Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. oktober 1978síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Dimmalætting ber ósann- indir úr enda í annan ! Dimmalætting hevur hvørki vent sær til flogvøllin ella til Sam fyri at fáa leysatíðindini váttað ella avsannad! Dimmalætting bar leygar- dagin tey tíðindi á forsið- uni, at hálv landsstýris- manningin við legmanni á odda troðkaðu ferðafólk burtur úr flogfarinum týs- dagin í síðstu viku fyri at sendinevndin kundi sleppa við flogfarinum! Men hetta er ikki rætt. — Tidindini eru ósann- indir úr enda í annan, verður upplýst á flogvøll- inum í Vágum. Eingin varð troðkaður í land. Landsstýrismann- ingin við fulltrúum varð bókað inn til tað fyrsta flogfarið. Hvørki tað fyrsta ella tað seinra flog- farið týsdagin vóru full- sett, verður sagt av flog- vellinum. Við eðrum orðum var ikki eitt av ferðafólkunum noytt at fara í land aftur av flogfarinum, fyri at landsstýrisnevndin kundi sleppa við. Útvið 20 pláss vóru eftir í flogfarinum. Sam fór ikki undan rutuni Tíðindini snúgva seg ikki bert um flogviðurskiftini. Ferjan Sam fær eisini holvda eina lygn yvir seg. I Dimmalætting verður sagt: >Tá ferðafólkini úr Havn týsmorgunin komu til Vestmanna, var ferjan farin. Tad visti seg, at landsstyrisnevndin var komin hagar undan rutu- bilunum, og bod vóru so givin um at fara yvirum til Oyragjógv — tað var einki at bíða eftir rutuni, hon kundi koma við næstuferð. (Okkara undir- strikingar). Dimmalætting fær tíð- indini at ljóða soleiðis, at tað var landsstýrið, sum gav boð um, at Sam skuldi sigla. Og tíðindini eru fyri so vítt eisini eitt álop á manningina á Sam.. Hesin parturin av greinini er eisini ósannur. Skiparin á Sam, Torkil Ol- sen, sigur, at hetta er av- gjert ikki beint. Veruleikin er haraftur- ímóti hann, at ell ferða- fólkini rúmaðust ikki við. Torkil Olsen sigur, at hann visti, at ein bussur var ikki komin fram, men hann tordi ikki at bíða eftir honum, tí so vildi ferðafólkatalið koma upp um tað loyvda markið. Tá avtornaði vóru tað sjey ferðafólk, sum ikki sluppu við, men Sam fór beinan vegin eftir teimum. Tá. Sam kom út aftur á Oyra- gjógv, stóð bilur fyri teimum. Annars kann upplysast, at ell sluppu við flogfar- inum tann dagin. Sannleikin, Dimmalætting og blaðetikkur — Tíðindi í Dimmalætt- ing eru eins sonn og alt tað, sum hevur staðið í Dimmalætting seinastu árini — tann reini heila- spuni, sigur Jákup Lind- enskov, landsstýrismað- ur. Jákup Lindenskov skuldi til samráðingar við donsku stjórnina miku- dagin og hevði bílagt ferðaseðil í góðari tíð til týsdagin. Tá hann var »kekkadur inn«, fekk hann eisini at vita, at hann skuldi vid ti fyrsta flogfarinum. — Annars tykist mær, at greinastubbin er meiri óndsinnaður enn sannur fyri at siga tað milt. Dimmalætting átti sjálv- andi at fingið tíðindini váttað ella avsannað. Hetta skuldi verið tann fremsta skyldan hjá ein- um blaðmanni. Men hetta sigur ikki so lítið um blað- etikkin á stersta dagblað- num í Feroyum, sigur Jákup Lindenskov. málverjar í Kaggamálinum NIÐUNN 1403 Bld (I) BRUKTIR BILAR Saab 99, 5 år, koyrt 80.000 km., útgjald 9.000 kr. Saab 99, 9 år, koyrt 90.000 km., 5.000 kr. kon- tant. Saab 96, 6 1/2 år, koyrt 80.000 km., utgjald 5.000 kr. VW Golf, 3 1/2 år, koyrt 31.000 km., útgjald 8.000 kr. Rambler Hornet, 5 år, koyrt 54.000 km., útgjald 7.000 kr. Volvo 144, 5 år, koyrt 180.000 km, utgjald 8.000 kr. SAAB-SERVICE YVIRI VID STROND - TELEFON 15053 - 15054 DR JB GLUX PSYKIAT RIKER Eg haldi, at tad er for- nuftigast, at leggja rusksteðina nær við ein flogvell, so roykurin kann nýtast hjá pilot- unum at meta ættina eftir. * Um Grækarismessu telja vit tjaldur og seinri á vári telja vit smálomb, men nú í heystfrítiðini telja vit Oli í Aarstovu í Áheitanin í seinasta blaði um at skriva um orku hevur higartil bert givið eitt úrslit, men tað hava teir biðið meg taka mær av. Tað ljóðar stutt og greitt: >Ég orki ikki«!