Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 1978síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 21. oktober 1978 sosialurin Føroyar fingid umbod i týðandi fiskinevnd Kjartan Hoydal, fiskifrødingur, valdur til formann í altjóða botnfiskanevndini Teir báðir fiskifrødingar- nir, Kjartan Hoydal og Hjalti í Jákupsstovu, vóru í síðstu viku á ICES- ársfundi í Keypmanna- havn. Hetta er vanligur ársfundur, har fiskifreð- ingar úr teimum 18 lima- løndunum metast og leggja fram tilfar, met- Er nakað á vási, sum tú vilt hava í blødini, so ring — vit eru til reiðar. Telefonir okkara eru 14720 og 11820. ingar, tel og royndir, sum hava verið í farna ári. Á ársfundinum“ varð Kjartan Hoydal valdur til formann í eini undirnevnd i ICES. Tað er botnfiska- . nevndin, har allir spurn- ingar viðvíkjandi toski, hýsu, upsa 0.ø. verða við- gjørdir. Heidurstarv Hjalti i Jákupstovu sigur i samreðu við Sosialin, at við hesum formansskapi hava Feroyar nógv betri umsteður at fylgja við og vera við í teimum ráðum og avgerðum, sum verða tiknar í fiskispurningum. Umframt hesa nevndina eru nevndir fyri flotfisk, skeljafisk og æti, nevnd fyri reiðskap o.s.fr. For- menninir verða valdir 3. hvert ár og sigur Hjalti, at millum fiskifreðingar- nar verður hetta starv mett sum heiðursstarv. Formannskapurin í botnfiskanevndini gevur eisini Feroyum limaskap í teirri sera týðandi nevnd- ini undir ICES, nevniliga »Rådgevandi nevndini fyri fiskiskap<, sum gevur tey officiellu ráðini frá ICES víðari til fiskivinnutjóðir. Hvert land sær hevur ein lim í nevndini. Feroysk og grenlendsk áhugamál hava verið umsitin av danska umboðsmannin- um. Hjalti í Jákupsstovu sigur víðari, at við okkara limaskapi í ráðgevandi nevndini fyri fiskiskap hava vit munandi betri meguleikar at fylgja við, fáa upplýsingar og koma við okkara hugsan um tað, sum fyriferst innan fiskiskap í Atlantshavin- um. HETrA ER SABoTASvA ÅDOLF / SNKUR HEVUR SEYMSÐ UPP FYRI 1 Kjartan Hoydal Arktiski toskurin Å fundinum i Keypman- nahavn komu fiskifrø8- ingar til tað úrslit, at arktiski = toskastovnurin hevur verið heilt yvir- mettur. Tað hevur verið fiskað nógv meir av smá- fiski í 1973—74, enn stovnurin tolir. Hetta hevur gingið út yvir tann toskin, sum nú skuldi verið gýtingarbúgvin. Fundurin samtykti tí at ráða teimum ávarandi fiskivinnutjóðunum til at N minka fiskiskapin úr 850.000 tonsum í niður í 600.000 tons í 1979. Um hetta fer at fáa avleiðingar fyri Føroyar er ikki greitt enn. Vit hava eina kvotu uppá 8.500 tons og skal hon tilsvarandi minkast, verður kvotan uppá 6.000 tons í 1979. Svartkjaftur Svartkjafturin varð eisini umreddur á fundinum. Hjalti í Jákupsstovu sig- ur, at lond leggja stóran dent á svartkjaftakann- ingarnar. Hann heldur, at tað hevur stóran týdning fyri føroyingar, at vit fáa upplýsingar um, hvat onnur lond gera í hesum sambandi. Ti útviklingur- in á hesum eki er stórur. Annars vórðu menn samdir um, at svart- kjaftastovnurin er millum 6 og 10 mill. tons. Tá mest var at fáa av svartkjafti undir Feroyum í ár, vóru umleið 2 mill. tons av svartkjafti á feroyskum eki, meta fiskifrødingar. Síða 3 Skula vit hava eina felags brennisteð og hvar er best hóskandi staðið til eina tílíka? > PA e 5 ae ; Gisli Ramussen, bilferari: — Jú, og best hósk- andi stað haldi eg vera antin á Glyvursnesi ella við Lamba. Millum Sund og Hvítanes skal hon ikki liggja, tí har fer hon bert at oyði- leggja tað vakra nátt- úrugkið, sum har er. fyristeðumaður: — Hatta haldi eg vera ein politiskan spurn- ing. Eitt hóskandi stað? Ja, so skal tað vera eitt, har ein lætt- liga sleppur av við ruskið, sum ikki kann brennast, t.d. bilar. Ruskposar eru lættir at brenna, men tílíkt, sum ikki brennir, er ofta best at grava niður í jerðina. Ti er eitt hóskandi stað, har slíkt kann gravast nið- ur og mold koyrast om- an yvir aftur, so tað liggur fjalt. Jens Pauli Heinesen rithevundur: — Ja, tað haldi eg av- gjørt. Men hitin, sum kemur frå, skal ikki fara til spillis, hann skal nytast. Eitt hosk- andi stað haldi eg vera millum Hoyvík og Hvítanes. Tað liggur miðskeiðis í landinum, so t.d. sumbingar og viðareiðismenn hava líka langan veg. Tað verður heldur ikki dýrt at geva veg til tað staðið.