mikudagur 18. oktober 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
: 2 telf. 14720 . 11820
s0Stalurin box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: Føroya Javnadarflokkur
Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith
Blaðstjóri: Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Blaðmenn: Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Trygdin
— eftirlitið
TAÐ ER eingin politiskur flokkur í
Føroyum, ið hevur lagt so stóran
dent á at skráseta og fremja trygg-
leika fyri landsins íbúgvar, sum
Javnaðarflokkurin. Floksins grund-
leggjandi tankar botna allir í hesum,
at virka fyri at tryggleikin er hjá øll-
um — uttan politik javnaðarfloksins
var hetta ikki vorðið eisini rætturin
hjá teimum, sum veikast eru og
minst orka.
NÚ VAR TAÐ so, at spursmálið um
tryggleika, trygd á arbeiðsplássin-
um, kom sterkt fram um dagarnar.
Tíanverri hugsar tú ikki nóg nógv
um hesar spurningar, fyrrenn vand-
in er har.
TRYGGLEIKA á arbeiðsplássinum
eiga vit at leggja stóran dent á, tí
hetta er plássið, har vit eru stóran
part av lívi okkara, tí er tað umráð-
andi at verja arbeiðsplássið — og
hava alment eftirlit við tí. Javnaðar-
flokkurin hevur mangan verið illa
kendur, tí hann legði so stóran dent
á tryggieikaviðurskiftini. Men
flokkurin hevur íkki vikið av hesi
leið. Hann vil halda fram at útbyggja
trygleikseftirlitið.
TAÐ VAR EISINI við hesum í huga,
at flokkurin so sterkt setti fram
kravið um fólkapensjónina á sinni
— hon skapti tryggleika, fíggjarlig-
an tryggleika, gjørdi mangt eitt
heim meira frælst og trygt.
OG SJÁLVSAGT má hetta vera
flokkurin, sum vit kjósa okkum at
taka sær av vælveru fólksins og
samfelagsins.
JAVNAÐARLEIÐIN — sosialdemo-
kratiið — hevur betri enn nøkur
onnur politisk kós skapt trygd og
javnrætt manna millum. Og henda
næstakærleikans politikk vilja eisini
føroyingar varðveita sum eina dýra
ogn framyvir.
Ábyrgdarleysur politikkur
Í svari sínum í seinasta
Sosiali til mín vil Heri
Tróndheim vísa aftur, at
Sambandsflokkurin var
yvirtøkuflokkur, meðan
eg hevði skrivað, at Sam-
bandsflokkurin er tann,
sum hevur verið við til tær
flestu yvirtøkurnar — og
tað standi eg við; heima-
stýrislógin beinleiðis stað-
festi at føroyingar yvir-
tóku fleiri eki, og hana
samtykti eisini Sam-
bandsflokkurin. At flokk-
urin síðani hevur mett tað
meiri oppertunt ikki at
viðurkenna sær andan í
heimastýrislógini, sum
ber í sær meguleikan og
ætlanina at vit so líðandi
átaka okkum umsitingar-
skyldur, er ein onnur
sega.
Tá tað nú er undan-
støkkingarstødan, sum
væl saktans hereftir skal
vera eyðkend Sambands-
floksins, kann tað fáa
sinar fylgir fyri rikisfel-
agsskapin, sum ju als ikki
er tað sama sum total
samband. Ríkisfelags-
skapurin bestendur ikki
bara í tí at lata standa til
og bara fáa. Tað er tað
sum sambandið stendur
fyri.
Men tað var hatta um
vaktartænastuna. Eg
havi bæði sagt og skrivað,
at Sambandsflokkurin í
hesum máli so avgjert
hevur ábyrgdina av eini
»yvirtøku«, sum fyri alla
framtíð vil kosta heilt
nógvan skattapening frá
okkum sjálvum. Og her
sleppur Sambandið ikki
undan ábyrgdini, hóast
undanstøkkingarstødan
eyðkennir sambandskan-
didatarnar i hesari skriv-
ing. Tað kann væl vera, at
Sambandið beinleiðis bert
var við til at fáa skipið
bygt. Men, góði Heri, var
tað so meiningin at skipið
skuldi standa sum eitt
ævugt minni í Svolvær,
og ikki takast í brúk?
Sjálvsagt fylgdi við hes-
um avreksverki, at skipið
skuldi rekast og tær
mongu miljónirnar tað
kom at kosta í rakstri
gjaldast úr landskassan-
um. Tað er í hesum máli
Sambandið hevur prógvað
sína ómegdarsteðu í poli-
tikki. Ti Sambandið hevur
her uppá glíðiskalan hjá
Jógvani Olsen verið við til
at vit átaka okkum umsit-
ingina fult og heilt á
einum øki, har staturin
frammanundan fult og
heilt hevði ábyrgdina,
sambært heimastýris-
lógini. Annars er at við-
merkja, at Sambands-
flokkurin sanniliga hevur
atkvett fyri lógini um
Vaktar- og Bjargingar-
tænastuna, ein staðfest-
ing av hesi »yvirtøku«.
Men hetta samsvarar bara
ikki við tað, sum tit skriva
og tala.
Eg kalli hetta at vera
demi um ábyrgdarleysan
politikk, tí sambandið for-
telur fólki nakað, sum ikki
samsvarar við veruleikan
— og tað kann man ikki
liva leingi upp á.
— eg havi
lisið tað
í
sjålvandi!!
Almennur fundur
um kvinnur í politikki verður i Lær-
araskúlahellini 19. okt. kl. 19.
Kvinnulig
valevni úr
Suður-
streymoy, og ein leiðandi politikari
úr hvørjum flokki leggja fyri.
P.S. Tær, sum ikki fáa síni børn
børn passaði, takið tey við.
FYRIREIKARARNIR
Nr. 78 — 18. oktober 1978
Nei, hetta tú sigur Eli
Nolsee hevur drigið fram
kostar nevniliga lands-
kassanum, føroysku
skattaborgarunum 8 milj-
énir kr. um årid sum er.
Tað er veruleikin. Og talið
skal nokk vaksa ár undan
ári. Her ber so ikki til at
blaka við runu og so leypa
undan uttan at vera dálk-
aður afturímóti. Hetta
sum er vorðið sereyðkenni
fyri sambandsagitasjón í
dag. Akkurát sum í goml-
um degum.
Hverki havi eg blandað
ella lisið skeiva grein við-
víkjandi = sjúkhúsunum.
Heri, tú skrivaði, at vit
hevdu yvirtikið sjúkhús-
ini. Á sama hátt sum
Johs. M. Olsen ferð eftir
ferð kemur fram við ó-
sannindunum um, at vit
hava yvirtikið sosialu
málini. Hetta er beint tað
evugta av sannleikanum.
Men nýggj sjúkhúslóg
er gjørd og við henni er
umsitingin av ellum sjúk-
húsunum legd undir eina
umsiting undir heimastýr-
inum. Tað er fult í sam-
svar við javnaðarstevn-
una, fult í samsvar við
heimastýrislógina, soleið-
is sum Øregaard og P. M.
Dam, sáli løgdu í hana å-
sinni.
Tá eg kanska nakað
skart helt fyri, at tú vart
ímóti sálarsjúkhúsinum,
so var tað mest fyri at
undirstrika, at støda Sam-
bandsins altið hevur verið
sera trek í heilsu- og sosi-
almálum. Staðan var jú,
at sálarsjúkrahúsið var
læst og bundið, fekk yvir-
hevur onga útbygging ella
aðra vidkan, onga jåttan
aftrat. Øll vikan — allur
útviklingur — var nevni-
liga skerdur av
VKR-stjórnini i 1970.
Tann niðurskurðin vildu
vit á ongan hátt viður-
kenna, og tað sum hendi
síðani er eftir áhaldandi
samráðing og trýsti frá
javnaðarflokkinum um at
fáa eitt nøkulunda sålar-
sjúkrahús, áðrenn vit fóru
víðari.
Tí skuldu vit víðari, ja
so var neyðugt við nýggj-
ari skipan, sum nú gevur
meguleikan eisini at víðka
viðgerðirnar á sálarsjúk-
rahúsinum, men nú á
sama hátt sum vanligar
sjúkhúsútreiðslur, meðan
4
SOSIALURIN 1978
22
SOSIALURIN 1978
við-
metkingar
nýbyggingar skulu takast
upp til nýggjar tingingar
við ríkið.
Sambandsins støda er
her hin fastlæsta stødan,
sum sigur gott er, sum er,
annars einki meir.
Tað er púra skeivt tá tú
sigur, at Sambandsins
støda er tann sum sosiala
forsorgin hvílur á.
Tað er tverturímóti
stoða Javnaðarfloksins,
rikisfelagsskapsstødan,
sum liggur til grund fyri
okkara sosialu forsorgar-
skipan. Tað var Javnaðar-
flokkurin sum breyt i-
gjøgnum sina stæðu og
stevnu aftanå løgtingsval-
ið 1958 — og fekk tær
stóru sosialu lógirnar í-
gjøgnum.
Tað gekk jú sera hart á
at fáa Sambandið til hetta
— og til at viðurkenna
stødu Javnaðarfloksins.
Men tað gekk so at enda.
Árið frammanundan hevði
Sambandsflokkurin tvert-
urimóti staðfest sína mót-
stødu við at atkveða ímóti
teimum sosialu lógunum í
tinginum.
At flokkurin síðani fekk
ákoyringina so tað forsló
og síðan var drigin til at
vera fyri teimum sosialu
lógunum, tað er eisini ein
onnur sega.
Vit kunnu sjálvsagt
halda áfram við hesum
tjaki, men vit kunnu tí-
verri ikki koma longur, tí
allir veruleikar vilja peika
tann vegin, at Javnaðar-
flokkurin var tann, sum
breyt igjøgnum við teim-
um lógunum, sum í dag
eru hollasti stuðulin undir
samfelagnum, tá tað snýr
seg um at hava haldgott
steði fyri øll tey, sum
mugu halla seg til veit-
ingar vegna 6arbeidsføri
av einum ella ødrum slag
— ella á ellisárum.
Ti má tað vera sólar-
klárt, at vit við Javnaðar-
flokkinum halda áfram at
byggja landið — tí hetta
er flokkurin sum einamest
hevur havt evni til at velja
okkum eina góða framtíð í
ríkisfelagsskapinum.
J. Lindenskov
82
SOSIALURIN 1978
A —
me