hósdagur 6. apríl 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 68 - 6. apríl 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 68 - 6. apríl 2000
25 bjóða seg
fram á Tvøroyri
Har verður bæði tivoli, undirhald
og nógv, góð tilboð
ÁKI BERTHOLDSEN
Aftur í ár verður stór
páskasølustevna í ítrótt-
arhøllini í Trongisvági við
tivoli,
undirhaldi
og
nógvum tilboðum.
25 handlar og fyritøkur
úr øllum landinum fara at
vísa, hvat tey hava at
bjóða. Av teimum er gott
helvtin úr Suðuroynni og
tann minna helvtin eru
aðrastaðni frá.
Og úrvalið er fjølbroytt,
líka
frá
bilum
og
bilaútgerð, um teldur og
teleútgerð til klæðir og
blómur.
Og skuldi tað blivið
svangligt, fæst eisini okk-
urt gott undir tonnina,
bæði av onkrum søtum og
onkrum, sum kanska
mettar eitt sindur betri.
Tað
eru
Tvøroyrar
Bóltfelag, Svimjifelagið
og Foðbiar Sóknar Róðr-
arfelag, sum skipa fyri
páskasølustevnuni.
Tivoli og undirhald
Á stevnuni verður eisini
bæði tivoli og ymiskt
annað undirhald.
Tivoli stendur Lions
Klubburin í Suðuroynni
fyri og allur peningurin,
sum kemur inn, verður
Verkfallið fær
nú avleiðingar
ÁKI BERTHOLDSEN
– Verkfallið í fólkaskúlan-
um hevur longu vart so
leingi, at tað fer at fáa av-
leiðingar fyri próvtøkurnar
í summar.
Tað ivast Símun Petur
Hjelm, skúlastjóri í Klaks-
vík ikki í.
Hann sigur, at nógvir
næmingar hava nú ikki fing-
ið undirvísing í meiri enn
ein heilan mánað og tað skal
vera løgið, um hetta ikki fer
at
síggjast
aftur
í
próvtøkuni.
Men hann hugsar ikki
bara um, at tað er verkfall.
– Vit skulu eisini minnast
til, at hetta er ein tann besta
tíðin í øllum skúlaárinum at
alt liggur stilt.
– Hesa tíðina uppundir
próvtøkuna eru næmingar-
nir ógvuliga motiveraðir
fyri at fáa eitt gott úrslit, og
júst hesa tíðina liggur alt
lamið.
– Hvørjar avleiðingar
hetta fær, tori eg ikki at
hugsa um nú.
Hann sigur, at næming-
arnir, sum skulu próvtøku,
skulu hava lisið eitt ávíst
pensum.
– Men tey eru mong, sum
ikki eru komin ígjøgnum
pensummið enn.
– Og hjá teimum, sum
kanska hava lisið alt, verð-
ur ongin møguleiki at ganga
tilfarið ígjøgnum aftur, sum
vanligt er.
Og tað ivast hann ikki í,
fer at síggjast aftur í um-
mælunum, sum næmingar-
nir fara at fáa í próvtøk-
unum í summar.
At tað kann fáa avleið-
ingar fyri teir, sum vilja
sleppa inn á hægri læru-
stovnar er eyðsæð.
Símun Petur Hjelm sigur,
at verkfallið hevur longu
havt tað beinleiðis avleið-
ing, at várroyndin, sum
skuldi vera fyri eini góðari
viku síðani, mátti avlýsast.
–Síðani koma páskini og
so eigur próvtøkan at byrj-
að......
Onki fantilsi á
Símun Petur Hjelm er
skúlastjóri á Ósaskúlanum
í Klaksvík og hann er hart
raktur av verkfallinum.
– Av teimum 30 lærarur-
um á skúlanum eru 11 í
verkfalli.
Tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu hart teir ymsu flokk-
arnir eru raktir.
– Vit hava tveir 10. flokk-
ar. Annar fær næstan onga
undirvísing, men hin fær
næstan alla undirvísingina.
Men Símun Petur Hjelm
sigur, at tað ringasta er, at
teir næmingarnir, sum eiga
at fáa undirvísing, eru nú
eisini miðvíst farnir at halda
seg burtur úr skúlanum.
– Tað merkir, at í mong-
um flokkum, har tað eru 20-
22 børn, eru bara 1-2 í
skúla.
–Sostatt er onki fantilsi á
undirvísingini tí tá ið so fá
børn eru í skúla, kann tað
ikki blíva til annað enn fjas,
sigur Símun Petur Hjelm.
– Í løtuni er undirvísingin
bara eitt heiti.
– Støðan er nú so vánalig,
at tað bleiv ikki verri, um
skúlin so stongdi, sigur
skúlastjórin.
Hann sigur, at støðan er
við at blíva ótolandi eisini í
nógvar aðrar mátar.
– Lærararnir gera bara
tað, sum teir hava tænastu-
skyldu til at gera.
– Hjá okkum er tað ring-
asta, at handkløð, viski-
stykki o.a., sum vit skúla
brúka í heimkunnleika,
verða ikki vaskað, so tað er
ein spurningur, nær tann
undirvísingin eisini má
halda uppat.
Mugu koma víðari
Skúlastjórin sigur, at einasti
máti at koma víðari, er at
Fíggjarmálastýrið, Undir-
vísingar og Mentamálastýr-
ið og Lærarafelagið seta seg
saman at viðgerða støðuna.
– Tað nyttar ikki at siga,
at sáttmálasamráðingarnar
og eyka arbeiðið, sum er á-
lagt lærarunum í nýggju
fólkaskúlanum eru hvør sítt
mál, tí tað eru tey ikki og tí
mugu allir tríggir partarnir
seta seg saman, sigur Símun
Petur Hjelm.
Hann tekur annars fult
undir við Lærarafelagnum
í hesi ósemjuni.
– Nýggja fólkaskúlalógin
áleggur
lærarunum
og
skúlaleiðslum nógv eyka ar-
beiði og tað má sjálvsagt
viðgerðast í sambandi við
sáttmálasamráðingarnar,
sigur Símun Petur Hjelm.
Fleiri børn komin aftur í skúla
ÁKI BERTHOLDSEN
Í gjár var ikki so tómligt á
Venjingarskúlanum í Havn,
sum tað hevur verið.
Katrin Ellingsgaard, vara-
skúlastjóri, sigur, at eisini á
Venjingarskúlanum hevur
framhaldsdeildin
verið
næstan tóm í seinastuni,
men at fleiri næmingar nú
eru nú komnir aftur í skúla
hesa vikuna.
Hon heldur, at partvís eru
næmingarnir farnir at møð-
ast av støðini. Men partvís
hevur hon eisini varhugan
av, at tað eru foreldur, sum
hava havt álvarsprát við
børnini og fingið tey at skilt
týdningin av at tey fáa und-
irvísing teir tímarnar, sum
ikki eru verkfalsraktir.
Venjingarskúlin er annars
hart raktir, tí har eru 17 av
41 lærarum í verkfalli.
Tað ber í sær, at fleiri
flokkar als onga undirvísing
fáa ímeðan aðrir fáa nógv
skerda undirvísing.
Varastjórin sigur, at hon
dugir ikki at smeta um,
hvussu leingi hetta kann
halda fram, uttan at tað fær
álvarsligar avleiðingar fyri
próvtøkuna.
Hon sigur, at várroyndin
hjá allari framhaldsdeildini,
uttan áttanda, var, áðrenn
Framhaldsdeildin hevur verið næstan
tóm í seinastuni, men nú er frægari
verkfallið var, men roynd-
ina hjá áttanda máttu tey
avlýsa.
Tíggjundi flokkur er í
starvsvenjing í løtuni, men
nakrir av teimum næming-
unum eru eisini raktir av
verkfallinum.
Teir sleppa nevniliga ikki
í starvsvenjing, tí fleiri ar-
beiðsgevarar hava tikið á-
heitanina frá sjeymanna
bólkinum hjá fakfeløgunum
til eftirtektar um, ikki at
taka næmingar í starvsvenj-
ing, so leingi verkfallið er
Katrin
Ellingsgaard
heldur, at vit eiga ikki at
gloyma tey smáu børnini í
hesum sambandinum.
– Nógv verður tosað um
undirvísingin
í
fram-
haldsdeildini.
– Men vit skulu heldur
ikki gloyma, at tey smáu
hava heldur ikki fingið
undirvísing nú í meiri enn
ein mánað, og tað er eitt álv-
arsligt bakkast fyri tey, tí
tíðin, sum er mist, fáast ikki
aftur.
Hon sigur, at ein avleið-
ing av, at lærarnir bara gera
sína tænastuskyldu, er, at
tað ikki altíð verður keypt
tilfar og annað, sum skúlin
verður í uppisetri fyri.
Eisini teldurúmið er rakt,
tí tær teldurnar, sum verða í
óstandi, tær standa, til alt
hetta er av.
So tað er eisini ein spurn-
ingur um tíð, áðrenn onki
er at hava skúla til, av tí alt
tilfar og alt annað er uppi,
hóast tað verður nakað enn,
áðrenn tað verður so galið
á Venjingarskúlanum.
óskerdur latin til ymisk
vælgerðandi endamál.
Undirhald verður allar
dagarnar. Tá ið stevnan
letur upp, hóasdagin. 13.
apríl klokkan 16. fer
Kristian Blak at spæla
klaver og kirkjukórið
Ljómur úr Vági fer at
syngja.
Fríggjadagin og leyg-
ardagin fara gentur úr
Porkeri
at
danska
Creamy og leygardagin
fara Rakul og Magni at
syngja.
Fríggjadagin verður
mótasýning og sunnu-
kvøldið, tá ið stevnan
endar,
verður
eisini
gallashow við mótasýn-
ing.
Sunnudagin fer eisini
Shalder Geo við feðg-
unum Kristiani og Mich-
ael Blak og Høgna
Klakkstein at spæla.
Annars er stevnan opin
frá hósdegnum 13. apríl
til sunnukvøldið 16. apr-
íl og hon er opin út á
kvøldið.
Annars verða tíðirnar
lýstar betur seinni.
Sjálv setanin verður
hósdagin kl. 18, og tað
verður Dan Nielsen, bý-
ráðsformaður sum fer at
seta stevnuna.
Læraraverkfallið
Læraraverkfallið
– Tað er onki fantilsi á undirvísingini og tað er longu komið so langt, at tað fær
avleiðingar fyri próvtøkurnar í summar, sigur skúlastjóri í Klaksvík
Foreldur mótmæla
Ógreitt við tiltøkum
Próvtøkurnar í vanda
Bræv frá myndugleikunum
Joan Ziskason dugir enn ikki at siga,
nær fakfeløgini fara at seta stuðulstil-
tøk í verk
Joan Ziskason
Føroyski fólkaskúlin hevur nú í 4 vikur verið merktur av
arbeiðssteðginum hjá sáttmálasettu lærarunum. Nú gera
fleiri vart við, at próvtøkurnar eru í vanda
Selmar Jacobsen,
skúlastjóri
DAGFINN OLSEN
Næmingar í eldru flokku-
num eru komnir í klemmu,
tí próvtøkan nærkast, og
enn røkist einki fyri, at ar-
beiðssteðgurin í fólkaskúla-
num fær ein enda.
Selmar Jacobsen, skúla-
stjóri, sigur, at vanliga verð-
ur byrjað at fyrireika seg til
próvtøkur í mars. Skrivligu
próvtøkurnar eru longu í
maj.
Selmar Jacobsen sigur, at
tær skrivligu próvtøkurnar
kunnu fara fram, uttan at
lærarar eru til staðar, men
sjálvsagt verða ongar fyri-
reikingar í flokkunum.
Um lærararnir ikki eru
aftur í skúlanum í juni, so
verða ongar próvtøkur, tí til
munnligu
próvtøkurnar
mugu lærarar vera til staðar.
Hóast Selmar Jacobsen
ikki hevur framhaldsdeild í
Sankta Frans Skúla, so met-
ir hann, at næmingarnir
longu hava mist nógv.
Sankta Frans Skúli er
meint raktur. Yngstu flokk-
arnir og teir elstu eru slopn-
ir væl, men til dømis eru 2.,
3. og 4 flokkar, ið bert hava
2 tímar um vikuna.
Heita á skúlanevndina
Lærarar í Tvøroyrar skúla
høvdu mánakvøldið fund,
har teir røddu um støðuna,
skúlin er í í løtuni.
Skriv er sent skúlanevnd-
ini, løgmanni og landstýris-
monnunum Høgna Hoydal
og Karsten Hansen, ið um-
sita ávíkavist skúlamál og
fíggjarmál.
Lærararnir heita staðiliga
á skúlanevndina um at gera
vart við seg á røttum stað,
so gongd kemur á aftur
samráðingarnar. Sagt verð-
ur, at ørkymlandi støðan
merkist skilliga á bæði
næmingum og lærarum.
Lærarar vísa til ansingar-
skylduna og spyrja, hvør
hevur ábyrgdina av næm-
ingunum teir tímarnar, ið
ikki verða lisnir, nú verkfall
er.
- do -
Landsstýrismaðurin í undir-
vísingar- og mentamálum
hevur sent fólkaskúlum og
skúlanevndum í Føroyum
bræv.
Sagt verður, at skúlanevnd-
in er myndugleiki á staðnum
og eigur saman við skúla-
leiðsluni at bera so í bandi,
at undirvísingin verður ó-
rógvað sum minst, nú verk-
fall er.
Víst verður á, at arbeiðs-
umstøðurnar hjá tænastusett-
um lærarum eru truplar. Und-
irvísingar- og mentamálastýr-
ið hevur við atliti at verkfalli-
num dagliga umrøtt umstøð-
urnar og ásannar, at hóast ó-
trygg viðurskifti undir verk-
fallinum, so hevur Undirvís-
ingar- og mentamálastýrið
skyldu at vísa á, at undirvís-
ing, sum ikki er verkfallsrakt,
verður framd.
Vísandi til hetta verður
skúlaleiðslan biðin um at
skipa gerandisdag næming-
anna so, at teir so vítt gjør-
ligt ikki hava millumtímar og
at umsjón í mesta mun er
við yngru næmingunum.
- do -
Foreldur at næmingum
í 9. flokki í Kommunu-
skúlanum í Havn høvdu
týskvøldið fund um støð-
una í skúlanum, nú ar-
beiðssteðgur er.
Ein av niðurstøðunum
á fundinum var, at
støðan er ótolandi og
skipað verður tí fyri
landsumfatandi
inn-
savning av undirsktift-
um at mótmæla støðuni.
Henda fer fram á
skúlunum kring landið
og foreldur fáa nærri at
vita um hetta.
- do -
Skipað verður fyri landsumfat-
andi innsavning av undirskriftum
Læraraverkfallið
Anarki ræður
Í dag hittast skúlanevndir úr øllum landinum til fundar í Havn.
Orsøkin er arbeiðssteðgurin í føroyska fólkaskúlanum. Formað-
urin í skúlaráðnum í Havn heldur, at støðan nú er ótolandi og
at anarki ræður
Egon Øregaard, formaður
í skúlaráðnum í Havn
DAGFINN OLSEN
Eftir ætlan skuldu flestu
skúlanevndir í landinum
hittast í gjár, men fyri at fáa
umboð úr Suðuroynni við,
verður fundurin í dag, hós-
dag.
Formaðurin í Skúlaráð-
num í Havn, Egon Øre-
gaard, sigur, at talan er um
flestu skúlanevndir í landi-
num. Í hvussu er fyri størru
plássini, ið hava framhalds-
deild og har skúlarnir eru
hart raktir av arbeiðssteðgi-
num.
Talan verður um at tosa
saman um trupulleikarnar.
Møguliga fara nevndarum-
boðini at bjóða seg fram,
um tey kunnu nýtast til okk-
urt, ið kann gagna gongdini,
ella um tey kunnu koma við
hugskotum um, hvussu
gongd fæst á aftur samráð-
ingarnar.
Anarki
Egon Øregaard sigur, at ikki
er væl vorðið í skúlunum
og at talan nú er um anarki.
Hann metir, at øll eru rakt
av arbeiðssteðginum. For-
eldur eru í dupurhuga, tí
eldru næmingarnir eru ikki
í skúla, nú próvtøkur nærk-
ast og so eru sjálvsagt eisini
trupulleikar
av
yngru
børnunum, ið ganga fyri
vág og vind.
Hann heldur, at nú má
henda støðan halda uppat.
Øssur í Lítluvík
Í dag letur Øssur Johannesen
upp listaframsýning
Í dag klokkan letur listamaðurin Øssur Johannesen
upp listaframsýning í Smiðuni í Lítluvík. Talan er
um menniskjalýsingar og landsløg.
Opið er frá í dag, 6. apríl til sunnudagin, og til ber
at støkka inn á gólvið frá klokkan 16 til 20.
- do -
Mynd: Jens Kristian Vang
DAGFINN OLSEN
Føroya Lærarafelag hevur
nú verið í arbeiðssteðgi í 4
vikur. Í síðstu viku boðaðu
hini fakfeløgii, umboðað av
7 mannabólkinum, frá, at
tey fóru ikki at standa og
eygleiða á síðulinjuni longi
afturat. Hetta gjørdu tey
greitt á fundi við Høgna
Hoydal í Tinganesi.
Joan Ziskason frá 7
mannabólkinum dugir enn
ikki at siga, nær tiltøk
kunnu væntast frá hinum
fakfeløgunum.
Einki røkist tó fyri, at tað
verður hesa vikuna, men
enn er als einki avgjørt
hesum viðvíkjandi, sigur
Joan Ziskason.
7 mannabólkurin hevur
ikki verið saman, síðani
fundin í Tinganesi fyri viku
síðani.
Umleið helvtin av læraru-
num í Sankta Frans Skúla
eru sáttmálasettir, so Selmar
Jacobsen metir, at tað
kanska bert er Hoyvíkar
Skúli, ið er harðari raktur.
DANSISKEIÜ VIÜ
ANNU KIRSTIN
DANSISKEIÜ VIÜ
ANNU KIRSTIN
Sosialurin - 311820
Skeiðið er fyri øll dansiáhugað -børn, ungdóm, vaksin, pør og støk, øll kunnu
verða við. Undirvíst verður í Foxtrot, Quickstep, Rock´n roll, valsi og øðrum
løttum. Liðini verða bólkað soleiðis:
Fríggjad. 7/4
kl. 16.00-17.15 Børn 10-14 ár
kl. 17.30-19.00 Ung
kl. 19.15-20.45 Nýbyrjarar
kl. 21.00-23.00 Vandir dansarar*
*(fólk sum hava luttikið í standard-dansiskeiði áður og vilja læra meira).
Hugnakvøld verður frá kl. 21.00.
Kostnaður fyri børn og ung kr. 100,-. Vaksin kr. 150,-
Tilmelding á tel. 316063, 316682, 310634, 317243 og 314486
Leygard. 8/4
kl. 10.00-11.15 Børn 10-14 ár
kl. 14.00-15.30 Nýbyrjarar
kl. 15.30-17.30 Vandir dansarar
kl. 17.45-19.30 Ung
Dansifrøi stílar fyri almennum
dansiskeiði í eingilskum dansi
vikuskiftið 7.-8. apríl 2000.
Dansað verður í auluni í Hoydølum.