leygardagur 4. november 1978síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin
Nr. 83 — 4. november 1978
Samgonguskjalid
Fyri at fólk sjålvi kunna gera sær eina
meting av grundarlagnum, henda sam-
gonga hevur bygt á, prenta vit her sjálvan
samgongusáttmálan:
Fyri at fólk sjálvi kunnu
gera sær eina meting av
grundarlagnum, sum
hendan samgonga hevur
bygt á, prenta vit her
sjálvan samgongusátt-
málan.
Ferdur verður ein figgj-
ar- og búskaparpolitikkur,
ið kann roynast sum
sterkt steði undir fram-
haldandi útbygging í al-
mennum- og vinnulivs-
málum.
Eftir ferimuni verður
roynt at tarna og vinna á
inflatiónsvekstrinum.
Sýnt verður stersta
varsemi í almennu pen-
inganýtsluni og lætt verð-
ur um skatta- og av-
gjaldsbyrður teirra inn-
tøkuveiku.
Øllum stættum verður
vissad rimuligan part av
tjóðarúrtekuni.
Vinnulivsútbyggingin
hevur sum hevuðsenda-
mál at tryggja arbeiði til
allar hendur.
Í ellum politikki lands-
stýrisins verður strembad
ímóti menning tjóðskap-
arliga, sosialt, fyrisiting-
arliga, mentunarliga og á
annan hátt.
1. Fiskivinnumál
Til økjan av figgjarmegini
verður hildið fram við
endurnýggjanini av fiski-
skipaflotanum. Serligur
dentur verður lagdur á
fjøltåttan og umlegging til
broyttar veiduumstødur.
Miðað verður ímóti at út-
byggja heimaflotan, so
úrtekan hjá bátum og út-
róðrarmonnum verður
mest megulig. Samstund-
is verður virkað fyri, at
tey rættindi, ið fáast á
fjarleiðum, verða troytt á
rasjonellan hátt.
Neyðugt kanningarar-
beiði á nýggjum leiðum og
av nýggjum veiðuhættum
verður framt.
Dentur verður lagdur á
at ekja útflutningsvirðið
av fiskaverum til at til-
virka veiðuna meira
heima.
Reglurnar um prisåset-
ing og studningsveitingar
verda endurskodadar.
Fiskimonnum og ti al-
menna verdur tryggjad
best møguligt innlit i
fiskasølumål.
2. Fiskimarksmål
I samljóði við alheims
framtøkuna i havrættar-
málum verður i 4 ára
skeiðnum virkað fyri, at
føroyingar fáa sterri vald
á egnum grunnum, her-
undir at stevnt verður í-
móti fiskimarksútflyting í
tráð við ta útflyting, ið
aðrir fremja.
Í havrættarsamráð-
ingum verður tikið undir
við hugtakinum um 200
fjórðinga búskaparligt
eki, men ásannandi, at
okkara grunnar við núver-
andi veiðuflota og fiska-
virkjum í letuni ikki nøkta
veiðutervi føroyinga,
verður á altjóða stigi virk-
að fyri, at lond í slíkari
serstødåu sum Føroyar
framvegis eiga framihjå-
rættindi til veidu å teim-
um buskaparligu økjum
hjå londum, sum eru betri
fyri, hvat vinnumøguleik-
um vidvikur.
Føroyingar taka bein-
leidis lut i øllum samråd-
ingum i fiskivinnu- og
havrættarmålum.
Verda fiskirættindi
okkara munandi skerd or-
sakad av einvisum tiltøk-
um á leiðum, har føroy-
ingar nú vanliga royna,
herundir á Norðsjóarleið-
unum, tekur samgongan
slíkar avleiðingar av hes-
um, at Feroyar ikki verða
eftirbátur í fiskimarksut-
flytingum.
3. Bygdamenn-
ingarpolitikkur og
alment initiativ
innan ídnað v.m.
Í bygdum og økjum í
landinum, har lítið arbeiði
er, verður kannað, hvat
virksemi er best hóskandi.
Tryggjast má, at ein
veruligur bygdamenning-
arpolitikkur (egnsudvikl-
ingspolitikkur), sum fevn-
ir oll eki í landinum, verð-
ur førdur, og kann landið
ganga á odda í útbygging,
har einstaklingar íkki
rokka.
Verður almennur egin-
peningur settur í virkir,
skal almenna ávirkanin
samsvara hesum.
Virkir, sum hava serlig-
an arbeiðsskapandi týdn-
ing, mugu ikki steðga
vegna figgjar- ella aðrar
kreppur. Í tilikum forum
fær landsstýrið heimild til
at skipa fyri, at raksturin
heldur fram, meðan orsøk-
irnar til trupulleikarnar og
meguleikarnir | framyvir
verða kannaðir.
Um skip koma í líkn-
andi stødu verður í hverj-
um einstøkum føri avgerð
tikin, um og hvussu rakst-
urin kann halda fram.
Er vidurkendur verulig-
ur tørvur å såttmålum til
føroyskar skipasmidjur og
tørvur å åvisum skipa-
sløgum av hóskandi slagi,
kann landið ella stovnur
undir landinum skipa fyri
sáttmálum um bygging av
skipum í Feroyum.
Studningslánini til
skipabygging verða heilt
ella lutvíst umlegd til
lagalig rentulág lang-
freistað lán.
Farmaskipabygging
verður at stuðla við ser-
ligar: veðhaldslóggávu.
4. Handilsmál
Kannað verður um tyd-
andi verubólkar kunnu út-
vegast brúkarunum bilig-
ari.
Kooperativ samtek inn-
an innflutning av byggi-
tilfari og skipaútgerð
kunnu fáa iløgustudul ella
almenn veðhald fyri sterri
innkeypum, um verurnar
á henda hátt fáast brúk-
arunum biligari.
Undir serligum umstød-
um kunnu heimildir gev-
ast til almenn innkeyp av
størri vørunøgdum.
Hitt almenna studlar
førovskar handilsfyritøk-
ur soleidis, at i mesta mun
sleppst undan útlendskum
millumhandlarum.
5. Landbúnaður
Rikin verður landbúnað-
arpolitikkur við ti fyri
eyga, at framleiðslan kann
verða ekt og landbúnaður-
in gerast ein meira lønandi
vinna.
Samvinnan millum ta
almennu umsitingina og
stovnar innan landbúnað-
arekið verður útbygd,
m.a. við at reglurnar fyri
virksemið hjá royndar-
steðini og jarðarráðnum
verða endurskoðaðar.
Virkað verður fyri, at
bunadarjørd verður í
nýtslu hjá jarðarbrúkar-
unum á staðnum, tí verð-
ur spurningurin um uttan-
biggjarjørdina framvegis
at taka til umhugsunnar.
6. Búskaparmál-
Landsbanki
Sum eitt lið í stýringini av
figgjar- og búskaparmál-
um hevur landsstýrið reg-
luligar samráðingar við
láni- og peningastovnar
landsins og vinnufeløg.
Log um stovnseting av
landsbanka og reglugerð
fyri virki hansara verður
at samtykkja, og verður tí
skundað undir arbeiðið í
landsbankanevndini.
Bankin skal rekja allar
vanligar tjóðbankaupp-
gávur, tó uttan rætt til
seðlaútgávu.
Føroyska krónuvirðið
verður framvegis tað
sama sum hitt danska.
Landskassalán og lán
veitt av almennum stovn-
um verða umsitin av
landsbankanum í tann
mun, hetta verður hildið
hóskandi.
Landsbankin tekur í-
móti innskoti frá føroyska
postverkinum.
Utvegad verður umsit-
ingini best møguligar um-
stødur at meta og vidgera
almennu figgjarætlaninar,
so neyvt samsvar verður
imillum jåttanir og
nytslu.
Meirnytsla, góðkend av .
figgjarnevndini, verður
játtað á eykafiggjarlóg.
7. Pris- og
lønarmål
Vid effektivum priseftirliti
verða hækkingar í vøru-
prisum tálmaðar.
Avleidingarnar av av-
tøku av innflutningsgjald-
inum á ymsum verubólk-
um verða kannaðar.
Pristalsskipanin verður
broytt, soleiðis at teir
ymsu hættirnir fyri pris-
javning geva lenarstætt-
unum sama endurgjald í
krónum fyri prishækking.
Í hesum sambandi verð-
ur prístalsgrundarlagið at
fullfiggja og taka í nýtslu í
1975; samstundis verður
grundtalið 100.
Skundað verður undir
nevndararbeiðið viðvikj-
andi samskipan av teim
ymsu almennu lenarlog-
unum. Alment lent fólk í
Feroyum kunnu bert fáa
løn sína vidgjørda í sam-
ráðingum millum hitt al-
menna og føroysk yrkis-
felog.
Tryggjað verður at eins
len verður latin fyri sama
arbeiði.
8. Skattamál
Øll skatta- og tollloggåv-
an verður endurskoðað og
nýskipað, og skatturin á
lág- og medalinntøkum
verður lækkaður.
Kommunuskattaskip-
anin verður broytt, so 6-
javni ikki verður í við-
gerðini av skattleggjandi
grundarlagnum í teim
ymsu kommununum.
Umhugsað verður at
javna inntøkugrundarlag-
ið hjá kommunum yvir ein
grunn.
Avskrivingarlógin verð-
ur broytt soleiðis, at av-
skrivingar koma vinnuni
heldur enn einstaklingin-
um tilgóðar. Miðað verður
ímóti felagsformum, sum
fremja hetta. Nýggj
skattaskipan fyri parta-
felog verður tí gjørd.
9. Ibådamål
Atsteðurnar at fáa sær
egin hús ella íbúð og sita
við teimum verða lagaðar
so, at eisini fólk við lágum
inntøkum hava henda
meguleika.
Lánini til húsa- og í-
búðabygging verða gjord
langfreistad og bilig m.a.
við framhaldandi og økt-
um studningi til húsa-
lánsgrunnin. Grund-
stykkjaprísurin verður
fingin í eina rimuliga legu,
m.a. við at tað almenna
virkar fyri øktum útboði
av byggilendi og rekur
midvisan byggibúningar-
politikk og fremur býar-
planlegging.
10. Sosialmál
Sosiala trygdin verður
framhaldandi útbygd m.a.
við at fingin verður sjúk-
radagpeningaskipan fyri
timalønt fólk.
Virkað verður fyri at
loysa spurningin, um ar-
beiðsloysistrygging.
11. Skúla- og
mentunnarmál
Hildið verður fram við út-
byggingini av fólka- og
framhaldsskúlanum,
vinnuskúlum, sjómanna-
skúlunum, fróðskapar-
setrinum og ødrum skúl-
um við tí endamáli at
skapa bestu og fjølbroytt-
astu útbúgvingarmegu-
leikar heima, og verður
dentur lagdur á at laga
skúlaskapin eftir føroysk-
um viðurskiftum.
Skundað verður undir
arbeiðið við útgávu av fer-
oyskum skúlabókum, og
útgáva av yrkisbókment-
um, føgrum bókmentum
og eðrum bókum verður
stuðlað.
Bett verður um korini
hjá rithevundum og list-
arfólki at virka og skapa
innan tær ymsu listar-
greinirnar.
Gjerd verður ungdóms-
og fritidarloggåva, sum
m.a. skapar betri møgu-
leikar fyri fritidararbeidi
og trivnad å bygdunum.
Utvarpid verdur utbygt
og møguleikar skaptir fyri
fjølbroyttum innihaldi og
longri senditid. Arbeitt
verður framvegis fyri
stovnseting av sjónvarpi.
12. Samferðslumál
Strandferðslan og sam-
ferðslan á landi verða
samskipað og útbygd eftir
fastari ætlan.
Tænastuna (service) hjá
postverkinum, teleion-
verkinum og strand-
ferðsluni verður at sam-
arbeiða.
Hildið verður fram við
sambinding av bygdum,
økjum og oyggjum.
Studningsveitingarnar
til kommunurnar verða
endurskoðaðar við fíggj-
arevnunum hjá teim ein-
støku kommununum i
huga.
Miðað verður ímóti at
fáa innanoyggja flúgving í
lag, og tryggjað verður, at
forcyingar kunnu fara
undir at reka millum-
landaflúgving. Virkað
verður fyri at betra møgu-
leikarnar fyri fluttningi av
ferðafólki sjóvegis millum
landa.
13. Orkumál
Miðað verður ímóti at út-
vega lagaliga figgjan til
utbygging av orkufram-
leidsluni.
Landid luttekur i figg-
ingini av oljugoymslurúmi
til nytsluna i rimuliga
langa tid.
Tryggjað verður al-
menn vegleiðing, so mest
megulig sparing í orku-
nýtsluni fæst í lag.
Virkað verður við lóg-
gávu fyri at fyribyrgja
dálking av havinum og á
landi.
14. Fyrisitingarmál
Almenna umsitingin verð-
ur framhaldandi útbygd,
soleiðis at hon í størri mun
kann umsita bæði sermál
og felagsmál sum ætlað
sambært $ 9 í heimastýr-
islógini.
Tryggjað verður at oll
foroysk skúlamál, undir-
grundsmål og postmál
verða umsitin av heima-
stýrinum.
Postverkið verður yvir-
tikið alt fyri eitt, og sam-
ráðingar verða við ríkis-
stýrið um yvirteku av
undirgrundini — (herundir
havbotninum) og skúla-
umsitingini.
Nýggj vallóg, sum m.a.
betur samsvarar fólkatal-
inum í ymsu valdømun-
um, verður gjørd.
Spurningurin um nýtt
logtingshús verður
greiddur.
15. Uttanríkismál
Viðskifti Føroya við EF er
framvegis grundað á log-
tingssamtyktina frá 25.
januar 1974 um, at heima-
stýrið ikki kann mæla til
føroyska luttøku i EF.
Støda meirilutans til
hernaðarligar samgongur
er grundað á løgtingssam-
tyktina frá 19. august
1970, og virkað verður
fyri, at hon verður framd.
Arbeitt verður fram-
vegis fyri javnbjóðis um-
boðan í Norðurlandaráðn-
um.
Løgrættumyndugleiki
til verjuskip okkara verð-
ur at kunngera ødrum
londum.
Í ollum uttanrikismål-
um, sum viðvíkja Føroy-
um, luttaka føroyingar
sjálvir í samráðingum
teimum viðvíkjandi og í
viðgerð teirra.