mikudagur 18. oktober 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 78 — 18. oktober 1978
kring oyggjarnar
. LI
Oljuleki
Seinnapartin fríggjadagin vórðu nakrar getur i
Havn dálkaðar av olju. Oljan lak úr einum tanga,
sum stóð á einum lastbili. Tangin skuldi flytast
og varð hildið, at hann var tómur. Men nakað av
olju var í honum kortini og undir flutninginum lak
hon niður. Hon bleiv skjótt spulað burtur. Mynd-
in er tikin í Sjúrðargetu.
Fáa fleiri rækjur
Í farnu viku vóru ting-
ingar í Keypmanna-
havn millum lands-
stýrið og umboð fyri
donsku stjórnina. Her
varð eisini tosað um
rækjurnar undir Gren-
landi. Feroyingar hava
umleið 1500 tons eftir
av rækjukvotuni undir
Grenlandi. Men 500
tons liggja á eki 1, har
lítið er at fáa nú.
Ti hevur landsstýrið
heitt á donsku stjórn-
ina at fáa tillutað eina
kvotu aðra staðni. Atli
Dam, legmaður, sigur,
at eingin avgerð varð
tikin undir samráðing-
unum, men tó kann
sigast, at nakað verður
tillutað føroyingum
aftrat undir Grønlandi.
Føroya-
flúgvingin
Undir tingingunum í
Keypmannahavn hittu
landsstýrisumboðini
eisini nýggja danska
ferðslumálaráðharran
og tosaðu um megu-
leikan at yvirtaka
Feroyaflúgvingina.
Tann nevndin, sum
hevur kannað figgjar-
viðurskiftini í samband
við yvirtøku av flúgv-
ingini, er komin við
einum áliti, sum varð
handað ferðslumála-
ráðharranum. Tað er
ætlanin, at eitt felags
føroyskt-danskt parta-
felag skal yvirtaka før-
oyaflúgvingina.
Sluppu óskalað
Ein maður og eitt barn
sluppu uttan mein, tá
ein bilur fór útav
Gerðagetu í Klaksvík
beint fyri degurða
sunnudagin. Bilurin
fekk stóran skaða.
Framvegis
horvin
Tann 33 ára gamli há-
lendingurin Jean Pierre
Lohuis, sum hvarv í
Klaksvík tann 23. sep-
tember, er ikki komin
afturíaftur. Politiið í
Klaksvík hevur fingið
nakrar fráboðanir frá
fólki, sum siga seg
hava sæð Jean Pierre,
men tað hevur víst seg,
at talan hevur verið um
aðrar útlendingar.
Upplýst verður, at
nógvir útlendingar ar-
beiða í Klaksvík. Her-
fyri kom m.a. ein fam-
ilja úr Rhodesia.
Sjóverjan undir Feroyum:
— Vit vilja hava
dyggiligt eftirlit
— og hóast eftirlitið vid Føroyar er betur enn aðra-
staðni, mugu vit viðganga, at tað er ikki nóg gott,
sigur Atli Dam, løgmadur
Sosialurin hevur sett løg-
manni fyrispurningin:
— Nektar sjóverjan
undir Feroyum tíðarinnar
tørv?
— Tað velst um,
hvussu dyggiligt eftirlit
ein vil hava. Men tað skal
ikki vera nekur loyna, at
vit í Feroyum ynskja eitt
ógvuliga gott eftirlit. Nú
er tað so, at bæði danski
og føroyski parturin av
sjóverju okkara helst
verður mettur sum ein hin
munabesti í ellum heim-
inum, hóast vit einans
hava fá skip til at rekja
— Eiga at fara
varliga fram
— tí tað eru somu marknaðir, ið vit
koma at kappast á, har vit selja
frammanundan
Soleiðis sigur Atli Dam, løgmadur, uppá
fyrispurning, um feroyingar gera ov lítið
fyri at skaffa sær rækjuloyvi við Canada.
Síðani fiskimarkið varð
flutt út á 200 fjórðingar
hava canadiarar lagt stór-
an dent á at útbyggja sín
fiskiflota. Teir hava gjert
sonevndar samvinnusátt-
málar við reiðarar úr ødr-
um londum. Atli Dam sig-
ur, at í teimum rammu-
sáttmálum, sum eru
gjørdir við Canada, er
møguleiki at undirskriva
tílíkar samvinnusåttmål-
ar.
Mannagongdin er tann,
at canadiskir stovnar, fel-
eg ella staklingar, ið ar-
beiða við fiskiáhugamál-
um, biðja stjórnina um
ávís fiskiloyvi. Hesi felog
hava fyri stersta partin
eingi skip sjálvi. Ti royna
tey at skaffa til vega
femmand fiskifør, sum
kunnu fiska uppå loyvini
frå stjornini.
Eingin varandi
loysn
Atli Dam sigur, at orsøkin
til hesa mannagongd er
tann, at canadiarar, tá teir
hava fingið síni egnu skip,
ætla at brúka fiskiloyvini
sjálvir. — Tí eru teir sátt-
málar, sum feroyingar
hava gjørt við canadiarar
ikki nekur varandi loysn,
men ein loysn, sum
kanska kann rekka eini
tvey ella trý ár. Atli Dam
heldur ikki, at hetta er
nekur góð loysn longri
frammi í tíðini, tí tað eru
teir somu marknaðir, vit
koma at kappast á, ið vit
selja á frammanundan.
Glaður fyri
samarbeiðið
— Persónliga eri eg glaður
fyri, at menn hava tikið
hetta samarbeiðið upp,
men eg eri eisini glaður
fyri,at tað hevur verið
gjørt í so lítlan mun, sum
stødan er í dag. Hetta mál
var frammi á fundi millum
landsstýrið og felagið hjá
rækjuskipum, og har varð
víst á, at menn eiga at
fara varliga fram, so vit
ikki um stutta tíð eru í
teirri stødu, at marknað-
urin er oyðilagdur sam-
stundis sum canadiarar
eru tilreiðar til at yvirtaka
fiskiskapin.
— Vilt tå tå mæla eðr-
um reiðarum til at gera
sáttmálar í Canada?
— Tað má vera stødan á
marknaðinum, og hverjar
kvotur talan er um, sum
verður avgerandi. Vit
hava eisini meguleikar at
veiða annað enn rækjur í
canadiskum sjógvi. Har
eru bæði hegguslokkur,
sild lýsingur og onnur
fiskasløg. Møguleikar eru
eisini at veida tilik fiska-
sløg i amerikanskum
sjógvi.
— Hevur tað ikki skund
at kanna hesar nýggju
veiðumeguleikar?
— Tað hevur sjálvandi
skund at taka tílíkar sam-
ráðingar upp, skulu vit
fáa kvotur av hesum
stovnum. Men tá mugu
vit eisini hava skip, sum
kunnu veiða hesar negdir.
Tað nyttar ikki bara at
biðja um kvotur, sum
heldur ikki verða nýttar.
Og tað nyttar heldur ikki
at fara uppí eitt samar-
beiði við skipum, sum
kundu verið nýtt aðra-
staðni.
Vit hava kvotur, sum
vit als ikki nýta. Í Canada
hava vit havt lodnukvotu
í trý ár. Fyrsta árið var
hon uppá 15.000 tons,
næsta árið 5.000 tons og í
ár er lodnukvotan 10.000
tons. Men vit hava einki
veitt av hesum kvotum,
sigur Atli Dam.
hesa verju.
Atli Dam vísur á, at
javnan verður gjørt eftirlit
umborð á útlendskum
fiskiforum. Hetta eftirlit
er rættiliga umfatandi,
bæði meskavíddir og
fongur verður kannaður.
Men hóast eftirlitið við
Feroyar er betur enn aðra-
staðni, mugu vit við-
ganga, at tað er ikki nóg
gott.
Neyðugt
at útbyggja
— Í reðum mínum, sigur
Atli Dam, havi eg ofta
sagt, at tað er neyðugt at
útbyggja sjóverjuna. Út-
byggingin av okkara parti
av hesi verju er farin fram
í eitt stutt tíðarskeið. Vit
hava bert eitt skip í let-
uni, men tað næsta skipið
verður tikið í nýtslu rætti-
liga skjótt.
— Eisini danski partur-
in av sjóverjuni má út-
byggjast munandi, sigur
legmaður. Hetta krav er
eisini sett denum, sum
hava í umbúnað at keypa
m.a. flogfer og helikopt-
ara til sjóverjuna.
Atli Dam heldur fram:
— Tað hevur verið tos-
að um, at eftirlitið ikki er
nóg gott, men eg haldi, at
tað er órættvís tala móti
teimum, sum arbeiða inn-
an hesar stovnar. Ti met-
ingarnar hjá útlendingum
eru, at her verður gjert
eitt stórt arbeiði.
Fylgja væl við
russum
— Hvar hevur tú hesar
metingar frá?
— Tað eru metingar ein
metir, har vit eru til sam-
ráðingar aðrastaðni. Per-
sónliga veit eg, at danski
parturin av sjóverjuni
hevur fylgt ógvuliga væl
við russum. Bæði reið-
skapur og fongur hevur
verið kannaður. Annars
hava verið gitingar
frammi um, at russar
hava veitt sild undir Fer-
oyum. Her haldi eg, at vit
eiga at lurta eftir fiski-
forðingum, sum siga, at
KR
TERtGNERD DD
TS
I