Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. oktober 1978síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 21. oktober 1978 eg, ein og hver sær týði- liga — og skulu vit so halda nekulunda somu inntøkuhædd, so mugu vit fáa meir fyri ta mink- aðu verunegdina. Vit hava enn ikki funnið fram til nakran foredlingsform, sum gevur meira. Tað eru menn, sum vilja vera við. at tað er torfert at foredla eina veru, so hon er »grytuklår«, ti tá verður gjald lagt á hana í eðrum londum. Hvussu nógv hetta fer at gera seg gald- andi árini framyvir veit eg ikki, ti um tørvur verður á einari veru, vil keyparin hava hana, hóast prisurin verður í hægri lagi. Tá vit hava roynt at foredla vør- ur meira, hava vit rent okkum ímóti einum toll- múru allastaðni uttanfyri Danmark. Vit fingu ta skipan, tá vit tóku ta stødu at vera uttan fyri EF, meðan Danmark fór uppi, at vit kunnu selja okkara verur til Dan- markar uttan at tær verða tollaðar. Men fara tær víðari til onnur EF-lond, er ivasamt, um vit sleppa uttanum tollmúrin. Sjálvt um Danmark ikki er nak- að stórt land, so er tað fyri Feroyar eitt stórt export- land, og tí var hetta ein góð skipan, vit fingu Hetta er tann óloysti spurningurin, vit hava í dag, men mugu arbeiða fram ímóti at loysa. Vit hava fingið fleiri ídnaðarlógir, og tær hava gjørt sítt gagn. Vit hava fingið ein hóp av smáum virkjum, men hesi virkini framleiða til heimanýtslu, og hetta skulu vit ikki undirmeta. Harvið spara vit innflutning av hesum verum, og harafturat eru tað fleiri fólk, sum arbeiða á hesum virkjum. Snúðin revur og Hákunardrongur — Tú hevur sagt frá, at tú ikki letur teg stilla upp aftur. Tú hevur einaferð nevnt, at ein politikari skal leggja frá sær, meðan hann finnur tinghurðina. Er tað tí, tú nú leggur frá tær sum aktivur politik- ari, ella er tað grundað á teirri ósemju um grund- leggjandi spurningar, sum er segd at vera millum teg og aðrar í flokkinum? — Fyrstu ferð, eg hoyrdi hatta, at ein ting- maður skal leggja frá sær, meðan hann finnur hurð- ina, varð mær sagt, at tað skuldi vera Jóannes bóndi, sum segði tað við Mikkjal í Vík. Um tað er 80, veit eg ikki, men so havi eg hoyrt tað fortalt. } Danmark hava teir ta skipan, ið hvussu er í javnaða:ílokkinum, at teir uppstilla ikki menn, sum hava fylt 70 ár. Hjá okk- um hava vit onga skipan í so máta, so tað er púra fri- villiga, tá eg nú ikki stilli uppaftur. Nei, samdur ella ikki samdur, tað hevur einki við tað at gera. Eg las í 14. September herfyri, at Øregaard var ein snúðin revur. Orsekin til hetta skuldi vera, at hann ofta ikki var samdur við flokksformenninar = sum Petur M. Dam til demis og við Atla Dam, meðan Vilhelm Nielsen var Hák- unardrongur. Mær hevur alti3 dámað at lesa, hvussu menn meta ym- iskt. Men eg má siga, at Øregaard er eingin snúvin revur og Vilhelm Nielsen eingin Hákunardrongur. Sakin er tann, at eg havi verið í politiskum parti fyrst saman við Petur M. Dam og seinri við Atla Dam, og millum meg og Petur M. Dam var besta vinarlag. Í flestu ferum fullu okkara hugsanir um loysnina av ymiskum málum púra saman. Men so vóru tað onnur eki, har okkara hugsanir ikki fullu saman. Sum kunnugt eru tað fleiri vegir, sum fera til Rom. Hóast vit ar- beiddu móti sama máli, so kundu okkara hugsanir skiljast. Í fólkaflokkinum hevur tað helst verið ev- ugt. Í allarflestu forum hava hugsanirnar har full- ið so væl saman millum Hákun og Vilhelm, at teir hava kunnað verið samdir um mátan, hvussu eitt mál skuldi fremjast — næstan í øllum førum. Ti hevur hann fingið navnið Hákunardrongurin. Hatta hevur einki við undirbrot- ligheit at gera. Petur M. Dam var ein sjálvsteðugur | persónur eins og Atli Dam og eg sjálvur, og tað skuldi ver- ið legið, um okkara hugs- anir, hvussu vit náa eitt mál best og skjótast altíð vóru samanfallandi. Eg fari ikki sum vón- svikin maður. Eg fari úr tinginum væl negdur við tað úrslit, vit eru komnir til og mær fyrikemur, at tann manning, sum er í dag, er fer fyri at fera verkið víðari. — Tú hevur sitið á tingi í nærum 40 ár. Hevur nakar nakrantíð sagt tær takk fyri nakað politiskt verk, tú hevur verið við til at gjert? — Tað var ein gamal politikari, sum segði við meg, at tá ein einaferð fór út úr tinginum, fór man so nakin sum kirkjurottan. Tí alt tað, ein arbeiðir, er fyri onnur. Hetta er alt al- ment arbeiði, so har liggur einki eftir. Men eg havi kunnað glett meg yvir, at hesa tíðina, eg havi verið tingmaður, er nógv hent í Feroyum. Sjálvandi eru tað ikki bert vit tingmenn, sum hava framt tað stóra verkið. Vit hava sloppið at verið uppi í. Tað eru aðrir, sum hava gjert tað stóra arbeiðið og tað almenna var við. Júst henda sam- virkanin millum alment og privat, haldi eg hevur riggað ógvuliga væl. Tað er ikki soleiðis hjá politikarum, at menn hanga á trøunum fyri at takka fyri tað, vit hava gjørt. Alt tað, vit arbeiða við, taka vit frá eðrum. Men eg minnist, at aftaná fólkapensiónin var framd, var grind í Getu. Tá kom ein útróðrarmaður úr Klaksvík inn til mín og vildi bert takka mær fyri tað bragd, vit hevdu gjørt, at sjålvt útróðrar- menn hevdu fingið fólka- pensión. Hetta hevði hann ikki droymt um, nakran- tið fór at henda. Jú, jú, tað er altso onkur, sum hevur gjert tað. Skulla ikki geva góð ráð — Nú tú leggur frá tær vilt tú geva flokkinum góð ráð framyvir? — Eg hugsi, at man sum politikari skal halda seg frá at geva góð ráð til nar "broytast so nógv, at tað, sum var alt avgerandi fyri meg, tá eg kom á ting, tosar einki menniskja um í dag. Hjá einum politikara er altíð at loysa úr lagdi. Frammanundan vali verður ofta so nógv sagt, men tá valið er av, er upp- gávan hjá politikarunum at taka saman hendur og loysa tey mál, sum liggja framman fyri teir. Vit hava so nógv demi um, at tað er altíð lættari at á- virka fólk til tað negativa og nógv torferari at ávirka fólk til nakað, sum er positivt. Vit hava so lætt við at vera ónegd, og hev- ur hetta einki við fátækra- demi ella vælstand at gera. Øl] tey, sum nú eru ung ella miðaldrað, hava bert kent til góðar dagar. Men vit mugu duga at síggja, at hetta kann broytast. Um vit í broyt- ingartidum, tá inntøkur- nar verða minni og byrð- arnar stærri, hefta tað uppá teir, sum tá stýra, so skapar hetta eina tilika esing millum fólk, sum kann gera ónatúrligan skaða fyri eitt so lítið samfelag. Teimum, sum nú taka eftir, ynski eg so sanniliga eina góða eydnu til at finna fram til tær loysnir, sum kunna geva besta úrslit. Ikki stórar broytingar 7. november — Hvussu fer at gangast javnaðarflokkinum til val- 18? — Tað er ringt at siga, ti tað er ringt at meta um, hvat fólk eru mest negd við. Eg veit, at tá vit hevdu gjert hendan samgongusáttmálan, var tað mangur maður, sum var ónatúrliga misnegdur við, at vit javnaðarmenn vóru farnir í samgongu við fólkaflokkinum og sanni- J. Fr. Øregaard, avmyndaður uttanfyri tinghúsið, har hann hevur havt sæti i nærum frati år liga eisini við tjóðveldis- flokkinum. Nú eru so fýra ár farin. Hetta er nakað spildur nýtt fyri okkara flokk, so tað er ilt at vita, hvussu fólk tekur hetta. Men sjálvur haldi eg, vit fingu loyvi til at fáa fýra góð ár. Fólk hevur havt tað, ið hvussu so er eins gott hesi fýra árini sum frammanundan, og vinnu- lívið er vorðið uppbygt í somu takt, sum tað var frammanundan eisini. Tað er ikki komin kinkur í, og eg haldi ikki annað enn, at tey, sum frammanundan hava styðjað javnaðar- flokkin, fara at styðja flokkin eisini framyvir. Um ein hevur verið javn- aðarmaður — hvenn veg skuldi man so farið — til hvenn flokk skuldi ein far- ið, um ein skifti flokk? Eg vænti ikki tær stóru broytingarnar í býtinum við komandi val. Ein stuttleiki at vera politikari — Hevur tú at enda nøkur orð at siga við tínar gomlu veljarar inni í Eystur- oynni? — Jú, tað havi eg so sanniliga. Eg vil nýta hevið til at takka sellum javnaðarfólki, sum hava víst mær álit hesi nógvu árini. Tað hevur verið fyri meg ein stuttleiki at ar- beitt sum politikari og stuttleikin er dupult so stórur við tað, at eg havi følt, at eg havi havt álit hjá teimum, sum hava staðið aftan fyri javnaðar- flokkin í Eysturoynni. Tey, sum hava valt meg og okkara flokk, hava giv- ið mær eina uppgávu, sum mær dámdi væl, og sum eg haldi, tað hevur eydn- ast saman við nógvum góðum monnum at loyst soleiðis, at tað er betri at liva í Feroyum í dag enn tað var frammanundan. Umsteðurnar hava verið við okkum, vit hava livað í einari uppgongutið, og tær ymisku samanseting- arnar í tinginum hava virkað, so at alt, sum hev- ur verið gjert, hevur verið til frama fyri Feroyar Skúlaskapurin bleiv de- sentraliseraður. Tað var mín dreymur. Tað er eitt av ti stersta, eg siggi fyri okkum, at vit nú kunna hava okkara bern sum ganga í skúla ella í læru til tey eru eini 17 ár heima hjá okkum sjálv- um. Tað kundu tey ikki tá eg kom á ting. Tey gomlu hava fingið eina tryggari elli, og øll te ungu hava nógv stærri meguleikar, enn tey høvdu fyrr. Føroyar er eitt deiligt land. Tað hevur tað altíð verið — men ongan tíð so deiligt, sum tað er dag, endar Jákup Fr. Øre gaard. javnaðarflokkin Ja til KELDUSKATT | kross við