Sosialurinarkiv
Sosialurin 1978-11-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. november 1978síða 26

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

me Sida 26 — er nu ein av virknastu Í samband við, at Havnar sjónleikarfelag sýnir Seymistovuna, Kjartan Ragnarsson, hevur høvundin, verið í Feroyum. Kjartan arbeiðir sum sjónleikari hjá Leik- félagi Reykjavíkur um veturin og skrivar um summarið. Hann hevur eisini roynt seg sum leikstjóri, leiktjaldamálari og hann hevur gjert tónlistina til fleiri sjónleikir. Hann kann av rettum kallast ein »all- round« leikhúsmaður — Tað er bæði eitt legið og eitt spennandi uppliv- ilsi, fyrstu ferð at fara utt- anlands at síggja sítt egna verk. Men tað hevur glett meg nógv at koma til Fer- oya og síggja, hvussu stóran ómak, tey hava gjørt sær við leiki minum, sigur Kjartan Ragnarsson í samreðu við Sosialin. — Hvussu dámar tær uppsetingina av Seymi- stovuni hjá Havnar sjón- leikarfelag? —Mær dámar hana yv- irhevur væl. Tað, sum mest um ræður, er, at leikararnir hava tað stutt- ligt saman á pallinum, at Eitt legið og spennandi upplivilsi fyrstu ferð at fara teir hjálpa hverjum eðrum gjøgnum leikin. Tað gera tey her, og eg haldi, at Elin hevur gjert eitt gott arbeiði sum leikstjóri. — Var tað undarligt at hoyra leikin á føroyskum? — Nei, tað helt eg ikki. Men eg havi varhugan av — og tað kemur eisini fram i leikstjórnini hjá El- ini — at feroyingar hava ein annan humor enn vit íslendingar. Tann føroyski er elskuligari — Hvat heldur tú um sjálvt húsið, Sjónleikar- húsið? — Tað hevur nógvar avmarkinger. Men hetta uttanlands at síggja sitt egna verk sosialurin er eitt gamalt leikhús og tað hevur sin sjarma og tit mugu fyri alt í verðini ikki gevast við at brúka tað sum leikhús. Leiklistin lokkaði meir enn studentsprógvið Kjartan Ragnarsson er føddur i Reykjavik í 1945. 17 åra gamal gavst hann i studentaskula og for at arbeiða sum leiktjalda- málari í Íðnó — Leikfélagi Reykjavíkur. Og hann hevur hildið seg til leik- listina síðani. Hann lærdi til sjónleikara hjá Íðnó og eitt ár var hann í Pólandi, hjá tí víðagitna Grot- owski. — Eg fekk ómetaliga nógv burturúr at vera i Pólandi. Grotowski er fað- ir at teirri nýggju leiklist- ini, har denturin er lagdur á einfaldleika, kropsvenj- ingar og tílíkt. Hann av- noktar ellum tekniskum snildum, tí her hevur filmslistin nógv betri meguleikar. Einasti tekn- ikkurin er teknikkurin hjá leikarunum. Hesir eyðkendu klædningarnir Í samband við kvinnuárið 1975 varð Kjartan av leiðsluni í Íðnó biðin um at seta upp ein leik saman við leikkonunum. — Eg fekk beinanvegin hug til at gera eitt verk um støduna hjá islendsku kvinnuni og kom vid ti uppskoti, at vit skrivadu leikin i felag. Men tær hildu, at tidin var ov knøpp til hetta og vildu heldur arbeida vidari vid einum gomlum griskum verki, sum vit tå høvdu tosað eitt sindur um. Leiðslan í leikhúsinum mælti eisini til, at vit valdu hetta verkið. Men Kjartan kundi ikki sleppa tankanum um at skriva ein leik um is lendsku kvinnuna anno 1975. Hann vildi skriva um trupulleikarnar hjá kvinnunum, bæði á ar x beiðsplássinum og heima. leikhúsmonnum í Íslandi Ti helt hann, tað var rætt- ast at skriva um arbeiðs- konur. — Eg ætlaði fyrst at skriva um eitt flakavirki. Men tað er tekniskt trup- ult at seta tað upp á palli, skal tað líkjast nekrum. So henda ætlanin strand- aði á ti. Men so var tað, eg fekk hugskotið at skriva Seymistovuna. Har, sita tær, seymikonurnar, og seyma hesar typisku klædningarnar, status- symbolið hjá monnunum, sum ráða yvir øllum í samfelagnum. Tónlistin á einum degi Kjartan hevur sjálvur gjørt løgini til sangirnar í Seymistovuni. — Eg havi ofta gjørt løg til sjonleikir. Men hesaferð ætlaði eg ikki at gera tey sjálvur. Tá eg skrivaði sangirnar, hevði eg eina serliga rytmu í tonkunum fyri hvenn. So ein dagin fór eg at vita, um eg ikki longu hevði løgini klár onkrastaðni i høvdinum. Tað hevði eg, og henda sama dagin gjørdi eg øll løgini til Seymistovuna. Kann ikki bjarga heiminum vid einum sjonleiki Seymistovan varð góð- kend av Iðnó og blivu sýningarnar tilsamans 200, áðrenn leikurin varð tikin av skránni í vár. — Er Seymistovan fyrsti leikurin, tú hevur skrivað? — Bæði ja og nei. Ég skrivaði ein leik, tá eg var 17 ár, og hann havi eg enn liggjandi í onkrari skuffu. Hetta er ein politiskur leikur og eg vildi frelsa allan heimin við honum. Men nú havi eg lært, at hetta letur seg ikki gera við einum leiki. Tú kanst í mesta lagi nema við onkur mál Um hvat er hesin leikurin? Hann er um frælsið hjá okkum íslendingum Nr. 83 — 4. november 1978 studentaskúla | og for at mala leiktjøld — Hatta ljóðar fint á føroyskum. Oskar Hermannsson hevur týtt »Saumastofuna« til føroyskt mótvegis amerikanarum. Amerikanar eru góðir vin- ir hjå islendingum, men tað eru nógv, sum óttast, at teir kunna blíva ov góðir vinir, um, til dømis, okkurt ólag kemur á is- lendska samfelagið. Hetta royndi eg at skriva um í hesum fyrsta sjónleiki mínum og eg vóni, at eg komi at viðgera hendan spurningin aftur í einum nýggjum sjónleiki. Kjartan sigur, at hann er avgjørt ímóti amerik- onsku herstødini i Islandi. — Men tad er ein stør misskiljing, at vit vilja hava russar i stadin fyri. Tad er bara ein gryla. Vit vilja bert sleppa av vid tann vanda, sum stendst av, at Amerika hevur her- stød i Islandi. Umframt Seymistov- una og leikin um amerik- anska hervaldid i Islandi hevur Kjartan Ragnars- son skrivað tveir aðrar leikir, >Blessað barnalån« og „Týnda teskeidin« Eins og »Saumastofan« eru báðir ógvuliga væl umtóktir í Íslandi. Høpisleyst at leita eftir stíli Hesi seinnu árini eru stór framstig gjørd í øllum leiklistarvirksemi í Íslandi og áhugin er stórliga vaksin. Kjartan sigur, at tað var hetta, sum gav honum dirvi at skriva sjónleikir. — Hevur tú funnið tin egna stíl? — Eg haldi, tað er høp- isleyst at leita eftir einum åvisum stili, sum hóskar saman við minum persón- leika. Tað er heldur so- leiðis, at tað, sum eg skrivi, ávirkar stilin. Eg royni heldur ikki at hava nakran ávísan stil. Men eg royni at siga tað, sum eg meini. Annars sigur Kjartan, at sær dámar væl fjøl- broytni. Seymistovan er ein lættur, skemtiligur leikur, men nýggjasta verk hansara, »Snjør«, sum Þjóðleikhúsið fer at sýna í vetur, er ein sera álvarsligur leikur eitt reint drama, sum hann tekur til. Er