Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 1978síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 82 — 1. november 1978 kring oyggjarnar Veiðan seld Saltfiskaveiðan hjá Magnus Heinason vá 156 tons. Hon er nú seld til keyparar úr Es- bjerg. Magnus royndi eystanfyri í 3 mánaðir 24 mans vóru við og tað verður neyvan meira enn til minstu- løn. Leygarmorgunin for Magnus å føroyaleidina at royna. Teir salta all- an fiskin, men hava eisini konteinara við ísi umborð, um nakað skuldi verið at fáa, sum ikki kann saltast. Við eru 23 mans. Teir hava fingið 1 tons í onkrum háli, frættu vit í gjár. Flakatrolarin Vest- urvón, sum hevur verið í Noregi og umvælt skrúvuna, er farin til Norðurnoregs at royna. Einki er frætt um, hvat teir hava fingið. Atkvødugreidsla vid brævi Til løgtingsvalid 7. no vember kann eisini at- kvødast vid brævi, um ymiskir tvørleikar stinga seg upp. Teir veljarar, sum eru staddir i Føroyum, kunnu greida atkvødu Watkins hevur stovnað nógv orkestur i Føroyum. Her er hann saman við bernum í Eysturskúlanum á einum fólkayvirliti, eisini í heimstaðkom- mununi, har veljarin stendur á vallistanum. Tó kunnu sjófólk eis- ini atkvøda hjá einum mynstringsstjóra. Veljarar, sum liggja á sjúkrahúsi ella uppi- haldsheimum, kunnu greiða atkveðu á sjúk- rahúsinum ella á heim- inum. Veljarar, sum eru undir læknaviðgerð heima, kunnu atkveða í heiminum, meðan tveir personar, sum valstýrið útnevnir, eru hjástaddir. Veljarin vendir sær í slíkum forum ti! valstýrið. Veljarar, sum sita í varðhaldi, kunnu at- kveða hjá løgregluni. Veljarar, sum eru staddir í Danmark ella í Grenlandi valdagin, kunnu eisini greiða at- kvødu við brævi. So- muleiðis er við veljar- um uttanlands. Teir kunnu atkveða á donskum konsulátum ella sendistovum. Tað ber ikki til at at- kveða við brævi sjálv- an valdagin, men í seinasta lagi dagin fyri valdagin. Brævat- kveðurnar skulu vera komnar fram til val- staðið, áðrenn at- kveðugreiðslan byrjar. Nú eisini hornblástur á Tveroyri A Tveroyri hava menn tikið seg saman og stovnað eitt hornorkestur. Tað er bretski venjarin Hugh Watkins, sum tekur sær av venjingini. Í síðstu viku hevði orkestrið eina opna venjing. Tað varð spælt og greitt frá arbeiðinum. Venjingin fór fram í samgonguhellini í Tveroyrar skúla og fult av fólki var og lýddi á. Í næstum ætlar orkestrið at fara undir eina burturluting fyri at vinna orkestrinum pening til ljóðfer o.a. Ætlanin er fyrstu ferð at spæla alment, tá jóla- træið verður tendrað. Í nevndini sita Einar Larsen, Dalsgaard, deildarleidari, Helgi Enni, keypmaður, Torkil Hentze, smidur og Anita Ellendersen, næm- ingur. Tað hevur áður verið hornorkestur á Tvøroyri, tollari, men tað eru mong ár síðani. Jóannes Taka eitt tons um dagin Fiskaaling roknar við at drepa um 100 tons av ælabogasílum aftur í ár , Fiskaaling drepur i hesum månadunum dagliga um eitt tons av ælabogasil- um. Hetta eru alt sil, sum hava gingið í byrgingun- um Norðuri við Streym hetta seinasta árið. Sílini, sum í meðal eru eitt kilo til støddar, verða hagreidd í Hvalvík. Har verða tey kruvd, reinskað, pakkað í plastikk og fryst. Meginparturin av sílunum verður útfluttur til Dan- markar. Í fjør vórðu um 100 tons av sílum dripin. Fiskaal- ing roknar við, at negdin verður umleið tann sama ella møguliga eitt sindur sterri í ár. Sílini verða árliga tikin um hetta mundid — sidst í september, oktober, no- vember og út í desember. Í fjor hevði manningin á Fiskaaling 100 dagar um arbeiðið. Nýggj síl í næstu viku Í hesi vikuni skulu 25 tons av sílum flytast úr hyljunum í Skálafirði, har tey hava gingið, síðan tey vórðu klakt við Åir í vår, upplýsir Edmund Jo- ensen, sum starvast á sílasteðini. Hesi sílini eru nú um 100 gramm til staddar og ganga í byrgingunum við Streymin til komandi heyst, tá tey verða dripin. Sostatt eru sílini um hálvtannað ár, tá tey kunnu takast. Her eru hend stór framstig, síðan alingin byrjaði, tá silini vóru nógv eldri, áðrenn tey kundu takast. Tað starvast fast fýra mans við alisteðina. Nú, ið dripið verður, arbeiða harumframt sjey konufólk og eitt mannfólk í Hval- vík. Ta tíðina, síl ganga í hyljunum í Skálafirði, starvast ein maður har. Menninir á myndini skilja tey silini frá, sum skulu drepast. Restin verður slept útaftur og ganga til tey eru nóg stór at drepa Óli Jacobsen, formaður í F.F: Dollarafallið orsøkin til stórar trupulleikar Fyri hvert stig sum dollarin fellur í virði, minkar út- flutningsvirðið við 0,6 mill. kr. Landsstýrið og nevndin fyri ráfiskagrunnin skulu halda fund um steðuna í dag — Hetta seinasta árið er dollarvirðið fallið við 130 stigum. Fallið er farið fram, uttan at vit hava fingið samsvarandi pris- hækkanir á amerikanska marknaðinum. Soleiðis eru trupulleikarnir ógvu- liga stórir í letuni fyri fiskivinnuna, sigur Óli Jacobsen, formaður Fer- oya Fiskimannafelags. Fund um støðuna Nevndin fyri 'ráfiska- grunnin skal tí halda fund við landsstýrið í dag. Á fundinum skal staðan hjá fiskivinnuni og ráfiska- grunninum viðgerast. Oli Jacobsen sigur, at sum umsteðurnar vóru, tá Dollarin minkar steðugt í virði — og hevur hann verið niðri á 4,80. Fyri einum ári Mr PR 73 --4 FE TEX ESTATE 4 4 > AR "IE NPD a búr rr“ A *£ FX såerertesslelde ; * Rå sidani hevdi hann eitt virdi uppå 6 kr. prísirnir seinast vórðu settir, metti nevndin, at prísirnir fóru at halda hetta figgjarårid út. Men síðan er dollarin fallin úr 5,50 til 4,80 kr. í síðstu viku. Tilsamans 70 stig. $Fyri at visa á, hvussu stóra ávirkan fallið í doll arvirðinum hevur, Óli Jacobse sigur n, at fyri hvert stig sum dollarin fellur, minkar føroyska útflutn- ingsvirðið við 0,6 mill. kr. ist