mikudagur 1. november 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Verkamannamál
TAÐ ER eingin loyna, at javnaðar-
flokkurin fram um alt er flokkurin
hjá verkamonnum og fiskimonnum,
og at hann serliga røkir åhugamålini
hjá hesum stættum. Eisini í hesum
valskeiði eru framdir munandi batar
í viðurskiftunum hjá verkamonnum.
Av hesum kann nevnast:
PRÍSTALSVIÐBÓTIN er nú eins fyri
allar løntakarar og hevur hetta
hjálpt nakað uppá tann lønarmis-
mun, sum var frammanundan. Men
afturat hesum er prístalsviðbótin
munandi hækkað í mun til ta skip-
an, sum var galdandi frammanund-
an.
SÍÐAN juli 1975 er prístalið hækkað
23 stig. Hetta gevur 7 dýrtíðarvið-
bøtur á 60 oyru ella tilsamans kr.
4,20. Eftir gomlu skipanini hevði
prístalið verið hækkað við um 230
stigum. Viðbótin var 1,3 oyru pr.
stig, og vildi hetta givið um kr. 3 í
dýrtíðarviðbót. T.v.s. at galdandi
skipan higartil hevur givið kr. 1,20
meira um tíman enn gamla skipan-
in.
HER KANN eisini verða mint um, at
langt áðrenn tað kom í nakran sátt-
mála, at menn og kvinnur skuldu
fáa líkalgn, hevði javnaðarflokkurin
fingið framt eins dýrtíðarviðbót fyri
menn og kvinnur.
STYTTING av arbeiðsvikuni er eisini
eitt mál, sum er framt. Vikan er
longu stytt úr 42,5 til 42 tímar, og
innan stutta tíð verður arbeiðsvikan
40 tímar.
HJÁ fiskimonnum eru eisini ymsir
batar framdir. Minstalgnin. er hækk-
að tvær ferðir. Vidbøtur til salt-
fiskamenn eru hækkaðar o.s.fr. Eitt
tað týdningarmesta fiskimannamál
er tó ráfiskagrunnurin, sum hevur
kunnað tryggjað fiskimonnum, sum
veiða ísfisk nærum óbroyttar prísir,
hóast stórt fall í dollara o.ø.
TAÐ ERU stórmál eftir at loysa bæði
bæði fyri fiskimenn og verkamenn,
men tað er neyvan nakar ivi um, at
besta trygdin fyri framhaldandi bat-
ar í korunum hjá hesum týðandi
stættum er ein sterkur javnaðar-
flokkur 7. november.
% sosialurin
Er einki mark fyri
hvussu fólkið
skal villleiðast?
Tað ér eingin ivi um, at
ongantið hevur verið so
nógv villleiðing í blødun-
um sum beint nú. Áður er
víst á, hvussu villleiðandi
skrivingin hjá >Dagblaðn-
um« er, og skal ikki kom-
ast nærri inn á tað. Men
skrivingin og tað, sum
kemur frá sambands-
flokkinum, er ikki nógv
mætari. Tað verður mið-
víst manipulerað við velj-
arunum, sum t.d. skriv-
ingin um einkjupeningin
vísti. Tað skulu niðanfyri
vísast nøkur dømi um,
hvussu litid ålit er i hesum
flokki, og hvussu lítið teir
virða um tað, sum verður
fortalt fólkinum.
Serføroyskar
kvotur
Pauli Ellefsen er aftur far-
in at skriva um >sorgar-
leikin«, tá vit i 1976 fingu
eina serliga kvotu av sild í
NEAFC. At hetta er
nakað tvætl, veit Pauli
væl. Men tað, sum hann
gloymir at greiða frá, er,
at sambandsflokkurin
sjálvur í 1973 setti upp-
skot fram á ting um sjálv-
støduga umboðan og har-
við sjålvstødugar kvotur í
m.a. NEAFC, og at hetta
uppskot varð framt av
m.a. sambandsflokkinum.
So tá vit hava havt ser-
foroyskar kvotur í
NEAFC, so er tað fult út í
tráð við ta steðu, sum
sambandsflokkurin hevði í
seinasta valskeiði. At billa
fólki nakað annað inn er
villleiðing!!
Vit hevdu fólkatingsval
fyri einum tveimum árum
síðani. Tá fortaldi Pauli
ferð eftir ferð á ymsum
fundum og í útvarpinum,
at tann tá ætlaða yvir-
tøkan av skúlaumsitingini
for at kosta 10 mill. kr.
Grundarlagid fyri hes-
um 10 mill. var at »onkur«
hevði sagt, at 50 fólk
skuldu til eina yvirtikna
umsiting, hesi kostadu
100.000 pr. stk. Royndir
vistu, at tad altid gjørdist
dupult so dyrt sum mett.
Fasit 10 mill. Hetta vóru
tað vist fleiri, sum hopp-
aðu uppá.
Nú er uppskot komið
fram um yvirtøku av um-
sitingini. Og kostnaðurin
Nr. 82 — 1. november 1978
er mettur til uml. 1 mill.
Nú kvettir ikki úr Paula!
Men hansara 10 mill.
gjørdu eisini sína nyttu
tá. Hetta er villleiðing!
Seinastu grovu ósannindi
frá Paula Ellefsen eru tey í
Dimmalætting leygardag-
in, har sagt verður frá, at
ráfiskaprísirnir eru settir
soleiðis, at ráfiskagrunn-
urin skal rokka júst til 15.
november ella til beint
eftir valið. Hetta eru lod-
rett ósannindi. Afturat ti,
at hetta er grovt álop á
nevndina fyri ráfiska-
grunnin, er hetta full-
komiligur heilaspuni. Rá-
fiskagrunnurin ásetti 11.
september prísirnar á rá-
fiski frá 1. okt. til 1.
februar 1979, og tá varð
mett, at við óbroyttum
marknaðarprisum kundi
haldast óbroyttir avreið-
ingarprísir árið út.
Síðan er tað hent, at
dollarin er fallin munandi
og broytir hetta rimiligt
fortreytirnar fyri prisun-
um. Men hetta er ein
spurningur, sum verður
tikin upp millum nevndina
fyri ráfiskagrunnin og
landsstýrið í vikuni.
Sum prógv um, hvussu
grundarleys tíðindi um, at
ráfiskagrunnurin bert skal
røkka til 15. november,
eru, kann eg upplýsa, at
pr. 14. oktober hevði
grunnurin ein rakstrar-
pening og tiltaksgrunn
uppá tilsamans kr. 26
mill. kr. Og hesar 26 mill.
kr. rokka sjálvt við hesum
broyttu umsteðum fram í
næsta ár. Tað, sum Pauli
Ellefsen skrivar um hetta
mál, er beinleiðis villleið-
ing.
Hetta eru bert nekur fá
dømi um politisku »upp-
lysingina« hjå sambands-
flokkinum, har antin verð-
ur sagt beinleidis skeivt
frå ella har bert ein partur
av veruleikanum verður
fortaldur, nevniliga tann
parturin, sum passar sam-
bandsflokkinum.
Tað skuldi verið óneyð-
ugt við viðmerkingum til
slíka mannagongd.
Spurningurin til veljaran
verður bert:
Torir tú at lata ein slík-
an flokk fáa leiðsluna av
okkara landi?
Dagpeningaskipanin
— stórt framstig
Tað skal ikki vera nakar
ivi um, at nýggja lógin um
dagpening er eitt stórt
framstig fyri tey ikki-fast-
lentu. Inntil nú er tað so,
at um ein arbeiðsmaður
verður sjúkur, og hann
eigur eitt sindur av pen-
ingi, so fær hann einki
sum endurgjald fyri mista
innteku. Tó hava arbeið-
arafeløgini havt sjúkra-
grunnar seinnu árini, men
í flestu forum hava veit-
ingarnar hagani ikki mun-
að nóg nógv.
Fiski- og útróðrarmenn
hava tó verið eitt sindur
frægari fyri. Eru teir
vorðnir sjúkir umborð á
skipi ella báti hava teir
fingið minstuløn i upp til 3
månadar. Men eru teir
vorðnir sjúkir i landi hava
teir tó einki fingið. Tó
hava limir i Fiskimanna-
felagnum verið tryggjaðir
á tann hátt at teir eisini
hava fingið tryggjað 3
mánaða minstulen frá
teirra felag.
Hetta hava verið ótol-
andi viðurskifti sam-
stundis sum tey fastløntu
hava fingið fult endur-
gjald fyri sjúku.
Tað hevur tí verið eitt
av fremstu málum hjá
javnaðarflokkinum í hes-
um valskeiði at fáa eina
broyting í her. Tað er fyri
so vitt eisini eydnast við
hesi nýggju lóggávu. Eftir
henni skulu tey, sum ikki
hava aðra trygd, fáa end-
urgoldið 80% av arbeiðs-
mannalen frá 2. degi av
sjúkuni. Og tað uttan
mun til, um viðkomandi
eigur pening ella ikki, sum
tað hevur verið higartil.
Tað er eingin ivi um, at
hetta er eitt stórt fram-
stig, men enn er tó ikki
komið á mál. So leingi
sum ikki-fastlont ikki fáa
fult endurgjald, og harvið
eru eins væl tryggjað sum
fastlont er tað eftir at
vinna.
Nevnt kann vera,at í
Noregi er komin tann
skipan í gildi, at veitt
verður 100% endurgjald
frá 1. degi, og hetta eigur
javnaðarflokkurin eisini at
hava sum mál á hesum
oki.
Sigast kann, at hóast
1. BINGO
39
SOSIALURIN 1978
SOSTALURIN 1978
67
SOSIALURIN 1978
hetta framstig, so koma
sjúkragrunnarnir hjá
verkamannafeløgunum
framvegis at hava upp-
gávur. Lutvist verður ikki
fult endurgjald latið og
lutvíst verður endurgjald
bert latið í um 3 mánaðar.
Hesir grunnar koma at
hava ein terv at dekka
her, og tí eigur árliga
játtanin á figgjarlog løg-
tingsins til hesar grunnar
at standa við og eisini at
verða ektir.
Í letuni kunnu vit tó
fegnast um hetta framstig
og tó minna um, at enn er
ikki komið á mál.
Óli Jacobsen
1 BINGO
58
SOSIALURIN 1978
83
SOSIALURIN 1978