Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. november 1978síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 4. november 1978 sosialurin Síða 5 Suðuroyingar — suduroyingar! Tað er støda tykkara tann 7. november, sum kann koma at verða avgerandi fyri, hver kemur at mynda landsstýri eftir valið. Men um tú vil vera sannførdur, um tú vil ganga í teg sjálvan, skuldi eingin ivi verið. Eg havi sagt tað og farið fleiri ferðir at endurtaka meg. Framburðurin er sjónlig- ur, oyggj okkara er í ein- um rívandi útviklingi, ein- um útviklingi, sum vit ikki hava loyvi at taka av lettum. Tann skriving, sum fer fram í Dimmalætting >Um hesar arbeiðsleysu suðuroyingar, sum ikki er gangandi fyri norðan- fjorðs< er jú ósonn. Vit hava havt arbeiðsloysi, tað er væl eingin skomm at vera arbeiðsleysur, eins lítið sum tað er skomm at fara fallit. Bert skal ein av ellum alvi royna at vinna á trupulleikunum, og tað er jú tað, vit eru í ferð við at gera. Tað gongur jú sjón fyri segn. Arbeiðsskapandi virki bæði á sjógvi og landi eru framd í hesi tingsetu. Bæði í Vági og á Tveroyri eru virkir og her arbeiða nógv fólk. Og tað er jú tað, vit stíla fram ímóti, at allir teir í Dimmalætt- ing skýrdu arbeiðsleysu Suðuroyingar aftur skula vera í vinnu her hjá okk- um. Tað er mál og mið okkara. Jú, takið er at virka so- leiðis, at brúk verður fyri hverjari hond. Tað, sum er gjørt, má verða talandi demi um virkisfýsni og framtakshuga. Hetta muga øll hava í huga tann 7. november. Ti ikki ér tætt at »Skifte hest i vadestedet, < sum danir siga. Suðuroy- ingar, sum á øllum økjum skara framúr, tygur, sum við framtakshuga og til- tøkum hava lagt lunnar undir hetta samfelagið, hetta samfelagið sum vit ell liva væl í. Tit vita, hvat leikar á. Tit vita, hver ber merki tykkara á skjeldri sínum. Orð skapa onki verk, men gerðir prógva úrslit. Tit hava í útvarpinum hoyrt og tit hava lisið í blødunum, hvat teir siga seg ætla. Men tit vita av royndum, hvat okkara umboð í landsstýrinum, á legtingi og ikki minst í býráðnum hava avrikað. Latið ikki rakstrarróp og villleiðandi talur taka tykkum av fótum — men standið fastir á ti stødi, sum er lagt tykkum og okkum til framburðs. Vilt tú framvegis liva tryggur, vilt tú framburð við á- byrgd. Tá velur tú javnaðar- menn! Ti teir hava ikki bara á ti vinnuliga økinum gjørt avreksverk, men sam- stundis hugsað um tey, sum legdu rygg til, sum løgdu alt tað besta í hetta samfelagið, sum tú og eg í dag liva í og liva væl. Nú riða teir niðarliga Nú stundar til val og nógvir eru teir og tær, sum vilja koma á tað høga legting. Men so er spurn- ingurin, hvenn skal ein velja? Nýggjur flokkur er stovnaður. Hverjir eru so valevni og stillarar á hes- umflokkií Suðuroy? Hetta eru menn, sum passa allar skógvar, men sum orða- takið sigur, >pak slás og pak forliges igen<. Her í Sumba hava vit prógv fyri hesum. Tí fyri ikki so langari tíð síðani vóru brøv at lesa í Dimmu, har ein stillari úr Fiskivinnu- flokkinum og eitt valevni lótu hvenn annan úr við- víkjandi útróðri á Sumb- iargrynnu og blivu sunn- bingar tá skirdir at vera so dovnir, at teir ikki tímdu at rógva út. Men sann- leikin er tann, at vit kundu ikki rógva út or- sakað av at Karin Maria II og Steinhúsbreður (kei- hús) innigyrdu bátarnar við línu og harvið stongdu sunnbingar úti frá Sunnbiargrynnu. Nei, Bjarni og Ingvard, kastið frå tykkum! Tit eru vigaðir og funnir ov lættir tykkara politikkur er og verður 0,0. Tí politikkarar verða tit ongantíð. Tað var prógv um hetta, vit hoyrdu tykkum og kenna tykkum, ganga bygd úr bygd og lesa upp úr skrivi, sum tær stóru kan- ónir, so sum Kjartan Mohr og Adolf Hansen, hava skrivað tykkum og sum tit lósu upp sum um tit vóru norðanfjorðs- menn, men ikki suduroy- ingar. Tit tosa um skattalóg, nógv gjalda tit í skatti, 0. Men pening manglar tykkum aldri, skifta bil sum maður skiftir hosur, heimini á tremur av ellum luxus, hvaðani koma pengarnir? (0 í skatti). Nei, tykkara politikkur er eingin, sama sum sam- bandsins. Góðu menn! Vendið við áðrenn ov seint er, tit hava vinglað úr einum flokki í annan og stillarar tykkara. So meining hava tit onga, men rópa um tøl, sum tit ikki hava skil fyri. Ti sum orðatakið sigur, meining tín er sum reyv mín. Reyv hevur onga meining, og tað hava tit heldur ikki. Nei, góðu veljarar, latið tykkum ikki erkymla av slíkum monn- um. Teir eru ikki tað verd- ir. Ti vit kenna teir menn. Tá ein skal seta sín kross 7. nov. tá verður hann settur á listan tann, sum umboðar frælsi og trivnað her á landi, og tað er tann, Feroyski Javnaðarflokk- urin. Ti hann kanst tú líta á, hann borgar fyri ti. Veljið ti rætt 7. nov! Sunnbingar, veljið ikki samband ella Fiskivinnu- flokkin! Gera tit tað, so er og verður einki berghol gjørt, men við javnaðar- flokkinum er 100% fyri, at bergholið kemur. Sunnbingur Svar til Martin Kúrberg Martin Kúrberg skrivar í Dimmalætting um fólka- pensjón. Hann sigur har, at eitt valevni hjá javnað- arflokkinum í Eystur- oynni hevur sagt, at fólkapensjónin skal blíva skattafri. I dag er fólkapensjónin hjå einum støkum kr. 18.800, — um árið. I Havn hevur hesin per- sónurin kr. 662,— í skatti av hesi innteku. Í Klaks- vík kr. 1.390,— og í Funningi kr. 1.740,—. Eftir nyggju skattalog- ini vil skatturin fyri hesi somu bliva åvikavist kr. 0,00, kr. 0,00 og kr. 0,00. Hjá einum hjúnum er fólkapensjónin um árið kr. 28.800,—. Skatturin hjá teimum er í dag: Í Havn kr. 2.012,—, í Klaksvík kr. 4.072, — og í Funningi kr. 4.370,00. Eftir nýggju lógini verður sami skatt- ur: Í Havn kr. 1.050,—, í Klaksvik kr. 1.050,— og i Funningi kr. 0,00. Hetta er svarid Martin. Simun Abrahamsen valevni fyri javnadarflokkin i Eysturoynni Hver legði grundina undir Ellis- og Rektingar- heimið í Suðuroy, eitt oyggjartiltak, eitt tiltak, sum er tryggleiki fyri tey, sum ongan góðan hava. Jú, tað vóru vit, sum legdu hetta steði við, ti vit sanna, at tá talað verð- ur um gomul og sjúk, skal ikki hugsast um krónur og oyrur. Hugsið tykkum, hver lætti tað er fyri tey, sum ongan góðan eiga. Teim- um eins væl og teimum sjúku er tryggjað eitt blítt livskvøld. Folkaflokkurin talar i dag um småar eindir, tey gomlu skulu vera å heim- stað sínum. Hetta er alt gott, men eg minnist á- gangin frá hesum flokki ímóti okkara heimi. Men tað eru Guðs bern, ið batna, ella hava teir lært? Undir okkara leiðslu er Feroyingar! Gerið ei ta dára gerð sambandið velja hesa ferð. Vilt tú landi og fólki væl javnaðarflokkin tú velja skal. sáa AÆA———Æw— einkjupensiónin blivin gjerd so góð, at hon er betri enn tann, sum er í Danmark. Fólkapensiónin skal hækkast munandi og við skattalætta, sum verður framdur í nýggju skattalógini, gerast drúgvari. Jú, sanniliga tygur vita hverjir verja áhugamál tykkara. Farið tí mann- sterk á val, og veljið javn- aðarflokkin! Sverri Midjord Valevni javnaðarfloksins i Norðurstreymi: Andreas Højgaard Nu val stendur fyri durum er mangt at siggja og hoyra, sum eg ikki skal nema við. Bert eitt, tá teir borgar- ligu flokkarnir agitera við, at teir eru sosialir, so trúgvið teimum ikki! Tað er bert nakað, teir vilja lokka fólk við. Latið okkum steðga á og líta aftur um bak. Sid- ani 1906 hevur Norð- streymoy havt tveir ting- menn. Annar hevur øll árini verið úr sambands- flokkinum og hin úr teim- um ymisku sjálvstýris- flokkunum. Enn hevur ongin javnaðarmaður um- boðað Norðstreymoy á løgtingi, men hvussu hev- ur skorist? Í 25 ár koyrdu bilar frá Eiði til Oyrar, áðrenn tað var koyrandi frá Streymnesi til sam- bandsborgina Vík. Og hvussu sær út, um vit fylgja sjóvarmálanum suður til Kollafjarðar? Fara vit so í hin endan á valdeminum, Vestmanna, so hava vit í 15 ár ikki fingið fyri eitt klovið oyra av útbygging við sjógvin. Tá áttu vit 200 metrar av bryggju, nú eiga vit 150 metrar. Ferjulegan hevur við sambandsins vælsign- ilsi tikið teir 50 metrarnar Sum ellum kunnugt, so eigur Vestmanna nógv av allarbestu fiskimonnum. Hesir menn eru komnir til bygdina við nógvum góð- um fiskiforum. Á ymiskan hátt hava teir segg seg í stóra skuld, ja, partvis sett hús og heim í veð og har risikerað konu og bern út á markina, um ikki alt gongur væl Hvussu verða teir so móttiknir? Jú, fyrst mega teir keypa sær akker og ketu og byggja sær sín egna teym úti, ti við bryggju er ikki liggjandi um veturin, tá ikki er fiskiveður. Her er eingin hylur ella havn at liggja í. Helst má hver bátur keypa sær lastbil, ti teir vita, at tå teir koma aftur vid fiskinum, tå er so litid plåss å kaiini, at teir i nógvum førum mugu flyta sær fiskireiðskapin til okkurt annað pláss, so teir kunna gera seg út til næsta túr. Nú ljóðar, at tað skulu vera komnar fleiri millión- ir á pappirid til havnar- lagið í Vestmanna. Nær og hvar tær eru brúktar, er einki yvirlit yvir enn. Men eitt vita vit, at tað, sum kostaði 6 milliónir fyri nøkrum árum síðani, kostar 15 til 20 mill. í dag. Tað vil siga, at sjálvt um vit hoyra, at dollarin er fallin so langt sum niður- um 5 kr., so er eingin pengi í heiminum fallin so nógv sum krónan hjá vestmenningum. Ti um vit byrja í morgin at hyggja havn, so verður okkara partur triggjar ferðir so stórur sum fyri fáum árum síðani Vestmenningar! Norð- streymoyingar! Setið javnaðarmenn inn á ting. Tað er mín sannfering, at hann maktar, at hverki Helmsdal ella innanbiggj- ar tverleikar skulu tarna okkum longur. At vit eru so langt aft- urúrsigldir í mun til hini stórplássini, er tí kol- svarta afturhaldi og teim- um, sum sjáldan koma nærri jerðini enn við tí eina beininum, fyri at takka. Upp breður til dagsverk og dyst! Veljið lista C! Andreas Hejgaard —— jó