mikudagur 1. november 1978síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Alaskavitjanin
Ein sendinevnd úr Alaska hevur vitjað í Feroyum
í nakrar dagar og er farin avstaðaftur. Vitjað varð
kring oyggjarnar og hevi varð at síggja ymisk
virkir. Vitjað varð á Polarfrost, Skála Skipa-
smiðju, Tetingarvirkinum í Getu, Havsbrún,
Kósavirkinum, Tog- og Snerisvirkinum og aðra-
staðni.
Vit hava hoyrt og lisið eitt sindur um tað sam-
arbeiði, sum er við at koma í lag millum Alaska og
Danmark og Feroyar. Men lítið hevur verið
frammi um, hvat hetta samarbeiðið inniheldur.
Ti sendi Sosialurin ein av blaðmonnum sínum
við sendinevndini, tá hon næstseinasta mánadag
vitjaði í Eysturoynni og Klaksvík.
Við sendinevndini í Føroyum var eisini fyrrver-
andi aðalkonsulin í Los Angeles, Hans Andreas
Djurhuus. Tað var upprunaliga hann, sum tók
stig til at fáa í lag samarbeiði millum Alaska og
Norðanlond. Aðrenn hann fór aftur til Hamburg,
har hann nú er aðalkonsul, segði Hans Andreas
Djurhuus seg vóna, at feroyingar nú sjálvir royna
at taka stig til framhaldandi samarbeiði.
Vit hittu eisini leiðaran av sendinevndini, Ric-
hard Eakins, ið umboðar stjórnina í statinum
Alaska. Hann segði m.a., at ein av uppgávunum
hjá sendinevndini hevur verið at kanna, hvussu
feroyingar veiða og viðgera botnfisk.
Eakins sigur seg hava sæð nógv í Feroyum og
hann heldur tað vera ófatuligt, at so nógv pláss í
Feroyum hava arbeiðspláss av ymsum slag. Her
eru skipasmiðjur, flaka- og mjølvirkir, tøtingar-
virkir, tog- og snørisvirkir o.s.fr.
Ætlanin er nú at gera eina frågreiding um ferð-
ina og við hesum tilfari at leggja undirvísing í
fiskivinnu til rættis. Eakins nevnir eisini møgu-
leikan, at føroyingar kunnu selja vørur og vitan til
Alaska.
Um Alaska er annars at siga, at landið er ríkt.
Har er olja, uran, skógarvekstur o.a. Fiskaslegini
tróta ikki, og stovnarnir eru stórir. Staturin hevur
nógvan pening til taks, men spurningurin er,
hverjar ílegur hava stersta týdning fyri fólkið,
sum býr í statinum. Har býr ikki nógv fólk, um-
leið 450.000. Landið er stórt, okkurt um ein fimta-
part av USA.
Lesið á síðunum 10 og 11
Nr. 82
Mikudagin
1. november 1978
51. árgangur
Leysasøla 3,00 kr.
frælsi
javnadur
brødralag
Heim við vraklast
Tå linuskipid Nesbugvin landadi saltfiskaveid-
una á Skála herfyri var ein stórur partur av fisk-
inum vrakfiskur. Nesbúgvin hevði roynt við
Flemich Cap í góðar tveir mánaðir.
Lesið á síðu 3
Lærlingarnir hótta við arbeiðssteðgi
— handverkararnir hava játtað stuðul
Handverkslærlingarnir
hava avgjørt at steðga ar-
beiðinum allastaðni, har
galdandi minstalen ikki
verður goldin, um ikki ein
skjót loysn fæst á lenar-
spurninginum.
Við løgtingslog frá 17.
oktober eru lenirnar hjá
lærlingunum hækkaðar,
men Feroya handverks-
meistarafelag hevur álagt
limum sínum ikki at
gjalda ta løn, lógin ásetur.
Feroya handverkslær-
lingafelag hevði eykaaðal-
fund um støduna sunnu-
dagin, har álagt varð
nevndini at fáa myndug-
leikarnar at steðga lóg-
loysinum beinanvegin.
Upplýst verður víðari av
Handverkslærlingafelag-
num, at um ikki nekur
verulig trygd kann fáast
fyri einari skjótari loysn,
verður arbeiðið niður-
lagt. Felagið hevur havt
samband við løgfrødingar
og meta teir, at eingin er
skyldugur at arbeiða, tær
hann ikki sína fullu len
Fáa stuðul
Lærlingarnir hava fingið
játtaðan stuðul í øllum
neyðugum tiltøkum frá
Føroya handverkarafelag,
um ikki slepst undan ar-
beidsstedgi
Meistarnir skuldu i gjår
hava fund um steðuna og
síðani boða landsstýrinum
frá
—A—Æ—Æ—Æ—TttÉ—T————
Lærarar settir
Skúlastjórnin hevur sett
Hera Thorsteinsson
starv sum lærari á Tver-
oyri og Herluf Suna Jac-
obsen i Sørv afi Báðir eru
settir 1. august í ár
Føroyskur
umbodsmadur
i Aberdeen
i 33 år
Í gjár, 31. oktober,
fylti Odmar Skarð-
hamar, føroyski
umboðsmaðurin i
Aberdeen, 70 år.
Vit hava vitjad
hann i skrivstovuni
i Market Street, og
greiddi hann okk-
um frå um arbeiði
sitt og annað. Á
myndini síggja vit
Odmar Skarðham-
ar uttanfyri skriv-
stovuna í Market
Street.
Lesið á síðu 13
Politisku fjøllini eru ikki gingin enn.
Í dag eru sjálvstýrismenn á fjalli.