Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 78 — 18. oktober 1978 Hondbóltsúrslit um vikuskiftið Leygardagin vórðu 9 dystir leiktir. Úrslitini eru hesi: Gentur 2. deild kvinnur Kvinnuunglingar 3. deild menn Dreingir Smádreingir 1. deild kvinnur Gentur 2. deild kvinnur MB — Royn MB — GI 14—10 GI — Stjørnan 26 Kyndil A — Stjørnan 17—11 Kyndil — Stjørnan 18—15 Kyndil A — Stjørnan 39—1 Kyndil — Stjørnan 9—9 VB — Neistin A 6—11 VB — Royn 11—8 3—10 Sunnudagin vórðu 8 dystir leiktir. Urslitini frå hesum eru hesi: Gentur 2. deild kvinnur 2. deild menn 2. deild kvinnur Kvinnuunglingar 2. deild menn 1. deild kvinnur VB — Royn VB — Neistin Kyndil B — VB Søljan — Royn SI — VIF SIF — VIF Neistin — VIF Neistin vann uttan dyst Neistin — VIF 29—7 2—6 10—16 28—10 15—7 3—12 37—18 Mansunglingar Ársfundur fótbóltsdeildarinnar:| Øll vaksnamannadeildin skal nú kappast í eini felags steypakapping Tað eydnaðist ikki fótbóltsdeildarnevndini, at fáa uppskotið um stounsetan av Fótbóltssambandi Føroya viðtikið Seinasta leygardag var ársfundur fótbóltsdeild ÍSF's hildin í Havn, og vóru umboð úr nærum øll- um fótbóltsfelegum kring landið mett. Formanns- frágreiðingin Formansfrágreiðingin hjá Kristjan Olsen, har hann m.a. tosaði um ar- beiðið deildarinnar við lógum o.g. til stovnsetan av einum sjålvstøbugum Fótbóltssambandið Fer- oyar, sum tó skuldi vera limur í ÍSF, var góðtikin uttan stórvegis viðmerk- ingar. Lógarbroytingar Frá felegunum vóru inn- komin ymisk uppskot um lógarbroytingar. Tað fyrsta, ið kom til viðgerð- ar á fundinum, var frá EB og snúði tað seg um at øll vaksnamannadeildin, t.v.s. 1., 2. og 3. deild, skuldi samskipast i eina steypakapping, ið skuldi nevnast: Hin feroyska steypakappingin. Tóku positivt undir Fundarluttakarnir = tóku allir undir við tankanum um at skipa verður ein steypakapping og verður hon leikt á fyrsta sinni komandi leikár. Leikreglur Fundurin samtykti, at har annað ikki var tilskilað vóru kappingarreglur ÍSF's galdandi. Aftaná drúgt tjak var eisini funnið fram til hvussu kappast skal: 3. deild verður fyrst leikt niður í 16 lið, og kappast hesi 16 so móti hverjum eðrum og er hetta at rokna sum fyrsta umfar. Tey 8 vinnandi liðini halda fram til næsta umfar, tá tey 8 liðini í 2. deild eisini koma við í kappingina. Hini 16 spæla so, aftaná lutakast, ein dyst hver, og skal dysturin avgerast, um neyðugt við brots- sparkskapping. Tey 8 vinnandi liðini halda fram til triðja umfar og koma tey 8 1. deildar- liðini tá við í kappingina. »Cup-kapping« Fram til semifinalurnar verdur leikt eftir ti so- nevnda »cup-kappingar- håttinum«, t.v.s. at tað lið, ið tapir dyst, fer úr kappingini, men tvær semifinalur, ein å heima- og ein á útivelli, skulu leikast. Bert ein finala Harafturímóti skal bert ein finala spælast, og skal hon spælast í Tórshavn. Eg royndi at spyrja nakrar av fundarluttakar- ar, hví teir ynsktu tveir semifinaludystir, men bert ein finaludyst, men tað sýntist sum um eingin hevði veruliga hug at svara mær hví. Verandi kappingar Av verandi steypakapp- ingum, í vaksnamanna- deildini, er tað bert Ísa- fjarðarsúlukappingin, ið heldur fram á sama hátt, og skal bert kappast um hana til hon er vunnin til ognar av onkrum felagi. Aftaná skal staða takast til um 1. deild eisini fram- yvir skal hava eina ser- staka steypakapping. Avgjert var, at kom- andi ár vera tað bert tey lið í 2. og 3. deild, ið hava vunnið hver sín lut í steypunum, ið kunna kappast um tey. Missa rættin til heimavøll Eitt uppskot frå TB, um at lið, sum í fyrru helvt av kappingini, ikki møtir til útidyst missir rættin til heimadystin móti sama liði. Ístaðin skal dysturin leikast á vellinum hjá mótsteðuliðnum. Um lið ikki metir til útidyst í seinnu kappingarhelvt, tá skal tað bera allar tær út- reiðslur, ið mótsteðuliðið hevði í samband við sín útidyst, var væl móttikið av fundarluttakarunum vóru flest øll umboðini fyri uppskotinum, ið varð við- tikið. Summarfrí Einstakir fundarluttakar- ar heittu eisini á nevndina, um at hon, tá hon legði kappingina til komandi leikár, hevði summarfrítið skúlans í huga, og so vitt gjørligt legði dystirnar i yngru deildunum uttan fyri hesa. Aðrir luttakarar ferdu fram,at eisini eldru deild- irnar máttu hava stuttan summarsteðg, ið m.a. kundi nýtast til uttan- landsvitjanir o.a.t. Hetta helt onkur nevnd- arlimur samsvaraði ikki við ynski frá seinasta árs- fundi, um at kappingin var stytt so nógv sum meguligt. »Fotboltssamband Føroya« Fyri fótbóltsdeildar- nevndina legði formaður- in, Kristjan Olsen, fram uppskot um at feløgini skuldu hittast aftur til fundar 18. november, fyri at stovnseta eitt sjálv- stødugt »Fétboltssam- band Føroya«, ið tó skuldi vera limur av ÍSF, á nek- urlunda sama hátt sum KSI er limur av íslendska ítróttarsambandinum ISI og DBU (Dansk Boldspil Union) av DIF. Kristjan segði, at ein hevuðsorsek til, at teir nú legdu uppskotið fram, var, at ein fyritreyt fyri: altjóða viðurkenning og limaskapi í FIFA er sjálv- stødugt fótbóltssamband. Á fundinum tann 18. november vildi nevndin leggja fram lógaruppskot, uppskot um uppbyggjan o.a.t., og um felegini ikki kundu góðtaka hesi upp- skot tá, tá ber tað jú sjálvsagt ikki til atstovna nakað. — At vit kalla saman til stovnandi aðalfund, er ikki eins týðandi við at tit stovnseta Sambandið, segði Kristjan. Um Sam- bandið varð stovnað, er tað tó ein fyritreyt at aðal- fundur ÍSF's góðkennir stovnanina, endaði Kristj- an. Stóra mótstøðu Hetta uppskot deildarinn- ar metti stórari mótsteðu frá forseta ÍSF's, Jógvan Arge, ið segði, at um tílíkt Samband skuldi stovnset- ast, máttu lógir ÍSF's broytast frammanundan og ti mælti hann frá at samtykkja uppskot deild- arinnar. Orsakað av hesari mót- stødu ÍSF-forsetans. stóð drúgt orðaskifti, einahelst millum Jógvan Arge sjálvan og Kristjan Olsen, og endaði orðaskiftið við at Jógvan legði fram upp- skot um at álagt varð fót- bóltsdeildini og stjórn ÍSF's innan 10 dagar at taka upp samráðingar um reglugerð fyri stovnsetan av sersambondum innan ÍSF og leggja hesi úrslit fyri aðalfund ÍSF's tann 13. januar 1979. Atkvett varð um bæði. uppskotini og fekk upp- skot Jógvans flestar at- kveður og varð sostatt samtykt. Viðmerking Her loyvi eg mær at koma við einari viðmerking. Eg skilji ikki at áleggj- ast skal fótbóltsdeildini at gera eina reglugerð fyri stovnsetan av sersam- bondum innan ÍSF. Hví skal áleggjast fótbólts- deildini at gera eina felags reglugerð, ið meguliga ikki kemur at hóska til aðrar ítróttargreinar sum t.d. hondbólt, borðtennis ella badminton, um nú hesar deildir eisini ynskja at gerast sersambond? Hetta kann fera við sær at reglugerðin als ikki verður samtykt á aðalfundi ÍSF's og so verður meguliga long tíð áðrenn >Fótbólts- samband Feroya< verður: stovnsett. Eisini má hav- Dv