mikudagur 25. oktober 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Hevur spælt 65
landsliðsdystir á
svenska A-liðnum
Bengt Hanson, vanliga nevndur
Bona, er tann leikarin hjá HK Drott,
sum hevur flest landsliðsdystir aft-
an fyri seg. Heilar 65 dystir hevur
hann leikt á svenska A-landsliðnum
Do
sosialurin
Nr. 80 — 25. oktober 1978
Flogbóltur:
— Føroyingar hava møguleika
at gerast nógv betur
— men ein treyt er, at vant verður meira, og at
hølisumstødurnar verða betri, sigur Jan Halling
Frederiksen, ið hevur vitjað Flogsamband Føroya
Flogbóltsdeild ISF's
hevði fyri einari góðari
viku síðani vitjan av
danska landsliðsvenjaran-
um Jan Halling Frederik-
sen. Skeið varð hildið fyri
venjarunum á teimum fer-
oysku flogbóltsliðunum í
triggjar dagar, og undir-
tøkan var sera góð, heilir
32 luttakarar úr ellum
Feroyum vóru við.
Jan, ið er 27 ára gamal,
hevur nógv ár á baki inn-
an flogbólt. Hann byrjaði
sum 13 ára gamal og hev-
ur hann bæði leikt sjálvur
og vant fleiri lið. Í ár er
hann venjari hjá danska
landsliðnum. Hann er eis-
ini tímalærari, og haraft-
urat starvast hann sum
blaðmaður á Rødovre-
posten. Eisini er hann
blaðstjóri á Fair play, ið er
blaðið hjá donskum flog-
bóltsfelogum.
Skeiðið, hann helt, var
sum sagt sera væl móttik-
ið. og var hann eisini væl
negdur við gongdina.
— Feroyingar hava
nógvar góðar leiðarar, og
áttu myndugleikarnir av-
gjørt at gjørt meir fyri
hesa ítróttargrein, sum
ell, ung sum gomul,
kunnu luttaka í, segði Jan
Frederiksen. Hann heldur
eisini, at sjálvt um vit í
Feroyum bert eru 40.000
ENDURSKIN
livstrygging
fyri gangandi
FØR FYRI
TT eee
Ii
fólk, kunnu vit koma
langt, tá hugsað verður
um landsliðskapping.
Men, tað skal gerast eitt
stórt arbeiði, og venjingin
skal verða miðviís.
Jan heldur eisini, at
meguleikarnir í Feroyum
eru góðir at leika úti í um
summarið. Flogbóltur
tekur ikki nógv pláss við
tað, at vellurin leikast
skal á bert er 9 ferðir 18
metrar.
Annars varð fyri kort-
um leikt um Norðurlanda-
meistaraheitið. Ísland, ið
hevur vunnið á okkum øll
árini, landsdystir hava
verið leiktir, varð ringast.
T.d. vunnu danir dystin
ímóti Íslandi við 15—1,
15—5 og 15—5. Hetta
gevur eina mynd av,
hvussu nógv má gerast í
Feroyum, um vit skulu
kára okkum.
— Men, helt Jan fyri,
um eitt miðvíist arbeiði
verður gjørt, kunnu føroy-
ingar saktans klára seg
móti hinum norðanlond-
unum um nekur fá ár.
Flogbóltur
í Føroyum
Kappingarskipanin fyri
fyrra umfarð í landskapp-
ingini er løgd og verða
fyrstu dystirnir 23. oktob-
er. Fyrra umfarið endar
16. desember.
Herman Lindberg, for-
maður í Flogbóltsdeild
ISF's, upplýsir, at tveir
landsdystir verða leiktir
móti Íslandi í vetur. Báðir
dystirnir verða hesuferð
leiktir í Íslandi og verður
tað væntandi 2. og 3.
mars 1979.
J. EM.
itrottahornid
penne nerne en