hósdagur 6. apríl 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 68 - 6. apríl 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 68 - 6. apríl 2000
DÁNJAL HØJGAARD
Tørvur er á smærri íbúðum
í Runavíkar kommunu til
eldri og yngri fólk, sum ikki
hava hug, ráð ella orku at
sita í stórum og dýrum hús-
um.
Tað heldur býráðsfor-
maðurin
í
Runavíkar
Kommunu, Jákup Lam-
hauge, nú býráðsumsitingin
umhugsar at byggja smærri
íbúðir í kommununi.
Privat byggja
Tað verður kortini ikki
Runavík
umhugsar
íbúðir
Á tekniborðinum hjá Runavíkar
býráð verður arbeitt við ætlanum at
byggja borgarunum smærri íbúðir,
sum teir kunnu flyta í, tá ið húsini
gerast ov stór
Runavíkar býrað, sum fer at
byggja og selja íbúðir til
býarbørnini.
Gerst ætlanin veruleiki
verður kommunar lutur av-
markaður til at útvega
byggiøki og gera tað byggi-
búgvið, sigur Jákup Lam-
hauge. Síðani kunnu onnur
byggja og selja borgarunum
íbúðirnar. Eitt økið er til
taks omanfyri Ellis- og
Røktarheimið í Runavík,
sum hevði hóskað væl til
endamálið, sigur býráðsfor-
maðurin.
Jákup Lamhauge kundi
Á hesum økinum omanfyri Ellis- og Røktarheimið í Runavík, verða íbúðir nú kanska bygdar til borgararnar í kommununi
Mynd: Jens Kr. Vang
hugsað sær, at byrjað varð í
smáum. Í fyrsta umfari
kundu verið bygdar einar 6-
8 íbúðir á einar 70 fermetr-
ar. Vísir tað seg, at áhugi er
fyri fleiri íbúðum, ber til at
byggja fleiri afturat, sigur
hann.
Nógv einsamøll
Eldraárið í fjør kom fram,
at nógvar einkjur, einkju-
menn og onnur støk, sum
sita í ov stórum húsum, eru
í Runavíkar Kommunu.
Hildið varð, at kommunan
átti at virka fyri, at hesi fólk
kundu fáa eina hóskandi í-
búð ístaðin. Samstundis
hevur onkur byggiharri vent
sær til kommuna og sýnt
áhuga fyri at byggja íbúðir.
Fyribils er talan um tank-
ar, sum býráðsumsitingin
hevur arbeitt við á tekni-
borðinum. Men hugskotið
er tiltalandi, sigur býráðs-
formaðurin, og tekur sína
egnu støðu sum eitt dømi:
-Vit sita tveyeini í húsum,
ið eru tilsamans 200 fer-
metrar til víddar. Børnini
eru farin heimanífrá, so tað
er púra óneyðugt við so
nógvum plássi, sigur Jákup
Lamhauge.
Ætlanin er kortini ikki at
marka íbúðirnar til nakran
ávísan aldursbólk. Eisini
ungfólk skulu hava møgu-
leikan at keypa sær eina
íbúð áðrenn tey fáa børn og
fara at byggja sær eini hús,
heldur býráðsformaðurin.
Blokkstuðulin fer
til skattalætta
Hækkaðu føroy-
ingar skattin upp
á sama støði sum
danir, høvdu
skattainntøkurnar
næstan nøkta
blokkstuðulin,
heldur danska
stjórnin
JOHN JOHANNESSEN
Sambært útrokningum hjá
ráðgevandi nevndini fyri
Føroyar hjá danska forsæt-
ismálaráðnum, er skatta-
trýstið í Føroyum fallið ein
fimting síðani 1993. Trýstið
er fallið frá at vera á sama
støði sum tað danska, ið er
umleið 51 prosent, niður á
41 prosent.
Hesi tølini hevur danska
blaðið Jyllands-Posten fing-
ið fatur á frá forsætismála-
ráðnum á, og er tað komið
til ta niðurstøðu, at føroy-
ingar næstan ikki høvdu
brúk fyri blokkstuðulinum
úr Danmark, settu vit
skattatrýstið upp á sama
støði, sum tað danska.
Var føroyska skattatrýstið
51 prosent, hevði hetta giv-
ið føroyska samfelagnum
eina økta skattainntøku á
700 til 800 milliónir krónur,
og táttar hetta væl í ta upp-
hædd á góðar 950 milliónir,
danir í ár rinda Føroyum í
blokkstuðuli.
Danska avísin, Jyllands-
Posten, sigur seg skilja, at
danska stjórnin ætlar sær at
brúka roknistykkið í sam-
ráðingunum við donsku
stjórnina fyri enn einaferð
at sláa fast, at føroyingar
gott kunnu gloyma tankan
um, at blokkstuðulin kann
halda fram, eftir, at fullveld-
isætlanin er framd í verki.
Føroyski skatturin
høgur
Í samgonguskjalinum hjá
føroysku samgonguni er
sligið fast, at føroyska skatt-
atrýstið skal lækka enn
meira. Tí kann ikki hugsast,
at skatturin verður hækkað-
ur fyri at fáa blokkstuðulin
inn aftur.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í sjálvstýrismálum,
er ikki samdur við tølunum
um, at føroyski skatturin er
so nógv lægri enn tann
danski. Hann vísir á, at vit í
Føroyum hava nógv lægri
lønarlag, enn danir hava, og
harafturat hava vit nógv
ymisk avgjøld. Tí heldur
hann føroyska skattin kunna
metast eins høgan, sum tann
danska.
Styrkir landsstýrið
Landsstýrismaðurin í sjálv-
stýrismálum heldur annars,
at roknistykkið hjá forsæt-
ismálaráðnum,
sum
Jyllands-Posturin hevur av-
dúkað, bert styrkir støðuna
hjá føroyingum í fullveld-
ismálinum.
– Nú dugi eg ikki at síggja
nakrar grundgevingar yvir-
høvur fyri, at vit ikki skulu
fáa sjálvræði sum skjótast,
sigur Høgni Hoydal.
Hesa útsøgn undirbyggir
hann við, at vísa á, at júst
tað, at danir viga føroyska
skattatrýstið upp ímóti
blokkstuðulinum vísir, at
danir kunnu fara at blanda
seg upp í, hvussu nógv før-
oyingar skulu gjalda í skatti
framyvir og so framvegis,
heldur
verandi
ríkis-
rættarliga støða fram.
Høgni Hoydal er vísur í,
at vit fáa stykt føroyska bú-
skapin munandi, tá vit hava
fingið fult ræði og eru
sloppin av við blokkstuðul-
in. Hann er eisini sannførd-
ur um, at hetta fer at merkja,
at samfelagið kann veita
borgarunum tryggar og
góðar tænastur, uttan, at tað
fer at merkja hægri skattir.
Høgni Hoydal heldur, at
nýggja roknistykkið hjá
donsku stjórnini bert
styrkir fullveldisætlanina
Tekur álopini
so hvørt
JOHN JOHANNESSEN
Hóast Jóannes Eides-
gaard umboðar Føroyar
og allar føroyingar á
fólkatingi, ætlar hann sær
í dag at umboða Javnað-
arflokkin og tey sjónar-
mið flokkurin hevur, und-
ir aðalorðaskiftinum um
ríkisrættarligu støðuna á
fólkatingi í dag.
Jóannes
Eidesgaard
heldur nevniliga, at sam-
gongan seinastu tíðina í
so stóran mun hevur fing-
ið ført síni sjónarmið um
fullveldismálið fram í
donskum miðlum og fyri
danska fólkatinginum, at
hann nú eigur at vísa á,
at allir føroyingar ikki
hava somu meining, sum
landsstýrið.
– Eg ætli mær at gera
greitt, hvussu Javnaðar-
flokkurin og eg sjálvur
halda spurningurin um
ríkisrættarligu støðuna
kann
loysast,
sigur
Jóannes Eidesgaard.
Føroyski fólkatings-
limurin ásannar, at hann
á fólkatingi vanliga er
umboð fyri allar Føroyar
og skal verja føroysk á-
hugamál mótvegis álop-
um frá donskum politik-
arum. Men hann kennir
seg vísan í, at hin før-
oyski fólkatingslimurin,
Óli Breckmann, ið eisini
er limur í føroysku sam-
gonguni, fer at tosa søk
samgongunnar. Tí kennir
hann tað, sum sína skyldu
at greiða frá støðuni hjá
teimum føroyingunum, ið
ikki taka undir við sam-
gonguni.
Men Jóannes Eides-
gaard æltlar sær kortini
ikki at lata møgulig
órímilig álop á føroying-
ar frá donskum politikar-
um at standa ósvarað.
Hvat hann svarar til slík
álop, fer hann at taka
støðu til, tá tey koma.
Føroyingar fáa durðafjórðingin
Føroyingar kunnu í mesta lagi vænta
sær skiftistíð á trý til fýra ár. Danskir
politikarar ætla sær ikki at lata seg
ávirka av kunnandi fundinum hjá
landsstýrinum
JOHN JOHANNESSEN
Landsstýrið hevði í gjár
kunnandi fund fyri fólka-
tinginum um fullveldisætl-
anina. Endmálið við fund-
inum var at fáa danskir pol-
itikarar at skilja fullveldis-
ætlan landsstýrisins áðrenn
aðalorðaskiftið, sum í dag
er á fólkatingi um ríkisrætt-
arligu støðu Føroya.
Men landsstýrið skal ikki
rokna við at hava fingið
nógv burturúr kunnandi
fundinum. Sambært danska
blaðnum, Jyllands-Posten,
ætla danskir fólkatingslimir
ikki at bakka ein tumma í
teirra føstu støðu til full-
veldismálið.
Jyllands-Posten skrivaði í
gjár, at greiðu boðini frá
breiða politiksa meirilutan-
um á fólkatingi er, at við
fullum sjálvræði á politiska
økinum fylgir eisini full á-
byrgd á fíggjarliga økinum.
Tí er politiski meirilutin
samdur um, at blokkstuðul-
in til Føroya skal fella burt-
ur eftir trimum til fýra árum.
Sostætt kemur ein skiftistíð,
ið er longri enn trý til fýra
ár ikki upp á tal.
Danska
avísin
kallar
kunnandi fundin hjá lands-
stýrinum fyri ein umgang av
seriøsum lobbyarbeiði.
Kann læsa
samráðingarnar
Aðalorðaskiftið á fólkatingi
í dag kann fáa ógvusligar
avleiðingar fyri víðari sam-
ráðingarnar um ríkisrættar-
ligu støðuna. Møguleiki er
nevniliga fyri, at fundurin í
morgin ger eina samtykt, ið
bindir donsku stjórnina til
at halda seg innan fyri ávís-
ar rammur undir samráðing-
unum.
Møguleiki er nevniliga
fyri, at fólkatingið eftir
aðalorðaskiftið í dag ger
eina samtykt, ið sigur, at bú-
skaparliga skiftistíðin ikki
má vera longri enn eitt ávíst
áramál, somuleiðis sum
upphæddin heldur ikki má
vera størri enn eitt vist.
Hetta kann gera, at lítið
og einki er at samráðast um.
Tí danska stjórnin er bundin
at samtyktini hjá fólkating-
inum.
Vænta spaka samtykt
Kortini vænta danskir eyg-
leiðarar ikki, at niðurstøðan
av aðalorðaskiftinum fer at
verða so ógvuslig. Sum
skilst fer ein ógvuliga breið-
ur meiriluti á fólkatingi at
samtykkja, at ein sersøk
Føroyanevnd skal veljast, ið
skal hava eftirlit við sam-
ráðingunum og ráðgeva
donsku stjórnini undir sam-
ráðingunum.
Partur av niðurstøðuni fer
eisini, sambært donsku eyg-
leiðarunum, at verða, at
Føroya landsstýri sjálvt
hevur valt at fara undir full-
veldissamráðingarnar, og at
landsstýrið tískil eisini má
skilja, at tað má taka við tei-
mum fíggjarligu avleiðing-
unum, hetta fær.
Men, sum skilst, fer nið-
urstøðan ikki at binda
stjórnina til eina ávísa fíggj-
arliga skiftistíð. Hetta verð-
ur mett sum ein samráðing-
arspurningur, hóast bæði
andstøða og stjórn eru samd
um, at skiftistíðin ikki skal
vera longur enn eini trý til
fýra ár.
Fordómarnir
skulu burtur
JOHN JOHANNESSEN
Føroyska fólkatingsumboð-
ið, Óli Breckmann, ið eisini
er limur í løgtingssamgong-
uni, fer undir aðalorðaskift-
inum á fólkatingi í dag at
greiða frá fullveldisætlanini
úr sjónarhorni landsstýris-
ins.
Hóast Óli Breckmann á-
sannar, at hann á fólkatingi
eigur at umboða allar før-
oyingar og ikki bert hugsan
føroysku samgongunnar, fer
heldur hann seg tæna før-
oyska fólkinum best við at
greiða frá fullveldisætlanini
sum limur í føroysku sam-
gonguni undir aðalorða-
skiftinum í dag.
– Eg kann ikki fornokta
politikkin hjá samgonguni,
og harafturat eri eg sann-
førdur um, at samráðingar-
úrslitið millum landsstýrið
og donsku stjórnina kann
fáa undirtøku millum tveir
triðjingar av føroyska fólk-
inum. Tí fari eg partvís at
tala landsstýrisins søk í dag,
sigur fólkafloksmaðurin,
Óli Breckmann.
Føroyski fólkatingslimur-
in sigur, at hann ætlar sær
at royna at fáa skúgvað allar
teir mongu fordómar og all-
ar tær mongu mytur um
fullveldismálið burt, so dan-
ir fara at skilja, hvat tað er,
føroyingar veruliga vilja.
Hetta, heldur hann, kann
geva samráðingunum ein
rímuligan kjans at koma
aftur á eitt rímuligt støði.
Óli Breckmann sigur seg
eisini ætla at vísa dønum á,
at tað ikki passar, at Føroyar
eru ein útreiðsla fyri danir
– Eg vóni, at fullveldis-
málið aftur fer at fáa veru-
liga viðgerð, nú Nyrup hev-
ur fingið møguleikan at
styrkja seg politiskt í Dan-
mark við at leggja hart út
móti føroyingum undir
fyrsta samráðingarfundin-
um herfyri, sigur Óli Breck-
mann, ið ætlar sær at vera
spakur undir orðaskiftinum
í dag. Men koma ógvusligar
ákærur móti føroyingum,
roknar hann ikki við at hann
klárar at lata vera við at
geyla eitt sindur.
Donsku fólkatings-
umboðini høvdu longu
undan kunnandi fundinum
gjørt av ikki at lata seg
ávirka av landsstýrinum.
Mynd: Føroyska
Tíðindastovan