Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-25, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 1978síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 Mikudagin 25. oktober 1978 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Føroyingar til Alaska at skipa fyri skeiði Ætlanin er at m.a. før- oyingar skulu skipa fyri einum fiskivinnuskeiði í Alaska til várs. Hetta er eitt av úrslitunum av teimum vitjanum og sam- ráðingum, sum hava verið millum myndugleikar í Alaska og umboð fyri stovnar og felog i Føroy- um. Tveir feroyingar eru longu farnir til Alaska í hesum sambandi. Tað er Hanus Hansen, verkfrød- ingar og Svend Thulesen, stjóri. Hanus Hansen, Lands- byggifelagið, upplýsti fyri Sosialinum, áðrenn hann fór til Alaska, at tað er universitetið í Ancorage, sum hevur heitt á teir um at skipa fyri einum skeiði. Hanus sigur, at tað eru 5 privatar fyritøkur í Alas- ka, sum hava biðið uni- versitetið tikið stig til skeið. Ætlanin er at skeiðið skal vara í einar 14 dagar, og har skulu ymsir spurn ingar í samband við fiski- vinnu viðgerast. Her er talan um fiskiskap, hverj- ir møguleikar eru at veiða tey ymsu fiskaslegini og við hverjum reiðskapi. Um arbeiðið á flakavirkj- um, hvussu fiskurin verð- ur viðgjerdur har. Eisini um hverjir møguleikar eru at byggja ymisk idnadar- virki til botnfisk ymsa staðni í Alaska. Orsekin til at Alaska hev- ur áhuga fyri serstakliga norðurlondum er tann, at vit hava royndir av veiðu og viðgerð av botnfiski. Við strendurnar í Alaska eru stórar negdir av botn- fiski, men einki verður fiskað av hesum sløgum. Teir fiska bert rækjur, krabba, og laks ein part av árinum. Alaskasendinevndin, sum hevur vitjað í Føroy- um í nakrar dagar, fór heimaftur í gjár. Sosial- urin var við sendinevndini kring oyggjarnar. Leygar- dagin hava vit meira um vitjanina og hverjir meguleikar eru fyri sam- arbeiði millum Feroyar og Alaska. Alaskasendinevndin vitjar Kósavirkið. — Vit eru heilt hugtiknir av feroyska vinnu- lívinum, segði ein av luttakarunum Regn-vetur SUPER DEKK SERVICE JEKARAGØTA 2 - TELEFON 14975 > Kaldur-vetur Langur-vetur MICHELIN Tað fullfiggjaða vetrardekki