leygardagur 4. november 1978síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720 . 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Feroya Javnaðarflokkur
Tórfinn Smith
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Arne Thomsen
Sosialurin
Dimmalætting
kali
Útgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðstjóri:
Blaðmenn:
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Valið
SEINASTU FÝRA árini hevur sam-
bandsflokkurin sitid í andstøðu. At-
finningarnar hava verið nógvar og
orðafloymurin óferur ella rættari
sagt ræðuligur.
TIT HAVA hoyrt og lisið allar hesar
atfinningarnar. Men hava tit nakr-
antíð hoyrt ella lisið nakað orð um,
hvønn politikk sambandsflokkurin
vil seta ístaðin fyri tann politikkin,
sum javnaðarflokkurin og lands-
stýrið undir leiðslu av javnaðar-
flokkinum hava rikið?
HAVA TIT hoyrt ella lisið nakað orð
um nakran alternativan fiskivinnu-
politikk? Hava tit hoyrt ella lisið
nakað orð um nakran alternativan
lønar- og príspolitikk, ella nakran
alternativan íbúðarpolitikk, skatta-
politikk, sosialpolitikk o.s.fr? Nei!
Tit hava einans hoyrt negativar at-
finningar!
TIT KENNA politikkin hjå javnadar-
flokkinum. Hann hevur staðið sina
roynd undir hesum landsstýrinum.
Hann stóð somuleiðis sína roynd
undir bæði seinasta og næstsein-
asta landsstýri. Og eisini undir
landsstýrinum frá 1958 til 1962. Hin-
vegin hevði sambandsflokkurin
leiðsluna frá 1950 til 1958.
TAKA VIT nevnda tíðarskeið so var
tað merkt av arbeiðsloysi. QOll
havna- og vegagerð lá á láni. Fiski-
skipaflotin var í stødugari minking.
Øll uppskot um fólka-, avlamis- og
einkjupension v.m. vórðu feld.
Somuleiðis oll uppskot um stuðul! til
fiskivinnuna.
VIÐ DANSKA skipinum »Dronning
Alexandrine« og undir donskum
flaggi, vórðu túsundtals føroyingar
á hvørjum ári fluttir til Íslands at
vinna sær og sínum til livsins uppi-
hald. Soleiðis var tá sambands-
flokkurin hevði leiðsluna og tá javn-
aðarflokkurin var uttan fyri stýrið.
Í DAG ER ødrvisi. Í Føroyum er
arbeiði til allar hendur. Sosiala
trygdin er rættuliga góð o.s.fr.
Skulu vit velja sambandsflokkin við
fimti árunum sum einasta alterna-
tivi til tann førda politikkin, ella
javnaðarflokkin og harvið verja tann
førda politikkin.
sosialurin
Hevur hetta
havt framur
Try sambandsósannindi
Tad er fyrr ført fram, at
tað er ótrúligt, sum tað
verður logið fyri veljar-
unum til hetta valið, eins
og tað hevur verið gjert
alt valskeiðið. Og tað
verður neyvan gjørt sam-
bandsflokkinum órætt við
at siga, at hann hevur met
á hesum eki. Sjálvsagt
saman við blaðstjóranum
á Dagblaðnum, og tað sig-
ur heldur ikki so lítið.
Fólk verða midvist fylt við
ósannindum, hálvum ó-
sannindum og beinleiðis
villleiðandi upplýsingum.
Í ítróttarhellini seinasta
friggjadag og í Dagblað-
num sama dag kom sam-
bandsformaðurin við
fylgjandi trimum ósann-
indum:
Ósannindi nr. 1
Hetta landsstýrið hevur
havt fýra framúr ár t.d.
viðvíkjandi fiskaprisum.
Ósannindi nr. 2
Flakaprísirnir vóru tví-
faldaðir hetta valskeiðið.
Ósannindi nr. 3
Í Dagblaðnum segði for-
maðurin, at rækjuprísirnir
vóru trífaldaðir. Í ítróttar-
hellini vóru teir meira enn
tvífaldaðir. (Tað hevði nú
verið ein fyrimunur, um
sambandsformaðurin
hevði kunnað slongt sama
tal út, tá tey nú komu
fram sama dag).
Og tað, sum formaðurin
her vil >prógva<, er, at
hóast hesar framúr góðu
umsteður, so hevur ar-
beiðið hjá landsstýrinum
hildnast stak illa.
Men hvat er veruleikin
og svarið til hesar pá-
standir?
Nr. 83
— 4. november 1978
landsstýrið
umstødur?
Veruleiki nr. 1
Vit hava ikki havt 4 stak
ár. 1975 var eitt kreppuár
við lækkandi prísum á
mestsum øllum fiskavør-
um. Tað sæst eisini skill-
iga á talvuni niðanfyri.
1976 og 1977 vóru góð ár
við javnt hækkandi fiska-
prísum, meðan vit í 1978
hava havt javnt lækkandi
fiskaprisir. So talan kann
vera um 2 góð og 2 vánalig
ár.
Veruleiki nr. 2
Flakaprísirnir eru als ikki
tvífaldaðir. Telini frá 1974
—77 visa eina hækking
uppá 45%. Men síðan
seinast í 1977 hava vit
havt eitt stødugt lækk-
andi dollarvirði, soleiðis at
okkara útflutningsprísur
er lækkaður við um 20%.
Hetta kemur at gera, at
samlaða hækkingin fyri
valskeiðið verður minni
enn 45%.
Veruleiki nr. 3
At rækjurnar eru meira
enn tvífaldaðar ella tri--
faldaðar í prísi passar
heldur ikki. Frá 1974—
1977 er miðalprísurin á
rækjum hækkaður við
26% . Prísurin í dag er eitt
sindur hægri enn miðal-
prísurin fyri 1977, so hetta
fer at geva eitt sindur
størri hækking fyri alt
valskeiðið, men langt frá
tvi- ella trifalding.
Hyggja vit nú eftir
hækkingunum á somu og
eðrum verum í undan-
farna valskeiði, so má sig-
ast, at hon hevur sanni-
liga verið ein »gulltid«, og
tað serliga í mun til hetta
valskeiðið.
Um vit taka bólkarnar í
somu talvu í >Ársfrágreið-
ingini<, tó við undantak
av idnadarfiski landaðum
uttanlands, sum ikki hev-
ur tann stóra týdningin
her, og sum ikki kann
beinleiðis samanberast,
fáa vit hetta úrslit:
Talva 4.3. Miðal útflutningsprisir
kr. tonsið 1970 1974 1975 1976 1977}!
Saltfiskur 3.300 8.675 7.615 8,600 9,332
Fiskaflak 4,844 7.949 7.334 9,653 11.493
Sildamjøl 1.620 3.203 1.601 2.172 2.873
Fesk sild og fiskur 1.206 1,681 1.239 1.807 2.314
fånadarfiskur 332 455 226 507 774
Salt- og kryddsild 2.264 3,748 4,432 4,144 4,442
Rækjur 8.980 9.179 8.612 8.509 11.582
1) Fyribilstøl
Heimildartilfar: Føroya Landsstýri . .
rov Yri Hækking Hækking
1970 — 74 1974—77
Saltfiskur 163% 8%
Fiskaflak 64% 45%
Sildamjøl 98% 10%
Fesk sild og fiskur 39% 38%
Salt- og kryddsild 19%
til øll javnaðarfólk
í Suðurstreymoy
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
heitir á øll javnaðarfólk í Suðuur-
streymoy um ikki at sita heima val-
dagin, men fara á val týsdagin 7.
nov. og seta ein sterkan javnaðar-
flokk á ting.
Tey, ið ynskja bil til valstaðið,
kunnu
147 20.
ringja 14751,
11820 ella
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Rækjur
Sjálvt um 1978 ikki er
við her, so síggja vit av
hesum tølum, at á nærum
ellum týðandi útflutn-
ingsverum, tó undantikn-
ar rækjur, upplivdi und-
anfarna landsstýri mun-
andi sterri prishækkingar
enn hetta landsstýrið hev-
ur sæð. So tað er bein-
leiðis ósannindi, tá tað
verður gjørt til, at hetta
landsstýrið hevur havt
glæsiligar tíðir í mun til ta
undanfarna í hvussu er.
(Sum eitt dømi um,
hvussu politikkur er, kann
vera stuttligt at minna
um, at tá vóru eisini
flokkar sum leikaðu í, um
hvussu lítið tað lands-
stýrið hevði fingið burtur
úr teimum tá góðu tíð-
unum!!).
Tað skuldi ikki verið
neyðugt at gjørt fleiri við-
merkingar til, hvussu álít
66%
2% 26%
andi hendan propaganda
her!! Hetta kann kanska
tykjast at vera rættuliga
»oskyldig« ósannindi.
Men vit mugu íkki
gloyma, at eisini hetta er
ein liður í teirri miðvísi
villleiðing av fólkinum við
ti endamáli at fáa atkvød-
ur, sum sambandsflokk-
urin fremur.
Landsstýrið skal sjálv-
sagt fáa ábreiðslur fyri tað
skeiva, tað ger, men tá so
grov Vvillleiðing verður
nýtt, sum vit hava sæð
serliga nú til valið, tá má
ein øtast!!
Vit vita ikki, um hetta
er ein taktikkur, sum
»loysir« seg, men vit ætla
so í hvussu er framyvirat ”
halda okkum til sannleik-
an. Tad kann ikki annad
enn loysa seg!!
Oli Jacobsen