Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. apríl 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 68 - 6. apríl 2000 Træverja ella sólkrem? Vælumtókta H-vindeyga í nýggjum búna Nýggja H-vindeyga, ið er klætt við aluminium á útsíðuni, gevur framúr viðlíkahalds fyrimunir, samstundis sum umhvørvi og trivnaður innandura verður gingin á møti við límtræði. Nú kanst tú eisini velja millum topp- ella síðusving vindeygu, ið kunnu snarast runt, so tey eru løtt at vaska. Vindeygað verður liðugt viðgjørt - lakk-sproytað - bæði innan og uttan, síðan verður tað klætt við aluminium í tí liti, tær dámar best. Ring á 33 21 77 og bið om brochuru og legg summarfrítíðina til rættis! Vatnsoyra Vatnsoyra Snikkaravirki pf. H www.h-window.fo 10 ára trygd stephanssons hús Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Takið ímóti flóttafólki Í sambandi við orðaskiftið um flóttafólkaviðurskifti, ið hevur verið seinastu tíðina, bæði á tingi, í fjølmiðlunum og millum manna havi eg hug at koma við nøkrum viðmerkingum. Eg skal ikki leggja meg so nógv út í kjakið um, hvussu og nær vit skulu taka móti flóttafólki og um, hvussu nógv vit eiga at taka ímóti o.s.fr. Eg kann taka undir við teimum, sum siga, at vit á hesum økinum – sum á so nógvum øðrum – eiga at fara vísiliga og var- isliga fram, ikki leypa fram- av og at vit, áðrenn farið verður í holt við hetta, taka tey røttu og neyðugu stigini. Men eg haldi, tað gongur alt ov leingi fyri seg at »orða ein flóttafólkapolitikk« – sum teir siga. Og eg skilji einki av – og havi ilt við at trúgva – at vit ikki kunnu taka móti flóttafólki, fyri tað, um vit ikki hava fingið fullveldi. Tað mátti í øllum førum borið til at funnið eina fyribilsloysn her og nú. Men tað, eg serliga vil leggja dent á, er at heita á okkum øll um ikki lata okk- um stýra av ótta, tá ið tað kemur til henda flóttafólka- spurningin. Vit siga okkum at vera ein kristin tjóð. Í øll- um førum játtar ein stórur partur av Føroya fólki seg at trúgva á Kristus, og har- við er tað bíbliuna, vit halla okkum til, bæði tá ið tað snýr seg um sjálva trúnna, men eisini hvat viðvíkur okkara lívsførslu. Hvat sigur bíblian? Eg haldi, at bíblian er sera greið, tá ið tað kemur til henda spurningin. Ikki tí, hon sigur kanska ikki nakað beinleiðis, hvussu vit skulu handfara flóttafólkaspurn- ingin, men andin í skriftini og tær ábendingar, hon gev- ur, eru heilt greiðar. Fyrst er tað boðið um at elska næsta sín. Bæði í gamla og nýggja testamenti stendur rættiliga nógv um tað. Og vit kenna tað vist øll. Til dømis: Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan (3. Mós. 19:18). Jesur tekur hetta boð upp- aftur, og skuldi nakar verið í iva um, hvør næstin er, leggur hann aftrat: »Eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara, signið tey, sum banna tykkum, gerið teim- um gott, sum hata tykkum og biðið fyri teimum, ið háða tykkum og søkja at tykkum« (Matt. 5:44) Og tá ið ein spurdi hann, hvør var næsti hansara, var Jesus ógvuliga greiður og segði honum ta vælkendu søguna um hin miskunn- sama samverjan (Luk. 18:28-37). Kjarnin í søguni er, at tann, ið fall í ráns- mannahendur, var jødi, og tann, ið hjálpti, var sam- verji. Og jødar vildu einki hava við samverjar at gera. Paulus tekur tráðin upp- aftur í sinum brøvum og skrivar m.a.: Øll lógin er uppfylt í einum orði, í hes- um: »Tú skalt leska næsta tín sum teg sjálvan« (Gal. 5:14). Bíblian nevnir eiisni fleiri ferðir um gestablídni og áminnir m.a. um at leggja seg eftir at vera gestablíð (Róm. 12:13). Men eg haldi, at har bíb- lian er greiðast viðvíkjandi hesum, er, tá ið hon skrivar um hin fremmanda. Ferð eftir ferð verður nevnt um, hvussu farast skuldi við teimum – og við hinum fað- irleysa og einkjuni. Fyri ikki at gera hetta ov langdrigið, skal eg bert nevna eitt stað, har tað stendur soleiðis: »Tá ið fremmandur býr hjá tykkum í landi tykkara, so mást tú ikki vera harður við hann; sum ein av tykkara egnu skulu tit rokna hin fremmanda, ið hjá tykkum býr, og tú skalt elska hann sum teg sjálvan« (3. Mós. 19:33-34). Fleiri onnur støð kundu verið nevnd, men lat meg bert aftrat vísa til 5. Mós. 10:17-19. Tað, at fremmand vóru í landinum, vísir okkum sjálvandi, at latið var upp fyri teimum, og at tey høvdu fingið loyvi at koma inn. Eftir førimuni Tá ið ført verður fram m.a., at landið er ov lítið til at taka móti flóttafólki, og at tað er ov vandamikið at fáa menniskju henda vegin, sum hava eina aðra trúgv enn vit, meti eg tað bert at vera bíligar undanførslur. Sjálvandi skilji eg væl, at avmarkingar skulu vera. Vit fáa jú ikki tikið móti »allari verðini«. Og tá ið eg nú havi endurgivið úr bíbliuni, kann eg nevna, at har eisini verð- ur skrivað um fólk, sum hjálptu »eftir førimuni« og um onkran stendur, at tey hjálptu »út um førimun« (2. Kor. 8:3) Hetta var »eftir førimuni« er ein góður mátistokkur. Jú, vit skulu vera varin, men útgangsstøðið má vera, at vit standa við opnum ørmum og vilja taka móti fólki, sum eru í neyð og flýggja frá teirra egna landi. Vit mugu lata tey skilja, at vit siga: Hjartaliga vælkom- in. At fáa menniskju henda vegin við aðrari trúgv, haldi eg, vit bert skulu síggja sum ein vinning – og eitt høvi at vísa teimum á ta leið, vit halda vera rætta. Latið okk- um bara fáa nøkur øðrvísi hugsandi henda vegin, sum kunnu vera ávirkað av kristnu trúnni. Og sjálvt um tey verða verandi í trúgv síni, eru so mong í Føroy- um, sum kunnu biðja fyri hesum fólkum og annars fyri hesum landi og fólki, at vit als ikki skulu óttast fyri, at tey skulu fara at ávirka okkum í okkara trúgv og mentan. Um vit hava ta áskoðan, hava vit ikki nóg stórt álit á tí stóra Gudi, vit trúga á. At enda vil eg siga, at eg eri sannførdur um, at sign- ing Guds fylgir tí landi og tjóð, ið smíðar sínar lógir soleiðis, at tær ikki ganga móti Guds lógum. Sum á øllum øðrum økjum er tað tí eisini sera umráðandi, hvussu lógin viðvíkjandi flóttafólkum verður smíðað. Páll á Lakjuni Fuglafirði P. S. Eg taki hattin av fyri teimum, sum í hesum døg- um royna at fáa eina serb- iska familju til Føroya. Má Harrin signa tykkum í hes- um verki. Tøkk Mína hjartans tøkk sendi eg tykkum øllum, sum mintust meg á 100 ára føðingardegnum 16. mars. Eina serliga tøkk til ætt og vinir og til samkom- una í Hebron, sum øll við stórari vælvild og hjálpsemi gjørdu mær dagin so hugnaligan. Eg vil eisini fegin takka fyri vitjan og heilsir frá Landsstýri, Ríkisumboði og Býráði. Gud signi landið og fólkið, sum her býr. Anna Sofía Jacobsen Álvarsligar tíðir FØROYAR ella rættari framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru í fokus í Keypmannahavn í hesum døgum. Løgmaður og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum áttu í gjár fólkatingið við tað, at teir kunnaðu fólka- tingslimir og annars donsku og útlendsku pressuna um fullveldisætlanir landsstýrisins. Í dag eru Føroyar aftur á skránni í fólka- tinginum. Nú eru tað fólkatingslimirnir, sum fáa orðið. Stórur spenningur er knýttur at orðaskiftinum í fólkatinginum um fullveldi, ríkisfelagsskap, sjálvstýri osfr. Hóast tað er stjórnin, sum skal gera av, hvat skal henda í samráðingunum við føroyingar, so kann roknast við, at hon fer at lurta eftir tí, sum orðaskifti í fólkatinginum fer at snúgva seg og um ikki minst, hvørja niðurstøðu - um nakra - sum ein meiriluti á fólkatingi fer at koma til. FYRSTA samráðingarumfar er liðugt, og nú verður gjørt klárt til tað næsta í mai. Man kann siga, at tað, sum nú fram fer í Keypmannahavn er líkasum upphitingin til næsta umfarið. Hetta eru bæði spennandi og álvarsligir dagar. EFTIR okkara tykki gjørdi danski forsætisráð- harrin Ríkisfelagsskapinum og teimum, sum vilja eina aðra sjálvstýrisloysn enn fullveldi eina bjarnatænastu, tá hann undir samráð- ingunum í mars legði so harðliga og ófantaliga út við tí úrsliti, at flestu føroyingar ógvaðust við. Mangir føroyingar, sum hava staðið í eini ivingarstøðu, eru helst bráddliga fyri fullveld- inum. Og hetta er nakað vit kunnu uppliva av nýggjum, og enn sterkari, um danska fólka- tingið nú fer at ganga í fótafetum Nyrups og venda ynski føroyinga at fáa fullveldi ella størri sjálvstýri bakið. Tað er nevniliga eitt greitt ynski hjá einum stórum meiriluta av føroyingum at fáa økt ella fullkomið sjálvstýri. Hetta er eitt ynski, sum danskir politikarar eiga at viðgera uttan fordómar av nøkrum slag. Hóast danskir politikarar hava sín fulla rætt til at gera sínar metingar av støðuni í Føroyum og í Ríkisfelagsskapinum, so er tað ein sannroynd, at hesar oftani byggja á manglandi vitan og virðing. Hetta sóu vit m.a. eftir kreppuna, tá danskir politikarar og journalistar kropp á kroppi komu til Føroya og gjørdu seg til sjálvbestaltaðar Føroyaserfrøðingar við eitt nú at kolldøma og láturliggera so týðandi útbyggingar sum eitt nú tann so lívstýðandi tunnilin millum Kaldbaksbotn og Oyrarreingir. TAÐ má vera eitt krav, at slík orðaskifti byggja á vitan og virðing og ikki á slíka niðurgerðin og vanvirðing, sum vit upplivdu í 90-unum. Hinvegin mugu føroyskir politikarar eisini gera sær greitt, at ein donsk umrøða á hesum málum verður merkt av tí, sum bylgist í danska samfelagnum. Tá umboð fyri landsstýrið kunna danskar politikarar og útlendsku pressuna um tað framtíðar Føroyar tey ynskja sær, tá hava hesi eisini skyldu til at gera vart við teir vandar, sum fylgja við einum fullveldi. Og tá mótstøðan millum føroyingar móti full- veldismodelli landsstýrisins er so stór sum hon í veruleikanum er, tá er tað skyldan hjá okkara ráðandi fólki eisini at gera vart við hetta. Málið er so álvarsligt, at allar avleið- ingar av einum fullveldi, eisini tær negativu og ræðandi, av einum fullveldi, eiga at verða lagdar fram. Taka undir við tiltøkum 7 mannabólkurin, sum umboðar 32 fakfeløg, tekur fult undir við tiltakinum, sum foreldur at næmingum í Tórshavnar kommunu- skúla hava tikið stig til í sambandi við arbeiðssteðg- in hjá Føroya Lærarafelag. Hetta verður sligið fast í eini yvirlýsing, sum 7 mannabólkurin sendi út í gjár. 7 mannabólkurin heitir á øll foreldur kring landið um at stuðla tiltakinum, so ein endi kann fást á arbeiðs- steðginum. ek Nevndarlimirnir afturvaldir Á aðalfundi hjá Føroya Tele var nevndarval, og nevndarlimirnir vórðu aft- urvaldir. Í nevndini sita Jógvan E. Ellefsen, advokatur, Berg- thót Halldórsson, tekniskur stjóri, Landssími, Ari Jo- hanneson, fulltrúi, Reidar Nónfjall, stjóri, Janus Djur- huus, kaðalmontørur og Annika Johansen, marknað- arsamskipari. Tey bæði seinastu eru starvsfólkaumboð. Nevndin hevur skipað seg við Jógvani E. Ellefsen sum formanni og ARi Johanne- son sum næstformanni. ek