Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. november 1978síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 sosialurin Nr. 82 — 1. november 1978 Osannindi oman á ósannindi III Pástandurin hjá Paula Ellefsen, Johs. Martin Ol- sen og eðrum sambands- monnum um, at Feroya Javnaðarflokkur = virkar fyri einum kommunistisk- um samfelagi er líka so falskur sum øll hin agita- tiónin hjá sambandinum. Og hesin pástandur skal líka so lítið sum allir hinir standa óátalaður. Fyrst skulu vit vísa á, at tað eru fleiri slog av so- sialismu eins og tað eru Til Hera Tróndheim, Argjum Tá eg á fundi í Argjaskúla 20/11 -78 millum annað segði, at onki bleiv gjert fyri ungdómin á Argjum, tók tú orðið. Tú byrjaði við ti stóra góða høli, vit vóru stedd í. Tað kundi ungdómurin eisini vera glaður fyri, segði tú. Tað kann ikki vera tær ókunn- ugt, ið situr sum formaður í skúlanevndini, at ung- dómurin fekk noktað sama høli, tå spurt var um tað! Tú nýtti eisini høvid at takka bygdaráðsformann- inum fyri tann stuðul, hann gav til ungdómsar- beiðið. Kanst tú ikki siga okkum bygdarfólki, hvat tað er fyri stuðul, og hvat hann verður nýttur til? Tekk. Eg fekk ikki hevi til at taka orðið aftur, ti nýti eg henda hátt. S. á Argjaboða So langt aftur, vit kenna søgu mannaættarinnar, hevur fjøldin av fólkin- um livad ófræls, kúgað, í neyð og fåtækradømi. Tey fáu, ið hoyrt hava til teir ráðandi stætt- irnar, hava grundað styrki sína á, at tey hava havt tamarhald á og eftirlit við framleiðslu- tólunum. Við framleiðslutól verður her eisini sipað til, tá ognarrætturin til lendið hevði somu sam- felagsligu ávirkan, sum nevndu tól hevdu seinni og enn hava. Spakuliga er síðan framkomin ein toluliga sterk arbeiðararersla víða um í heiminum. Henda rersla hevur so við og við máað burtur teir allarverstu ójavnar í samfeløgunum uttan um okkum, eins og her á landi Tað er einki yvir at dylja, at vit feroyingar vóru millum teir síðstu at vinna fram á hesum eki, eins og afturhalds- kreftirnar enn eru sterk- ari her enn aðrastaðni. Og av hesum eru vit á nógvum økjum aftari enn grannar okkara Men um ikki javnað- arflokkar vórðu settir á stovn hesum somu mest framkomnu lond- um, so var steðan ikki so fræg. sum hon er i dag. Í ellum teim londum, har javnaðarflokkurin hevur staðið sterkur, har hevur hann stríðst fyri, at verkamaðurin skal fáa mannsemulig kor í sam- felagnum Javnaðarflokkurin hevur verið førur fyri at Gagn og trivnaður arbeiðaranna forða fyri einum alt ov hegravendum stýri í hesum londum, eins og kommunisman ongan gróðrarbotn hevur átt í hesum somu samfeløg- um. Hesir flokkar hava megnað at skipað so fyri, at oll fólk hava havt frælsi til at hittast og at bera hugsan sína fram í skrivt og talu eftir føri- muni, uttan at kenna seg hótt ella trúað á nakran hátt. Javnaðarflokksins að- almál hevur altíð verið gagn og trivnaður ar- beiðaranna. Bestu prógvini um hetta her á landi munnu vera fólka- pensiónin og dagpen- ingaskipanin. Tí er javnaðarflokkur- in tann flokkur, har ið arbeiðarin og fiskimað- urin eiga at kenna seg heima. Javnaðarflokkurin heldur, at arbeiðarin og fiskimaðurin eiga rætt til at vera umboðaðir í leiðsluni av virkjum og vinnufeløgum. Hann eigur rætt til møguleikar at eiga framleiðslutólini heilt ella partvís sjálvur. Og fylgjan av hesum verður, at arbeiðarin fær ávirkan á framleidsl- una eins og eitt rætt- vísari býti av teimum virðum, ið skapt verða. Til at fremja hetta, skal tað almenna stuðla eftir tørvi. Tørvurin er vanliga størstur å teim- um smáu og óhegligu plássunum, so her má stuðulin sjálvandi vera sterstur, til tess at fáa fólk at stødast og trívast í heimbygdum sínum. Stuðulin kann gevast á tann hátt, at tað al- menna setur pening í arbeiðsskapandi virkir á nevndu plássum, ella so- leiðis at samferðsluvið- urskiftini verða gjerd so góð, at tað verður gjør- ligt hjá fólki at búgva í heimbygd síni, koma heim hvert kveld, og fara til arbeiðis morgun- in eftir, sjálvt um virkið er í grannabygdini. Javnaðarflokkurin leggur eisini dent á at skapa nýggjar vinnu- greinir, so at vinnulivid gerst so fjølbroytt sum gjørligt. Flokkurin hev- ur altid gingid å odda å øllum vinnulivsøkjum, men ikki minni hevur hann verið slóðbrótari í almannamálum. Javnaðarflokkurin einsamallur eigur heið- urin fyri, at fólk í Før- oyum kunnu ganga ald- urdóminum trygg á meti, sannferd um, at tey á ongan hátt vera til byrðu fyri nakran, um evnini fara at svíkja. Flokkur okkara hevur við sínum umboðum á tingi og í landsstýri havt so stóra ávirkan á sam- felagið og skapt so stór- an framburð fyri ein- staklingin sum eingin annar flokkur í Føroy- um. oyingar annars, vilja tit oyggj og landi tykkara væl, gerið tá tykkum sjálvum tann beina, fjøl- ment at fylkjast um javnaðarflokkin tann 7. november og setið kross við lista C! Andreas Petur Jacobsen Nes-Vági fleiri slog av liberalismu. Av hesum fylgir, at tað er líka so órættvist at skuld- seta Paula Ellefsen fyri at føra sama politikk sum Idi Amin, Pinochet og aðrir liberalistar sum at leggja javnadarflokkin undir at vilja innføra kommunismu i Føroyum. Tad finnast jå sum nevnt fleiri sløg av sosi- alismu sum sinamillum eru sera ólíkar, hóast tær hava, ella upprunaliga høvdu, eitt felags grund- sjónarmið: hetta, at pri- vati ognarrætturin til framleiðsluna skal gerast felags. Hverjir eru høvudsmunirnir å sosialdemokratii og kommunismu? Tá talað verður um sosial- ismu verður skilt ímillum tvær høvudsrørslur, ið eru so ólíkar sum dagur og nátt: 1. kommunismu 2. demokratiska sosial- ismu ella sosialdemokrati. Til tess at skilja munin millum hesar báðar rersl- ur, er neyðugt at líta eitt sindur aftur um bak og heilt stutt taka upp nakr- ar høvudslinjur í søgu eu- ropeisku arbeiðararersl- unnar. Beinleiðis bakgrundin fyri allari sosialismu er idnadarkollveltingin i Eu- ropa i 18. og 19. øld. Hetta skeið var eyðkent av ovurstórum samfelags- broytingum. Ein fylgjan av hesum broytingum var, at milli- ónir av ognarleysum menniskjum noyddust at flyta av bygd og til bý- irnar, har tey royndu at livbjarga sær sum lønar- beidarar undir teirri ungu kapitalismuni. Vidurskiftini hjå hesum lenarbeiðarum vóru út av lagi ring. Hvert skúlabarn kennir í dag segurnar um 12—18 tímars arbeiðsdag, barnaarbeiði, slumbýling- arnar, drekkariið, og tað politisku undirkúgan, ið eyðkendi gerandisdagin hjá vestureuropeiska ar- beiðaranum tá á døgum. Undir hesum umsteðum vóru tað nógv, sum funn- ust at tí himmalrópandi órættvísinum undir kap- italismuni — eisini liberal- istar. (Tá var ikki sum í dag, at liberalistar dølskt góðtaka alt — bara tað ikki smakkar av sosial- ismu). Og tað vóru nógvir menn, ið vístu á gongdar leiðir burtur úr elendig- heitini — her varð grundin løgd til arbeidararørsluna. Henda arbeidararørslan var frå fyrsta degi bytt upp i eina revolutionera og eina reformistiska grein, og skjótt skrædnadi av ålvara millum hesar bådar greinar. Osemjan stóð um, hverjar framgangsmåtar ein skuldi nýta til tess at frigera arbeiðarastættina. Skuldi ein virka innan fyri samfelagsins lógligu rammur ella skuldi ein kollvelting til? Tann revolutioneri parturin, sum seinni verð- ur til tað, vit vanliga nevna kommunistar, metti ikki, at arbeiðar- anna steða kundi betast uttan so, at alt samfelagið var umbroytt. Henda rørsla hevur, sum flest øll vita, sjålvandi havt tak å fjøldini, har hardrædi og diktatur hava havt og hava rædid. Har er ju eingin vón um friðarligar loysnir. Tann reformistiski parturin, tann sum Fer- oya Javnaðarflokkur hoyrir til, byggir á eina fasta trúgv uppá, at sosi- alir og fakligir spurningar kunnu loysast innan fyri galdandi samfelagsramm- ur. Bakgrundin fyri hesari rørslu vóru tey stóru framstig, sum hendu við demokratiinum í Vestur- og Norðureuropa í 19. og 20. eld. Tað, at arbeidarafjøldin vann sær atkveðurætt á- javnt við aðrar stættir, og tað, at fjøldin fekk rætt til frítt at stovna fakfeløg, gjørdi, at tann sosial- demokratiska hugsjónin vann frama millum serliga ta norðurlendsku arbeið- arafjeldina. Tað vóru hesar sosial- demokratisku rerslur, ið skaptu tey norðurlendsku og vestureuropeisku væl- ferdarsamfeløgini. Ikki sosialistisk samfeløg, væl at merkja, men samfeløg, har kapitalisman er tamd og har tey mest órættvísu vidurskifti eru burtur- beind. Munurin millum komm- unismu og sosialt demo- krati er sostatt stórur — ja, so stórur, at kommun- istar til tíðir hava mett javnaðarflokkarnar sum sterri figgindar enn teir borgarligu ella fascistisku flokkarnar. Hetta hava vit nógv prógv um, til dømis stødu Stalins til týsku sosialdemokratarnar í 30- árunum. Ein kann eisini siga, at kommunistar hava grund- ir til at taka eina slíka stødu, ti ongastaðir hava kommunistar so smáar meguleikar, sum í teimum londum, har javnaðar- menn seta sín dám á sam- felagsgongdina. Og ongastaðir hava teir so góðar meguleikar, sum har harðrendir liberalistar av slagnum Pauli Ellefsen og Co. hava ræðið. Lærari á bygd ting. ella 14720. Aheitan til oll javnaðarfólk í Suðurstreymoy Sudurstreymoyar Javnaðarfelag heitir á øll javnaðarfólk í Suðurstreymoy um ikki at sita heima valdagin, men fara á val týsdagin 7. nov. og seta ein sterkan javnaðarflokk á Tey, ið ynskja bil til valstaðið, kunnu ringja 14751, 11820 Suðurstreymoyar Javnaðarfelag