Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 1978síða 6

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin — Nr. 79 — 21. oktober 1978 Eru tit ikki í so smartir Grovt demi um manipulatión við veljara meiningum, til tess at kanna um ósann. indi framborin nóg ofta kunnu ávirka at- kveðugreiðslu manna. Dimmalætting hevur sent 1000 spurnaðarbleð út til føroyskar veljarar. Spurningarnir eru so vis- indaliga uppbygdir, at teir í sjálvum sær eru mani- pulatión við veljaramein- ingum. Kanningin er 100% subjektiv (einvis), ti hon kallar nakað øko- nomiskt/politiskar spurn- ingar, sum ógvuliga lítið lýsa týdningarmestu øko- nomiskt/politisku viður- skiftini í Feroyum. Hon byggir á, at Dimmalætt- ing hevur valt sær nekur mål út: Loysing, yvirtøk- ur, kommunismu, av- kristnan, skrokkamál og onnur og ger tey til hyrn- issteinin í politiska tjak- inum i dag. Stødugt trúttan og 6- sannindisskriving um menn og flokkar i hesum málum hevur verið ferd, og nú skal mátast við marknaðarkanning eftir bestu selu- og reklamu- prinsippum, hvussu end- urtøkan virkadi, so Dimma fær at vita, um tað ber til at halda fram uttan at hon verður av- dúkað. Vit kundu sakliga tikið tjak upp, um tað var rætt ella skeivt at bera hendan fremmanda gallup sið til Feroya. Tað verður als ikki boðið til frá Dimmu síðu. Menn hava yvirhevur hildið, at gott var, at hes- ar erkymlandi kanningar- nar hevdu vit ikki. Kann- ingar, sum kundu leiða støduveikar politikkarar burtur frá sakligum av- gerðum — tí givið er, at ógrundað letuynski, ikki altíð eru rætta leiðin at ganga í ávísum avgerðum. Men fyri løtuvinning — sum er at vera hann, sum fyrstu ferð sleppur at manipulera við at lata fólk velja millum tað, sum sagt er at vera svart ella hvítt, á ein slíkan hátt, at fólk gloyma, at aðrir litir eru til, ella gloyma, at ikki er givið, at tað, sum Dimma sigur er hvítt, er hvítt, ella tað sum Dimma sigur er svart er svart, roynir nå P. Ellefsen at bera eitt av sinum »bluff- nummørum« fram. Hann og Dimmalætting gera sær ikki greitt, at tå tey nú hava opnað »ball- ið<, fáa vit hundraðar av líkum kanningum, har tann, sum stílar fyri, kann grugga stødutakanar- grundarlagið við nýggjum detinitiønum av hvítum og svertum, so alt fyri fjøldini gerst grátt í grátt. Allir fara at siga seg bera svart ella hvítt fram at velja ímillum, men kortini verða allir litir í boði, tí so mangir fara at spyrja. Dimmalætting sigur, at »Observa« hevur valt spurningarnar 100% ob- jektivt, t.v.s. avvegaðar og lýsandi allar týðandi tættir málsins. Hver hugsandi sál dugir at meta, at her hev- ur Dimmalætting villleitt »Observa«, og tað kann hon jú fyri pening. Tá »Observa« letur seg keypa til at gera marknaðar- kanning, ger hon tað fyri keyparan og ger í felag við hann spurningarnar. Nú kann hvert smábarn síggja, at > »Observa« hevur lítlan kunnleika havt til feroysk viður- skifti, og hevur 100% slúkt teim spurningum, sum P. Ellefsen (tað sigur orðalagið) hevur ynskt svaraðar út frá tí, at teir geva svar uppá, um hans- ara óreiðiliga og ósanna agitatión hevur virkað. Nú veit eg, at hann iva- leyst verður vónsvikin av svarinum, men kortini, her hevur hann enn eina- ferð avdúkað, at hann als ikki hugsar seg um, áðr- enn hann roynir at vera »Smartur«. »Smartur« er ein, tå ein inntil tað ótrúliga einfald- ger — foreinklar — megu- leikarnar fyri at lýsa eina sek við at skera 10 megu- leikar fyri svari burtur og bert letur tveir standa opnar eftir. Nú hevur útvarpið sagt okkum, hvat spurningar- nir snúgva seg um, og kann ein tí viðgera demi uppá, hvussu teir kundu verið settir fram, hverjar eykaspurningar ein kundi spurt, og hverjar megu- leikar ein sker burtur. Tað kundi verið í lagi, at fólk vera spurd um, hvussu tey atkvøddu sein- ast, og hvussu tey ætla at atkveða komandi val. Persónliga meti eg ikki, at tað verður til fyrimuns fyri føroyskan politikk hetta heldur, men er tað so sín sak, men tá ein aftaná fer at manipulera, so má hver rætthugsandi menniskja siga: Nei, nú eigur at vera talað at! Eitt hitt besta dømi um, hvussu slík gallupkanning setir hin spurda skák og mát er spurningurin um loysing/ikki loysing: Í hesum spurningi eru bert tveir meguleikar: Heima- stýri/ella loysing. Einki pláss hjá teim at svara, sum ikki ynskja loysing, men t.d. sjálvstýri stig fyri stig. Ella hjá teimum, sum ynskja eina aðra heimastýrislóg. Ella hjá teim, sum ynskja at út- fylla karmin í heimastýr- islogini og síðani broyta ella vika hann, men sum tó ikki ynskja loysing. Ella hjá teim, sum fyri at varðveita óbroytt stjórn- arviðurskifti vilja ganga so langt sum inn i EEC. Hetta er hin mest óvís- indaligi. og dilletantiski spurningurin í allari kanningini. Saman við teim eftirfylgjandi um yv- irtøkur, er hann spurning- urin, sum meira enn annað sýnir, at her er talan um manipulation av grovasta slag. Men ein Ellefsensk manipulation skuldi vera grovari enn aðrar. Hevur ein svarað ja til, at ein ynskir heimastýris- skipanina, noyðist ein at góðtaka, at yvirtekur verða av og á. Kortini roynir spyrjarin (P. Ellefsen) at fáa fólk at trúgva, at tað ber til at hava eina heimastýris- skipan, sum er gamla amtsteðan, nevniliga eina skipan uttan meguleika fyri broytingum. Men amtsteðan er ikki í familju við heimastýri, og tí er sambandsfatanin av heimastýri heldur ikki í familiu við logiska hugsan ella sunna fornuft. Hin spurdi skal mingulerast ella manipulerast til, at svar hansara kann nýtast til prógv um, at Feroya fólk 32 ár aftaná 1946 ynskir amtstøduna aftur. Danska stjórnin og sambandið gjerdu í 1946 tann »brølara«, at Føroya fólk bert fekk meguleika at velja millum >Reger- ingsforslaget«ella loysing. Teir kvaldu meguleikan fyri, at tey kundu siga ja til »Vina- og frælsisbræv- ið< (Heimastýrisskipan- ina) og provokeraðu eina hina fløktastu og torfør- astu politisku kreppuna fram í ríkisfelagsskapsins søgu. Tá tað var gingið galið bakkaðu Dimmalætting og sambandið, men tað kundi verið ov seint. Dimmalætting ger í 1978 sama brelara aftur við at siga, at eingir litir eru til uttan svart og hvítt í stjórnarmálum. Ein spurningur er um landsstýrisins handfaring av studningsmálinum til rækjutrolaran Svalbard. Her kundi ein hóskandi spurt um stødutakan teir- ra spurdu til atburð P. Ellefsens, tå hann frå tingsins talarapalli — i samband HL av landsbankamålinum — segði ósatt, tí hann helt, at eingin visti, at rættar- semjan hevði givið Konum munnkurv. Hann royndi at fáa við í semjuna, at hann framvegis — hóast hann viðgekk, at A. Ab- salonsen einki skeivt hevði gjørt, og harvið landsstýrið einki skeivt hevði gjert — hevði loyvi at siga, at ov lítil egin- peningur var til. Hetta var honum nokt- að í semjuni. Men slík forboð rekka ikki inn á tingsins talapall og ber tí til ósnikkaður at siga ósatt har: Spurningarnir passandi ljóðað so: Er tað forkastiligt, at P. Ellefsen í tinginum við ósannind smýgur sær undan at hann ongan rætt hevur at siga, at ov lítil eginpeningur var til? ella Er tað tilgeviligt, at maður soleiðis kroystur nýtir sæg ósannind til verju? kundu .Dnar spurningur er um, hvussu landsstýrið hevði greitt samráðingar- nar viðvíkjandi fiskiveiðu- rættindum feroyinga. Nú vita øll, at altern- ativ sambandsins hevur avdúkað, bæði meðan hann hevði fiskivinnuna at umsita í fyrra lands- stýrinum — og tí slapp at lurta eftir slíkum samráð- ingum — og síðani, hevur avdúkað, at hann einki veit um sáttmálarnar, sum galda ella guldu fyri Feroyar. Hann hevur jú givið russum 10.000 tons av toski undir Feroyum. Hví ikki lata tey, sum siga ja til, at landsstýrið hevur klárað seg vánaliga, fáa ein eykaspurning soljóð- andi: Hevdu tygum torað at latið Eli Nolsøe ella P. Ellefsen staðið fyri hesum samráðingum? Tá ein spurningur er, um ein ynskir sosialismu, átti at verið spurt um stødutakanina til, at javn- aðarpolitikkur, sosialde- mokratiskur politikkur verður útlagdur sum Framhald á síðu 18 Hvat velur tú? Andstødan í valskeiðinum 1974-78 er tann neyðarsligasta, vit nakrantid hava upplivað í foroyskari politiskari SOgU. — Hava vit ráð til at risikera, at tey framstig, sum gjerd eru tey seinastu fýra árini, skulu lorkast burtur av so evna- leysum og ábyrgdarleysum monnum, sum teimum, sum hava teknað andsteð- una hetta valskeiðið, spyr Jóannes Dals- gaard, lærari á Tveroyri. Og hann heldur fram: Tað er einki yvir at dylja, at nógvir javnaðarmenn vóru eitt sindur í iva, tá flokkurin kastaði saman við tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum. Tað er eingin grund til her at koma inn uppá hví, tí tað er sjálvandi upplagt fyri øllum javnaðarfólki. Nú hevur samgongan so sitið eitt skeið og vit eiga at spyrja, hvussu hevur hetta skeið roynst — bæði javnaðarpolitikkinum ser- liga og ti føroyska sam- felagnum sum heild. Javnaðar- politikkurin Tey mál, sum javnaðar- flokkurin setti sær fyri at fremja eru øll uppløgd javnaðarmál og vóru tey kunngjørd eins og hini málini í samgongusått- málanum. Málini vóru, sum tey flestu kanska minnast: 1) eitt nýtt skip til suð- uroyarsiglingina — hetta er framt. 2) ein skipan, ið javn- stillaði tímalent og fast- lent undir sjúku — hetta er framt við dagpenga- skipanini. Leggið merki til, at henda skipan eisini umfatar útróðrarmenn og barnakonur samt fólk í egnum virki t.d. keyp- menn, meistarar o.a. 3) Ein landsbanka, ið kann taka sær av banka- málum hjá tí almenna og verða við í tí stýring av samfundsøkonomiini, sum allir økonomar i dag halda vera avgerandi neyðug. Hetta er eisini framt. 4) Eina almenna betan av viðurskiftum arbeiðar- anna. Hetta er framt við nýggjari prístalsskipan og Jóannes Dalsgaard við lækking av arbeiðis- tíðini. 5) Eina nýskipan av lánimeguleikunum fyri sethúsabygging. Eftir at iríflatiónin á grundstykkj- um tók seg upp er nú aftur fyri fyrstu ferð gjerligt hjá einari vanligari familju at fáa eini hús upp til ein yvirkomiligan pris.. Hetta vóru hevuðsmálini, og eru tey, sum ell kunnu kon- trollera framd. So nógv javnaðarmál Framhald á síðu 21