Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 133 - 16. juli 2002 Nr. 133 - 16. juli 2002 3 Sjey arbeiðsfólk á Fiskavirking í Saltangará fingu síðsta fríggjadag diplom, blómur og gávur fyri at hava verið í starvi á virkinum í samfull 25 og 30 ár. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað eru ikki øll, sum halda tað vera keðiligt at arbeiða í fiskivinnuni. Í hvussu er eiga vit nógv fólk á flaka- virkjunum kring landið, sum hava starvast leingi innan hesa vinnugrein. Tíverri hoyrist ikki nógv um hesi, og heldur ikki hevur so nógv verið gjørt burtur úr, tá ið tey hava havt starvsdagar, ið áttu at verið "markeraðir". Men Føroya Fiskavirking hevur nú tikið táttin uppaftur at heiða fólk, sum hava verið leingi í starvi hjá felagnum - eisini fyri tíð- ina, tey arbeiddu á virk- inum undir gomlu eigarun- um, ið vanliga vóru bygda- fólkið og eitt nú arbeiðara- feløgini. Undir stóru samfelags- kreppuni fyrst í nítiárunum hendi tað, at Føroya Fiska- virking varð stovnað og komu flestu flakavirki tá undir "hattin" hjá hesum stóra felag, ið má sigast at hava megnað sína uppgávu rættiliga væl. Flestu virkir, sum felagið eigur kring landið, vóru gomul og rættiliga slitin, tá ið felagið tók um endan, men við tíðini hevur eydn- ast Føroya Fiskavirking at nútímansgera hesi virkir, so fleiri teirra í dag standa mát við tey nýggju fiskavirkini í eitt nú Íslandi. Heiðraðu 7 fólk Nógv fólk, sum starvast í flakavirkisvinnuni í dag, hava verið í hesi vinnu í 25- 30 ár, og tað er long tíð. Hesi fólk saman við øðrum eru virðismikil fyri arbeiðs- plássini. Tey hava allar tær royndir á sínum øki, sum hugsast kunnu og hava verið við í allari teirri menning, sum farin er fram innan framleiðsluvinnuna - ikki minst hesi seinastu 10 árini. Føroya Fiskavirking hev- ur seinastu árini heiðrað fleiri arbeiðsfólk, sum hava verið í starvið á virkjunum, sum felagið nú eigur. Seinasta fríggjadag var so túrurin komin til virkið í Saltangará, har sjey fólk hava verið í starvi í ávika- vist 25 og 30 ár. Sosialurin var við, tá ið stjórin í Føroya Fiskavirk- ing, Meinhard Jacobsen og virkisleiðarin, Jason Jo- hannesen, handaðu hesum sjey fólkum diplom, blóm- ur og gávur. Tey, sum vórðu heiðrað fyri 25 ára tænastu, vóru Lina Højgaard, Svanhild Hansen, Ingemar Olsen og Meinhard Lamhauge. Trý fólk hava starvast á virkinum í samfull 30 ár; tey eru Julius Steingrund, John Nielsen og Viggo Hansen. Á samkomu í matar- høllini á Fiskavirking í Saltangará fríggjadagin takkaði Meinhard Jacobsen hesum fólkum fyri langa og trúgva tænastu. Umframt diplom og blómur, fingu konufólkini hálsband, armband og oyraringar. Menninir fingu eisini diplom og blómur og fáa eisini eina klokku í part, sum enn ikki er liðug; klokkan verður handað eftir summarfrítíðina. Haldur Nielsen, Haldur hjá Mallu til minnis Sunnudagin 9. juni and- aðist Haldor. Ein sera snøggur og raskur maður legði seg til hvíldar á foldarbeði sjeytifimm ára gamal. Ikki sást aldur á Halduri, men hugsast kann, at eftir jól í ár tyktist snúðurin vera farin úr honum, sum dottin burtur úr rovum. Hann var jú millum teirra, ið hvønn leygarmorgun var við í pensjónistasvimjingini, sum Arnfinnur Olsen tekur sær av, men var ikki við í hesum svamblandi hópi í síðstuni. Haldur fekst nógv við seyð. Hann var røktingar- maður í Gjógvarahaga í mong ár, og átti hann seyð í Góðadali, Skarðhaga, Gjógvará, Klemmuni og Fjalli. Dygst við hús okk- ara, Norðuri við Bøveg, stóð hann her um veturin dag um dag og gav Fjals- seyðinum, og fingu vit mangan gott prát okkara millum. Hugsi um hann, nú slótturin stendur fyri, at hann fór altíð undir slá- ingina tætt við húsini og kom so niðan eftir, niðan móti Bakkabrunninum, og so lá leiðin longur niðan. Her var Haldor heilur og sælur í hesum umhvørvi. Vincent van Gogh hevur málað sáðmannin, slóttu- mannin og hoyggingarfólk …. gjørt tey ódeyðilig í myndum sínum. Sum varðar tey standa í frá- søgum hansara t. d. frá Saint Rémy, har hann málaði fleiri slíkar myndir í september og oktober í 1889. Hetta kundi eisini verið fólk á bygd í Føroyum, sum her vórðu avmyndað. Lagið er tað sama, íblásturin hin sami, grasið, hoyggið tað sama og liturin hin sami. Slóttu- maðurin er ein alheims mynd, og stendur Haldor nú ljóslivandi sum ein spegilsmynd í myndum Vincent van Goghs. Í grannalagnum gekk prátið ofta um seyð og seyðahald. Nú eru so Kjartan, Oluffa og Haldur farin úr hesum lítla hópi. Ikki so sjáldan róðu orðini upp undir dagsløtur í hoyna og á fjalli. Hetta er røkt fyri sinn og sál, at møtast og hava eina tal- ingarløtu um tað, sum tú ert felags um. Tað fellur monnum og kvinnum lætt at koma á tal í góðum seyðapráti, í slóttinum og tá ið hoyggið skal fáast til høldar. Her vella orð fram úr lættum támi í strokum - sum í myndum van Goghs, og eru mong orð av Haldursa munni sett seg í Bøveg og í hógvin omanvert her. Líggjasangurin stendur á tí grøna svørðinum frá farnum tíðum, har stráini leiftra í summarlotinum og bíða eftir eigarmann- inum, sum yndisliga finn- ast í glógvandi litrípum hjá listamanninum van Goghs. Í teimum er Haldor Nielsen. Hetta var bara nakað, sum rann mær til hugs, nú friðarmaðurin Haldor er farin burtur úr granna- lagnum, og saknaður verður hann. Friður veri við minn- unum um Haldor. Frits Heiðrað fyri langa og trúgva tænastu Jason Johannesen og Meinhard Jacobsen saman við teimum sjey arbeiðsfólkunum, sum seinasta fríggjadag vórðu heiðrað við diplomi, blómum og gávum fyri ávikavist 25 og 30 ára trúgva tænastu á Fiskavirking í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen Jason Johannesen er virkisleiðari á Fiskavirking í Saltangará. Hann telist millum mest royndu virkisleiðarar í Føroyum Mynd: Vilmund Jacobsen Serfrøðingar hava enn ikki staðfest or- søkina til ta syndar- ligu vanlukkuna, sum hendi sunnunáttina, tá eldur kom í eini hús á Gripsvegnum í Havn. Tveir brøður, sum vóru 6 og 8 ára gamlir, komu ongan- tíð út úr húsunum og lótu lív í logunum ELDSBRUNI Stefan í Skorini Tað, sum skuldi vera ein góð summarfrítíð í Føroyum, endaði í sorgarleiki. Teir báðir dreingirnir, sum lótu lív, vóru júst komnir heim til Føroya tveir dagar framm- anundan vanlukkuni. Teir búðu í Odense og vóru komnir til Føroya við systrini at vitja pápa sín í Føroyum. Politiið fekk fráboðan um eldsbrunan klokkan 04.04, men húsini brunnu í grund, áðrenn eldurin varð bastur. Tað eydnaðist pápanum at dreingjunum og eini 16 ára gamlari dóttrini at bjarga sær út úr húsunum við at leypa frá einum hálv- taki í loftshæddini. Dóttirin fekk smávegis mein í rygg- in av hesum, meðan pápin slapp óskalaður. Pápin vakti síðani eitt par, sum búði í kjallaran- um. Kvinnan, ið er 32 ára gomul, og maðurin, sum er 40 ára gamal, sluppu sær út við 11 ára gomlu dóttrini. Eigarin av húsunum, sum er bróðir pápan at dreingj- unum, slapp eisini óskadd- ur úr húsunum. Serfrøðingar úr Danmark Løgreglan í Havn hevur boðsent serfrøðingum inn- an eldsbrunar úr Danmark. Hesir kanna í løtuni húsini og orsøkin til eldin. Løgreglan er eisini farið undir avhoyringar av eygnavitnum, sum kanska kunnu vera við til at staðfesta orsøkina. Syndarligur eldsbruni: Tveir brøður lótu lív Húsini vóru sera eldfim Húsini, sum brendu sunnunáttina, vórðu klødd innan við sera eldfimum plátum. Celloteks-plátur, sum tær verða nevndar, eru bannaðar at nýta nú, men nógv hús hava framvegis slíkar vandamiklar plátur ELDSBRUNI Stefan í Skorini Hesar bleytu pláturnar, sum húsini vórðu klødd við innan, lata eitt sera eldfimt gass frá sær, tá hitin fer uppum 70 hitastig. Hetta sigur Kartni Jacobsen, leiðari hjá sløkki- liðnum í Havn. Hann var sjálvur á staðnum sunnu- náttina, tá tveir smádreingir lótu lív í einum ræðuligum eldsbruna. Pláturnar, sum tapetið er fest á, hava verið bannaðar at nýta í húsum seinastu tíggju árini, tí tær eru so sera eldfimar. Kartni greið- ir frá, at gassið beinleiðis fýsir úr plátunum, tá tað gerst heitt. Eygnavitni hava greitt frá, at eldurin brádliga blussaði upp, og orsøkin til tað er gassið frá plátunum. Bannað síðan 1992 Petur Olsen á Brunaumsjón Landsins upplýsir fyri Sosialinum, at forboð varð sett ímóti at nýta celloteks- plátur í 1992, tá kunngerðin um brunatrygd og bruna- verju varð sett í gildi. Hann sigur, at hesar plát- urnar hava verið nógv nýtt- ar síðan fimmti- og seksti- árini. Tær hava tó fleiri góðar eginleikar. Tær doyva væl ljóð uttanifrá, regulera vætuna í rúmum og so eru tær sera hentar at arbeiða við, tí tær eru lættar at skera. Petur Olsen sigur, at tá menn eisini fóru at klæða hús uttaná við bleytum plátum, var bannið sett í gildi. Tær bleytu pláturnar, sum verða nýttar uttaná húsum, verða nevndar Norbit-plátur. Bygningar, sum verða nýttir til dagstovnar og skúlar, verða ikki góðkend- ir av Brunasumsjón Lands- ins, um teir eru klæddir við celloteks-plátum. Tað eru sostatt fleiri hús í Føroyum, ið hava tær eldfimu celloteks-plátur í stovunum. Húsini vóru ikki at bjarga – Tá vit komu á staðið vóru húsini ikki til at bjarga. Tað sá eg eisini heimanifrá, at eldurin longu var ov stórur. Tað var ikki hugsingur um at sleppa inn, og vit ar- beiddu mest við at bjarga hinum húsunum í granna- lagnum, tí eldurin var so smátt farin at breiða seg, sigur Kartni Jacobsen. Hann leggur afturat, at talan bert var um sekund, frá at eldurin festi í aðra- staðni við. Bara tveir rútar vóru heil- ir, tá sløkkiliðið kom á staðið, og tað var skjótt at hesir eisini brustu í hit- anum. Húsini á Gripsvegnum standa sera tætt, og tí var tað skjótt at eldurin tók í takskeggið á øðrum húsum. Tað eydnaðist tó sløkki- liðsmonnunum at steðga eldinum, so at hann ikki breiddi seg. Sera trongligt er á Grips- vegnum, og hetta darvaði sløkkiliðnum nakað. Tann eini bilurin hjá sløkkiliðn- um kom at standa ov nær við eldin, og tað hevði við sær, at rútar, ljós og spegl smeltaðu. Sløkkiliðið hevði sum heilt torført við at nærkast húsunum, tí hitin frá eldinum var øgiligur. Stór mannamúgva Boðini um eldin komu um fýra tíðina á nátt. Hetta er tíðin, tá náttklubbarnir í Havn lata aftur, og tí var ein stór mannamúgva savnað rundanum eldsbrunan. Kartni greiðir frá, at onk- ur hevði til frægd at tveita fýrverk uppá takið á húsun- um. Hann heldur, at fólk áttu at duga sær hógv í slík- um álvarsomum løtum. Eisini verður sagt frá, at fullir menn fóru til hendurs nærhendis húsunum, og at løgreglan mátti leggja uppí. FERÐMÁTING Stefan í Skorini Ferðsluløgreglan var leyg- arkvøldið úti við ferðmát- aranum, og tríggir ungir mans duttu í felluna. Mát- ingarnar vórðu gjørdar í Kaldbaksbotni, har førarar mangan hava hug at koyra heldur skjótt á tí góða og breiða vegnum. Teir tríggir førararnir vórðu allir tiknir fyri at koyra umleið 120 kilo- metrar um tíman. Hetta hevur við sær, at teir væntandi fáa ein treytað- an dóm og skulu upp til nýggja koyriroynd. Tað vil siga, at um teir bróta ferðslulógina einaferð næstu trý árini, missa teir koyrikortið treytaleyst. Tríggir tiknir fyri ferð – Húsini kundu ikki bjarg- ast, tá vit komu á staðið og ikki var hugsingur um at sleppa inn, sigur Kartni Jacobsen, leiðari á sløkkiliðs- støðini. Húsini vórðu klødd innan við plátum, sum lata sera eldfimt gass frá sær, tá tað gerst heitt MYND: Eirikur Lindenskov Tann eini bilurin hjá sløkkiliðnum stóð so nær við eldin, at ljós, rútar og spegl smeltaðu í øgiliga hitanum MYND: Eirikur Lindenskov Tveir smádreingir lótu lív í hesum húsunum, tá tey brunnu í grund sunnu- kvøldið. Sløkkiliðið hevði ongan møguleika at bjarga dreingjunum ella húsunum MYND: Eirikur Lindenskov C M Y K 3 2