mikudagur 25. oktober 1978síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 80 — 25. oktober 1978
sosialurin
Henry spenti bein
Fleiri ferðir havi eg fingið
upp í nesina, at eg skal
hava spent bein fyri at ein
»kristiligur« politiskur
flokkur varð settur á
stovn her í Føroyum. Um
so er, at eg havi skuldiná,
so tyngir hetta als ikki
mina samvitsku. Nei, eg
haldi meg hava gjørt eina
góða gerð, um so er, at
min er skuldin.
Tu beit kanska merki i,
at eg setti orðið »kristilig-
ur« i gásaeygum og eg
meini tað so inniliga, tá ið
eg geri tað.
Fyri um trimum árum
síðani kom maður inn til
mín og spurdi, um eg vildi
verða við til at gera ein
kristiligan flokk. Eg
spurdi, hverjir kandidatar
tað var talan um og var
fyrsta navnið Jermund
Vágadal. Triggjar vikur
seinni kom annar maður á
gátt hjá mær í somu er-
indum. Eisini spurdi eg
henda mann um hverjar
menn, ið talan kundi
um sum valevnir, og
nevndi hann sum fyrsta
mann Jermund Vágadal.
Svarið eg gav í báðum
forum, var tað sama, og
tað var eitt korta nei! Eg
var javnaðarmaður og har
fór eg at verða. Eisini helt
eg við teir, at nú hevdu
teir verið við til at øsa
Feroya fólk upp við has-
um, sum teir kallaðu
„Kristus er svarið, < og nú
skuldi hendan øsingin
brúkast politiskt. Tað
kundi akkurat passa, at
maktgirndin, sum ikki
kundi sleppa framat í
teimum flokkum teir um-
boðaðu — tí tað vórðu
menn eisini úr eðrum
flokkum enn sambands-
flokkinum — nú skuldi
maktgirndin | smoyggja
seg í ein »kristiligan«
ham.
Eisini helt eg við teir, at
semuligari hevði tað ver-
ið, um teir fyrst meldaðu
seg út úr sínum flokkum,
innan teir fóru undir at ar-
beiða við at seta nýggjan
flokk á stovn.
Hetta, sum teir hevdust
at, líktist akkurat inni-
haldinum í hini greinini
hjá Jermundi Vágadal í
Dimmalætting á sinni,
sum hann kallaði >Polit-
iskir kavbátar,< har hann
segði frá hvussu javnað-
armenn (kommunistarnir)
arbeiddu í ti dulda, men
fyri ein dag at koma upp
úr dýpinum, og sum hin
týski kavbáturin undir
fyrra heimsbardaga úti á
Bankanum kom og skeyt
alt í sor. Soleiðis fór javn-
aðarflokkurin at skjóta alt
í sor.
Henda hepisleysa pro-
paganda hevur fingið eitt
so sjúkligt kristiligt yvir-
bragd, at fólk við and-
stygd má venda sær burt-
ur frá hesum, soleiðis sum
vit nú eisini síggja, at
menn innan sambands-
flokkin eru farnir at gera.
Sjálvandi kann sam-
bandið ikki brúka menn,
sum ríða so niðarlaga sum
J. V. ger í Dimmalætting
nr. 115 fyri 7. okt. Grein-
ina kallar hann: >Hvat vil
legmaður?<- Og hoyr
hvussu grovan hann tekur
til:
»Løgmadur Atli P.
Dam hevur skjott i langa
tíð borið upp undir at fáa
eitt tjak um hvørvitt vit
eru kristin ella ikki. Hann
hevur í bæði Sosialinum
og Dimmalætting bein-
leiðis argað og stungið
menn við, hvussu góður
og á hvussu hegum et-
iskum plani javnaðar-
flokkurin liggur. Tú sært
næstan eitt opinberligt
smil av tí óreina slagnum
á varrum løgmans«.
Soleiðis var inngangur-
in og so kemur miðjan,
sum er ein vavstur, men
hoyr so endan á greinini:
»At legmaður, sum
annars skuldi verið virdur
og settur hægri enn vit
vanligu, kemur sær so
langt niður í runudammin
og ber upp undir við
kristnini bæði í bleðum og
á tingi, tænir honum ikki
til rós. At hann við hes-
um, við síðuna av ferdi
valpropagandu, ikki
smæðist at fornokta
fremstu javnaðarmenn her
um leiðir, beint soleiðis,
sum Pætur á sinni gjørdi,
vísir okkum tvertur ímóti
ein mann, ein litlan mann,
sitandi i einum alt ov høg-
um starvi.«
So ør hevur nu skriv-
ingin verið í fleiri ár
blandað upp við eini anda-
ligan esing.
Ti skal Sofus Sivertsen,
valevni á sambandslistan-
um hava takk fyri at hann
í Dimmalætting nr. 116
fyri 10. oktober sigur, at
hann tekur avstand frá
slíkari skriving, sum hana
eg havi vist á. Grein hans-
ara bar yvirskriftina:
Samtykki ikki.
Sjálvur vil eg nýta hevi
til at takka harra løg-
manni, Atla Dam, fyri
tað, sum hann í bløðunum
Síða 9
hevur skrivað, og tað,
sum hann á javnaðarfundi
norðuri á hotel Norð á
Viðareiði segði um kristin-
dómsins steðu í samfelagi
okkara nú og í framtíðini.
Enn einaferð takk!
Nei, eg spenni ikki bein
fyri sonnum bíbilskum
kristindómi, men eg havi
og vil framvegis berjast
ímóti óreiðiligum kristin-
dómi, eisini tá ið hann
ætlar at klæða seg í
»kristiligan« politiskan
ham fyri egið gagn at
fremja.
á Klaksvíkar sjúkrahúsi,
tann 15/10 -78
Henry Andreasen
TTKAKK—ÞF|F||F{—T|F|F|—|————w———— XX
=
blaktrandi, doyvandi,
mekaniskan diskoteks-
betongmusikk, har fólk
standa doyvd og rulla á
gólvinum uttan meguleika
fyri hugsan ella samreðu.
Eg spyrji ti: vilja
DIMMALÆTTING og
politiið og aðrar kreftir nú
beina fyri einum av teim
fáu mentanartiltøkum av
internationalum góðsku-
flokki, sum til er her á
landi? NOYÐIST man so
at verða ítróttarhetja ella
uppestur frelstur fyri at
kunna yvirliva mentanar-
liga? Skulu eingir aðrir
meguleikar vera í Feroy-
um?
Eg endi við at takka
JAZZFELAGINUM fyri
øll tess tiltøk og vóni, at
tað kemur at vera til og
virka væl í langari fram-
tid!
Kåri Petersen
KH
Eitt sandkorn
»Virdid og stimbrid sam-
vinnuna vid Island«.
Tað gleddi undirritaða,
sum hetta lítla sandkorn
ætlar at skriva, at síggja í
dagblaðnum feroyska 13.
oktober 1978 — orðaskifti
eftir Jóannes S. Hansen,
frá Saltangará.
Samtíðis sum eg vil
takka Jóannesi fyri hesi
orðini, vil eg minna á, at
hendan samvinnan kann
verða báðum at gagni.
Vit hava júst nú fingið
eitt nýtt starvandi Alþing
— tað 100., síðan núver-
andi stjórnarskipan Is-
lands varð skrásett — so-
leiðis eitt søguligt ting
aftaná eitt seguligt val
fyrr í summar.
Jóannes er beinrakin í
grein síni, men hann sum
hetta sandkorn skrivar —
vil koma við nøkrum fáum
viðmerkingum, nú tit før-
oyingar eisini skulu velja
tykkum eitt nýtt legting
og Landsstýri.
Her á landi hevur nýggj
ríkisstjórn tikið við róðr-
inum. Tað eru tríggir ólík-
ir flokkar. Eg loyvi mær
at siga, at núverandi rík-
isstjórn er samansett av
somu stevnumiðum —
sum fráfarandi Landsstýri
Feroya. Ikki so at skilja
— at tað sum her hevur
farið fram — júst er tað
sama sum í Feroyum.
Kortini skulu vit minnast
til, at vit menniskju øll
eru eins, munurin goymist
einans í útliti — vekstri
og framkomu, annars eru
vit øll eins.
Um vit skulu taka eitt
miðaltal av íslendsku
tjóðini og hini føroysku
viðvíkjandi sidiligheit,
loyvi eg mær at siga —
føroyingurin er meira
»skikkiligur« ella trúgv-
andi enn íslendingurin.
Hetta kennir undirritaði
av egna lívi sinum.
Men fyri at sleppa øll-
um slíkum »privatum« —
var tað greinin hjá Jóan-
nesi vit skuldu nema við.
Nýggja stjórnin ís-
lendska noyðist at berjast
við 40 og 50% inflatión.
Nýggi figgjarmálaráð-
harrin íslendski Tómas
Arnason, sum júst nú
hevur verið í USA á fundi
altjóða bankans, kom
heim aftur skelkaður, har
hann í sjónvarpinum tos-
aði um tað, at onnur norð-
urlond enn Ísland ræðast
7 til 9% inflatión, meðan
vit her á landi hava 40 til
50% dýrtiðarfjanda at
stríðast við.
Tað er ógvuliga skilj-
andi at arbeiðsgevarar og
virkisleiðarar í Feroyum
undrast hendan »økonom-
iska politikkin« ella vit
skulu heldur siga, hetta 6-
skilið.
Tað, sum vit kunnu
samarbeiða um íslending-
ar og føroyingar — er í
grundini ellum við-
víkjandi okkara búskapi.
Tað er nevniliga soleiðis
háttað her á okkara jerð
— at landfreðiliga kunnu
vit ikki tosa um samband
við nakran annan betri —
enn okkara ímillum. Hes-
um landfreðiliga sam-
bandi fylgir fiskifrødiligt
samband, sum er grund-
stuðulin undir búskapi
føroyinga og íslendinga.
Soleiðis er hetta sam-
band frá náttúrunnar
hond ein beinleiðis åvisan
á, hvat samband vit ó-
frávíkiliga hava brúk fyri
nú og komandi.
At rekta hetta samband
er livsneydugt fyri okkum
ell. Tað nyttar einki at
tosa um 200 sjómil — sum
nakað privatmál hjá ís-
lendingum ella føroying-
um. Fiskifrødiliga er hetta
>Nonsens<.
Fiskurin lurtar ikki eftir
einum feroyskum ella ein-
um íslendskum fiskimála-
ráðharra, men hann lurtar
eftir teimum báðum — tá
teir standa saman.
Á hesum eki síggja vit,
hvat skaparin sjálvur ætl-
ar okkum at gera, til tess
at rekta garðin okkara
væl og virðiliga.
At menniskjuni sjálvi
stovna eitt »rikisfelag« og
kalla seg >tjóð< er eins
sjálvsagt sum kona og
maður gifta seg og stovna
familju.
Hetta blivu kanska
mong orð um lítið, kortini
eitt sandkorn.
Tað vit kunnu tosa
saman um — meira enn
fiskifreðiligar spurningar,
er orka og dálking av okk-
ara umhvervi. Seinast
ikki sidst OKONOMISK-
AN politikk. Íslendingar
kunnu læra ómetaliga
nógv av feroyingum,
hvussu rættur umgangur
við peningi gevur rætta
mynd av fyrimyndar hús-
arhaldinum. Hetta kunnu
vit íslendingar síggja i
Feroyum.
Feroyingar hava átt ta
eydnu — hesi seinastu
fýra árini — at Feroya
Landsstýri við legmanni
Atla P. Dam á odda —
hava flutt tykkum fram
og upp á eitt slíkt »plan«
— sum mangur fremm-
andur undrast.
Hann sum hetta skrivar
— undrast ikki. Tað sum
býr undir hesum ellum —
er fyrst og fremst trúfesti
og góða hjartalag føroy-
ingsins, hetta hann hevur
fingið í veggugávu. Ríki-
demið kring feroysku
oyggjarnar er mikið, men
harður streymur rennur
millum hesar. Við daglig-
ari rósemi og viljanum til
at bjarga sær sjálvum —
hevur feroyski sjómaðurin
eins og tann íslendski
uppihildið samfelagnum.
Tað er ti — manningin á
brúnni (uppi á landi) sum
avger hvussu ágóðanum
verður sáað aftur. Við ein-
um nýggjum íslendskum
tingi og ríkisstjórn, skal
tað verða ynski mitt, at
íslendingar um komandi
framtíð kunnu leita til
bróðurin í Feroyum — og
læra — hvussu rættur
ekonomiskur politikkur
eigur at leggjast til rættis.
Við ynskinum um eitt
eydnurikt úrslit 7. novem-
ber næstkomandi fyri fer-
oysku tjóðini.
Vinarligast,
Vestarr Ludvíksson
Landssjúkrahúsið
3800 Tórshavn
Søkt verður eftir laboranti til rann-
sóknarstovuna til 1. desember 1978.
Arbeiðstíðin er 40 tímar adruhvørja
viku. Tilkallivakt umleið einaferð
um vikuna.
málanum.
Løn sambært sátt-
Umsókn verður at senda til um-
sjónarmannin innan 15. nov. 1978.