árum síðani. Tað var
honum, hon var ásttikin
av í ungu døgum teirra.
Men nú er hann blivin
alkoholikari. Tey bæði
lítlum, doyggjandi hittast aftur, og tað
bygdasamfelagi. Her verður ikki leingi, so er
gongur bóndakvinnan hon við barn, og skjótt
Lina, sum stridist og stendur hon sum brúður
strevast fyri at livbjarga
sær og livir eitt hart liv.
tað:
heim.
Taparin Gilbert, sum fór
til Ameriku, meðan hann
Men so hendir
Gilbert kemur
við bjørtum eygum.
Filmurin verdur synd-
ur i Leikhus Bio.
Automatsvararin i
Leikhås Bio hevur tlf.
11131
Byttlingurin
Monsieur Maréchal
gleðir seg til eina bilfritið
í Italiu, men longu i
París verður lítli bilur
hansara kroystur saman
av stóra bilinum hjá Sar-
oyan stjóra. Men Sar-
oyan er ikki tað, hann
sigur seg vera — hann er
haraftur ímóti brots-
bólkaleiðari. Hann letur
Maréchal fara til Napoli í
einum hvitum Cadillac
— og so fær tann fitti
maðurin ålikavæl túr
sín. Hann veit bara ikki,
hvat er fjalt í bilinum,
men tað veit ein annar
brotsmannabólkur, og
við báðum hesum bólk-
unum í helunum fær
Marechal ein bæði stutt-
ligan og spennandi bil-
túr.
|
Og so gongur alt eftir
teimum vanligu reglun-
um: biljagstran, bardag-
ar millum brotsmenn og
so sjålvandi eisini vøkur
konufólk.
Fyrst metir
HL FRK
Maréchal eini ógvuliga
vakrari damu úr Rom,
sum er trúlovað við ein-
um illsintum sisilianara
Síðani hittir hann týsku
gentuna Ursula.
sýndur í Havnar Bio
Havnar Bio
14105.
Filmurin verður
Automatsvararin í
hevur tlf