Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-10-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. oktober 1978síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin Nr. 80 — 25. oktober 1978 lesarabrøv Fremjid kelduskatt Eg havi leingi ætlað mær at skriva nekur orð, nú val stendur fyri. Eg er ikki vanur at skriva, so tað fer at sveima nakað nógv. Eg eri javnaðarmaður og arbeiðsmaður og tað, sum hevur mín serliga á- huga er um skattin, at tað má skipast fyri keldu- skatti so skjótt sum til ber. Eg síggi soleiðis uppá tað: at gjalda skattin so hvert má vera rætta leiðin bæði fyri ein sjálvan og fyri landið, sum heild. Tá ein fær eina góða viku, so letur ein nógvan skatt. Eina minni viku so minni skatt. Er tað so, at tú ikki arbeiðir ella ert sjúkur eina viku, so letur tú ong- an skatt. Sjálvsagt veit eg, at tað er ikki bara sum at siga tað, at skifta yvir, men veljarar, lat ongan erkymla tykkum við at siga, at tað verður so dýrt at umsita. Eg veit, at tað er nakað dýrt, men tað kostar eisini nógv at hava fólk sitandi ár aftan á ár og bóka skattaskuld upp aftur í saman. Tað kostar meir enn fólk halda. Eg havi latið mær fortalt, at fyri tað fastlenta fólkið kann tað gera tað sama. Nekur orð um tey sein- astu 4 árini: Sum so mangur annar javnaðarmaður var eg eis- ini ivasamur um ta sam- gongu, sum vit hava havt, men í tí stóra og heila má sigast, at tað hevur ging- ist bara væl. Vit vóru so von við, at sambands- flokkurin skuldi vera við í samgongu. Mangt skulu vit hoyra, áðrenn oyruni detta av, men tá vit hoyrdu Paula Ellefsen siga, at nú mátti lagkøkan býtast javnt. Eg setti meg niður at hugsa um, hvussu nógv hesin maður fær í len tilsaman. Og meti eg, at hann hevði fingið alla køkuna. Undir orðaskiftinum um legmansreðuna hoyrdi eg ein mann, sum kallast Jo- hannis Martin Olsen. Hann kritiseraði ófert og tað má hann hava loyvi til, men ikki vísti hann á eina einastu leið, sum var betur at ganga á nøkrum eki. Ongin kann velja ein mann uppá slíkt. Vit verða kallaðir kom- munistar, men eg vil siga tykkum, sum skrivað so nógv um tað, at tað eri eg ikki og heldur ikki teir javnaðarmenn, sum eg kenni, um tit so lesa all leksikon úr enda í annan. Eg eri ein trúgvandi maður og eg eri heldur ongantíð forðaður í tí Le Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv. upp- tikin undir hesum teiginum er, at blaðstjórnin veit, hvør hevur skrivað brøvini. heldur. Eg vil siga tað soleiðis, at tað er líka lítið í stevnuskrá javnaðar- floksins, sum forðar mær at vera ein trúgvandi, sum til demis í stevnuskrá sambandsfloksins, og kann eg minna fólk á, at tað hava ikki altid verið góðar tíðir andaliga sæð undir borgarligum stýrum í heiminum. Og ein kann ikki gloyma, hvat arbeiðs- og fiskimenn hava tolt undir borgarligum ella kapital- istiskum stýrum í Feroy- um Til seinast vil eg ynskja signing yvir alt Feroya fólk og eitt gott val! Javnaðarmaður í Eysturoy k KK Fyrispurningur til Før- oya Kommunufelag v/ Vilhelm Johannesen Sum borgari i einari kom- munu, sum er limur i Før- oya Kommunutfelag, vil eg loyva mær at seta henda fyrispurning fram fyri fel- agið: Sum Føroya Komm- unufelag uttan iva hevur kunnleika til so hevur Vågs Kommuna sett fleiri nýggj starvsfólk nú i heyst. Tvey av hesum eru Viðmerking til: »Aftur og fram er líka langt< Edvard í Skorðini Joensen hevur í Sosialinum tann 14. oktober lesarabræv undir hesum heiti, har hann sigur, at starvsfólkið í handlum hava fingið ar- beidstidina longda, meðan hon hjá teimum timaløntu er stytt. Tað er púra rætt, at frá 1. okt. bleiv arbeiðsvikan hjá teimum tímalentu stytt við einum 1/2 tíma til 42 tímar, men tá hann sigur, at arbeiðsvikan hjá teimum, sum starvast í handlum, er longd, fer hann heilt skeivur; hon hevur verið 40 tímar frá ti, S&K gjørdi sín fyrsta sáttmála í 1974, og tað er hon enn. Fyrr stongdu handlar- nir kl. 17.30 allar dagar uttan leygardag, tá stongt varð kl. 12.00. Nú hava teir opið til kl. 19.00 á kveldi og til kl. 14.00 leygardag. Sera einfalt, heldur Edvard í Skorðuni. arbeiðstíðin er altso longd tilsvarandi Til hetta skal fyrst sig- ast, at tað bert er friggja- kveld, at opið er til kl. 19.00. Fyri at eingin skal vera í iva, ella lata seg villleiða av hesum, ið Edvard í Skorðuni skrivar sum eina roynd at fiska stemmur, skulu vit upplýsa, at orð- ingin í sáttmálanum, hvat arbeiðstíðini viðvíkur, er hendan: >Vanliga arbeiðstiðin er 40 tímar um vikuna, um- framt mattíð, og verður vanlige arbeiðstíðin at liggja millum kl. 7.30 og 18.00 vanligar yrkadagar og kl. 7.30 og 14.00 leyg- ardagar eftir nærri avgerð arbeidsgevarans«. Såttmålan kenna allir okkara limir og arbeiðs- gevarar við. Tá so henda nýggja fyritøka kom og »loypti split í dansin<, — fyri at brúka orðini hjá Edvard í Skorðini — við at hava longri opið, varð einki undarligt í tí, at aðrir handlandi sóu seg noydd- ar, um enn treyðugt, at broyta teirra afturlating- artíðir samsvarandi. Men hetta hevur altíð verið gjert í tráð við sáttmálan, soleiðis at fordeilingin av arbeiðstíðini hjá hverjum einstakum hevur verið 40 tímar um vikuna. Har tað ikki hevur latið seg gjørt, er goldið fyri úrtíðarar- beiði, ella er úrtíðin kom- penserað við frítið svar- andi til úrtíðartakstin. Okkum vitandi er tað onki fakfelag, ið noktar limum sínum at arbeiða meir enn teir vanligu tím- arnar, sáttmálin ásetur, bert tey fáa samsýning fyri tað. Um so var, varð felagið til størri skaða enn gagns fyri sínar limir og arbeiðspoláss teirra. Fyri at svara uppá alt, so verður S&K styrt av einari 5 manna nevnd, ið er vald av aðalfundinum, og ikki — »teimum stóru privatkapitalistunum,« sum vit skilja mugu verða teir somu >smáborgarligu handilsmenninir,< ið skrivað verður um. SEK rættilig ålitisstørv, nevni- liga ein nýggjan komm- unuskrivara og ein kassa- meistara. Hesi størv eru sett utt- an at tey eru lýst leys! Kann Feroya Komm- unufelag góðtaka ein slík- an ódemokratiskan fram- ferðarhátt? Uttan orð ella boð til okkum borgarar verða hesi sterv sett av nýggj- um við fólki sum onga út- búgving hevur! (uttan meguligan rættan polit- iskan lit). Vit borgarar í Vágs kommunu hava rætt til at vita, hví nýggjur skrivari og kassameistari eru settir í starv frá 1. okt. 1978. Skulu hesi størv setast nýggjum krevja vit tey lýst leys so kvalifiserað fólk kann sekja. Hetta má eisini Føroya Kommunufelag krevja av sínum limakommunum, ella er ongin sum verjur vanliga borgaran? Vágbingur Skal Jazzfelagið eisini Vit eiga EITT felag í Fer- oyum, sum á rættan hátt uppiheldur tónlistarligum virksemi. Eitt positivt fel- ag, sum skipar fyri, at internationalt gitin nevn koma higar at vitja og og spæla. Eitt felag, sum hevur skipað fyri útgávu av plátum við jazzi og spælimannatónleiki, sum eru av internationalum formati, og tað hiðani, og sum seldar eru kring um ymisk lond. Hvat vil J. V? Undir yvirskriftini Hvat vil legmaður? skrivar J. V. í Dimmu herfyri og nevnir nakrar framstand- andi danskar javnaðar- menn sum gudsfornoktar- ar og ateistar av versta slag o.s.fr. Í endanum av nevndu grein metir hann løgmann ein litlan mann at vera, men eg vil halda tað vera ein enn minni mann, ið onki annað eigur í síni pol- itisku ómegd at verja Paula Ellefsen við, uttan at mana deyðar menn fram sum ræðubilet í pol- itiskum kjaki. Eg vil minna teg á, at hesir menn eru komnir fyri sín dóm- ara, og skulu eftir Guds orði standa til svars fyri sítt lív, men vit skulu sama veg, minst til tað! Tú skrivar, at tá bræv legmans til Paula Ellefsen var komið niður um, sat tú og hugsaði og tonkti, eg skal ikki geva meg út fyri at vera tankalesara, men tá hesir gudsfornokt- arar og ateistar (fyri at brúka tíni egnu orð), eru komnir í tínar tankar, so siggi eg fyri mær J. V. gniggja sær í lógvarnar, og ikki bara tonkja, men hann sigur skaðafróur: hasir vóru valdir av ting- monnum javnaðarmanna, tað sama sum legmaður varð valdur til leiðara í javnaðarflokkinum. Um man nú hevði kunnað sæð eitt sindur innum, t.v.s. inn har, sum tankarnir koma fram, so vil eg halda, at tað hevði verið ein ringur dómur, hesum monnum hevði verið fyri av J. V., um hann so sigur seg ikki døma teir. So sigur harra J. V., alt meðan hann situr i hesum somu tonkum, at eitt annað eyðkenni er runnið fram fyri hann, nakað sum hann hevur havt hevi til at sæð á prenti og í myndum. Áðrenn eg las víðari, tonkti eg fyri meg kd Nu skal so hetta felag SLAKTAST. Av ti, at onkur tilvildarligur per- sónur hevur gjørt seg inn å ta heilagu ognina »bil- ur«, meðan jazzfelagið hevur havt samkomu. Sig mær — verður beint fyri Ebenezer, um onkur loyp- ur á fólk har, ella bilar, meðan útifundur er? Lítil er til av mentan í Feroyum, og illa verður farið við henni, og ringar umsteður hevur hon í for- sjálvan, man hatta vera myndir hann hevur sæð á baksíðuni í Dimmalætt- ing, tí har sær man ofta myndir av mannaskepils- um uppmálað, við stórum grimum hornum og long- um hala. Harra J. V! Minnist meg rætt, so var tú ein av teimum fyrstu, sum upp- undir seinasta løgtingsval legði eftir javnaðarmonn- um og fekk soleiðis eina agitatión fram um kristin- dóm. Og sum danir siga, »som man råber i skoven fár man svar,« og tú hevði verið ovmikið naivur, um tú trúði, at tíni ofta grovu álop komu at standa ó- svarað. Henda kampagna, sum startaði fyri fýra ár- um síðani, hevur hildið á, til stóran skaða og niður- lag fyri Guds ríkis arbeiði á okkara landi. Í endanum á brævinum sigur tú, at løgmadur er komin niður í ein runu- damm, og m.a. motiverar tú hetta við, at løgmaður ikki smæðist við at for- nokta fremstu javnaðar- menn her um leiðir eins og Pætur á sinni gjørdi. Um tú her sipar til ósemju millum Atla Dam og Øregaard, veit eg ikki, men um so er, so er hetta ikki nakað dulsmál, at hesir báðir ikki altíð hava verið samdir í ellum mál- um, eins og Dimmalætt- ingarmenn heldur ikki vóru samdir í ellum við Kristiani Djurhuus, fyrr- verandi løgmann. Men tå Jermund Vágadal í hesum politiska kjaki dregur hendingina fram frá okk- arab bibul um Pætur sam- an við Jesusi fyri ypp- erstaprestinum, og sam- anlíknar hesa hending við ósemju millum politikkar- ar, so vil eg her lata les- ararnar dømaum, hver ið er komin longur niður í runudammin, legmaður ella J. V. Suðringur slaktast?? vegin. Og serliga megu- leikin hjá ungfólki okkara at skemta sær og fáa okkurt á goggin, tá neyð- ugt er, er lítil. Tí er ung- dómur okkara innikleimd- ur sálarliga, og fær útrás gjøgnum at sláast við liv- við livandi og deyðar lutir. Her er HAVNAR JAZZFELAG ein undan- teka. Her fært tú inter- internationalan kvalitets- tónleik, og ikki neonljós-