Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Nr. 82 — 1. november 1978 sosialurin Sida5 Flakavirkini eru 1 kring oyggjarnar hættisligari stoðu Orsøkirnar eru fallandi prísir og ov stórar goymslur Soleiðis metur stjórin á Handils- og Frystivirkinum í Fuglafirði, Egil Tofte- gaard steðuna hjá teimum føroysku flaka- virkjunum í letuni — Eg meti støduna hjá flakavirkjunum i dag at vera eins ålvarssama sum undir oljukreppuni fyri nekrum árum síðani, sigur Egil Toftegaard. Høvuds- orsøkin til hesa stødu er fyrst og fremst tann, at virdid å dollaranum fellur fyri nærum hvønn dag. Cubatrolararnir tryggja virkinum ta neyðugu ráveruna Prísirnir á bæði saltfiski og flaki eru fallandi, og haraftrat liggja stórar nøgdir av blokki á goymslu í USA. Meiri pening í Ráfiskagrunnin Stjórin á Handils- og Frystivirkinum sigur við- ari, at fer hetta at vera gongdin teir næstu mán- aðirnar við, so er bert eitt at gera, og tað er, at landið setur meiri pening í Ráfiskagrunnin. — Henda loysnin fer at kosta landinum nógv, men hetta er neyðugt og uttan iva tann einasta gongda leiðin. Men eitt er so vist, tað er, at tað ber ikki til at lækka avreið- ingarprísin. Tá fáa útróðr- ar- og fiskimenn minni burtur úr, og tá man tað vera ein spurningur, um tað loysir seg at fiska yv- irhevur. Nógvan fisk Handils- og Frystivirkið hevur í ár fingið javna tilgongd av fiski. Ti hevur arbeiði eisini verið nærum hvenn dag. Arbeitt verður frá kl. 8 á morgni til 7 á kveldi. Tað kemur rættiliga nógvur fiskur uppá land í Fuglafirði. Tað mesta hesa tíðina er kongafiskur blálonga og upsi. Bátarnir royna nú serliga á djúpum vatni. Egil Toftegaard sigur, at virkið av hesi somu orsek hevur keypt eina nýggja maskinu, ein »189« til at skera stóran fisk — upp til ein metur. Nú vísur tað seg kortini, at meiri enn helvtin av tí nógva upsanum, sum kemur á land, er yvir ein metur, hann má tí fyri ein stóran part flekjast við hond. Haraftrat kemur kongafiskurin, sum allur skal flekjast við hond. At so nógv má hondskerast ger, at urtøkan verður nógv minni. Ringt at fíggja Uppá fyrispurning um teir hava umhugsað at keypa eina flakalinju til konga- fisk, sigur stjórin á Hand- ils- og Frystivirkinum, at teir hava tosað um hetta. Hann vísur tó á, at um- steðurnar hjá flakavirkj- unum í dag at figgja nakað eru heilt vánaligar. Ein nýggj linja til konga- fisk kostar um eina hálva miljón kr. il“ Stórar íløgur Á Handils- og Frystivirk- inum eru gjerdar stórar i- løgur hetta seinasta árið. Nýggjar maskinur eru keyptar, og teir hava ekt um frystiorkuna, rein- skeriorkuna og ymiskt annað. Í dag er virkið heldur hart fyrispent. Handils- og Frystivirk- ið í Fuglafirði er í dag millum tey stóru flaka- virkini í landinum. Higar- til hava allar útbygging- arnar verið gjørdar í sam- band við núverandi virki. Tað hevur annars verið frammi, at ætlanin var at gera eitt nýtt flakavirki. — Hetta liggur framvegis nøkur ár frammi í tidini, sigur Egil Toftegaard. — Vit hava ikki torað at bygt eitt nýtt virki, fyrr enn vit við vissu vistu, um tað er arbeiðsfólk nokk. Tað var av hesi orsøk, at avgjørt varð at útbyggja núverandi virki sum ein roynd at vita, um arbeiðs- fólk kundi fáast til vega. — Tað hevur víst seg, at tað er nóg mikið av ar- beiðsfólki at manna eitt stórt flakavirki í Fugla- firði. Av og á tørvar okk- um kortini nakað av fólki, sigur Egil Toftegaard. Fer tað at ganga væl fyri virkið framyvir, ætla teir at byggja eitt nýtt virki. Pláss er lagt av til ein nýggjan bygning mill- um núverandi virkið og is- virkið hjá Havsbrún. Tá verða maskinurnar fluttar í nýggja bygningin. 7000 tons í ár Á Handils- og Frystivirk- inum rokna teir við at taka ímóti umleið 7000 Handils- og Frystivirkið í Fuglafirði. Rokna við at arbeiða 7000 tons av ráfiski í ár tonsum í ár. Tað eru teir seks cubatrolararnir, sum tryggja virkinum javna tilgongd av ráveru. Har- umframt avreiða einir 4 útróðrarbátar til virkið. Annars er gott samarbeiði við flakavirkið hjá Har- aldsen. Virkini taka fisk frá hverjum eðrum, um annað hevur ov nógv og hitt ov lítið av ráveru. Arbeiðsfólk Nakað av útlendingum hava arbeitt har á virkin- um í ár. Hetta eru serliga íslendingar og skotar. Annars trýtur ikki við fyrispurningum um ar- beiði. Fyrispurningar koma bæði úr Noregi, Ís- landi og Bretlandi. Sum steðan er í letuni er tó ikki pláss at geva teimum fremmandu innivist í Fuglafirði, og tí ber ikki til at taka ímóti fólki. Sjálvur heldur Egil Toftegaard ikki, at tað er nekur góð loysn at fáa nógvar útlendingar hendavegin at arbeiða alt árið Tó kundi verið gott at havt útlendingar í summ- arfritidini, tá stórur tørv- ur er á arbeiðsfólki Í dag arbeiða umleið 100 fólk á Handils- og Frystivirkinum. Hetta eru fólk úr Fuglafirði og grannabygdunum. Hvenn dag koyrur bussur úr Oyndarfirði eftir fólki. Egil Toftegaard heldur, at nýggja skattalógin um skatting av hjúnum, har maður og kona verða skattað hver sær, er at gera, at nógv fleiri konu- fólk koma í arbeiði. Hetta vil sum heild gagna flaka- virkinum. Brandbilur til flogvøllin Flogvøllurin fekk ein nýggjan brandbil í síðstu viku. Bilurin er stórur og kann taka 8.000 litrar av vatni. Bilurin hevur vatn- og skúmkanón. 26.559 føroyingar hava valrætt Til løgtingsvalid hin 7. november hava 26.559 feroyingar valrætt. Tað stersta valstaðið er Tórshavn við 8.319 veljarum, meðan Stóra Dímun er minst við trimum veljarum. Aftaná Havnina kemur Klaksvík við 2.876 veljarum. Ann- aru eru tey sterstu val- steðini hesi: Tveroyri við 1.387, Vágur við 1.104, Fuglafjørdur við 874, Vestmanna vid 820, Glyvrar vid 736, Sørvågur vid 637, Mið- vågur vid 604 og Toftir vid 542 veljarum. Suðurstreymoy er tað størsta valdømi við 8.754 veljarum. Næst- sterst er Eysturoyggin við 5.468, Suðuroy hevur 3.847, Norður- oyggjar 3.564, Norð- streymoy 2.026, Vágar 1.804 og Sandoyggin hevur 1.096 veljarar. Ferðsluóhapp í bergholi Friggjamorgunin hendi eitt ferðsluóhapp í ti norðara bergholinum á Borðoynni. Óhappið hendi einar 50 metrar frá ti norðara munnan- um. Ein lítil persón- bilur, sum var á veg norðureftir, koyrdi á tann vestara berghols- veggin og varð síðani slongdur á tann eyst- ara. Umframt bilstjór- an var eitt barn í bil- inum, men tey fingu ongan skaða. Hinvegin fór bilurin illa, upplýsir løgreglan í Klaksvík. Leygarkveldið rendi ein bilur á ein annan, parkeraðan, í Klaks- vik. Bilferarin varð skuldsettur fyri at hava koyrt við kenn- ing. Radarin í ólagi Bæði feroysku vaktar- skipini lógu í Havn um vikuskiftið Dags- stjørnan er løgd, nú Olavur Halgi er komin, og Tjaldrið hevur havt trupulleikar vid radar- anum. Ein madur kom ur Danmark friggja- dagin og hevur hann verid umborå sidani og arbeitt uppå radaran. Sambands- og tjodveldisflokkurin fram javnadarflokkurin i stad Sambært eina veljara- kanning, sum stud- entaskula- og HF- næmingar å samfelags- ligu deildini hava gjørt, fara bæði sam- bands- og tjóðveldis- flokkurin fram, meðan allir hinir flokkarnir fara meira og minni aftur Veljarakanningin er gjørd í síðstu viku. 217 luttakarar eru útvaldir eftir ávisum feðingar- døgum. 130— 140 svar- adu spurningunum Tann stóri vinnarin av valinum tann 7 november verður sam- bært kanningina sam bandsflokkurin. Hann fær 30 pst. av at- kvødunum, medan hann vid sidsta val fekk 19,1 pst. Tjóðveldisflokkurin fær 24 pst., sum er ein framgongd uppá 1,5 pst. síðan seinasta leg- tingsval og er hann triðstersti flokkurin Næststørsti flokkur- in verður sambært kanningina javnaðar- flokkurin. Hann fær 25 pst. Hetta er ein aftur- gongd frá seinasta løg- tingsvali vid 0,8 pst. Fólkaflokkurin fær ta sterstu afturgongd- ina í mun til seinasta val. Fyri fýra árum sið- ani fekk hann 20,5 pst., medan hann sam- bært kanningina hjá Hoydalsnæmingunum fær 13 pst. V.ø.o. er talan um eina aftur- gongd uppá 6,5 pst. Sjálvstýrisflokkurin fær 6 pst sum er ein uppá 1,2 pst meðan fram- afturgongd burðs- og fiskivinnu- flokkurin fáa 2 pst. ella 0,4 pst. minni enn við seinasta løgtingsval Tingmannatalið eftir hesi kanning verður 32. Teir býta seg soleiðis: sambandsflokkurin 10, javnaðar- og tjóðveld- isflokkurin 8, fólka- flokkurin 4, sjálvstýr- isflokkurin 2 løgtings- menn, meðan fram- burðs- og fiskivinnu- flokkurin ongan marn fær á ting.