leygardagur 4. november 1978síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
sosialurin
Nr. 83 — 4. november 1978
Kvinnan er meinast rak
av lgnarójavnanum
Stersti lenarójavnin og misnýtslan av kvinnuni er
innan krambúðarekið, sigur Ingeborg Vinther, sum
í hesi samreðuni lýsir steðuna hjá flakakvinnuni og
vísur á, at fakfeløgini eru ov veik
Tað er einki dulsmál, at
lenarójavnarnir á tí før-
oyska arbeiðsmarknaðin-
um eru stórir. Tað er
heldur einki dulsmál, at
kvinnurnar eru meinast
raktar.
— Og tað er einki at iv-
ast í, at ein tann stersti
lenarójavnin kemur fram
við akkordarbeiðinum,
sigur Ingeborg Vinther,
sum er formaður í arbeiðs-
kvinnufelagnum Fjall-
brúður í Vági.
Akkordarbeiði
slítur sál og likam
— Nekur flakavirkir hava
eina akkordskipan og
koma flakakvinnurnar á
teimum ofta uppá einar
1500 til 2000 kr. og enntá
meira um vikuna. Á eðr-
um flakavirkjum verður
ikki arbeitt við akkord-
skipanum og er tí lenar-
munurin stórur frá einum
virki til eitt annað.
Men Ingeborg tekur
ikki hetta fram, tí hon er
sinnað fyri akkordarbeiði.
Tverturímóti. Hon sigur,
at akkordarbeiði er slít-
andi — bæði andaliga og
kroppsliga. Ja,
nar halda ikki til
longdini.
kvinnur-
tað í
Sum demi tekur Ínge-
borg eina kanning í Dan-
mark. Sambært kanning-
ini falla akkord-konufólk-
ini nógv skjótari frá. Tær
hava nógv fleiri sjúkra-
dagar. Harafturat ferir
akkordarbeiði ofta til mis-
trivnað á arbeiðsplássun-
um. Ti heldur hon, at
sleppast skal undan akk-
ord-arbeiði í heila tikið.
Bonusskipan
meiri rættvís
— Hver leið skal so gang-
ast?
— Sjálv meini eg, at ein
bonusskipan er meira
rættvis. Eftir henni fært
tú eina vissa peningaupp-
hædd, um tú framleiðir
meira enn timalønin sigur,
men tað eru nógvar, sum
ikki vilja ganga hesaleið,
tí hon ferir eisini til stress
og ótrivnað.
— Fáa vit ikki eina bon-
usskipan, so meini eg ikki,
at framleiðslan hjá tí ein-
steku flakakvinnuni skal
skrásetast.
Í dag verður fram-
leiðslan skrásett við tað,
at flakakvinnan leggur
eitt spjaldur við nummari
í hvenn kassan, hon hevur
skorið. Soleiðis hevur
virki altíð tal á framleidsl-
uni hjá hverji einstakari
flakakvinnu.
Elvir óbeinleiðis
til stress
Ingeborg sigur, at hendan
mannagongdin óbeinleiðis
verður brúkt til at trýsta
arbeiðsferðina upp við.
Hetta elvir til stress hjá
teimum, sum ikki eru so
skjótar.
Tí heldur Ingeborg, at
spjaldrini eiga at avtak-
ast, um ikki farið verður
yvir til eina bonusskipan.
Í Danmark verður roynt
at sleppa undan slíkum
skipanum.
Í hesum sambandi spyr
Ingeborg: — Hví skulu
konufólkini arbeiða harð-
ari enn mannfólkini, hví
skal trýst leggjast á tey
við hasum spjøldrunum?
Fakfelggini ov veik
— Men hví verður ikki
meira gjert fyri at sleppa
undan hesum?
— Ja, her meini eg, at
fakfeløgini eru ov veik og
eru annars alt ov illa fyri.
Fyrst og fremst krevst
eitt stórt upplýsingarar-
beiði, soleiðis at fólk ger-
ast meira fakpolitiskt
sannferd — serliga kvinn-
urnar.
— Men ein grundin til
at kvinnurnar ganga so
lítið upp í ta fakpolitiska
arbeiðið er hon, at eftir
strævnan dag skulu tær
taka sær av bernum og
heimi og orkan rekkur ikki
longur. Tó vil eg siga, at
luttøkan á fundum og
undirtøkan í heila tikið er
batnað nógv tey seinastu
árini.
Álitismanna-
skipanin virkar ikki
— Er tann vánaliga álitis-
mannaskipanin ikki ein
meinbogi?
— Tað er hon so av-
gjørt. Ålitismannaskipan-
in virkar ikki eftir ætlan i
Føroyum.
— Hvi?
— Fyri tað fyrsta er
tap ikki lætt at fáa álitis-
fólk. Orsekin er partvíst
hon, at tey eru ikki
tryggjað frammihjá sam-
bært sáttmálanum og
partvíst tí at tey kenna
seg illa mótvegis arbeiðs-
gevaranum, sum skal góð-
taka val av álitisfólkun-
um. Álitisfólkini hava
onga útbúgving og skilið
verður tí hareftir.
— Sum sagt skal ar-
beiðsgevarin góðtaka álit-
isfólkini, men bæði ar-
beiðsmannafelagið og ar-
beiðskvinnufelagið í Vági
— Framtíðin og Fjall-
brúður — løgdu á aðal-
fundinum hjá Feroya Ar-
beiðarafelag í vár uppskot
um, at tey arbeiðandi
sjálvi skuldu velja og góð-
taka síni álitisfólk. Hetta
má vera tað rætta, tí tað
kemur fyri, at arbeiðsgev-
arin góðtekur ikki tey
valdu álitisfólkini av per-
sónligum grundum.
— Á hesum eki må av-
gjørt nakað henda. Og
serliga hugsi eg um eina
útbúgving av álitisfólki.
Fólk við eini útbúgving
vildu klárað seg nógv bet-
ur í trætum og í samráð-
samráðingum.
— Eru nakrar ætlanir
um at fáa eina álitis-
mannaútbúgving í lag?
— Mítt persónliga
ynski er, at ein útbúgving
fæst í lag og ætlan er eis-
ini um at skipa fyri álitis-
mannaskeiðum.
Krambúðar-
kvinnurnar
nógvastaðni
undirløntar
— Hvussu er stødan hjå
kvinnunum innan aðrar
vinnugreinir?
—Tann størsti lenar-
ójavnin og misnytslan av
kvinnuni er hóast alt inn-
an krambúðargki, á mat-
stovum og á gistingarhús-
um. Ja, eg veit dømi um,
at kvinnur, sum hava
starvast í krambúð í ára-
vis, fáa einans 2000 kr.
um mánaðin fyri dagligt
arbeiði frá kl. 9 til 18. Og
hetta er enntá í stórum
krambúðum.
— Veikleikin er, at
krambúðarkvinnurnar
uttan fyri Havnina og
Klaksvíkina eru ikki org-
aniseraðar. Ti haldi eg tað
vera rættast, at t.d. STK
veður landsfevnandi við
høvudssæti í Havn og
undirdeildum kring land-
id.
Innan fleiri yrkisbólkar
finnast ikki feleg, men
føroyingar bera ikki orð
fyri at vera serliga fakfel-
agshugaðir,
veravið.
vilja mong
Mismunur millum
yrkisbólkarnar
Sum demi um ein bólk,
sum er lentur eftir ar-
beiðskvinnusáttmálanum,
men sum ikki er organi-
seraður, nevnir Ingeborg
heimahjálparnar.
Ingeborg sigur, at hó-
ast tær eru lentar eftir
vanliga sáttmálanum
hava tær frammihjárætt-
indi. Tær fáa eyka sam-
sýning fyri klæðir og fyri
telefon.
— Ikki ti eg misunnið
teimum nakað, men hví
skulu tær, sum eru alment
løntar hava slik serrætt-
indi, tå vit i ti privata —
t.d. fiskagenturnar — ikki
hava slík serrættindi,
spyr Ingeborg og vísur á,
at tað er dýrt hjá einum
konufólki at byrja arbeiði
á einum flakavirki. Hon
skal sjálv keypa kitlar,
svintu og stilvar. Her
verður gjerdur ein mis-
munur, sum í so mongum
eðrum førum, og eiga vit
ikki at lata okkum slíkt
lynda, endar Ingeborg
Vinther.