mikudagur 18. oktober 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
BOOT Dø
——-
vet
ED
Nr. 78 — 18. oktober 1978
Síða 5
— Observakanningin [fr
er eitt eksperiment
— sigur blaðstjórin á Dimmalætting, sum hevur
biðið um kanningina
Tað var danski kanning-
arstovnurin Observa, sum
upprunaliga vendi sær til
Dimmalætting við fyri-
spurningi, um blaðið var
hugað at vera við til at
gera kanningar í Feroy-
um, upplýsir blaðstjórin á
Dimmalætting, G. L. Sa-
muelsen.
— Kanningin, sum nå
verdur gjørd, er fyrst og
fremst eitt eksperiment.
Gongst væl, fara vit at
bidja Observa um at gera
fleiri analysur i Føroyum.
Hevur einarætt
Dimmalætting hevur
einarætt til úrslitið av Ob-
servakanningini og blaðið
hevur goldið kanningina.
Blaðstjórin vil ikki upp-
lýsa, hvussu nógv slík
kanning kostar.
— Nær kemur úrslitið
av kanningini?
— Kanska um 14 dagar.
— Og tað verður einans
kunngjert í Dimmalætt-
ing. Ikki í donskum blød-
um?
— Nei, bara i Dimma-
lætting.
Ikki endamálið
at ávirka
— Er ikki ein vissur vandi
fyri, at úrslitið av kann-
ingini kemur at ávirka
veljararnar?
— Tað kann bæði for-
skrekkja og ávirka fólk.
— Men tað er ikki
endamálið?
— Nei, avgjert ikki.
— Hver hevur gjert
spurningarnar?
— Observa.
G. L. Samuelsen upp-
lysir annars, at spurning-
ar vidvikjandi politikki
eru tiknir vid i hesa kann-
ing, ti teir eru aktuellir,
nú legtingsval stendur
fyri durum.
Kanningin er
100% objektiv
Vit hava eisini verið í
samband við Observa-
stovnin í Danmark.
Stovnurin vil ikki upp-
lýsa, hver bevur biðið um
kanningina — bert, at tað
eru »åvis blød« í Føroy-
um. Men lagdur verður
dentur å, at kanningin er
100% objektiv. Tad er
heldur ikki møguligt at
fåa at vita, hvussu nogv
ein kanning av hesum slag
kostar.
Starvsfolkid å Observa,
sum vit tosadu vid, upp-
lysti, at Observa hevur
gjørt allar spurningarnar
og at úrslitið møguliga
fyriliggur um 10 dagar.
Uppå fyrispurning um
teir politisku spurningar-
nar i kanningini varð
svarað, at teir eru tiknir
við, ti fólk hugsar mest
um politikk beint fyri eitt
løgtingsval.
Tað eru eini 980 fólk í
Feroyum, sum hava fingið
spurnarbleð sendandi.
Sverini verða viðgjerd' av
datamaskinum og ongin
uttan starvsfólkið á Ob-
serva hevur atgongd til
sverini.
— Hví er nummar á
hverjum spurnarblað?
— Tað verður brúkt í
teimum førum, har vit
noyðast at senda rykkjara
eftir svarinum.
Ikki lætt at faa
spreingiloyvi
Arbeidseftirlitid hevur fingid nakrar fråbodanir
um goymslur vid spreingievnum
Arbeidseftirliti3 fekk må-
nadagin einar fimm frå-
bodanir um spreingievnis-
goymslur. I eini lysing i
blødunum leygardagin
gjørdi arbeiðseftirlitið
vart við, at allar tilikar
goymslur skuldu fráboð-
ast.
Eftirlitið hevur annars
gjert nógv við hendan
spurningin ta seinastu tíð-
nógv sild kann ikki hava
verið veidd í ár. Um talan
kann hava verið um, at
russisk havrannsóknar-
skip hava veitt stórar
negdir av eðrum enn
loyvdu fiskaslegum, sigur
Atli Dam, at hesi skip
hava veitt 1200 tons av
langasporli, gulllaksi og
blálongu, og tí er tað
rættiliga burturvið at tosa
um nakra stórveiðu, legg-
ur hann aftrat.
ina. M.a. hevur leiðarin av
eftirlitinum verið í Noregi
og kanna tey norsku við-
urskiftini.
Tað er einki dulsmál, at
ofta verður farið lætt um
slíkar goymslur. Hetta
prógvaði spreingivan-
lukkan til fulnar.
Ikki lætt
at fáa loyvi
Tað hevur ljóðað, at tað
skuldi vera lætt at fáa
fatur í einum spreingi-
loyvi, men so er ikki.
Frants Cohn á fjúta-
skrivstovuni sigur, at tað
er ikki lætt at fáa politi-
loyvið. Tað krevst, at per-
sónurin er álítandi, so-
leiðis at einki misbrúk
kann fara fram.
Tað finst eingin
spreingiútbúgving í Fer-
oyum. Heldur ikki verða
skeið hildin, so einki
prógv kann krevjast, men
vanliga krevur Þpoliti-
myndugleikin eina váttan
uppá, at viðkomandi dug-
ur at fáast við spreinging,
verður upplýst á fúta-
skrivstovuni.
Men tað er ikki altid
líka lætt at fáa eina vátt-
an, tá onkur frá smábygd-
unum ynskir at fáa eitt
loyvi, tí har er ofta eingin
sum fæst við spreinging
— sjálvt ikki kommunan.
Í slíkum førum er einki
annað at gera, enn at líta á
viðkomandi.
Ein goymslukassi
Sum áður skrivað í Sosi-
alinum er tað ikki loyvt at
hava meira enn 1 kg av
lóðuri liggjandi. Undir
serligum umsteðum kann
loyvi tó verða givið til at
goyma 5 kg.
Tað er ymiskt, hvussu
spreingievni verður
goymt. Helst ikki er tað
óvanligt, at tað verður
goymt í tilvildarligum ar-
beiðsskúrum. Men tað
finnast betur goymslur —
m.a. hesin stálkassin,
sum sæst á myndini.
Hann er tryggjaður við
tveimum lásum, soleiðis
at tað skuldi verið ógjer-
ligt at brotið ein slíkan
upp.
Kassin, sum fæst bæði
til dynamitt og perlur,
verður í Feroyum seldur
av C.C. Johansen.
Nýggja bókasavnið seinkað
Bókasavnið seinkað
Byggingin av nýggja
landsbókasavninum er
seinkað nógv. Ætlanin
var at flyta í nýggju
húsini 1. maí í ár. Nú er
arbeiðið = so mikið
seinkað orsaka av yms-
um trupulleikum at
flutt verður ikki í helini
fyrr enn í januar næsta
ár.
Annars verða tær
fyrstu bekurnar fluttar
á nýggja bókasavnið í
hesi vikuni. Tað er vis-
indadeildin, ið verður
flutt, orsaka at nú-
verandi helini hjá hesi
deildini skulu nýtast til
undirvísing.
Tað verður mett, at
samlaði prísurin fyri
nýggja landsbóka-
savnið fer at toga upp í
móti 9 miljónum krón-
um. Tá tilboðini vórðu
opnað í mai mánaði
1976 ljóðaði arbeiðið
uppá 5,2 miljónir. Her
var kortini ikki íroknað
innbúgv fyri 700.000 kr
og ymiskt annað.
Mugu húsast her nakað enn
Norðstreymoyar
Javnaðarfelag
Til løgtingsvalid hevur
Norðstreymoyar Javn-
aðarfelag gjørt hendan
listan:
Fróði Durhuus,
skipari, Hósvík, Dal-
bertg Dalberg Hansen,
fiskari, Kollafjorður,
Andrias Hejgaard,
vrakari, Vestmanna,
Kári Petersen, advo-
katur, Tórshavn.
Silvurbrúdleyp
Í gjár 17. oktober
hevdu hjúnini Sólrun
og Jóannes Rubeksen
silvurbrúdleyp.
Fødingardagar
Hosdagin 19. oktober
verdur Kaj Thomsen
uti i Bø, Svinoy 71 år.
Leygardagin 21. ok-
tober fyllur Markus
Jacobsen í Norðdepli
70 ár.
Fyrilestrareð
Í annaðkveld byrjar fyrilestrarrød á Fróðskapar-
setrinum um orku og orkuspurningar. Tað er Bogi
Hansen, lærari á Steðisútbúgvingini, sum leggur
fyri. Hann viðger serliga evnið, hvat orka er. Ætl-
anin er at hava 5 til 6 fyrilestrar í heyst. Fróð-
skaparsetrið upplýsir at fyrilestrarnir hava ser-
stakt atlit at orkutervi Føroya í Framtidini. Við-
gjerd verða evni sum: hvat orka er, orkukeldur í
jerðini, vindorka, alduorka, el-framleiðsla, orka
og samfelagið. Ætlanin er at enda sjálva fyri-
lestrarreðina við einum panelfundi um orkuspurn-
ingar.
Fyrilestrarnir verða allir hóskveld kl. 20. Lýst
verður í útvarpinum so hvert.