Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. november 1978síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 4. november 1978 sosialurin Síða 13 Herróp javnaðarmanna i 1970 var: Tá vit seta okkum nakað fyri, vilja vit eisini fremja tað. Ídnaður í sjeytiárunum var herróp okkara í 1970, og hava vit eisini lagt alla orku í eina skilagóða ídn- aðarútbygging, sigur Jákup Lindenskov, landsstýrismaður. Málsekini - hjá Jákup Lindenskov eru m.a. sosi- almál, arbeiðaramál og idnadarmål. Vit hava prátað við hann og leggja vit fyri við idnaðarmálum: — Fyri einum ári síðani setti landsstýrið eina nevnd, sum skuldi kanna tervin til ábetur á verandi skipanir innan idnadin. Hugsað varð um láni- og studningsgrunnar og so- muleiðis um komandi út- búgvingarmynstrið. Álit- ið frá nevndini verður lið- ugt í hesum mánaði og kemur partvist at liggja til grund fyri idnadarplan- leggingini i framtiíðini. Teir grunnar, sum eru i dag, eru idnadargrunnur- in, menningargrunnurin og egnsútviklingin. Hetta eru pengar, sum eru settir av á fíggjarlógini og nýttir til íleggingar til idnadar- virki ymsastaðni í landin- um. Í seinastuni eru nógv nýggj virki komin, og so- muleiðis fyriliggja ætlanir um enn fleiri, sigur Jákup Lindenskov og leggur dent á, at landsstýrið hev- ur verið medvirkandi í nógvum av hesum pro- jektum. Tað er komið fyri, at eitt projekt ikki fær við- mæli frá > rådgevandi stovnum hjá landsstýrin- um. Hvat hendir tá? — Landsstýrið hevur í nøkrum ferum hildið, hó- ast frámæli, at tað hevur verið rætt at royna nyggj- ar leiðir innan ídnaðin, og hava vit tá tingast við partarnar um at laga pro- jektið so, at tey hava meguleika til at verða góðkend. Hetta hevur eis- ini partvíst eydnast, sigur Jákup Lindenskov, sum heldur, at vit eiga at leggja nógv sterri dent á útbúgving innan ídnaðin. Treytin fyri einum trygg- um samfelag — einum tryggum ídnað — er, at vit eiga eins væl útbúgvið fólk, sum teir, vit skulu kappast við. Vit skulu nú taka stig longri í foredl- ingini av fiskavørum og eg ivist ikki í, at vit kunnu gera okkum galdandi við t.d. livra- og rognherme- tikki. Ráveruna eiga vit helst betri enn nakar ann- 'ar, og fer hon í dag at kalla el! fyri skeyti. Her er bert eitt dømi um, at enn eru virði eftir at skapa. Útviklingurin = innan foredling í fiskivinnuni er ómetaliga stórur. Á flaka- virkjunum fer ein stór út- bygging og endurnýgging fram. Her eiga vit altid at fylgja við, so at vit til eina og hverja tið liggja við einum framleiðsluappar- ati, sum er kappingarfert. Het noyðast vit at kapp- ast við fremstu tjóðir inn- an fiskivinnuna. -- Til valið í 1970 fór javnaðarflokkurin herrópinum Ídnaður í sjeytiárunum. Er nakað, sum flokkurin tá setti sær fyri, vunnið? — Avgjørt. Vit vita, hvussu afturhaldið stød- ugt berjist ímóti, ið hvussu so er í talu, at tað almenna luttekur í tilrætt- isleggingini av okkara idnaðarútbygging. Men tíðin hevur prógvað, at politikkur javnaðarmanna hevur verið og verður tað eisini í framtíðini — ein- asta leið at ganga. Vit duga i dag øll at síggja virðið — at samfelagið gongur á odda og lagar viðurskiftini so, at virkini fáa betri meguleikar at trívast. Vit koma eisini at ásanna, at tað má vera rætt við eftirliti og plan- legging. undir - Sosialmál — Tú hevur verið skýrdur sum ministari fyri neyð og elendigheit. Hevur tú sum landsstýrismaður fyri so- sialmálum, fingið bett nakað um neyðina og elendigheitina? — Stersta sosiala fram- stigið síðani fólkapensión- ina er, at vit nú hava fingið lógina um dagpen- ing samtykta, soleiðis at eisini timaløntum er tryggjað len undir sjúku í stórt sæð sama mun sum teim fastlentu. Síðani eru gjerdar fleiri ábetur á verandi skipanir. T.d. er inntøkumarkid hækkað, so at pensionist- ar frå 1. januar komandi ikki verða niðurskornir so hart sum higartil, um teir vinna eitt sindur afturat pensiónini. Einkjurnar, sum hava bern at for- syrgja, fáa eykapensión og treytirnar fyri at koma undir hesa eru munandi bøttar. Skatturin hjá fólkapensionistum, lág- lentum, er munandi lækk- aður. Eftir nýggju skattalóg- ini fær stakur pensionist- ur, sum hevur fingið 18.800 kr. í pension, 662,00 í skatti, um hann býr í Havn. Í flestum eðrum komm- unum munandi meira. Men eftir nýggju skatta- lóogini fær hesin sami fólkapensionistur 0 kr. i skatti í Havn, og fær hann heldur ongan skatt á bygd. Eftir galdandi skattalóg fáa eini hjún, sum hava 28.800 kr. í fólkapensión 2.012,— í skatti i Havn. Í flestu eðrum kommunum munandi meira. Eftir nýggi skattalógini fáa hjúnini hvert sær 525,—. kr. í skatti, ella tilsamans 1050 kr. í mun til fyrr 2.012. Á sjúkrahúseskinum er almikið hent og ger tað framvegis. Tað vera settir fleiri læknar, sjúkrasystr- ar og byggingin av rektar- og ellisheimunum heldur fram sum ætlað. Heimahjálpin hevur víst seg at vera eitt gott tilboð og hesari leiðini vilja vit halda fram við. Andsveikraforsorgin er undir stórari útbygging og ikki minst á hesum økj- um kemur nógv at henda. Tú spyrt um neyð og elendigheit. Jú, sanniliga hava vit kent til hetta, men er myndin í dag ein onnur. Eitt samfelag, sum ikki hevur ráð at taka sær av teimum veiku, kann ikki kallast eitt framkom- ið samfelag. Her skal vera pláss fyri ellum. Arbeiðaramál — Tú hevur eisini havt ar- beiðaramál um hendi. Hvat av serligum týdn- ingi er hent á hesum eki? — Við tað, at tað al- menna er uppi í at stuðla virkisútbygging og harvið skapa fleiri arbeiðspláss, er trygdin fyri lønandi ar- beiði skapt. Lógin um ar- beiðaravernd virkar betri, enn hon hevur gjert, og hava vit í hesi tingsetuni ásett arbeiðsvikuna at Ídnaður í sjeytiárunum Hesum hava vit eisini fylgt upp, sigur J. Lindenskov vera ta somu sum í londunum kring okkum. Við prisjavningini fáa all- ar stættir somu viðbót í krónum og oyrum. Serliga arbeiðsfólkið — tey tima- lentu — eru javnsett við aðrar stættir, nú dagpen- ingaskipanin er komin. Hetta er tað størsta fram- stigið í nýggjari tíð aftur- at fólkapensiónini. — Tað man ikki vera ov nógv sagt, at sambands- flokkurin, fyrrverandi landsstýrispartnari javn- aðarfloksins, hevur fert eina heldur sjáldsama agitatión móti javnaðar- flokkinum hesaferð. Hvat heldur tú? — Vit hevdu eina fruktagóða samvinnu við sambandsmenn. Men við nýggja sensatiónshungr- andi formanninum tykist sum flokkurin rættiliga hevur skift ham. Men at guðsbern batna er at vóna. Tað hevur ivaleyst onkur, sum hoyrdi sam- bandsmenn í útvarpinum, og var tað einki ødrvisi, enn vit eru vanir við. Eg haldi, at hetta hevur givið okkum okkurt at hugsa um. Lat teir eiga sínar ræðslusegur um líkt og ó- líkt. Ti livur eingin leingi av. Eg haldi, at landsstýr- ið hevur fingið væl av skafti, men nógv er eftir, og eru javnaðarmenn ikki bangnir fyri, eisini eftir valið, at fara í arbeiðs- klæðini, og gera sítt til at skapa eitt enn betri og tryggari samfelag, sigur Jákup Lindenskov at enda. Svar til harra Juul Jacobsen, Nólsoy Góði Juul Jacobsen. Tað ger mær ilt, at mín atburður hevur verið so- leiðis, at tygum halda, at eg eri ill við tygum, tað eri eg ikki. Heldur ikki havi eg mis- fatað orð tygara, og enn minni skirt tygum reiðara og stórkapitalist. (Veit ikki, at tygum eru reiðari, fyrrenn eg síggi tað í skrivi tygara). Tygum siga, at tygum hevdu alt uppskrivað og lósu tað upp, so væl fyri eri eg ikki, tí mínir fáu setningar vóru ikki niður- skrivaðir, men sum tygum havi eg eisini spurt fólk, hvat eg segði. Tað, ið fekk meg at biðja um orðið, vóru hesi orð tygara: >Nú er tað so galið, at eisini timalønt fólk fáa 80 ella 90% av lenini fyri at hava krim<. Eg má viðganga, at eg gjerdist sinnisrerd, tí ar- beiðarastætturin stendur mær nær. Frá barni av í teimum fátæku tríatiárunum og við einum pápa, sum nevndarlimi í Havnar Ar- beiðsmannafelag og seinni sum býráðslimi og løg- tingsmanni upplivdi eg arbeiðarastríðið soleiðis, tað ongantíð fer mær úr minninum og eg kann ongantið gloyma tann arv ið eg fekk í barnaheimi mínum, og ei heldur sleppa frá honum. Arbeidarastætturin — menn og kvinnur — hava hesi mongu árini strítt teirra harða og ofta so einsamalla stríð, lítið ti- verri hevur frá almennari síðu eydnast at hjálpt teimum, men nú í hesu tingsetu fingu vit so dag- peningaskipanina sam- tykta, henda, ið gevur tímalentum sjúkrapening, tó bert 80% av lenini. Juul Jacobsen, tygum síggja út sum ein maður, ið veit, hvat slit er. Tygum vita óivað eis- ini, hvussu ofta bæði menn og kvinnur eru farin sjúk til arbeiðis, tí tey hevdu ikki ráð at missa lønina, og bettu so mang- an fyri hetta við oyði- lagdari heilsu. Ti kann eg ikki taka tygara: nú er tað so galið eisini, at tímalent fólk fáa 80 ella 90% av lenini fyri at hava krim, og hetta fekk meg at biðja um orð- ið. Eg loyvdi mær at átala hesum og visti m.a. á, hvussu vandamikið tað er at seta stætt upp móti stætt og segði nakað so- leiðis: at hetta kundi ein vænta av einum stórkapi- talisti ella stórreiðara og ikki av tygum. Viðari segdu tygum: vit (nólsoyingar) og aðrir út- róðrarmenn, hvat fáa vit. Einki. Vil eg her svara, eru tygum ikki greiður yvir, at útróðrarmenn eru við í hesi dagpeningaskipan, eg endurtaki, at í Feroyum er henda dagpeningaskipan eisini galdandi fyri útróðr- armenn, so skuldi ein av tygara synum gjerst sjúkur, hvat eg inniliga ikki vóni, so fær hann sjúkrapening. Viðv. ríkidemi, so kann hetta tulkast nógvar veg- ir, uttan at peningur nýt- ist at vera uppii, men eg fati væl, at tygum fela tygum ríkan, tá tygum „síggja Margrethu koma skúmandi inneftir vikini, full undir lúkurnar og tygum heilsa synunum væl afturkomnar<, og eg ynski tygum og ellum tygara, alt tað besta. Havi frætt, at tygum eru á landssjúkrahúsin- um, so eg vil eisini ynskja tygum góðan bata. Vinarliga Jona