hósdagur 6. apríl 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 68 - 6. apríl 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 68 - 6. apríl 2000
JAN MÜLLER
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur hevur onga ætlan um at
leggja seg út í trætuna mill-
um Lærarafelagið og lands-
stýrið. Tvørturímóti bakkar
hann skúlamálaráðharran
og
fíggjarmálaráðharran
fult upp.
- Eg kann á ongan hátt
góðtaka, at eitt fakfelag ger
spurningin um at játta peng-
ar til eina lóg til ein part av
lønarsamráðingunum. Tá
tekur Lærarafelagið í veru-
leikanum Føroya Løgting
av ræði sum játtandi mynd-
ugleika. Tað ber ikki til
sigur løgmaður og vísir á,
at um fakfelagið hjá lær-
arunum nú er vorðið játtan-
armyndugleiki í hesum
landi, so eru vit fullkomiliga
úti í eini anarkistøðu. At
Lærarafelagið átekur sær
ein leiklut, har tað skal
trýsta eina eykajáttan í-
gjøgnum í tinginum er einki
minni enn fullkomin ør-
skapur.
Hetta er tað sama sum, at
læknar og sjúkraystrar í
samráðingum um teirra løn-
ir siga, at sjúkrahúsini skulu
hava so og so stórar játtanir.
Og tað vildi verið púra burt-
urvið. Er man farin í verk-
fall uppá hesar fortreytir, so
hevur hetta verkfallið vána-
lig útlit til at verða avblást
sigur løgmaður, sum annars
mælir Lærarafelagnum til at
seta seg við samráðingar-
borðið og samráðast um løn
hjá lærarunum. Tað er tað
tað heila snýr seg um. Og
tað eru bæði Fíggjarmála-
stýrið og Undirvísingar- og
Mentamálastýrið altíð til
reiðar til leggur løgmaður
aftrat.
Málið um broytingar í
fólkaskúlalógini og um at
tað ber til innan fyri tann
játtaða karmin at fáa tað
ígjøgnum heldur hann er ein
politiskur spurningur mill-
um landsstýrið og løgtingið
og ikki millum landsstýrið
og Lærarafelagið.
Løgmaður vísir á, at
landsstýrið fer ikki at leggja
seg út í samráðingarrættin
hjá fakfeløgunum. Hann
viðgongur tó, at eitt verkfall
er altíð lemjandi fyri sam-
felagið.
-Man eigur ikki góðtaka
at hava arbeiðssteðgir og
má tí gera alt fyri at sleppa
undan teimum. Hinvegin
ber ikki til at brúka verk-
falsvápnið til annað enn tað,
ið liggur í sáttmálunum um
lønarviðurskiftini hjá lim-
unum. Kemur man ikki
uppá aðrar tankar so beri eg
ótta fyri, at hetta kann gerast
eitt drúgvt verkfall við
óbótaligum skaða fyri tað
unga fólkið.
-Eg havi einki ímóti, at
Føroyar Lærarafelag fer í
verkfall í sambandi við síni
lønarviðurskiftini, men tað
kann ikki tengja játtanar-
spurningin í løgtinginum
upp í eitt krav í hesum sátt-
málasamráðingunum. Tað
er burturvið. Málið er ógvu-
liga prinsipielt. Vit eru vit
at upploysa samfelagið við
slíkum krøvum, og tí mæla
eg fólkunum til at fara aftur
til samráðingarborðið.
Uppá fyrispurning um tað
ikki er beinharði fíggjar-
politikkurin hjá landsstýr-
inum, sum er orsøkin til, at
nógvir stovnar í samfel-
agnum - harímillum skúla-
verkið - ikki kunnu virka
eftir ætlan sigur løgmaður,
at tað er púra givið, at um
tað, sum nú liggur á kistu-
botni í landskassanum fer
út í økta nýtslu, so eru vit
alt fyri eitt aftur í 80-unum.
-Er tað nakað, sum pol-
itikarar hava eina skyldu at
røkja, so er tað at skipa so
fyri, at vit fáa eitt so trygt
samfelag uppá longri sikt
sum gjørligt. Og tá má man
ansa eftir ikki at hava tey
- Eg kann á ongan hátt góðtaka, at
eitt fakfelag ger spurningin um at
játta pengar til eina lóg til ein part
av lønarsamráðingunum. Tá tekur
Lærarafelagið í veruleikanum Føroya
Løgting av ræði sum játtandi mynd-
ugleika. Tað ber ikki til sigur løgmað-
ur
so ræðuligu sveiggini, sum
vit hava upplivað í bú-
skapinum. Tí vil eg mæla
Lærarafelagnum til at taka
við teimum 6,5% sum løn-
arhækkingin liggur á og fara
aftur til arbeiðis. Eftir tað
kann man so taka ein dialog
við
Undirvísingar-
og
Mentamálastýrið
um
á
hvønn hátt og í hvørjum
tempo man setir í verk teir
ymsu tættirnar í fólkaskúla-
lógini.
Løgmaður vísir á, at talan
er um eina rammulóg og
sum kann setast í gildi við
tí ferð, sum man nú einaferð
hevur fíggjarliga orku og
menniskjaligar ressursir til.
Og hann vil fegin enn
einaferð undirstrika, at hetta
er ikki eitt mál millum
Fíggjarmálstýrið og Lær-
arafelagið í aktuellu sátt-
málasamráðingum um løn.
Løgmaður metir tí verk-
fallið vera heilt við síðuna
av, tá partarnir eru samdir
um lønina.
At Lærarafelagið átekur
sær ein leiklut, har tað
skal trýsta eina eykajáttan
ígjøgnum í tinginum er
einki minni enn fullkomin
ørskapur, sigur ein
bersøgin løgmaður
Løgmaður
finst
harðliga
at Lærara-
felagnum
Nyrup heilt av leið
Kirsten Jacobsen, Frælsið 2000:
– Framferðarhátturin og uppskotið hjá stjórnini til sam-
tyktar er heilt burturvið, sigur Kirsten Jacobsen, sum
sigur, at hennara flokkur fer at atkvøða ímóti uppskot-
inum. – Hatta sømir seg ikki einum siviliseraðum for-
sætisráðharra, men er kortini so typiskt Nyrup, sum hon
tekur til
SVEINUR TRÓNDARSON
– Vit atkvøða ímóti upp-
skotinum hjá stjórnini til
samtyktar tí tað sømir seg
ikki tinginum at sam-
tykkja hatta uppskotið,
sigur Kirsten Jacobsen.
Hon er - sum vanligt -
sera boysin í orðum, tá
hon umrøður danska for-
sætisráharran og fram-
ferðarhátt hansara.
– Tað er ófatuligt.
Hvørja tí einastu ferð,
hann skal gera okkurt,
sum viðvíkur Føroyum,
so fer hann buldrandi
fram uttan fyrilit og tað
er milt sagt ósømiligt fyri
ein forsætisráðharra, sum
- um hann vil tað ella ikki
- eisini er forsætisráðharri
føroyinga, sigur hon.
Kirsten Jacobsen sigur,
at tað eftir hennara tykki
er heilt burturvið, at
leggja føroyingum harðar
treytir við í sambandi við
ynski um størri sjálvræði.
– Tað eru føroyingar,
sum hava biðið um størri
sjálvræði, og tí eiga vit
eisini at vera sømilig í
okkara atburði móti før-
oyingum og veit føroy-
ingum usmtøður, sum
gera, at búskapurin ikki
skramblar saman. Tí havi
eg gjørt eitt uppskot, sum
eg eri vís í, hevði verið
samtykt, bæði í Føroyum og
í Danmark og tað má vera
endamálið, sigur Kirsten
Jacobsen.
Hon vísir á, at úrslitið av,
at føroyingar biðja um
sjálvstýrið er, at danski
skattgjaldarin sparir pening
og tað eigur Nyrup eisini at
síggja tað skilagóða í.
– Men hann ger beint øv-
ugt. Hann hóttir føroyingar
við stuttari skiftistíð, men
vera teir verandi, so fáa tað
teir vilja hava. Og tað merk-
ir, at milliard eftir milliard
verður send til Føroya, og
tað er einki høpi í, sigur
Kirsten Jacobsen, sum sig-
ur, at endamálið eigur at
vera, at føroyski búskapurin
kann venja seg við nýggju
umstøðurnar
samstundis
sum útlit eru til, at danski
skattgjaldarin
sleppur
undan at gjalda.
Hon heldur, at Nyrup
ístaðin átti, at niðurfryst
skuld føroyinga í fimm ár
fyri síðani at gera eina av-
dráttarskipan, samstund-
is, sum ein skiftisskipan
verður gjørd fyri ríkis-
veitingina í sjey til tíggju
ár.
– Hesi skipan haldi eg
flestu flokkar í Fólkating-
inum høvdu tikið undir
við, tí tá tosa vit um virð-
ilig viðurskifti, sigur
Kirsten Jacobsen
Hon var annars ikki so
forlipt í kunningarfund-
inum hjá landsstýrinum í
gjár.
– Prinsippielt eri eg í-
móti, at landsstýrið kunn-
ar fólkatingið, tí tað er
ikki røtt mannagongd,
men eg skilji teir kortini,
tí fólkatingslimirnir verða
ikki kunnaðir av stjórnini,
staðfestir Kirsten Jacob-
sen.
– Men parlamentarisk
hevði tað verið rættari um
flokkarnir í løgtinginum
sendu síni framsøgufólk
at kunna starvsfelagarnar
í fólkatinginum, sigur
Kirsten Jacobsen, sum
kortini leggur afturat, at
hon sjálv ætlaði sær at
lurta eftir landsstýrinum.
Kirsten Jacobsen,
Frælsið 2000
Jette Gottlieb, Eindarlistin
Fólkatingið fer ikki
at leggja forðingar
Framsøgufólkið hjá Eindarlistanum í føroyskum viðurskiftum væntar, at
niðurstøðan av kjakinum í Fólkatinginum í dag verður, at tingið samtykkir
frágreiðingina frá stjórnini og setir eina nevnd at fylgja við samráðingunum.
SVEINUR TRÓNDARSON
– Fólkatingið fer ikki at
binda stjórnina og Nyrup
niður. Tað verður gjørd ein
samtykt, men tað verður
ikki ein hvøss samtykt, sum
fer at avmarka rásarúmi hjá
forsætismálaráðharranum.
Hetta sigur Jette Gottlieb,
sum er framsøgufólk hjá
Eindarlistanum í føroyskum
viðurskiftum.
Hon vísir á, at trupulleik-
in við málinum er, at tað enn
ikki er fastlagt, hvussu sam-
ráðingarnar skulu halda
fram, og tí ber illa til at sam-
tykkja nakað, men hon
væntar ikki, at fólkatingið
fer at leggja føroyingum
forðingar um so er, at teir
ynskja fult sjálvstýri.
Løgmaður hevur annars
havt á orðið, at hann er
bangin fyri, at Nyrup ætlar
at fáa eina bundna uppgávu
frá Fólkatinginum, sum ger,
at hansara politiska rásarúm
í samráðingunum við føroy-
ingar verður sera avmarkað.
Hesari meting tekur Jette
Gottlieb ikki undir við.
– Framsøgufólkini hava
ikki tosað saman um málið
og tí vænti eg einki av has-
um slagnum, sigur hon.
– Eg vænti, at fólkatingið
góðtekur frágreiðingina frá
Nyrup, samstundis, sum ein
nevnd verður sett at fylgja
við samráðingunum.
Annars heldur Jette Gott-
lieb, at tað er rætt av lands-
stýrinum at kunna fólka-
tingslimirnar áðrenn fundin
í morgin.
– Tað er eitt sindur óvanl-
igt, at ein stjórn kunnar eitt
ting, men í hesum føri havi
eg einki ímóti tí av teirri
orsøk, at tinglimirnir hava
brúk fyri upplýsingum um
viðurskiftini. Sjálv havi eg
lisið hvítbókina og samráð-
ingaruppleggið, men eg taki
fegin móti fleiri upplýsing-
um frá landsstýrinum, sigur
hon at enda.
Hon skoytir kortini upp í,
Jette Gottlieb, Eindarlistin
at úrslitið av fundinum í dag
eisini verður ávirkað av før-
oysku tinglimunum.
– Teirra partur í viðgerð-
ini fer eisini at hava sína
ávirkan, sigur Jette Gottlieb
at enda.
Lesið eisini tíðindi á
www.sosialurin.fo
Ulla Tørnæs, Vinstri:
Varislig samtykt
– Semjan, sum verður gjørd í dag, verður ein staðfesting
av, at tað eru føroyingar, sum sjálvir avgera sína framtíð.
Samstundis taka vit frágreiðingina frá stjórnini til
eftirtektar, sigur Ulla Tørnæs, framsøgufólk hjá Vinstra í
føroyskum viðurskiftum
SVEINUR TRÓNDARSON
– Vinstriflokkurin
hevur
leingi sagt, at tað eru før-
oyingar, sum avgera sína
framtíð og hetta verður eis-
ini tað, sum verður samtykt
í dag, men kortini dylja vit
ikki fyri, at vit heldur enn
fegin lata ríkisfelagsskapin
halda á.
Tað, sigur Ulla Tørnæs,
framsøgufólk hjá Vinstra í
føroyskum viðurskiftum.
Hon sigur, at føroyingar
onga orsøk hava at óttast
fyri, at danska fólkatingið
fer at mana spøkilsir úr
fortíðini framaftur, m. a. við
at krevja av stjórnini, at hon
leggur eitt alternativt upp-
skot fyri føroyingar.
– Hóast vit vilja hava rík-
isfelagsskapin at halda
fram, so eru tað føroyingar,
sum hava avgerandi orðið
at siga, tá til stykkis kemur.
Stjórnin leggur í dag eina
frágreiðing um samráðing-
arnar við føroyingar fyri
fólkatingið og Ulla Tørnæs
roknar avgjørt við, at henda
frágreiðing verður tikin til
eftirtektar.
– Uppskotið til samtyktar
gongur út uppá, at vit stað-
festa ynski føroyinga, sam-
stundis sum vit taka frá-
greiðingina frá Nyrup til
eftirtektar. harafturat setir
fólkatingið so eina 21 mans
stóra nevnd, sum skal fylgja
samráðingunum og tað er í
stuttum tað, sum hendir í
dag, sigur Ulla Tørnæs.
Hon viðgongur, at teirra
ynski um at varðveita ríkis-
felagsskapin fellur saman
við ynskinum hjá andstøð-
uni í Føroyum, men hon
staðfestir samstundis, at tað
er semja millum landsstýrið
og stjórnina um at samráð-
ast út frá sáttmálauppskot-
inum.
– Hetta mugu vit stað-
festa. Men vit fara ikki at
binda Nyrup niður, til nakað
sum helst, tí er tíðin farin
frá sigur hon. Hann fær
breiða undirtøku fyri at
samráðast við føroyingar
um sjálvsstýrið, men har
verður ikki innbygd nøkur
hóttan um, at danska stjórn-
in skal hava eitt alternativt
uppskot til føroyingar, sigur
hon.
Ulla Tørnæs hevði ongar
viðmerkingar til kunningar-
fundin hjá landsstýrinum í
gjár, tí hon fór ikki á fundin.
– Til tað havi eg ongar
viðmerkingar.
Ulla Tørnæs, Vinstri