Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-04, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. november 1978síða 1

allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tað er spurningurin SPURNINGARNIR, sum støda skal takast til, áðrenn krossurin verður settur valdagin, eru fleiri. EIN AV HESUMspurningum er, um tað skal eydnast sambandsmonnum at blaka mold í eyguni á okkum, so at vit ikki síggja, hvørji veruligu åhugamålini eru? Skal tað eydnast teimum at kveikja lív í tjóðskaparkeglið, sum mangan hevur forðað gllum framburði? HEIMASTÝRISSKIPANIN legði stødi undir ríkisfelagsskapin. Heimastýrisskipanin varð samtykt av sambandsflokkinum, sjálvstýris- flokkinum og javnaðarflokkinum. Fólka- flokkurin og tjóðveldisflokkurin, hava hildið hánt um hesa skipan, men eftir seinasta val ynsktu báðir hesir flokkar at samarbeiða við javnaðarflokkin undir hesi skipan. HEVÐI TAÐ IKKI verið svik, um javnaðar- flokkurin ikki stóð við innihaldið í heimastýr- islågini, og vildi tað ikki verið at svikið Før- oya fólk, ikki at tikið av hesum tilboði, tá ein sjálvstýrismeiriluti annars var á tingi. Vildi tað ikki verið at svikið veljarar javnaðarfloks- ins, um flokkurin noktaði samarbeiði við sjálvstýrisflokkar og heldur lat teir gera tað, teir høvdu makt til, nevniliga at taka nógv stórri stig á sjálvstýrisleið, stig, sum sam- felag okkara ikki orkar. VAR TAÐ IKKI rætt at fáa sjålvt tjóðveldis- flokkin bendan til at virka fyri uppbygging av samfelagnum í samarbeiði við Danmark. Tá javnaðarflokkurin gigrdi samgongu við tjóð- veldisflokkin og fólkafiokkin fekk hann teir báðar og serstakliga tjóðveldisflokkin at ar- beiða ístaðin fyri at rumbla við loysingarøs- ing. Men hesa gsing hevur sambandsflokk- urin nú yvirtikið. SAMBANDSMENN biðja nú fólk velja tjóð- veldisflokkin um tey ikki kunnu velja sam- bandsflokkin. Og tað passar sambandsflokk- inum væl, at alt politiskt lív i Føroyum skal verða ein træta um loysing ella samband, ti á hendan hátt ber til at krógva fyri fólki, hverjir teir veruligu spurningarnir eru. SPURNINGURIN ER tí, um vit vilja verða við til at vísa, at Føroya fólk ikki letur seg vill- leiða av tilikum, men velur framhaldandi út- bygging á øllum økjum, heldur enn eina nyttuleysa trætan um loysing ella samband, og hetta gerst við at seta X við JAVNAÐAR- FLOKKIN. Nr. 83 Leygardagin 4. november 197 51. árgangur Leysasøla 3,00 kr. frælsi javnadur brødralag Valid 7. november 1978 Góðu landsmenn. Javnað- arflokkurin hevur nú stað- ið á odda fyri landsins stýri í nógv ár. Vit hava roynt at gera tað, vit megnaðu fyri land og fólk. 7. november skal Fer- oya fólk taka steðu til, hver skal stjórna landin- um komandi 4 árini. Tit skulu taka stødu til, um javnaðarflokkurin enn eitt skeið skal standa fyri landsins stýri. Okkara fólkaræðisliga skipan gevur okkum borg- arum henda rætt, og hann skulu vit nýta. Við fræls- um loyniligum valum, skal fólkið kjósa sær sínar umboðsmenn, hetta er ein rættur, sum javnaðar- flokkurin av øllum alvi vil berjast fyri at varåveita. Vit skulu minnast til, at tå vit nyta atkvødu- rættin, tå er tad ikki bert hetta, at vit geva polit- isku flokkunum ummæli, tað vit gera er at gera av, hver ið skal taka sær av fólksins áhugamálum. Spurningurin til tykk- um, góðu veljarar er, hev- ur javnaðarflokkurin um- sitið áhugamál tykkara so væl hesi farnu 4 árini, at tit líta okkum til at halda fram, hevur javnaðar- flokkurin hesi 12 árini, hann uttan slit hevur sitið í landsstýrinum, umboðað tykkum so væl, at tit vilja hava okkum at halda fram? y Verður úrslitið av hes- um vali, at tit framvegis visa javnaðarflokkinum eins stórt álit, sum við seinasta val verður javn- aðarflokkurin framvegis stersti flokkur á tingi eftir hetta val fara vit at royna einaferð enn at standa fyri leiðsluni av landsins stýri, um aðrir flokkar vilja samarbeiða við okkum um áhugamál tykkara. Halda tit harímóti at aðrir flokk- ar nú eiga at loysa javn- aðarflokkin av, tá fara tit at nýta tykkara demo- kratiska rætt og greiða at- kveðu hareftir. Vísir valúrslitið, at javnaðarflokkurin hevur mist álit tykkara, fara vit at taka avleiðingarnar av hesum. Men eitt skulu tit vita, at um hetta hendir, vilja vit ikki seta okkum hendur í favn. Nei, vit fara tá ikki minni at berj- ast fyri tykkara áhuga- málum. Men eg eri bangin fyri, at tað verður ikki lætt, fyri ikki at siga ógjerligt við einum borgarligum meirluta á tingi og við ein- um landsstýri við einans borgarligum flokkum at vinna longur fram á veg við at skapa sosialan tryggleika, tað verður heldur ikki lætt at vinna longur fram við at út- byggja vinnulívið á ein slíkan hátt við almennari lutteku at tey vinnuleysu økini, har lítil kapitalur er tekur, eisini verða upp- bygd. Javnaðarflokkurin setti sær í byrjanini fyri, at beina fyri ti tjóðskapar- liga kjakinum, sum gjørdi, at alt positivt politiskt arbeidi lå å låni, sum gjørdi, at tey veru- ligu åhugamålini hjå Før- oya folki blivu gloymd. Hetta hevur eydnast i stóran mun, og við heima- stýrisskipanini fingu vit tað steðið at standa á, sum hevur gjert tað meguligt at skapa tann framburð, sum hevur ver- ið. Allir flokkar hava vilj- að virkað á hesum stæði, og við hesi samgongu, sum nú í skjótt 4 ár hevur havt landsins stýri í hond- um, eydnaðist tað at fáa teir argastu figgindarnar av ríkisfelagsskapinum at vera við í einum positivum arbeiði. Men tað eru teir, sum vilja birta lív aftur í hetta tjóðskaparkjakið. Øl hesi 4 árini hevur ein flokkur, sum sigur seg hava verið við til í síni tíð at styðja heimastýrisskipanina lagt sterstu herðslu á at birta lív aftur í hetta kjak, og tað hevur eydnast sera væl. Sambandsflokkurin hevur fingið hetta bál aftur í ljósan loga, so vandi er fyri, at vit nú aftur skulu hava eitt langt skeið, har einki veruligt arbeiði verður gjert fyri fólksins áhugamál, har vit fáa tað gamla skilið aftur. Um hetta skal henda, um steðgur skal koma í upp- byggingina av okkara samfelag, tað skulu tit gera av valdagin. Góðu lesarar: Sjálvt um vit eru komnir langt á leið, so eru vit ikki roknir á mál. Tað gera vit ongan- tíð, ti nýggj krev vilja altíð taka seg upp. Vit hava nógv eftir at gera, sum hetta valskeiðið ikki rakk til. Til fyri fáum árum trúðu vit ell, at vit kundu økja um vælferð okkara við stødugt at vinna meira av rikidømi jarðarinnar. So er ikki longur. Nú ræð- ur meira um at húsast við ti, sum vit hava. Ti ræður nú um meira enn nakran- tíð at virka fyri einum javnari býti av ávekstrin- um, tí er kravið hjá ar- beiðandi fjøldini um rætt- vísan lut í ávekstrinum sterkari enn nakrantið fyrr. Ti ræður um meira enn nakrantíð fyrr at skipa fyri vinnulivi okkara á ein slíkan hátt, at ar- beiðstólini verða legd so- leiðis at ell eki í landinum kunnu vera við. Tað er eitt av okkara sterstu málum í komandi valskeiði at virka fyri, at eitt vinnuliv verð- ur uppbygt í teimum økj- um í landinum, har nú litið virksemi er. Hetta vilja vit gera, sjálvt um lítil og eingin peningur er tekur á hesum staðum, ti vit vita, at feroyingar eru so solidariskir ímóti hverjum eðrum,at tey, liva og virka í teimum økj- um í landinum, har trivn- aður og framburður er, vilja vera við til, at tað almenna ger tær iløgur- nar, sum eru neyðugar, fyri at ell, skulu fáa lut í framburðinum. Vit hava enn nógv eftir at gera, tá vit hugsa um, at sjálvt um vit hava út ímóti bestu sosialu skipan í heiminum, so vantar enn nógv í, at veita gomlum, sjúkum, brekaðum, einkj- um og í heila tikið teimum sum av eini ella aðrari orsek ikki við egnum virk- semi megna at skapa sær eins góð kor, sum aðrir borgarar landsins hava Javnaðarflokkurin er fúsur at fara til verka aft- ur at loysa hesar spurn- ingar. Men um vit aftan á valið hava megi til tess, tað skulu tit gera av 7. november. Tit fara at gera av, um vit skulu hava eina stjórn, har tað kolasvarta afturhalds- stýrið ræður, um vit skulu byrja eitt skeið við innan- tómum drepandi tjóð- skaparkjegli soleiðis sum tey, sum upplivdu tíðina fyri heimastýrislógina minnast tað. ELLA um vit skulu halda fram við at upp- byggja land okkara til eitt gott stað at liva, um vit skulu halda fram við at uppbyggja fólkaheimið Føroyar, hetta samfel- agið, sum kanska av øll- um samfelegum í heimin- um er tað besta. Góðu landsmenn, havið hesar spurningar í huga, tá tit fara á val. Vilja tit framburð komandi 4 árini, geva tit javnaðarflokkin- um dyggan stuðul. Og Feroya fólk ynskir fram- burð. Atli P. Dam