mikudagur 1. november 1978síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 82 — 1. november 1978
Síða 13
Foroyskur umboðsmaður -
i Aberdeen i 33 år
Sosialurin vitjar føroysku umbodsstovuna i
Aberdeen og pråtar vid Odmar Skarðhamar
O. Skarðhamar
Commercial Attaché
for faroese trade affairs
royal danish consulate general
for great britain & northern ireland
Soljóðandi skelti er at
siggja uttan fyri eitt av
skrivstovuhúsunum í
Market Street í Aberdeen,
og sigur hetta okkum, at
her heldur føroyski um-
boðsmaðurin til.
Á skrivstovuni eru Sof-
us Poulsen og Odmar
Skarðhamar. Sofus hevur
starvast har síðani 1948,
men Odmar hevur verið í
hesum starvi síðani skriv-
stovan varð stovnað í
1945.
Tað munnu ikki vera so
fáir feroyingar, sum
kenna hesar báðar at
navni og hava fingið
onkra hjálpandi og leið-
beinandi hond frá teimum
oll hesi árini.
Odmar Skarðhamar
rundaði tey sjeyti í gjár.
Vit vóru inni á gólvinum í
Market Street í summar
og prátaðu eitt sindur við
hann. Vit spyrja hann
fyrst hvat tað var, sum
gjørdi, at myndugleikar-
nir settu hetta starv.
— Eg haldi ta3 kom
mest av ti, at allur flotin
kom til Bretlands. Og ofta
var, at hesir kravdu hjålp
á vymiskan hátt. Vit
royndu at hjálpa teimum
so væl vit kundu. Virk-
isøki okkara var alt, sum
hevði við foroysk viður-
skifti at gera, og serliga
var tað í samband við
fiskivinnuna. Undir
heimsbardaganum var tað
serliga í Aberdeen og
Fleetwood, men /seinri
varð eisini landað í eðrum
havnum, so sum Grimsby
og Hull. Tá skip komu
hagar, skuldi eg sjálvandi
vera har. Sum sagt var
tað serliga í Aberdeen, at
føroysku bátarnir komu,
og var ti skrivstovan har.
Nógv var at gera og var
tað nærum ikki dagur, at
ikki onkur bátur var at
taka sær av.
»Non stop« arbeiði
— Skuldu tit so formidla
kontaktina millum skipini
og fiskakeyparan?
— Nei, fyri so vitt ikki.
Allir båtarnir høvdu sinar
egnu umboðsmenn, og var
£
í
hetta teirra uppgáva, men
tað var so nógv annað,
sum ivamál kundu stand-
ast av. Fyrstu trý árini
var eg einsamallur og var
hetta einki minni enn >non
stop« arbeiði. Men so kom
Sofus Poulsen sum hjålp-
armaður her i 1948. Hetta
var stór hjálp, og avgjert
neyðug. Umsteðurnar
heilt aðrar tá. Í mun til tá,
koma nú so at siga eingi
skip higar, og eru arbeiðs-
umsteður okkara í dag
heilt aðrar enn tær vóru
tá. Serliga síðani Smyril
kom at sigla, er vorðið
stórt handilssamband
millum londini bæði og er
tað eisini okkara uppgáva
at formidla hesar kontakt-
ir um ymiskt. Tað koma
ofta fyrispurningar úr
Feroyum, um hver kann
lata ta og ta veruna, og
eru tað heldur ikki so
sjáldan, at tilikir fyri-
spurningar koma úr Bret-
landi um feroysk viður-
skifti.
Bert inn á flóð
Vit spyrja Odmar, um tað
eru serligar hendingar,
sum hann minnist aftur á.
Hann sigur, at tær eru
nógvar, men torfert er at
draga nakað einstakt
demi fram.
— Fyri at geva eina
mynd av, hvussu trupult
tað kundi vera, kann eg
bert visa á, tá skipini
máttu bíða uttanfyri
havnina eftir flóð. Hetta
var serliga har suðuri í
Hull og Grimsby. Ikki so
nógv her í Aberdeen. Tað
kundi koma fyri, at tað
var so lágt vatn her, at
skip máttu bíða, men
sunnanfyri slapst ikki inn
í havnina uttan á flóð.
Portur var í havnini, og
varð hetta latið aftur, tá
tað fór at fjara. Ti kundu
skipini ringja til okkara
fleiri ferðir fyri at vita,
hvussu til stóð við líkind-
unum at sleppa inn í
havnina. Tað ráddi um at
koma framat, so skjótt
sum gjørligt, bæði ti at
fiskurin var nyggjari, og
tað at landingarfólkið
mátti biðjast framman-
undan. Um landingarfólk-
ið varð biðið, og skipini
ikki náddu inn, mátti
gjaldast ålikavæl.
Gullhornið
Í Aberdeen var tað so, at
teir lokalu bátarnir hevdu
fyrsta landingarrætt
fyrrapart, men eftir mid-
dag vóru bátarnir av-
greiddir í teirri reð, teir
komu. Vinstrumegin á
myndini síggja vit land-
ingarhellirnar og hornið
av bryggjuni vinstrumeg-
in kallaðist gullhornið.
Hetta kom av, at tað
ráddi um at koma so
Útsýnið frá skrivstovuni. Fiskivinnuhavnin i Aberdeen, har mangur føroyingur man kenna seg aftur
Sofus Poulsen og Odmar Skarðhamar uttan fyri skriv-
stovuna í Market Street
skjótt sum gjerligt higar,
ti tað var har uppboðið
byrjaði. Tess fyrr tú kom
framat, tess betri prisur
fekst.
Sá hvorki konu
ella børn
Odmar greiðir okkum frá,
at fyrstu tíðina var ógjer-
ligt at fáa nakað at búgva
í Aberdeen.
= Fyrstu tíðina búðu vit á
hotelli í Aberdeen, men
hetta bar ikki til í longd-
ini. Eg var tá giftur og
hevdu vit trý bern. Tað
kom okkum tí serliga illa
við, at vit máttu flyta til
Stonehaven. Hetta førdi
við sær, at arbeiðsdagurin
hjá mær byrjaði, áðrenn
nakar annar í húsinum
var vaknaður og kom eg
ikki heim um kveldarnar,
fyrr enn øll vóru løgst.
Hesa tidina så eg ikki
nogv til konu og børn.
Trivast væl
i Aberdeen
Uppå fyrispurning um,
hvat fekk hann til at søkja
hetta starv, og um hann
frammanundan var kend-
ur, sigur Odmar at hann
ikki frammanundan var
kendur har, men at hann
hevði arbeitt hjá einum
felagi, sum æt Hawes á
Co. Tað vóru fiskakeypar-
ar. Eg var hjá teimum frá
1930 —36, tá núverandi
Fiskaselan varð stovnað.
Hon kallaðist tá Feroya
Fiskaexport, og var eg har
til 1940. Orsakað av
heimsbardaganum helt
hetta uppat av sær sjálv-
um, og máttu vit tá, sum
har vóru, taka okkum
annað til. Eg fór tá at ar-
beiða hjá pris- og valuta-
ráðnum og var eg har, til
eg fekk hetta arbeiði í
1945, sigur Odmar Skarð-
hamar.
Odmar er giftur við
Ingeborg, sum er dóttir
Ludvig Poulsen í Havn,
og eiga tey trý bern. Eyð-
finn arbeiðir hjá handils-
fyriteku í London, Tórfinn
arbeiðir uttanfyri Oslo á
stovni fyri atommegi og
dótturin Guðrið er gift í
Hollandi.
Odmar sigur, at tey
trivast væl í Aberdeen.
Vit hava nú verið her í so
mong ár, og bernini eru
vida um. Tað er ti lítið at
fara heim aftur til. Tå vit
eru busitandi her, er eisini
lættari at ferðast til børn-
ini, og gera vit eisini
rættiliga nógv av ti.
Vælhýrdur
og vælnøgdur
Tá tú vitjar Odmar í
Aberdeen, kennur tú teg
væl móttiknan og hevur
tú hjálp fyri neyðini, er
nóg mikið við hálvtalað-
um orði. Sjálvur er Odmar
eisini væl negdur og glað-
ur fyri at síggja fólk heim-
anífrá.
— Hetta hevur verið ein
strævin tíð, men eisini ein
stuttlig tid, sigur hann, og
leggur hann brosandi aft-
urat, at hann nú er vorðin
so mikið gamal, hóast
hetta ikki sæst á honum,
at tað ikki er lætt bein-
anvegin at bera kensl á el!
tey, sum koma higar.
— Men tá eg fái at vita
navnið á pápanum og
mammuni, ber betur til,
endar Odmar Skarðham-
ar.