leygardagur 21. oktober 1978síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
på
SL AD
SFÆRE
mer
be TES
Nr. 79 — 21. oktober 1978
:Sega eftir M. A. Winther:
— Okkara kommuna hevur nóg nógu av avmagum, ið vit megu bloða fyri
(Eitt brot úr eini longri søgu)
Henda sama dagin sum
kommunustýrið var kom-
ið saman í bygdini S., var
Jógvan farin niðan á Níp-
una at leggja seg. Hann
vildi vera so langt burtur
frá fólki sum meguliga;
nóg tidliga fekk hann at
vita avgerå teirra. Hann
hevði ongar vónir longur
um fólks miskunn. Nei,
fjaðarleysur hevði hann
livað á sínum gomlu døg-
um, og ikki fór at batna
nú, ið út leið
Hann gekk heilt út á
Nípuna og legði seg at
hyggja niður á sjógvin.
Har var so deyðakyrt í
dag. Tóktist tað,
einki lív var í sjónum, tá
ið ein hugdi ógjella eftir.
Jú, inni við bergið var eitt
lítið sig í sjónum, men so
ógvuliga lítið, rætt sum tá
ið maður liggur í blíðum
svevni, og bringan gongur
spakuliga upp og niður.
Havið er givið í dag.
Tað hevur tikið seg út í
hesum ódnarveðri, ið verið
sum“
hevur; tað hevur rent seg
troytt móti berginum. Ja,
tað skulu kreftir til dag
undan degi at berjast við
hesar klettar. Nakað so-
leiðis sum tit nú berjast,
havi eg barst í míni tíð,
men eg gavst skjótari enn
tit bylgjur; eg átti ikki
tykkara áhald. Men lívið
er langt at slíta á henda
hátt, ófora langt og tungt,
og so at endanum at liggja
undir. At vita, at tað vóru
sterkari kreftir, man
stríddi ímóti, enn tær, í
einum sjálvum búðu! Tað
er so troystaleyst at
síggja seg soleiðis feldan.
At hini nú skulu síggja
tað, síggja at eg gavst!
Munnu tey ikki eisini
fara at gevast og vera við
undirlutan?
Nei, hví skulu tey tað,
tey hava ongantíð kent
hetta stríðið. Tey hava
ikki nýtst at gera tað,
lívið hevur lagað seg betur
fyri teimum enn so.
sosialurin
Síða 17
Hví kundi eg ikki eisini
liva sum tey? Hví, ja
hatta er sum tann óloysti
spurningurin. Tað var
lagnan, hon var mær
vond. Hví berast so mong
minnini fram fyri meg í
dag, hví minnist eg nú, tá
ið eg var frægasti maður í
bygdini, tå ið einki var 6-
fort; tá ið allir vildu vera í
parti við mær, í tí parti,
hvar eg og synir minir
vóru? Mínir synir, har er
gátan gitin. Mundi eg ikki
borið hevdið høgt enn, um
teir vóru á lívi! Allir fóru,
allir fimm, so við og við,
allar tók havið og meir enn
tað, dótturmenn eisini.
Einasti runnur er eftir,
men hann eigur ongan
merg og eingi rótskot;
trænað er, trænað er. So
doyr og fúnar, ja og
verður burturblakað og
gloymt.
Nú liggur tú blítt, hav,
liggur og smilist; men tú
lúrir, tú vil síggja fólk í
neyð, síggja tey doyggja
uttan hjálp. Um eg banni
tær, hvat nyttar tað, tú
lær at ti. Eg havi ofta
hoyrt teg gjørt tað, tá ið
eg var tungast.
Soleiðis tosaði Jógvan
við seg sjálvan.
Hann hugdi út fyri Níp-
una. Har var farið at runa
eitt sindur við strondina.
Aldan steig upp moti
berginum, men seig troytt
niður aftur, ti hon hevði
rent hevdið ímóti.
>Nú grætur tú, tí her
maktar tú einki; tað er
ikki sum at renna moti
einum tummaborði>, helt
Jógvan.
Ein nýggj alda, so aftur
ein og fleiri: men bergið
stóð stint og álvarsamt og
skúgvaði tær út frá sær
aftur, og tóktist tað Jógv-
ani sum bergið vildi sagt:
Ja, berjist tit við meg, eg
havi staðið her í harðari
dystaleiki enn í dag; eg
sparki tykkum bara burt-
ur frá mær. Eg eigi ongar
kenslur longur, tað er alt
kólnað langt síðan. Eg
havi átt stundir til at gjørt
meg harðan. Vit kenna
hvert annað, hav, tú veit,
at eg eri sterkari, og tó vil
tú berjast. Hvussu ofta
hava ikki tár tíni runnið
mær um leggirnar, og tó
herjar tú á aftur.
Hetta hoyrdi Jógvan
bergið tosa við havið, og
hann visti, at tað var satt,
og ein gleði var tað hon-
um, at havið ikki var tað
sterkara.
Har kom ein lítil á tit-
andi oman frá eini keldu,
skamt frá har Jógvan lá
Eins og smábarnið, ið
sorgleyst spælir úti ein
vakran summardag, tókt-
ist ljóðið frá ánni, har hon
teskandi og læandi rann
oman gjegnum brekkuna
Verðin var nýggj
henni, hon var nýliga
komin undan loki, tí sang
og elvdi hon seg káta,
sprakk um smásteinar,
datt um koll og fótaði sær
aftur. Hon kendi ikki enn,
at havið, tað kalda, álvar-
sama, stóra hav, har
barnalátur má tagna, lá so
nær.
>So stutt er lív títt sum
frá kelduni og oman á
sjógv<, helt Jógvan, >so
stutt vóru tó ikki mini
barnaár. Nú noyðist tú at
fyri
arbeiða undir strongum
harra, ti havið kennir íkki
ungdóm og ansar ongari
ben. Tað veitir ikki mis-
kunn. — Ja,
gongur: upp og
gleði og sorg.«
Jógvan fór sær niðan
undir Nípuna og setti seg
soleiðis
niður,
á ein stein nakað frá
sjónum. Har hevði hann
ofta spælt sum barn,
klintrast millum urðar-
grótið og uppi í Nipuni
Hann hevði verið odda-
maður í ollum leikum
hava
fyri
Hvi mundi lagnan
skipad alt so tvørligt
honum? Mundu teir nú
fara at nokta honum ald-
aldursstyrk og koyra hann
á fattigvesinið? Nei, tað
bar ikki til, so ill vóru fólk
ikki, vildu ikki vera tað
móti honum. Hevði hann
ikki slitið, trælad, og mest
fyri onnur, ið hann einki
skyldaði. Hann mátti slíta
dupult hart fyri hesi
fremmandu, tí annars
ansaðu tey tað ikki
Jógvan græt, hann
club 8 fyri børn
fyri ung —
clu - fyri vaksin —
fyri øll
tif. 4
2
mtr ri
TE AN
500