Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 1978síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 80 — 25. oktober 1978 telf. 14720 . 11820 box 76, 3800 Torshavn Føroya Javnaðarflokkur Tórfinn Smith Vilhelm Johannesen (åbyrgd) Høgni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Arne Thomsen Sosialurin Dimmalætting Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðstjóri: Blaðmenn: Lýsingar: Uppseting: Prent: Veljarnir orðið UM TVÆR VIKUR verður løgtings- val og tá eru tað veljararnir sum hava orðið. Flokkarnir hava hvør í sínum lagi ymiskar spurningar frammi og tað eru hesir spurningar- nir, sum veljarnir 1åa høvi til at svara. EIN AV HESUM spurningum er, um tygum vilja verja vunnin sosial rætt- indi og taka undir vid framhaldandi útbygging á hesum øki. Um tygum vilja svara ja til hendan spurningin, so seta tygum krossin við javnaðar- flokkin, sum er einasta trygdin fyri einum góðum og rættvísum sosial- politikki. EIN ANNAR spurningur er, um tyg- um taka undir við, at vit í komandi valskeiði fáa eina kelduskattskipan. Um tygum vilja svara ja til hendan spurningin, so seta tygum somu- leiðis krossin við javnaðarflokkin. Vit vita væl, at hinir flokkarnir eisini eru farnir at tosa um kelduskatt. Men hvor kann fremja kelduskatt- in? Tað kann javnaðarflokkurin. ARBEIÐI til allar hendur á sjógvi og landi kring allar Føroyar er eisini ein spurningur, sum tygum kunnu svara ja uppá við at greiða atkvødu fyri javnaðarflokkinum. Tað sama, um tygum taka undir við, at vit á skynsaman hátt taka størri og stórri part av tí fiski, sum veiðast kann við Føroyar, samstundis sum vit við góðum samráðingarkynstri royna at varðveita sum mest á fjarleiðum ERU TYGUM FYRI einum rættvísari býti av inntøkunum, einum rættvis- ari byti av ognunum, einum rættvis- ari býti av byrðunum og harvið fyri stórri persónligum og fíggjarligum frælsi til hin einstaka, eiga tygum eisini at seta krossin við javnaðar- flokkin. HVOR SKAL mynda eitt komandi landsstýri? Tað er sjálvandi eisini ein týðandi spurningur. Javnaðar- flokkurin er til reiðar at taka aftur um styrisvølin eftir 7. november. Men taka tygum undir vid ti og at Atli Dam heldur fram sum løg- maður? 7. NOVEMBER kunnu tygum eisini svara tí spurninginum. Vilja tygum svara ja, gerst hetta einans við at greiða atkvødu fyri javnaðarflokkin- um ella valevnum hansara. Tann Nýggi Sambandsflokkurin Ein gamal vísur javnaðar- maður í Miðvági, sum nú hvílir undir grenu torvu, plagdi at siga, at tá aftur- haldið ikki hevur tjóð- skaparmál at spjaða fjøld- ina við, so nýtir tað onnur skitnari vápn, so sum at illgita umboð teirra fyri at vera kommunistar — ó- kristiligar — ja, stutt sagt alt tað illa, sum kann fáa fólk at ivast. Eydnast tað ikki beinanvegin, so verð- ur tað bara trúttað nóg ofta upp í saman, so vænta teir, at tað fer at bera frukt til endans. Pauli Ellefsen skal ikki ivast um, hver flokkur í Feroyum er mest hegra- vendur, tí hann eins og allir føroyingar vita, at tað er sambandsflokkurin. Tað eru eisini fleiri føroy- ingar, sum vita, at eingin flokkur hevur tikið so væl við læru av Gøbbels, pro- pagandaministara Hitl- ers, sum sambandsflokk- urin undir nýggja leiðara sínum. Tað er væl eingin, sum ivast í, at Hitler-Týska- land var hegravent eina- ræði av ringasta slag. Tað er væl heldur eingin, sum er í iva um, at tann måtin, sum nýggi formaður sam- bandsflokksins, Pauli Ell- efsen brúkar fyri sjálvur at koma til vald, júst er tann sami, sum oddafisk- arnir í Hitler-Týskalandi brúktu, nevniliga at breiða um seg við illgit- ingum omanå illgitingum — hálvum og heilum lygnum. Her heima hava tær verið bornar út til stóran part av Feroya fólki gjøgnum Dimma- lætting og nú eisini gjøgn- um Føroya Tidindi, ikki einaferð og tvær ferðir, men so ofta, sum teir hegravendu halda tað vera neyðugt, fyri at fáa fólk at trúgva. Aðalreglan hjá Gøbbels var jú, at um ein lygn var søgd nóg ofta, so trúðu fólk fólk henni til endans. Føroyingar lata seg ikki lumpa Nú havi eg tað álit á Før- oya fólki, at tey ikki lata G. L. Samuelsen o.a. sendisveinar hjå mest ella møguliga næstmest høgravenda føroyska pol- itikkara renna runt vid sær. Ti hvussu nógvar sirklar Pauli enn teknar í Føroya Tíðindi, og hvussu hann so framhaldandi snarar sannleikanum, so skerst tað ikki burtur, at har sum javnaðarflokkar hava ávirkan í landsins leiðslu, har er fólkaræðið (demokratiið) í hásæti. Hvussu so Pauli roynir at snara javnaðarpolitikk til at umboða vinstravent einaræði, so trúgvi eg ikki, at hann fær Feroya fólk at taka seg fyri fult, ti her eru fólk upplýst. Men um hann sigur sannleikan, sum er, at Pauli Ellefsen fullkomiliga hevur broytt sambandsflokkin frá at vera ein álitisflokkur, sum kendi sína ábyrgd, ein flokkur, hvers umboðs- menn vóru sáttligir skila- menn, menn sum vóru hóvligir í framferð — til nú fult út at vera domin- eraður av einum anda, sum alt annað kann kall- ast enn sáttligur, hóvligur ella ábyrgdarkendur, so vænti eg, at føroyingar fara at geva honum rætt. Gamli sambands- flokkurin horvin Tann gamli hóvligi sam- bandsandin, sum Leon Joensen skrivar um, tann andi, sum eyðkendi tann gamla konservativa Sam- bandsflokkin er burtur, í staðin kom Glistrupkendi illgitingarflokkurin hjá Paula Ellefsen, sum í før- oyskum politikki i dag eigur plássið høgrumegin i sirklinum i Føroya Tidindi tann 19. oktober 1978. Fundur fyri javnadarhugadi Månakvøldid 30. oktober skipar Norðoya Javnaðarfelag fyri fundi i samkomuhøllini Klaksvik. itrottarhøllini i Fundarskrå: Valevnini hava orðið Orðið frítt Kaffiborð Burturluting. Nevndin heitir dyggiliga á gall javnaðarfólk um at meta fjølment. Við javnadarkvødu NEVNDIN Vendið tykkum frá Nýggja Sambandinum Veljarar, sum vilja fólka- ræðinum væl, stuðla ikki høgravenda politikki Nyggja Sambandsfloks- ins. Tad er brik fyri hov- ligum konservativum kreftum i demokratisku skipanini til at doyva teir, sum i eldhuga sinum hava lyndi at leypa framav, men tann politikkur, sum eyðkennir nýggju leið Sambandsins er vandi fyri fólkaræðið í Feroyum, Pauli sigur jú, at politik- ararnir skulu ikki stýra. Javnaðarflokkurin er demokratiskur Javnaðarflokkurin er demokratiskur. Hann vil verja ta stødu, at eisini tey ognarleysu skulu hava við- merkingar rætttil at vera við at stýra hesum landi. Hann ar- beiðir fyri, at ikki bert tey fáu, sum í dag sita við meginpartinum av fram- leiðslutólunum — tey sum sita við kapitalinum — skulu ráða í hesum landi. P S. Jú, Pauli, í einum demokratiskum landi eru tað tey fólkavaldu um- boðini, sum skulu stýra og ikki tey, sum sita við kapitalinum — tað er aðalmunurin millum javn- aðarpolitikk og sam- bandspolitikk. Hans Jergensen Ellis- ét Avlamisheimið í Vágum Søkir vaskarileidara at byrja beinan vegin. Løn sambært starvsmanna- felagnum. Skrivlig umsókn við avriti av møguligum prógvi og fråsøgn um fyrrverandi arbeidsplåss verdur at stíla til stýrið og senda til heimið fyri 8. nov. Try størv sum program- medarbeidarar eru leys at søkja. Løn sb. såttmåla millum Starvsmannafelagid og Før- oya landsstyri. Umsókn verður at senda til Utvarp Føroya i seinasta lagi 10. november 1978 UTVARP FØROYA SOSTALURIN 1978 SOSIALURIN 1978 SOSIALURIN 1978