mikudagur 25. oktober 1978síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UR
Nr. 80 — 25. oktober 1978
sosialurin
Skálaberg landar
undan Føroyum
Eina viku á djúpum vatni — fekk 110 tons
Síðani Skálaberg gavst við saltfiskinum
og kom undir Føroyar at royna fyri ein-
um mánaða síðani, hevur hann gjørt
fimm túrar og avreitt 450 tons av ráfiski
Kongafiskurin verður flaktur við hond og frystur heilur
Mánadagin landaði Skála-
berg 110 tons av ísfiski
undan Feroyum til Kósa-
virkið. Hann royndi í eina
viku á Fugloyarbankan-
um, á 150—200 favna
dýpi, og veiðan var upsi,
blálonga og kongafiskur,
triðingur av hverjum slag.
Upsin verður skorin til
flak, uttan tað stersta,
sum fer í salt. Blálongan
verður flakt við hond til
saltfisk og kongafiskurin
verður frystur heilur.
Kósavirkið hevur ikki ma-
skinur til at skera blá-
longu og kongafisk til
flak.
450 tons
í ein mánað
Hetta var fimti túrurin
hjá Skálabergi undir Fer-
oyum. Hann hevur nú
roynt her í ein mánað og
higartil landað 450 tons av
ráfiski. 15 mans eru við
Skálabergi, nú hann royn-
ir undir Feroyum. Hann
skuldi fara nýggjan túr í
gjár.
Um 500 hval lagt beinini
Hesa seinastu vikuna
hava ikki færri enn 490
hval lagt beinini í fýra
drápum.
Hósdagin í síðstu viku
varð ein grind hildin til í
Klaksvík, meðan ein bólk-
ur slapp. Í Klaksvík vórðu
73 hval merktir.
Dagin eftir varð ein
grind funnin út fyri Ritu-
vik — helst bólkurin, sum
slapp dagin fyri — og varð
rikin inn á Sandagerð, har
hon gjerdi landgongd.
Grindin var góð 500
skinn, sum vórðu skift
millum drápsmenninar —
fjórðingsskinn til mannin.
Og triðja grindin, sum
eisini var tann stersta,
legði beinini á Miðvági
leygardagin seinrapart.
Góðir 300 hval vórðu
merktir. Grindin varð
skift til alla Vágoynna og
Norðstreymoy.
Tann fjórða grindin
varð sædd úr Hvalba
mánamorgunin. Tað gekk
ikki long tíð, til 44 hvalir
lógu á Sandinum. Grindin
Fríggjadagin fór ein per-
sónbilur á bláman á Eyst-
aru vág. Ferarin var farin
at keypa í einum av pylsu-
óhappið
hendi. Á politigarðinum
búðunum, tå
varð skift til norðaru helvt
av oynni.
verður upplýst, at bilurin
stóð i frikervi og at hand-
bremsurnar hava helst
ikki táttað í. Við hjálp frá
einum kranabili varð per-
sónbilurin fingin uppaftur
Framvegis góð
hvalvág
Miðvágur er ikki verri
hvalvág, síðani tann
nýggi brimgarðurin
varð bygdur. Fólk
hava annars borið ótta
fyri, at garðurin hevði
forkomið ellum megu-
leikum at drepa grind,
men hesin óttin bleiv
av ongum leygardagin,
tá 307 hvalir løgdu
beinini í Miðvági. Tað
mesta gjerdi land-
gongd.
Aldumátararnir
lagdir út aftur
Teir fýra aldumátarnir
hjá Vaktar- og bjarg-
ingartænastuni verða
nú lagdir út aftur. Teir
vórðu tiknir upp um
ólavsekumundið. Teir
skuldu hava nýggjar
teymar, tí hinir vildu
fløkjast. Teir vóru
heldur ikki nóg sterkir,
tann eini mátarin hev-
ur slitið tvær ferðir.
Tað vísti seg at vera
torfert at fáa aðrar
teymar og ti hava aldu-
mátarnir ikki verið
klárir at koyra út aftur
fyrr enn nú. Tveir eru
longu farnir tað eru teir
eystanfyri og norðan-
fyri. Mánadagin vóru
hinir enn umborð á
Tjaldrinum og verða
teir koyrdir út, so
skjótt veðrið batnar.
Og so verða aldumát-
ingarnar aftur at hoyra
í Útvarpinum.
Stórur áhugi fyri
javnaðar-
fundunum
Javnadarfeløgini í Suð-
uroynni hava skipað
fyri fleiri fundum hesa
seinastu vikuna. Å-
hugin fyri fundunum
hevur verið ógvuliga
stórur. Á Tveroyri og í
Vági vóru útvið 90 fólk
á fundi. Í Sumba vóru
eini 50 fólk á fundi,
meðan ikki færri enn 65
mettu til fundin í rest-
auratiónini Vesturskin
í Hvalba, hóast annað
tiltak fór fram sam-
stundis í bygdini.
250 fólk til
javnaðarveitslu
Ikki færri enn 250 fólk
vóru til veitsluna, sum
Vágs Javnaðarfelag
skipaði fyri í VB-hús-
inum friggjakveldið.
Úr Suðuroy frættist,
at veitslan varófera
góð. Reðurnar vóru
nógvar og undirhaldið
gott. Dansað varð til
út í móti morgni.
Síða 5
kring oyggjarnar
Nýggj nevnd
Ungmannafelagið
Skansastova valdi
nýggja nevnd á aðal-
fundinum í síðstu viku
Fyri fyrstu ferð er ein
kvinna vald til for-
mann í felagnum, sum
nú hevur fimm ár á
baki.
Tann nýggi formað-
urin eitur Annika
Magnussen, næstfor-
maður er Jákup Samu-
elsen, skrivari er Anker
Eli Petersen, 1. kassa-
meistari er Kenneth
Samuelsen, 2. kassa-
meistari er Anna Dals-
gaard, meðan Arne
Thomsen, er tiltaks-
maður.
Sveinur Thomasen
og Hans Petur Hansen
gingu ur nevndini.
Kundu ikki
koyra aftanå
Fríggjadagin seinra-
part hendi eitt ferðslu-
óhapp á vegamótinum
millum R. C. Effer-
søesgøtu og Gunda-
dalsvegin. Annar bil-
urin fór so mikið illa
fyri aftan, at hann
kundi ikki koyra, men
varð sleipaður burtur
Tað var annar av bil-
unum, sum koyrdi ov
langt fram.
Báðir bilarnir vóru
heilt nýggir.
Afturendin á einum
bili, sum stóð parker-
aður í tí stóra sving-
inum á Sundsvegnum,
varð skræddur burtur
av einum bili, sum var
á veg oman eftir. Bil-
urin koyrdi nakað
skjótt. Ferarin meldaði
sjálvur óhappið.
Eitt bilóhapp fór eis-
ini fram á Oyggjar-
vegnum leygardagin
tidliga seinrapartin
stutt sunnan fyri
Hundsarabotn. Bilurin
var farin illa bæði
framman og aftan, men
á politigarðinum vistu
teir ikki gjelligari, hvat
var hent
Útflutnaingurin
21 mill. afturúr
Teir fyrstu niggju
mánaðir ársins útflutti
Fiskaselan fyri 379,26
mill. kr., ella 21 mill.
minni enn í januar-
september 1977. Hetta
er ein lækking uppá
5,20%. Tann 1. oktob-
er í fjør var myndin
eðrvísi, tá var vekst-
urin í útflutningsvirð-
inum heili 36%, sam-
anborið við 1976.
Fiskaselan hevur í ár
útflutt 35.419 tons av
fiskaverum. Í 1977 var
utflutningurin 40.976
og i 1976 36.275 tons.