leygardagur 21. oktober 1978síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 79 — 21. oktober 1978
sosialurin
Sida 11
Samrøda vid flokksformann javnadarflokksins Atla Dam. 2. partur:
Tey stóru málini
Sum vit søgdu frå í fyrra parti av sam-
røduni við Atla Dam, fara vit hesaferð at
nema eitt sindur við tey størru málini,
sum framd eru.
— Eitt hitt seinasta mál-
ið, sum varð samtykt,
áðrenn tingið fór heim,
var landabankamálið. Hví
hevur tú lagt so stóran
dent á at fáa framt hetta
mál?
— Við landsbankanum
meti eg, at ti almenna er
veittur ein týðandi megu-
leiki til at samskipa tey
búskaparligu tiltøkini,
sum skulu til i einum nú-
timans samfelag, sigur
Atli Dam, og hann heldur
fram:
— Hetta skal ikki skilj-
ast so, at landsbankin er
stovnsettur til tess at
forða privatum banka-
virksemi. Tverturímóti,
hann kann menna privat-
bankavirksemi, men hann
kann gera tað á ein slíkan
hátt, at ein sterri partur
av ágóðanum kemur sam-
felagnum til gagns — at
oll tey búskaparligu til-
tekini verða samskipað
samfelagnum til gagns.
Bankin er stórt sæð eitt
amboð, sum teir hava í
ellum framkomnum lond-
um. Land okkara er eitt
framkomið land við sjálv-
stødugum búskapi á ein
slíkan hátt, at tað í mong-
um eigur at verða sam-
mett við sjålvstødug lond.
Eg vil bert undirstrika,
at hóast hesin bankin
kemur at rekja mangar
vanligar tjóðbankaupp-
gávur, so kemur hann
undir ongum umsteðum
at geva út pengaseðlar. —
Um onkur skuldi gingið
við ti ótta, at vit loysa
krónuvirðið frá ti danska,
og krónan tískil verður
eins viðbrekin og hon hjá
grannunum íslendingum,
so er hetta ein stór mis-
skiljing.
Virðið á krónuni verður
framvegis tað sama sum
virðið á donsku krónuni,
og teir føroysku peninga-
seðlarnir verða framhald-
andi veðhald frá danska
tjóðbankanum.
Landsbankin vil geva
landsumsitingini týðandi
meguleikar fyri at sam-
skipa umsitingina av al-
mennum grunnum. Hann
skal hava eftirlit við al-
mennum lánum og hava
eftirlit við almennum veð-
haldum til vinnulívið.
Harafturat skal lands-
bankin taka ímóti innskoti
frá almennum stovnum,
postverkinum og bæði
føroyskum og donskum
stovnum. :
Landsbankin vil ti betri
vera ferur fyri í stórum at
tryggja privatu bankun-
um likviditet, eins og
hann igjøgnum sitt koor-
dinerandi samskipandi
virksemi verður ferur fyri
at forða teimum privatu
bankunum at drena sam-
felagslikviditetin yvir i
danskar peningastovnar.
Teoretiskt verður tað
meguligt hjá privatu
bankunum at virka frítt í
samband við danskar
bankar og eisini at flyta
pening tann vegin, men í
praksis rokni eg við, at
samarbeiðið millum lands-
bankan og hesar — tað at
teir skulu hava meguleik-
arnar fyri at tryggja sær
likviditet úr landsbankan-
um — ger, at tiltekini
mugu vera tey somu frá
teirra síðu at taka sær
skyldurnar, sum fylgja av
samvirkanini við lands-
bankan.
Landsbankin
eitt sosialistiskt
tiltak?
— Tað skal ikki vera nøk-
ur loyna, at tað er sagt, at
landsbankin er eitt sosial-
istiskt tiltak. Eg meti
hendan bankan ikki sum
eitt sosialistiskt tiltak,
men sum eitt neyðugt og
hent amboð hjá almennu
umsitingini, hjá peninga-
stovnunum og privata
virkseminum.
Uppskot javnaðar-
manna um tjóðarteku av
peningaumsetinginum í
samfelagnum, tað gamla
uppskotið um lands-
banka liggur langt frá
hesum, ti har var ætlað,
at allur ágóðin av pen-
ingaútlánum skuldi koma
samfelagnum til góðar.
Her er gingin ein millum-
leið, har tvey endamál
verða loyst í senn.
Tað almenna fær meira
burturúr virkseminum við
sínum egnu pengum, og
bankarnir fáa sterri trygd
í sínum virksemi úti í
samfelagnum.
Dagpengaskipan
stóran týdning
Hitt málið, sum eg meti
hevur ómetaliga stóran
týdning, er loysnin av
spurninginum, sum hevur
plágað øll, sum hava ver-
ið í timaløntum arbeiði,
hetta at undir sjúku mistu
tey len sína. Hetta málið
er loyst, og tað er loyst á
ein fyri javnaðarflokkin
ógvuliga nektandi hátt.
Framhaldandi
samvinna
— Javnaðarflokkurin hev-
ur við hesum máli sýnt, at
tað ber til at uppbyggja
nýggja samvinnu við dan-
ir á ekjum, har henda
samvinna ikki hevur verið
frammanundan. Tað ber
framhaldandi til at loysa
stórmál fyri samfelagið í
felag við fíggjarligari lut-
teku frá danskari síðu.
Henda luttøkan, um ein
skal tosa um tað í peningi,
og tað leggi eg ikki so
nógv í, er kortini munandi
meira í krónum og oyrum,
enn tað sum umsitingin av
åvisum málum, sum eru
komin á føroyskar hendur
kosta, og munandi meira í
peningi, enn tað sum tann
einasta yvirtøkan sum er
framd undir hesum lands-
stýrinum nevniliga yvir-
tøkan av postverkinum,
kostar.
Kunnu eisini
byggja arbeiðið á
heimastýrislógina
— Eg haldi, at tað polit-
iskt hevur stóran týdning,
at javnaðarflokkurin í
hesum máli hevur fingið
tveir sokallaðar sjálvstýr-
isflokkar, ja annar sokall-
aður loysingarflokkur, at
ganga við til at loysa
hetta málið í felag við
Danmark. Tað sýnir, at tá
ið slíkir flokkar fáa stjórn-
arábyrgd, kunnu teir
fremja ein realistiskan po-
litikk. Eisini kunnu hesir
flokkar ganga við til at
byggja uppá ta heima-
stýrislóg, sum hevur virk-
að sum ein føroysk grund-
lóg hesi 30 ár.
Eg haldi, at javnaðar-
flokkurin hevur enn eina-
ferð sýnt skapandi hegni í
samvinnuni. Ein skapan,
sum aðrir sokallaðir sam-
rikisflokkar hava havt ilt
við at leggja fram í dagin.
Vit hava altso bæði kunn-
að tikið foroyskar avgerðir
og feroysk mál í foroyskar
hendur, samstundis sum
mál á hesum somu ekjum
undir føroyskum avgerð-
arrætti kunnu útbyggjast
í samarbeiði við danir. Ein
hevur altso brotið tað
gamla prinsippið um, at
Tað er av stórum týdningi, at ungdómurin kann steðast
longri í heimbygdini, og tí eiga vit at umhugsa enn fleiri
útbúgvingartilboð. Eitt av teimum útbúgvingartilboð-
um, sum skapt eru, er HF m.a. í Suðuroy. Myndin sýn-
ir, hvar HF skeiðið í Vági heldur til.
skalt tú valda fult, skalt
tú gjalda fult. Nú ber væl
til at lóggeva og fyrisita
og kortini vera í felag um
at loysa uppgávurnar
figgjarliga.
Hetta er nakað, sum
tíðin hevur borið í sær.
Hetta er nakað, sum er til
fyrimuns fyri báðar part-
ar, tí danir hava ongan á-
huga í at halda uppi einum
umsitingarapparati á ekj-
um, sum bert eru galdandi
fyri Feroyar.
Lættari og betri lán
til sethúsabygging
Ein týðandi táttur í
stevnuskrá javnaðarfloks-
ins er ynskið at beta um
meguleikarnar fyri at seta
búgv. Ti er tað stigið, sum
nú er tikið fram ímóti at
gera tað lættari at veita
lán til húsabygging og
gera tað lættari hjá fólki
at rinda hesi lán aftur í
byrjunartíðini, eitt stórt
framstig. Eisini meti eg
tað sum eitt framstig, at
tað nú verður meguligt at
fara undir bygging av
leiguibudum. Ikki ti at
hetta i seg sjålvt er ein
ynskjandi støda, at folk
skulu búgva til leigu.
Vit vita, at í einum-
hverjum samfelag vil altid
vera eitt tal av fólki, sum
ikki fær bygt egin hús av
eini hverji orsek. Annað-
hvert orka tey tað ikki,
ella leggja tey ikki í at
hava hesa skipan. Ti má
ávíst tal av íbúðum til út-
leigan vera tekt í einum
hverjum samfelag. Hetta
tal má vera so mikið stórt,
at legan av leiguni ikki
liggur ov hegt.
Nýggi
skattaskipan
— Er nýggja skattaskip-
anin rættvísari enn tann
gamla?
—— Tað at fáa eina
frægari skattaskipan til
vega er ikki lætt. Fatanin
av hvussu rættvís ein
skatting er, vil altið vera
ymisk í einum samfelag,
men eg meti persónliga, at
tað er ein fyrimunur, at
tað slepst undan. at fólk
spekulera í ymsum frá-
dráttum. Tað er somu-
leiðis ein fyrimunur, at
fólk stórt sæð verða skatt-
að eftir teirra bruttoinn-
tøku.
At pensionistar fáa eina
munandi lagaligari skatt-
ing, enn tey hava havt
frammanundan, er ikki 7”
bert ein fyrimunur, men
ein rættvísisgerð. At vit
varðveita møguleikan fyri
at fara yvir til eina keldu-
skattaskipan er ikki bert
ein fyrimunur fyri tann
einstaka, men nakað sum
er neyðugt, soleiðis sum
tíðin hevur lagað ynski og
krev einstaklingsins and-
vert tí almenna.
Avskrivingar-
møguleikarnir
Eftir er nú at gera nakað
meira við avskrivingar-
meguleikarnar, sum ikki
beinleiðis koma vinnuni til
góðar, men einstakling-
um, og eftir er nú at
tryggja, at sosialar veit-
ingar í øllum førum verða
givnar út frá einari
bruttoinnteku, altso har
sum tervurin er og ikki út
frá einari fiktivari niður-
skrivaðari skattainnteku.
Av eðrum týdningar-
miklum, sum framd eru
undir hesum landsstýrin-
um, nevnir Atli, havna-
byggingar og vegabygg-
ingar sum hava verið 6-
metaliga stórar, skúla-
byggingarnar líka so.
Einar 4 ítróttarhellir eru
júst nú játtaðar at fara í
gerð.
Fólkaupplýsingini
at gagni
Innan fyri mentunnarlívið
hevur verið stór útbygg-
ing og stórur útviklingur.
Bókasavn er bygt. Út-
varpshús er farið í gerð,
og sjónvarpsmálið er
komið nærri eini loysn. Á
hesum eki verður tó neyð-
ugt, at allar fyriskipanir
verða settar í verk, at ikki
einstaklingsins fatan av
sínum egna umhvervi
verður vanskeplað av
teirri mynd, sum eitt slíkt
sjónvarp kann gera.
Vit mugu viðurkenna,
at hetta er nakað, sum er í
eðrum samfelegum, og
hetta er nakað sum eisini
kemur higar. Takið er so
bert at nýta tað á ein
slíkan hátt, at tað verður
fólki at gagni, at tað verð-
ur fólkaupplýsingini at
gagni.
Utbúgving
— Hvat av serligum týdn-
ingi er hent á útbúgving-
arekinum?
— Desentraliseringin
av útbúgvingini, sum
byrjaði fyri nøkrum árum
síðani, er ford viðari hesi
árini, og tað næsta, sum
nú stendur fyri, er at veita
útbúgvingartilboð úti í
ekinum afturat teimum
sum eru í letuni.
— Eg meti tað hava
stóran tydning, at ung-
dómurin nekur ár fleiri
Framhald á síðu 22