mikudagur 25. oktober 1978síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
Nr. 80 — 25. oktober 1978
sosialurin
Síða 7
Hann setti seg
niður og skoraði
Taptu báðar dystirnar móti svium
Neistin tapti báðar dyst-
irnar í Europa Cup móti
HK Drott úr Sveríki leyg-
ardagin og sunnudagin.
Fyrra dystin tapti Neistin
31—13 (16—7 í hálvleikin-
um), meðan tapið seinna
dystin var 30—14 (15—7 í
hálvleikinum).
Fyrri dysturin
Sviar hevdu góðar leikar-
ar og ein góðan málverja
Mats Thomasson. Sviar
fingu eisini tey fyrstu
málini og hildu seg á odda
allan dystin.
Neistamenn vóru
mangan sera óhepnir við
ofta at missa bóltin, so
málini vóru hareftir. Ferð
eftir ferð fóru sviar avstað
við bóltinum, fóru í skjót
mótálop, soleiðis at fer-
oyingar náddu ikki afur at
verja. Bjarni í Neistamál-
inum stóð sostatt einsa-
mallur at taka ímóti. Tey
skotini hann tók, vóru
heilt fá.
Verjan hjá svium var
góð. Teir vardu á strikuni
og sóu teir nakran megu-
leika, lupu teir út eftir
bóltinum og fóru í hesi
kviku álopini
Eydnaðist tað feroying-
um at fáa meguleika at
skjóta, royndu teir, men
málverjin, Mats, tók bólt-
in so at siga hverja ferð.
Hann hevur sanniliga rós
uppiborið.
Annars var dysturin
ikki so spennandi, sum ein
hevði væntað
Seinni dysturin
Seinri dysturin millum
HK Drott og Neistan
gekk á sama hátt sum
tann fyrsti. Bert við ti
broyting, at nú var tað
Neistin, sum legði seg á
odda í byrjanini. Men
komnir upp á 3—3, stóð
stilt hjá føroyingum eina
góða letu. Málini hjá svi-
um gjerdust fleiri og fyrri
hálvleikur endaði við 15—
7 til sviar. Seinni hálv-
leikur gekk á sama hátt.
Tað skemtiligasta málið í
hesum dysti var, tá Ec-
hardt reduseraði til 11—
24. Hann var inni á strik-
uni við bóltinum og hevði
so at siga ongan megu-
leika at skjóta móti málin-
um, tá hann fekk eitt
skump. Hann var um at
detta, setti seg og hugdi
seg um eftir einum, hann
kundi geva bóltin, men sá
ongan. Hann gjerdi ikki
mætari enn at venda sær á
og seta bóltin í netið. Allir
leikararnir stóðu bert og
hugdu býtt. Teir væntaðu
eitt bríksl frá dómarun-
um, men tað kom ikki.
Stutt og greitt, eitt mál
meira til Neistan
Málverjarnir
Bjarni og Hjalmar hjá
%
Neistanum kláraðu seg
væl, men teir vóru ov ofta
einsamallir við einum
svenskum skjútta.
Dómararnir, norðmenn-
inir Arne Kristiansen og
Carl Otto Ingebretsen,
rektu uppgávu sína væl.
Teir vóru ógvuliga gjellig-
ir t.d. tá fríkast skuldi
takast.
Áskoðararnir
Áskoðararnir vóru ikki
nógvir tað fyrra kveldið
og enn færri tað seinra.
Tað varð lítið rópt á
Neistan, og hetta var
kanska ein av orsøkunum
til, at teir taptu so nógv.
Niðanfyri eru manning-
arnar á báðum liðunum
Telini eru ávikavist málini
tað fyrra og seinna kveld-
ið og hvussu ofta leikar
arnir hava leikt á lands-
liðunum (hjá svium á A-
landsliånum).
-rd.
Echardt skorar sítt 5. mál í seinna dystinum
NEISTIN
Bjarni Samuelsen 22
Hjalmar Petersen
Lars Ferdinand
Vagnur Michelsen 1
Jógvan M: Mørk 212
Echardt Persson 4
Mortan Merk 1
Rani Wardum
Christian Poulssen 1
Justines Justinus. 1
Sigmund Reinert 1
Mortan Carlsen 2
Ólavur J. Kristoffersen
Sveinur Patursson
Cornelius Midjord 0 1
DO Ut ps pe
N N
03 NO bet ske
N N N O
Ut =
HK DROTT
Mats Thomasson 30
Leif Ásberg
Hans Johansson
»Bøna« Hanson 3 2 65
Jørgen Abrahams. 6 1
Einar Jacobsson Q “
Lars-B. Hasselb
Gøran Bengtsson 4
Torbj. Klingvall 2032
Hans-G. Lundh 2 4
Rolf Dahlstrøm 3 8
Tomas Fagerkratz 2 0