mikudagur 18. oktober 1978síða 3
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EA A Ages
Á
i
Nr. 78. — 18. oktober 1978
sosialurin
Síða 3
Eingin á brandstødini
i Havn um nåttina!
— men vónandi verður føst brandvakt sett um
eitt hålvt år, sigur byrådsformadurin
Tað líkist ongum, ja, tað
er heilt forkastiligt, at
eingin vakt er á brand-
stødini um næturnar og í
vikuskiftunum, sigur
Petur Christiansen, bý-
ráðsformaður við Sosialin.
Tann setti brandmeist-
arin, Hilmar Johannesen,
hevur somu áskoðan.
Hann sigur, at tað er av-
gjørt neyðugt at hava
vakt um næturnar, tí tað
er ofta tá, at tað verður
boðað seint frá eldi. Og
eisini tekur tað longri tíð
hjá teimum sekstan
brandmonnunum at koma
á staðina um næturnar, ti”
tað skal ringjast til hvønn
einstakan.
— Og um næturnar eru
sum oftast teir størru
brandarnir, sigur Petur
Jacobsen, brandmaður,
sum annars greiður frá, at
tað eru um tvey ár síðan
slokkiliðið ynskti at fáa
fasta vakt um næturnar
og í vikuskiftunum. Men
er einki úrslit komið burt-
ur úr.
Krevur stórri
manning
Hesin átrokandi spurn-
ingurin var eisini til um-
rødu á fundi i brand-
nevndini i sidstu viku.
Tað er greitt, at skal
føst nåttarvakt setast á
stødina, skal størri mann-
ing til.
Hetta kemst m.a. av ti,
at tað í minsta lagi skulu
vera triggir mans á vakt í
senn. Tað dugur einki við
einum manni. Hann kann
einki gera. Dugurin er lítil
við tveimum monnum, tí
tveir mugu avstað beinan
vegin, meðan tann tridi
skal verða á stødini til
DREYMAFYLGIÐ
hinir koma fyri at boða
teimum frá, hvar eldur er
og annars gera greitt.
Tryggingin
átti at luttikið
Fyri at greiða tervin til
fulnar skal manningin
telja einar 20 mans.
Petur Christiansen sig-
ur, at spurningurin er við-
gjørdur fleiri ferð. Brand-
nevndin er komin til tað
úrslit, at fyribils skulu 14
mans setast afturat.
Nær manningin verður
viðkað er ikki vist enn,
men býráðsformaðurin
vónar, at tað kann lata
seg gera um eitt hálvt ár
ella so.
— Annars haldi eg, at
tryggingin skuldi luttikið
í rakstrinum av Tórshavn-
ar Slekkiliði, sigur Petur
Christiansen, sum annars
leggur afturat, at trygg-
ingin hevur verið lagalig í
lániveitingum til hetta
endamálið.
Raksturin av slekkilið-
Seks brandmenn hava dagvakt. Eingin hevur vakt um
inum er nú um eina millión“
kr. Roknað verður við, at
meiriútreiðslurnar við at
seta sterri manning verð-
ur 1,5 mill. kr.
Sjálvboðin vakt
Teir seks brandmenninir,
sum eru knýttir fast at
Framhald á síðu 8
næturnar og í vikuskiftunum!
TAÐ ER | HAFTI , HEVUR KLEPP OG HELDUR KJAFT
Hevði tað verið ynski-
ligt, at føroysku avis-
irnar komu ut dagliga?
Hoydal,
fyristeðumaður
— Tað hevði verið
ynskiligt, men tað er
nærum ómeguligt. Tað
krevst bæði nógv fólk
og nógvir pengar til
tess. Men at ein avís
kom út fimm ferðir um
vikuna, hevði verið nóg
mikið. Sunnudag
skuldi eingin komið út.
Heri Jensen, lærari
-Jú, tað hevði verið
ynskiligt, men tá haldi
eg ikki, at góðskan
verður góð. Nú eru tær
føroysku avisirnar við
at verða góðar. Og tað
er betur at tær eru góð-
ar, enn at tær vera
verri, um tær komu út
dagliga. Men um ein
avís er fer fyri at geva
eitt gott blað út dag-
liga, so hevði tað verið
gott.
Lars Jespersen,
krambakallur
— Nei, tað haldi eg
ikki. Um ell komu dag-
liga, so verður ovmikið
hjá fólki at lesa, og so
eru tað altíð nekur
blød, sum detta burtur
Tað verður eisini ein
spurningur um góðsku