Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 21. oktober 1978 Traderline: sosialurin — Vit klara ikki at kappast við statskassarnar Millum annað av tí, at ætlanin er, at Norð- urlond í felag skulu byggja eina ferju til sigling millum Feroyar og grannalondini, hevur skipafelagið Traderline enn ikki tikið endaliga avgerð um bygging av nýggjum farmaskipi. Rósing Rasmussen, reiðari, sigur, at teir ikki hava rygg til at berjast við norðurlendsku statskassarnar um farmaflutning til og úr Feroyum. — Vit hava leingi havt ætlanir um at byggja eitt farmaskip, men vit hava ikki tikið nakra avgerð enn. Ti talan er eisini um, at ein norðurlendsk ferja skal byggjast til sigling millum Feroyar og onnur lond. Millum annað av hesi orssk hava vit bíðað við okkara avgerð, tí vit hava ikki rygg til at berj- ast við norðurlendsku statskassarnar í kapping- ini um farmaflutning. Hetta sigur Rósing Rasmussen, stjóri á Landshandlinum og reið- ari, uppá fyrispurning um, nær Traderline fær eitt nýtt faramskip. Ein embætismanna- nevnd hevur arbeitt við spurninginum um eina norðurlendska ferju og hevur gjert eitt tilmæli til fundin hjá Norðurlanda ráðnum, sum verður í Oslo í februar næsta ár. Nevndin mælir til, at ferj- an verður bygd og at hon kemur at sigla alt árið millum Feroyar, Ísland, Danmark, Skotland og Noreg. Sambært tilmæli nevndarinnar skal vetrar- siglingin fyrst og fremst byggja á farmaflutning. Krøvini ov stór Rósing Rasmussen sigur, at farmaskipaflotin í heiminum er í tonsatali dupult so stórur sum terv- urin. Ti kunna tey lond, sum sigla biligast, undir- bjóða hini í kappingini um flutning av farmi. Í Fer- oyum, eins og hinum Norðurlondunum, eru krevini um hægri hýrur og meiri frítið so stór, at vit ikki longur kunna vera við í kappingini. — Okkara sigling er vorðin ov dyr. Vit prisa okkum út. Rósing Rasmussen visir á, at fleiri útlendsk skipa- felog flyta veru til og úr Feroyum. Og feroysku feløgini hava ongar megu- leikar at verja seg móti hesum. Traderline hevur í let- uni fýra farmaskip, Rúna- tind, Arnatind, Krosstind og Nestind. Umframt leigar felagið Elsu F. ; Nestindur — feroyingar kunna ikki bjóða so biliga sigling sum onnur lond, sigur reið- arin ein fiskimaður sjúkur um- borð, rindar lenjavningar- grunnurin sjúkapeningin, meðan fiskimannafelagið letur sjúkapeningin, um fiskimaðurin verður sjúk- ur á landi. Higartil í ár hevur fiski- mannafelagið latið um 250.000 kr. í sjúkapen- ingi. Lenjavningargrunn- urin hevur árliga útgoldið um eina millión kr. í sjúkapeningi. — Men vit høvdu helst havt útgoldið meira, um fólk vistu, hverji rættindi tey hevdu. Ikki tí, vit hava gjert nógv fyri at upplýsa fólk um megu- leikarnar, men tað er líkt til, at fólk geva ikki slík- um gætur, tá tey eru frísk. Longri óbrotna hvíld Viðvíkjandi arbeiðstið umborð, sum eisini kemur fyri á fundinum hjá ILO, kundi føroysku viðurskift- ini verið betur. Í letuni skuldu fiskimenn í minsta lagi hava hvild í átta tímar um samdegrið. Av teimum skulu seks vera óbrotnir. — Men tað má sigast at vera lítið tryggjaður svevnur. Hetta er avgjørt í minna lagi. Vit hava tí lagt eitt uppskot fyri leg- tingið, har vit mæla til óbrotna hvíl í átta tímar, men hevur legtingið ikki gjørt nakað við spurn- ingin. — Hverji onnur mál hevur felagið arbeitt við? — Vit hava m.a. arbeitt fyri at fáa saltfiskaviðbót- ina hækkaða. Harafturat hava vit fingið nýggjar viðbetur fyri svartkalva og hemara. — Saman við MÚ hava vit arbeitt fyri at fáa flutt meira av peningi til rá- fiskagrunnin fyri at halda prísunum uppi, men hetta fer at muna lítið, um doll- arvirðið heldur fram við at falla, sigur Óli Jacobsen at enda. Síða 5 kring oyggjarnar Manningin á myndablaðnum NÚ, Rannveig, Her- man og Dagny Ikki samfelagsrevsandi Myndablaðið NÚ, sum hevur fimm ár á baki, er higartil komið umleið einaferð um mánaðin. Her- man Jacobsen, blaðstjóri, sigur, at tey leingi hava havt ætlanir um at geva blaðið út oftari. Tó hevur hetta ikki enn verið møguligt vegna ymiskar trup- ulleikar, men frá fyrst í komandi ári fara tey at royna at fáa blaðið út 14. hvenn dag. Mynda- blaðið er nú flutt í nýggj heli, og við tí eru umsteðurnar munandi betri, heldur Herman fyri. Spurdur um, hvat tilfar tey mest leggja dent á í Myndablaðnum, sigur Herman, at tað ongantíð hevur verið ætlanin at vera samfelagsrevsandi, men heldur upplýsandi og undirhaldandi. — Vit hava roynt at hava nakað væl av segu- ligum tilfari, prát við eldri fólk, frásagnir o.a.t Eftir teimum royndum vit hava fingið, er hetta tað, sum fólk flest vilja lesa, sigur blaðstjórin á myndablaðnum NÚ. A myndablaðnum eru umframt blaðstjóran Herman Jacobsen, Ranveig Hovgaard og Dagny Joensen. Tær hava starvast ávikavist tvey og eitt ár. Øll trý eru samd um, at við teimum bøttu um- steðunum, tey nú arbeiða undir, verður meguligt at fáa blaðið oftari út og somuleiðis at gera blaðið enn betri. Jehova stevna Frá tidindatænastuni hjá Jehova Vitnum hava vit fingið send- andi: Um vikuskiftið 21. — 22. oktober er Royn Hellin í Hvalba leigað út til Jehova vitni. Hon skal vera ramman um eina stevnu, har nógvir týðandi spurn- ingar verða vidgjørdir. Nógv verður tosað um ein »tidarinnar anda«, ið eyðkennir heimin uttan um okkum. Hver er hesin andi, hvussu kenna vit hann og eiga vit at lata okkum stýra av honum? Hesir eru spurningar, ið koma til umrødu, tá Jehova vitni hava stevnu sina í Hvalba. Hevuðsfyrilesturin á stevnuni verður hildin sunnudagin kl. 13.30, og hann hevur tað manandi heitið >Trúgvið gleðiboð skapinum<. Vit eru kristin tjóð, men von- loysið sæst hóast alt nógva staðni okkara millum, tí leggur hesin fyrilesturin og stevnan sum heild dent á at stimbra okkum og visa á, at lívið hevur eina meining. Komandi dagarnar fara Jehova vitni um alt landið at bjóða fólki til stevnuna, serstak- liga fólki í Suðuroy, og vænta tey, at nógv koma at hoyra, hvussu bibilskir spurningar verda vidgjørdir å ein- ari slikari stevnu Hondboltur um vikuskiftið Leygardagin 21/10 1978: KI. 13.00 H7T1 — Kyndil B, smådreingir Kl. 13.35 Kyndil B — Neistin B, piltar Kl. 14.10 Neistin B — Kyndil B, smågentur Kl. 14.45 Neistin — Kyndil, dreingir (vin- ardystur) kl. 18.00 Kyndil A Kyndil B, 3. deild menn Sunnudagin 22/10 1978: Kl. 13.30 Neistin D Kyndil A, pinkur Kl. 14.10 Neistin A GI, pinkur kl. 14.45 Neistin — GI, 2. deild, kvinnur kl. 18.06 SI — EB. kvinnuunglingar kl. 18.45 KIF — EB, 2 deild menn kl. 19.55 Neistin A EB smådreingir