Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 1978síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 82 — 1. november 1978 sosialurin Síða 11 Nýtt feroyskt-danskt felag áhuga fyri Alaska: Faroe Fishcon vil selja »know how« Landsbyggifelagið, Matcon og Jákup Joensen eru limir Tað samarbeiðið, sum er komið í gongd millum Alaska og Danmark og Føroyar, er ein av orsøkunum til, at Landsbyggifelagið í Havn, danska fyritøkan Matcon og Jákup Joensen, stjóri í Lopra, i fjør stovnaðu eitt nýtt felag: >Faroe Fishcon<. Hanus Hansen, verkfrød- ingur hjå Landsbyggifel- agnum, er i løtuni staddur i Alaska, har hann saman við Svend Thulesen, stjóra, fyrireikar eitt fiski- vinnuskeið til vårs. Vit hittu Hanus, áðrenn hann fór avstað. Uppá fyrispurning, hví teir hava stovnað »Faroe Fish- con<, sigur Hanus Han- sen, at hetta er gjørt við ti fyri eyga at vera við í al- tjóða arbeiðsuppgávum, eitt nú í Alaska. Áhuga fyri okkara flakavirkjum Alaska hevur stóran á- huga fyri teimum før- oysku flakavirkjunum. Tvær sendinevndir hava verið í Føroyum og hava vitjað á m.a. Polarfrost í Vági. Teir vóru sera hug- tiknir av hesum kanska mest nýmótans flakavirk- inum í heiminum. Faroe Fishcon varð sett á stovn í fjør. Limir eru danska fyritøkan, Mat- con, ið hevur útvegað meginpartin av maskin- unum til flakavirkini i Feroyum, Landsbyggifel- agið og Jákup Joensen, stjóri. Endamálið er m.a. at útflyta vitan (>know how«). Såttmåli Fyri at vera vid i størri uppgåvum hevur Faroe Fishcon gjert ein samar- beiðssáttmála við donsku verkfrødingafyritøkuna Nielsen og > Rauschen- berger A/S. Henda fyri tøka hevur arbeitt i art- iskum øki i Grønlandi i nogv år. Tað eru serliga íbúgv- arnir á útoyggjunum í Alaska, sum eru hugaðir fyri einum samarbeiði um at útbyggja eitt fiskivin- nusamfelag. Higartil hava hesir íbúgvar havt stór- an áhuga fyri Grenlandi. Til hetta sigur Hanus Hansen, at tað er øllum kunnugt, at royndirnar í Grenlandi hava verið alt annað enn hepnar. Vit vita, at fólk móti teirra vilja eru flutt til m.a. Godtháb at arbeiða. Grønland eingin góð fyrimynd Hanus heldur, at hetta eig- Gunnar Gunnarson og Hans Andreas Djurhuus tóku sær av sendinevndini. Her umborð á Tjaldrinum ur ikki at endurtaka seg í Alaska. Tær royndir, sum føroyingar hava gjert, kunnu tí vera til gagn fyri Alaska, skal eitt fiski- vinnufelag gerast har. Hann vísur á, at áhugin fyri at veiða botnfisk er serliga stórur, men sum steðan er í dag, letur tað seg ikki gera at veiða henda fisk og arbeiða hann í sterri negdum. Til tess tervar teimum í let- uni alt, ið hoyrir við til eitt fiskivinnusamfelag: væl- utgjørd skip, reidskap, virkir, havnir, keyparar, ravmagn og vatn. Men meguleikarnir eru til stað- ar í Alaska at gera eitt tílíkt samfelag. Nevnast kann í hesum viðfangi. at danska fyritøkan »Den- consult« hevur fingið til uppgåvu at projektera ein fiskibý við ellum, sum hartil hoyrir. Skeið í fiskivinnu Fimm privat virkir í Alaska heittu herfyri á universitetið í Anchorage um at skipa fyri einum fiskivinnuskeiði. Aheitan- in fór vidari til Faroe Fishcon, sum nú skal fyri- reika eitt tílíkt skeið til várs Fiskimaður og tinglimur i Alaska: — Tit hava royndirnar | vit hava fisk og pengar (4, Alain Osterback umboðar oyggjarflokkin, Aleutir- nar, í umboðsmannahúsinum í Alaska. Hann heldur at nógv kann koma burtur úr samarbeiði millum føroyingar og alaskabúgvar Við sendinevndini í Fer- oyum var eisini formaður- in í fiskivinnunevndini í umboðsmannatinginum í + Alaska, Alain Osterback. Álvarsemi og samstundis stórur áhugi var tað, ið eyðkendi henda innfødda Hon er farmaflur í fskimannafelagnum í í Alaska. Vitjar á Havsbrún í Fuglafirði. alaskanaran, tá eg hitti hann fyri fyrstu ferð. Seinni skilti eg hví. Vit komu at sita lið um lið í bussinum, tá vit seinasta mánadag fóru úr Havn eftir oynni til Fuglafjarð- ar. Ikki er altid so lætt at koma uppá tal við ein tí- líkan ålvarsaman fremm- andan og tiansheldur vid Al. Men komnir nidan å, brosar Al, hyggur út gjøgnum vindeygað og sigur: — Grasið í Feroyum er ikki so sítt, sum har yviri í Alaska, har tað verður metrar høgt. Frá Aleutunum Og hetta var nóg mikið til, at vit báðir heilsaðust og fóru at práta um mangt og hvat. At Al ella Alain, sum er fulla navn hansara, tykist vera eitt sindur álv- arssamur undir Feroya- vitjanini er kanska ikki so logið. Hann er føddur i oyggjarbólkinum Aleut- unum, og býr nú í stersta býnum har, Sand Point, ein býur við umleið 7000 íbúgvum. Landsmenn hansara hava í meira enn eitt mannaminni tikist við jarðarbrúk. Undir seinna heimsbardaga vóru allir oyggjarbúgvarnir fluttir burt, tí amerikanska stjórnin bar ótta fyri, at herfólk fór at verða sett á land har. Al og landsmenn hansara komu aftur til oyggjarnar eftir kriggið, og staturin gav teimum stórt endurgjald fyri tað, tey høvdu mist. Síðani hava tey livað av ti nógva kópinum har og av yms- um fiskasløgum, sum eru at fáa við strendurnar. Ikki reka aðrar burt enn Í dag veiða japanarar og > Al Osterback her avmyndaður á Kósavirkinum koreanarar meginpartin av tí fiski, sum verður veiddur á okkara oki, sig- ur Al Osterback. Hetta er spell, tí vit kundu eins væl sjálvir veitt hesi fiskaslog. Talan er bæði um tosk, upsa og hýsu. Síðani fiski- markið er flutt út á 200 fjórðingar = kunnu vit sjálvir einsamallir veiða allan tann fisk, sum er við Alaska, men hann leggur aftrat, at so leingi teir ikki hava nokk av skipum og virkjum at taka ímóti fiskinum, so kunnu teir ikki reka aðrar burt. Tit hava dugað Al sigur viðari: — Eg skilji, at foroyingar hava dugað at fingið nakað burtur úr fiskinum, og tað virðismeti eg nógv. Tit hava skapt eitt fiskivinnu- samfelag, sum vit har yviri kunnu brúka sum fyrimynd. Al heldur fyri, at før- oyingar eru vælkomnir til Alaska at læra teir at veiða botnfisk og at við- gera henda fisk á landi. Hetta kann gerast við samarbeiðssáttmálum millum bæði londini. Mánaðarlenin togar lætt- liga upp ímóti 25.000 krónum, og haraftrat verða allar útreiðslur goldnar av teimum. — Vit hava ongar royndir, tað hava tit. Men vit hava fisk og pening, sigur Alain Osterback at enda. Honum hevði dámt serstakliga væl, at sam- arbeiði veruliga varð tikið upp millum feroyingar og alaskanarar.