Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 æe Nr. 79 — 21. oktober 1978 Fyrsti leikur: Grima framførir »Jeppa å Fjallinum« Ætlanin er at hava fyrstu framførsluna 12. november Um ein mánaða verður aftur høvi at síggja vælkendu donsku fólkakomedi- una, „Jeppa á Fjallinum« eftir Ludvig Holberg á føroyskum leikpalli. Tað er sjónleikabólkurin Gríma, ið er farin undir venjingarnar av hesum gitna og tíðarhóskandi leiki. Tað er eingin løtt uppgáva at skula framfera >Jeppa á Fjallinum« á palli. Flest øll fólk munnu kenna seg- una um hin gitna Jeppa, og ti krevst so mikið meira av teimum leikandi. Men Gríma er komin væl áleiðis við venjingun- um til henda nýggja leik. Ætlanin er at hava fyrstu framførsluna tann 12. no- vember. Helstverður farið út á bygd, meguliga til Húsavíkar at byrja við, men seinni er so ætlanin at koma til Havnar við leikinum. í Føroyum fyrr »Jeppi á Fjallinum« hevur verið framferdur í Fer- oyum fyrr. Seinast í Hal- dórsvík í 1970. Miðskeiðis í 50-unum var danski leik- arin Oswald Helmuth saman við eðrum i Føroy- um og spældi Jeppa. Ann- ars hevur leikurin verið framferdur bæði í Havn og í Vágunum fyri umleið hálvthundrað árum síð- ani Tað er týðingin hjá Ric- hard Long, sála, sum verður nýtt til framførsl- una av „Jeppa á Fjall- inum«. Richard er komin sera væl frá hesi týðing. Framvegis aktuellur Uppá fyrispurning hví Gríma hevur valt at leggja fyri við júst »Jeppa á Fjallinum«, sigur Kári Øster, ein av leikarunum i Grimu, at hesin leikurin er bæði stuttligur og inni- haldsríkur. — Hóast Jeppe fyri fyrstu ferð varð framferd- ur á Grennegadeteatrin- um í Keypmannahavn í 1722, so er leikurin líka aktuellur í dag. Hóast tíðirnar eru eðrvísi nú, so eru tey fyribrigdi, sum verða umredd í leikinum, eisini galdandi í okkara tíð, bert í einum eðrum búna — við eðrum per- sónum og eðrum yrkjum. Holberg væl dámdur Eyðun Johannesen verður leikstjóri til »Jeppa á Fjallinum>. Hann sigur, at tað, sum hevur eyðkent Grímu tað fyrsta leikárið, er, at bólkurin hevur roynt nakað nýtt, nakað, sum er annarleiðis. — Men vit ynskja eisini at framfera meira traditi- onellan sjónleik, sum fólki Teir venja Jeppa á Fjallinum. Kári Øster sum Jákup Skómakari og Einar Petersen sum Jeppe dámar. Ti hava vit valt Jeppa, sigur Eyðun Jo- hannesen. Og hann leggur aftrat: — Blása vit dustið om- anav, so er leikurin eins spegilsaktuellur i dag, sum hann var fyri meiri enn 200 árum síðani. Gera sjálvi leiktjøld Grima hevur gjørt sær stóran ómak at laga leikin til ta tíðina, sum leikurin er skrivaður um. Sjálvi gera tey leiktjeldini, og dentur verður lagdur á at gera hesi tjald, so tey hóska til tann upprunaliga Jeppa. Eisini klæðini skulu hava sín serliga dám, og tí hevur Gríma leigað klæðir úr Danmark, júst frá Jeppa'sa tíð. Hevuðsleiklutin sum Jeppi hevur Einar Peter- sen, sum ikki áður hevur spælt við Grímu. Hann hevur annars tikist eitt sindur við sjónleik fyrr. M.a. umsetti hann leikin »Ofridakroppar«, sum Havnar Sjónleikarfelag framførdi å sinni. Kåri Øster hevur leik- lutin sum Jákup skómak- ari, Rosa á Rógvi Joensen spælir Pernilla, Egil Dam er barónur og Birita Mohr er Eirikur Lakajur. Ann- ars hevur Eyðun Johanne- sen leiklut eisini. Allir leikararnir uttan Einar hava fleiri leiklutir. Ætl- anin er at framfera Jeppa fyribils til jólar. Annar leikur: Um supermarknaðir og brukaraørskap Feroyskur Dario Fo leikstjóri í Longu 1. desember samstundis sum Gríma framførir „Jeppa á Fjallinum« verður farið undir at venja annan leikin. Hetta er leikur eftir ítaliumannin, Dario Fo. e > Nýggi leikurin við Dario Fo er ein farsa og er bæði stuttligur og beinrakin. Leikurin eitur: »Vit kunnu ikki gjalda — vit vilja ikki gjalda«. Hann er um brúkaraerskap í super- Danmark higar brúkaraerskap i marknaðartíðini. Gríma fekk hugskotið til henda leikin á ferð í London í summar. Tá sóu tey leikin á enskum palli super- Framføra um kveldið — venja um dagin Tað verður strævin tið í vetur hjá sjónleikar- bólkinum Grímu. Men tey hava sjálvi valt tað — og teimum dámar tað. Hetta var tað fyrsta tú fekst varhugan av, tá tú sum blað- maður var til tíðindafund við Grímu miku- kveldið. Skráin fyri veturin 1978—79 er løgd við - umhugsan. Tað verður eitt sindur av hverj- um — skemtiligt og álvarsamt. Í blaðnum í dag hava vit umrett teir triggjar stóru leikir- nar, sum Gríma fer undir í vetur. Longu 12. november leggja tey fyri við fólkakomediuni hjá Ludvig Holberg, >Jeppa á Fjallinum«. Í februar koma tey við »Vit kunnu ikki gjalda — vit vilja ikki gjalda,« leikur um brúkaragrskap eftir Dario Fo, og í fhai fer Gríma á pallin við einum nýggjum leiki um gerandisdagin hjá feroysku fiska- gentunum. Gríma hevur gott eitt ár á baki. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari sjónleikasegu, at fimm fólk hava tikið seg saman og burturav arbeitt við sjónleiki. Fyrsti leikurin var >Kvæðið um kópakon- una<, sum Gríma sjálv gjerdi leikrit til. Hes- in leikur varð eisini framferdur í Íslandi og í Danmark. Síðani kom ungdómsleikurin, »Beiggin, Blóman, Diddan og Dukkan« og seinast småbarnaleikurin, >Litsúgvarin<. Figgjarliga hevur gingið striltið hjá bólk- inum. Landsstýrið letur 90.000 krónur til Grímu um árið. Harumframt hava tey fingið inn einar 200.000 krónur í atgongumerkjum fyrsta leikárið. Við hesum mól tað runt. Men síðani hevur gingið upp og niður, ti peningur fer umframt til lenir eisini til ferðing og tilfar av ymsum slag. Annars undirvísa leikararnir í sjónleiki í kveldskúlunum í Havn og í Klaksvík. Í sam- reðu við Sosialin siga tey fimm úr Grímu, at vitjanin í skúlum kring landið, sum hevur verið eitt av endamálinum hjá bólkinum, gekk ikki heilt so væl fyrsta árið. Tey vóna tó, at hetta tiltak fer at fáa sterri undirtøku komandi ár. Gríma vitjaði á umleið 19 plássum við ein- um ungdómsleiki og einum smábarnaleiki. Evnið í ungdómsleikinum var happing. — Vit ynsktu við hesum at gera næming- arnar greiðar yvir ymiskt, sum fer fram í skúlatíðini, soleiðis, at teir sjálvir kundu taka steðu til tað, sigur ein av Grímuleik- arunum. Gríma gjerdi somuleiðis arbeiðs- hefti til lærararnar at nýta í undirvísingini um áðurnevnda evnið. Síðani kundu næm- ingarnir taka evnið upp í stílum, í tekningum 0.Ø. Tianverri hevur hetta onkra staðni verið misfatað, og Gríma hevur verið skuldsett fyri indoktrinering. Gríma vónar, at tey kunnu koma út til fleiri skúlar við fleiri fjalbroyttum leikum í framtíðini. Men skal hetta lata seg gera, mugu kommunurnar kring landið vera so beinasamar at figgja tiltakinum. Tí leikararnir í Grímu hava sjónleik sum arbeiði. undir heitinum »We can't pay — we want pay«. Ikki varð ivast leingi — leik- urin skuldi framførast i Føroyum, og nú verður hann tyddur til føroyskt Tað eru tey bæði lærara- fólkini, Marianna og Árni Dahl, sum týða leikin til føroyskt. Hóskar eisini til føroysk viðurskifti — Leikurin hevur ein ironiskan og stuttligan brodd, og hann hóskar eisini til føroysk viður- skifti, sigur Eyðun Johan- >